Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. november 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 217 — 14. NOVEMBER 1998 Í útvarpssendingini > Spyr Bara> seinasta fríggjadag varð m.a. tøsað um, at andstødan ikki hevdi nakran bod- skap at seta upp ímóti fullveldisætlanini hjá samgonguni. Turið Debes Hentze, advokatur, luttakari í sendingini, segði nak- að soleiðis um hetta ev- nm »Ein persónur sum vil fullveldi, er ein persón- ur við serligum egin- leikum, eitt nú sjálvræði og ábyrgdarkenslu. Hann gevur ikki gðrum skyldina o.s.fr. - út frå valordinum:hann sum einki vágar, einki vinn- ur. Hin politiski parturin kundi hugsandi verið lýstur sum trygdarnar- komanur, ið einki vil, einki torir, hevur kon- servativar meiningar og er bangin fyri broyting- um. Politiskt korrekt í dag er at vilja fullveldi. Tað er slikur einfaldur bod- skapur við fáum orð- um, sum verður endur- tikin upp í saman, tíl orðini gerast ein sann- leiki í sjálvum sær. Tað vísir aftur til and- støðuna, ið tørvar ein boðskap at seta upp móti herrópinum hjá samgongun». Við utgangsstødi i hesari lýsing, hava vit tosa við andstødu- leiðararnir báðar DAGNY JOENSEN JENs KR. VANG Formaðurin í Sambands- flokkinum skilir ikki, tá sagt verður at andstødan er bangin fyri broytingum, einki torir og einki vil. — Er tað ikki øvugt, at fullveldisfólkini geva Danmark skyldina fyri alt sum hendir í Føroyum, og at Sambandsflokkurin torir at seta seg ímóti teirra ætl- an? — Tað er vorðið soleiðis í Føroyum, at einki kann ger- ast fyrr enn vit hava fingið fullveldi - ja, tað er næstan so, at kjøtið ikki ræstnar, tí vit ikki hava fullveldi, sigur Edmund Joensen í sínum aftursvari til lýsingina av andstýðuni.. Ikki eitt holmstrá.. — Danir fara ikki so frægt sum at leggja eitt holmstrá fyri okkum, fyri at forða okkum í at fáa fullveldi, men sum danski vinstrafor- maðurin segði, tá hann vitj- aði í Føroyum, so >má den der bestiller musikken, selv betale>, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum. — Hvat er so boðskapurin hjá Sambandsflokkinum? - Sambandsflokkurin hevur staðið sum garantur fyri, at Føroyar eru á fyrsta tíðindablaðið S08Zlurn Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum: — Tad er vorðið soleiðis i Føroyum, at einki kann gerast, fyrr enn vit hava fingið fullveldi - ja, tað er næstan so, at kjótið ikki ræsnar av tí sama Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum: Vit mugu ikki avbyrgja okkum — Loysing ella fullveldi er tað sama sum at avbyrgja Føroyar frá umheimin- um, so vit standa fullkomiliga einsamøll, sigur Edmund Joensen plássi í vælferðini, og á besta plássi í heimssamfel- agnum, eisini tá tað snýr seg um demokratiska, humani- tera og sosiala vælferð. — Tað vilja vit verja, sam- stundis sum vit vilja arbeiða fyri at føroyingar fáa møgu- leika at menna samfelagið innan núgaldandi skipan. Møguleikar eru til staðar, við at gera neyðugu broyt- ingarnar í heimastýrislóg- ina, sigur Edmund Joensen. Hann sigur, at Sambands- flokkurin einki herróp hev- ur um „fullveldi ella sosi- alismu>, men setir politiska spurningin: hvat er best fyri Føroyar, fyri at tryggja okk- um pláss í heiminum, við teimum grundlógarfestu rættindunum, sum vit hava í dag. Edmund Joensen leggur aftrat, at ætlan Sambands- floksins røkkur longur. Før- oyar skulu eisini hava plåss f Evropa, ti einki land kann liva einasamalt og avbyrgd frå umheiminum. — Vit hava brik fyri vitan, og hon er at finna uttan- lands, eitt nå til gransking, undirvísing og menning á ymsum økjum. Eisini er neyðugt at samstarva á vinnuliga gkinum, innan handil, búskap, valuta og umhvørvi, og tílíkt, sum gevur okkum størri ábyrgd og frælsi, sigur Edmund Jo- ensen. Veruligt frælsi — Tá vit hugsa um, hver hevur veruligt frælsi, so hava føroyingar nógv stórri frælsi enn londini uttan um okkum, við núverandi ríkis- rættarligu skipanini. Formaðurin fílist á ein- føldu grundgevingina fyri fullveldisætlanini, = sum samgongan borreiðir við. Hansara meting er, at fáa vit fullveldi, so verða fleiri dyr stongdar, og vit verða enn meira bundin enn vit eru í dag. — Missa vit okkara grund- lógarrættindi, hevur Fólka- tingið ongar heimildir ella ábyrgd fyri okkum. Skulu vit tá hava hjálp, um á stendur, verður tað um somu skipan sum tey tilaft- urskomnu londini, og so eru vit rættiliga í olmussustødu, sigur Edmund Joensen. Hann er til reiðar, um neyðugt, at gera broytingar í heimastýrislógini, sum nú er 50 ára gomul. Edmund Joensen vísir til úttalilsini hjá Nyrup Ras- mussen, forsætisráðharra og Anders F. Rasmussen, for- manni í Vinstraflokkinum, sum hava veitt vissu fyri, at øll ynski, sum føroyingar hava, kunnu rúmast innar karmarnar í nútíðargerðing av Heimastýrislógini. Blakar føroyingum torvmold í eyguni — Sambært Fólkaflokkinum er fullveldið bara at venda heimastýrislógina á høvdid, og at vit hava somu rættindi. So verður eisini sagt, at vit kunnu fáa eina skiftisskip- an, men at annars verða ongar broytingar gjørdar. — Tað letur seg als ikki gera, og er tað sama sum at kasta føroyingum torvmold í eyguni, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum. Í hansara verð er loysing ella fullveldi tað sama sum at avbyrgja Føroyar frá um- heiminum, so vit standa meira einsamøll, og við færri rættindum og møgu- leikum at samstarva við onnur lond, enn vit hava í dag. Spurdur hvat fólk, sum fomaðurin tosar við, siga um fullveldisætlanina, sigur Edmund Joensen, at fólk rista á høvdid, og taka tað ikki fyri fult. Hann heldur annars, at fjølmiðlarnir tykj- ast at vera styrdir av full veldisfólki, og at hetta er í slekt við hetjudyrkanina, og um hver skal sleppa á minn- isvarðarnar — Ert tu bangin fyri fram- tíðini? — Nú eri eg ikki bangin av náttúru, men eg eri kedd- ur av, at føroyingar stara seg blindar á eina skipan, sum er avoldað, í staðin fyri at halda seg Danmark, sum er nógv tryggari fyri framtíði okkara. — Tað er eitt afturstig, og ikki bara ein spurningur um blokstuðulin. Hann er eing- in olmussa, tí vit eru ein partur av rikisfelagsskapi- num Viðbrekið samfelag — Føroyska samfelagið er so viðbrekið, av tí at vit eru so fá og mobil. Tað sóu vit í kreppuárunum, tå 10 pst av fólkinum fóru av landi- num. — Tí er tað eisini umråd- andi, at samfelagsligu við- urskiftini hjá okkum líkjast so nógv londunum rundar um okkum, so fólk ikki fara avstað, tá viðurskiftini broytast. — Tað eru ikki bert tey ar- beiðsleysu sum fara, men eisini væl útbúgvið fólk, við arbeiði. Tí mugu vit ansa eftir, ikki at órógva skipa- nina ov nógv - og als ikki at at fremja kollvelting. — Hevur tú einfaldan boð- skap at bera fram? — Ráðini vit hava er at heita á fólk, um ikki at leypa framav, og at tey skulu hug- sa um tað plássið, ið Før- oyar hava, sum partur av bestu samfeløgum í heimi- num Fólk mugu ikki lata seg reka av fullveldis rakstrar- rópunum, sigur Edmund Jo- ensen.