leygardagur 14. november 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 217 — 14. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið S08S2/un
Fordistiska
undhugsjónin
ólk flest eru ivaleyst samd
í, at tað ikki er neyðugt at
uppfinna krútið tvær ferðir;
og so var heldur ikki, tá før-
oyski feskfiskaídnaðurin
varð uppbygdur. Fram-
leiðslan bygdi nevniliga á
eina grundhugsjón (para-
digme) fyri vinnulívsmenn-
ing, ið var ráðandi í øllum
vesturheiminum fram til
miðskeiðis í 1970'unum. Í
nýggjari idnadarsøgu verð-
ur henda grundhugsjón
nevnd fordisma, og hon
stavar = upprunaliga frá
kenda amerikanaranum
Henry Ford. Hann framdi
eina kollveltandi nýskapan
(innovasjón), tá hann fann
uppá at framleiða Ford-bilar
á samlibandi. Samlibands-
framleiðslan fekk so stóra
ávirkan á alt vinnulív, at eitt
heilt tíðarskeið í nýggjari
vinnulívssgguskriving er
kallað upp eftir Henry Ford.
Tann fordistiski fram-
leiðsluhátturin byggir á
teknologiska specialisering
í tveimum atlitum: Fram-
leiðslu af standardvørum (t.
d. bilar, ella tann frå før-
oysku flakavirkjunum so
kendi 5 punds blokkurin),
og standardisering av ar-
beiðsskipanum (tvs. ein-
faldar uppgávur til arbeiðs-
fólkið), ið eru stýrdar av
klokkuni. Endamálið er at
framleiða so nógvar eindir
sum møguligt so bíliga og
skjótt sum gjørligt - ella sagt
við øðrum orðum: Ein skjót
og effektiv mongdarfram-
leiðsla av nøkrum fáum
produktum.
Fordisman kom av álvara
til Europa aftan á seinna
heimsbardaga, tá megin-
parturin av heimspartinum
lá í sori. Tá tann vestureu-
ropeiski ídnaðurin varð
endurreistur við amerik-
ansku Marshall-hjálpini,
varð hann skipaður sum
hópframleiðsla á samli-
bandi. I tíðarskeiðnum
1955-75 gjørdist tann ford-
iski framleiðsluhátturin so-
statt grundarlag undir helst
tí stýrsta búskaparliga
vøkstrinum, ið heimurin
nakrantíð man hava uppliv-
að. Hesin búskaparligi
vøksturin gjørdi tað eisini
møguligt at uppbyggja tey
sonevndu vælferðarsamfel-
øgini.
Vid oljukreppuni i 1973
kom tad avgerandi skotid
fyri bógvin á bjørtu búskap-
arligu gongdini. Arbeiðs-
loysið vaks, og sum fráleið
gjørdist greitt, at ráð ikki
vóru til tann stødugt vaks-
andi almenna sektorin, sum
eyðkendi europeisku væl-
ferðarsamfelggini. Avger-
andi broytingar komu við
búskaparliga politikkinum
hjá Thatcher og Reagan, og
tá múrurin rapaði, rapaðu
tær traditionellu fyritreytir-
nar fyri vinnulívsmenning
eisini.
Feroyska fordisman
So legið tað ljóðar, byrjaði
tann føroyska fordisman í
Grenlandi. Tá føroyingar
rættiliga fingu fótin fyri seg
í Føroyingahavnini, elvdi
rokfiskiskapurin til, at
neyðugt var at útvikla fram-
leiðsluhættir, ið kundu ar-
beiða tann nógva fiskin
undan. Nógvir av teimum,
ið seinni uppbygdu fiskiídn-
aðin á landi í Føroyum,
høvdu arbeitt í Grønlandi,
og teir tóku tey nýggju hug-
skotini við sær heim til Før-
oya. Fyrsta nýmótans før-
oyska flakavirkið var Bac-
alao í Havn frá 1962, og
umleið 15-20 ár seinni vóru
virkini yvir 20 í tali. Sam-
stundis hevði nýggja flaka-
vinnan nærum oytt gomlu
framleiðsluhættirnar (t.d.
salt- og klippfiskafram-
leidsluna).
Fordistiski framleidslu-
håtturin kravdi eina støduga
råvørutilgongd. Hesum var
tann gamli útróðrarflotin
ikki førur fyri, og tí var
neyðugt við einum nýggjum
trolaraflota. Uppá 12 ár
(1973-85) vaks tann før-
oyski ísfiskatrolaraflotin frá
einum skipi upp í 85 skip,
har umleið helvtin vóru ný-
bygd.
Meginspurningurin í øll-
um føroyskum fiskiídnaði
Var spurningurin um råvør-
Er mongdarframleiðslan framtíðin í fóroyskum vinnulivi?
utilgongdina, tí nógv og
støðug råvøra var sjálv fyr-
itreytin fyri mongdarfram-
leiðsluni. Leikluturin hjá tí
almenna í fiskivinnupoli-
tikkinum var tí júst at
tryggja hesa råvørutil-
gongd, og hetta var gjørt við
eini ørgrynnu av studn-
ingsskipanum.
Marknabargoring
Fordisman byrjaði nógv
seinni í Føroyum enn í rest-
ini av Vestureuropa. Hon
helt sær eisini væl longur,
nevniliga heilt fram til
kreppuna í 90'unum. Tá
gjørdist eitt annað hugtak
knappliga eins útbreitt í
Føroyum sum tann fordist-
iski hugsunarhátturin -
nevniliga marknaðurin sum
sjálvstóðugt | menningar-
principp. Hetta hugtakið
hevur líka síðan tá staðið
fremst í øllum tí politiska
orðaskiftinum.
Tá vit hoyra tos um
marknaðin, er hetta aloftast
í breiðum ógreiniligum
vendingum, sum td.
“marknaðurin krevur”,
“marknaðurin skapar sjålv-
ur sína egnu javnvåg” og
“marknaðarmekanisman
má fáast at virka". Henda
boðskap fáa vit eftirhondini
inn við móðurmjólkini, og
skjótt stendur hann líka
sterkt í minninum hjá einum
og hvgrjum unglingi sum
sjálv barnatrúgvin.
Leikluturin hjá “stati-
num” (ella “tí almenna") í
mun til marknaðin er ikki
at tryggja fólki javnar møg-
uleikar í politiskum og soc-
ialum týdningi, men haraft-
urímóti í einum búskap-
arligum týdningi. Tað kann
gerast við at skapa tær
formligu rammurnar fyri at
kapitalurin kann leita sær
hagar størsti vinningurin er
at fáa, og annars skal tað
almenna halda seg langt
burtur. Í hesi heimsmyndini
verður tikið sum givið, at
eru fyritreytirnar til staðar
(tvs. tann rætta samanset-
ingin millum rávgru, fram-
leiðslukostnað og kapital)
syrgir “tann ósjónliga hond-
in" fyri, at marknaðurin
skapar sína egnu javnvág og
harvið eisini tað størsta yv-
irskotið. Sagt á annan hátt
merkir turkatrúgvin uppá
marknaðin, at fæst tann øk-
onomiska skipanin at virka,
kemur restin av samfelags-
ligu menningini nærum av
sær sjálvari.
Henda búskaparliga hug-
myndin sigur okkum, at
meiri vit rationalisera og
lata marknadarkreftirnar
virka, betri eru møguleik-
arnar fyri búskaparligum
vøkstri. Men vit kunnu ikki
gera nakað serligt við sjálv-
an marknaðin annað enn at
seta dugnaligt søluf6élk.
Hinvegin kunnu vit gera
nakað munandi á sjálvari
kostnaðar- ella framleiðsl-
usíðuni. Og tað er júst í tráð
við hendan hugburðin, at
ætlanirnar fyri endurnýggj-
an av fiskiskipaflotanum
skulu skiljast.
Ein nýfordistisk
marknaðarloysn
Við einum miðalaldri uppá
uml. 30 år er fiskifloti okk-
ara (sum ikki einaferð) bæði
ov gamal og slitin til at vera
kappingarførur. Ti má hann
endurnýggjast, og her er
tann mest effektiva markn-
aðarloysnin greið: Vit skifta
teir núverandi uml. 40-50
trolararnar út við einar 8 -
10 stórar verksmiðjutrolar-
ar, og gomlu línuskipini
verða skift út við eitt ávíst
tal av nýggjum frystilínu-
skipum. Utróðrarflotin, sum
vit kenna hann, verður sum
frálíður heilt avtikin
Tíðirnar broytast. Eina-
ferð var hesin bygningurin
karmur um allar týðandi
avgerðir í føroyskum fiski-
vinnupolitikki. Nú verður
hann til sparikassa
savnsmynd
Hesa loysnina kunnu vit
nevna eina nyfordistiska
marknaðarloysn. Hildið
verður fast við tað gamla
fordistiska framleiðslu-
mynstrið, men við tí muni,
at búskapurin í størst møg-
uligan mun skal „frígerast“
frá samfelagsligari ávirkan,
soleiðis at markn-
aðarkreftirnar heilt kunnu
taka yvir.
Nýfordistiska marknaðar-
loysnin hevur nakrar greið-
ar fyrimunir. Vit kunnu
fiska og framleiða størri
mongdir við færri eindum
(skipum). Hvert skipið
verður ógvuliga kostnaðar-
mikið, men vit rationalisera
kortini. Vit fáa nevniliga
bæði nýggj vínnutól, ið
kunnu fiska meiri og effek-
tivari, samstundis sum vit
minka um tann samlaða
flotan. Harafturat koma
nógvar avleiddar sparingar,
40 t. d. standast av minni
oljunýtslu, trolútgerð, verk-
smiðjum, færri manningar-
lónum, o.s.fr. Eisini verður
ein sparing í fiskiveiðueft-
irlitinum, tí við færri fiski-
skipum er sjálvandi lættari
hjá vaktartænastuni at halda
eftirlit við teimum.
Vit fáa eisini betri fram-
leiðslu av mongdarvørum
til marknaðin. Við t.d. lase-
rstrálum og røngtenljøsi
kann nýmótans teknologi
kappast við sjálvt ta bestu
flakakvinnuna. Men tað er
heldur ikki neyðugt at so-
mikið sum ein einasti stertur
rørir við føroyskan bryggj-
ukant. Fiskurin kann veið-
ast, viðgerast, framleiðast
og frystast umborð, og skip-
ini kunnu sjålvi flyta fiskin
av landinum ella umskipa
hann til farmaskip
80'ini umaftur???
Alt í alt spara vit júst har,
sum marknaðarhugmyndin
sigur okkum, at vit skulu
spara, nevniliga á kostnað
arstóðinum. Fyrst og fremst
kunnu vit spara eina rúgvu
greinin endar á næstu
síðu