Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. november 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið såe Aftur i 80'ini ella fram um 90'ini Skal hetta ævintýrið endurtakast? savnsmynd Fáur fóroyingur man ivast í, at vit liva í eini søguligari tid! Stórar broytingar eru á veg í ríkisfelagsligu stóðu okkara, hóast ósemja enn valdar um hvussu tær skulu síggja út. Men fullveldistjakið merkir ikki at samfelagið er steðgað upp á øllum ødrum økjum. Longu nú stendur vinnulívspolitikkur okkara á einum vegamóti, har veljast skal ímillum framhald av studningsvinnulívinum ella at bróta upp úr nýggjum. Hesar politisku avgerðir skulu takast í hesum dógum, og tær fáa avgerandi ávirkan á fóroyska búskapin framyvir. Veljarakanningin fyrst í sep- tember mánaði gav ábend- ingar um, at fullveldisætl- anin hjå landsstyrinum hev- ur breiða undirtøku millum føroyingar Samstundis hevur andstødan sagt seg vera til reidar at gera broyt- ingar i rikisrættarligu vid- urskiftunum. Men uttan mun til hver loysn ið verður tann endaliga, so vera stór krøv til ta føroysku samfelagsmenningina Samfelagsgongdin seinnu årini synir greitt, at vit undir øllum umstødum fåa fulla ábyrgd av øllum avgerðu- num um og avleiðingunum av, hvussu føroyska sam- felagið skal skipast fram- yvir I orðaskiftinum um full- veldið verður ferð eftir ferð vent aftur til, at ein av fyri- treytinum fyri einum sjálv- berandi Føroyum er, at vinnulívið skal kasta meira av sær, enn tað ger í dag. Tí er greitt, at fyritreytir mugu skapast, fyri at føroyska vinnulívið kann gerast meira fjøltáttað. Og júst hetta er sjálvur kjarnuspurn- ingurin: Hvussu skapa vit hesar fyritreytirnar? Líta vit út í heimin eftir samfeløgum, ið minna um okkara, síggja vit, at grund- arlagið undir einum fjøltått- aðum vinnulívi er eitt mennandi samanspæl mill- um almenna og privata sek- torin. Men hetta er kortini ikki altid galdandi. Eitt dømi, at samantvinningin kann føra til båskaparligar vanlukkur, eru tey føroysku 80'ini. Hetta vóru ógvuliga dýrir lærupengar, men júst sett tí er tað umráðandi, at vit læra nakað av mistøkum okkara. Spurningurin er tí, hvussu vit nýta hesar søgu- ligu royndirnar í menning- ini av tí føroyska vinnuliv- inum Læran av 80'unum Frá umleið miðskeiðis i 70'unum og fram til endan av 80'unum var tann før- oyska fiskivinnan ikki bygd eftir meginfyritreytins fyri øllum vinnulívi: At vinnu- lívið skal kasta nakað av sær. Í staðin bygdi føroyska fiskivinnan å eina ørgrynnu av studningsskipanum, sum næstan gjørdi tað 6møguligt at fara å heysin. Rakstrar- studningurin - serliga gjøgnum råfiskagrunnin - tryggjadi fyritøkunum eina støduga inntøku, hóast hetta samfelagsliga sæð kundi geva eitt beinleiðis hall. Stuðulslóggávurnar gjørdu, at ikki var neyðugt at leggja stórvegis av kapitali til síðis til nyfløgur, og tí var heldur ikki neyðugt at hava stór- vegis av eginpeningi. Í dag vita vit, at ein stórur partur av skipunum ið bygd vórðu (bæði fiski- og farmaskip), høvdu ongan eginpening av tydningi. Vit hava eisini orðini hjá dómsvaldinum, at avvarðandi politiski mynd- ugleikin visti alt um hesi viðurskifti Gjøgnum studningsskip- anirnar í 80'unum hevði føroyska fiskivinnan sostatt allar bestu umstødur kapi- tali viðvíkjandi. Kortini kom tað ofta fyri, at ikki gekst so væl í hond, men tá var tað almenna til reiðar við kreppulánum av ymisk- um slagi. Ahugab6lkarnir í fiskivinnuni høvdu jú eina sterka politiska umboðan, ið altíð var til reiðar at hjálpa. Hendi tað kortini, at okkurt skipið fór á heysin, syrgdi avvarðandi peningastovnur fyri, at húsagangurin inn- loysti landskassavedhaldini, og síðan kundu eigararnir keypa skipini aftur og halda fram, sum onki var hent. Henda samfelagsskipanin fór í hundarnar, tá lands- kassin ikki longur hevði ráð at fíggja undirskotið hjá fiskiflotanum. Samstundis hvarv tað mesta av botn- fiskinum undir Føroyum av orsøkum, ið enn ikki eru nágreiniliga lýstar. Trupul- leikin breiddi seg til fíggj- arstovnarnar hjá fiskivinn- uni, og tað endaði við søg- uni frá 6. oktober 1992, sum vit øll kenna. Byrjandi hug- Búskaparliga gongdin í Før- oyum síðan 1992 er eitt á- hugavert fyribrigdi. Fyrst ein kreppa, sum næstan ikki hevði sín líka í øllum heim- inum, men sum frá umleið 1995 knappliga skifti til eina stóra búskaparliga framgongd. Enn mangla vit eina samlaða viðgerð av fyribrigdinum, men ein av- gerandi orsøk skal uttan iva finnast í broytingum innan heimsbúskapin. Nú eru vit sloppin burt- urúr tí ringasta, men krepp- an í 90'unum hevur kortini ført til avgerandi samfelags- ligar broytingar. Fyrst og fremst hava føroyingar ver- ið igjøgnum eina sjålvrann- sókn, sum m.a. hevur við- ført, at í dag er trupult at finna nakran, ið beinleiðis viðmælir rakstrarstudningi til vinnulívið. Sjálvrann- sóknin hevur eisini ført til eina hugburðsbroyting mót- vegis stórri og miðvísari rakstrar- og fíggjarstýring bæði á tí privata- og tí al- menna økinum. Ongin ivi er um, at langt er eftir á mál, men tey fyrstu úrslitini síggjast longu nú. Nøkur dómi eru Strandferðslan, Føroya Banki og summa- staðni í fiskiídnaðinum á landi. Hóast ólík, sýna nevndu dómi greitt, at tað ber til at jarða tann føroyska hugburðin frá 80'unum fyri í staðin at leggja grundar- lagið fyri einum sjálvber- andi og fjøltåttadum vinnu- lívi, ið kann virka saman við einum væl stýrdum almenn- um sektori. Hóast glottar sum nevnt hómast onkustaðni, trívast hugsjónirnar úr 80'unum kortini ógvuliga væl í á- vísum pørtum av tí føroyska vinnulívinum. Arligi studn- ingurin til fiskivinnuna er framvegis umleið 200 mill- iónir kr., og onnur tøl frå búskaparráðnum sýna greitt, at okkurt framvegis er spinnandi galið í fiski- vinnuni. Tey seinastu árini hevur fiskiskapurin eftir toski undir Føroyum sett met, umframt at prísirnir á altjóða marknaðinum hava verið stak høgir. Men hóast hetta hevur fiskivinnan ikki megnað at vunnið pening til stórt meira enn sjálvan raksturin!? Nr. 217 — 14. NOVEMBER 1998 sektorin. Ronnie Thomassen og Gestur Hovgaard skriva Føroyar og framtíðin (1) Líkt er til at Føroyar nærkast einum vegamóti í ríkisrættarligu viðurskiftunum við Danmark. Alsamt harðari tjakið fyri og ímóti fullveldisætlanunum, hevur hug at fara aftur á gamlar getur, har tosað verður um fullveldi sum eina ræðumynd efla eitt paradis. Men skal nakað gott spyrjast burturúr, mugu | vit viðgera, hverjar samfelagsligar broytingar eru neyðugar, um Føroyar skulu gerast sjálv bjargnar, politiskt og búskaparliga. Henda fyrsta greinin og tann komandi leygarðag snúgva seg um endurskipanina av føroyska vinnu- lívinum, har vit leggja serligan dent á spurningin um, hvussu vit kunnu skapa grundarlag fyri einum | sjålvberandi og fjøltáttaðum vinnulivi. Triða greinin snýr seg um endurskipanina ay almenna bygnaði- num, har vit taka útgangsstoði í nýligu frágreiðingini — frá kommununevndini. Í fjórðu greinini taka vit | samanum greinarødina við serligum denti løgdum á | sambandið ímillum tað almenna og tann privata Í eini roynd at geva eitt sakligt íkast til orðaskiftið fara vit tí í fýra greinum í hesum og komandi leyg- ardags-sosialum at viðgera nakrar samfelagsligar høvudsspurningar, sum eru umráðandi at viðgera í tí samlaða tjakinum um fullveldisspurningin. Á einum vegamóti - einaferð enn! Seinnu árini hevur verið tosað Oført um teir nýggju vinnumøguleikarnar í olju- vinnuni. Men gongd kemur neyvan á eina føroyska olju- vinnu, fyrr enn nøkur ár eru liðin. Tí er greitt, at fiski- vinnugkið verður avgerandi fyri, hvussu vit kunnu menna føroyska búskapin í komandi árum, og við tí framhaldandi stóra studn- inginum er útgangsstðið hjá fiskivinnuni sera ván- aligt. Tað politiska málið er tí púra greitt: Neyðugar for- treytir mugu skapast, fyri at fiskivinnan kann gerast sjálvberandi, so hon gevur eitt íkast til alt samfelagið. Hesin kjarnuspurningur sæst eisini aftur í álitinum frá "Endurskodanarnevnd- ini fyri skipabygging” frá 1997, sum eftir øllum at dóma hevur stóra åvirkan á teir avvarðandi politisku myndugleikarnar í arbeiði- num við nýggja fløgustud- ulinum til endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Álitið gevur greiðar á- bendingar um, hvgnn fiski- vinnupolitikk partar av vinnuni mæla til. Fyritreyt- irnar skulu einans skiljast sum umstødurnar hjá fram- leiðslufaktorunum, tvs. rá- vøra (fiskur), arbeiðsmegi og kapitalur. Í uppskotunum til broyting av fyritreytu- num síggja vit heldur onga nýhugsan: 1. Utreidslustødid kostnadarstødid) (ella kann lækkast, tí avgjøld og lønir eru ov høgar. 2.Liberaliseringar kunnu fremjast, td. við stórri umsetiligheit í kvotuskipanini. 3.Stuðulsskipanir kunnu setast í verk, t.d. fløgustudul vm. Hetta er greið tala, og júst tí er neyðugt at fáa alterna- tivar møguleikar á borðið, áðrenn avgerðin verður tik- in. Tí eftir okkara áskoðan sendir hesin hugburðurin - sum ger vinnulívsmenning til einans at vera ein spurn- ing um framleiðslufaktorar - okkum beina leið aftur í tey 80'ini, sum næstan allir føroyingar annars hava svorið uppá, ongantíð skulu endurtaka seg. Fyri at koma burturúr hesi trongu heimsmyndini hjá teim traditionelt hugsandi vinnulívsmonnunum, noyð- ast vit at seta spurnartekin við sjálvan framleiðsluhátt- in í føroyska fiskiídnaði- num. Umheimurin er nevn- iliga so nógv broyttur, at grundhugsjónirnar aftanfyri mesta vinnulívinum í okk- ara parti av heiminum eru av heilt øðrum slag, enn tær vóru fyri uml. 25 árum síð- ani, tá ferð av álvara kom á útbyggingina av føroyska fiskiídnaðinum. Tí er neyð- ugt at hyggja nærri at sjálv- ari grundhugsjónini fyri hesi útbygging, ið bæði førdi til ein stóran heima- flota og tey mongu flaka- virkini.