Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. november 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 217 — 14. NOVEMBER 1998 Laura Joensen, sum er fedd í 1946, byrjaði at spæla sjónleik í Sjónleikar- húsinum í Havn, tá ið hon var fimtan ára gomul. Árini 1961-64 var hon á leiklistaskeiði hjá Eyðuni Johannesen og seinni fór hon til Danmarkar, har hon tók prógv sum dramaleiðari. Síð- ani 1979 hevur hon verið við í leik- bólkinum Grímu, sum byrjaði tvey ár frammanundan. Laura er forkvinna í Leikpalli Føroya, ið bítur jåttanina sjónleikurin fær á fíggjarlógini út mill- um áhugaleikin og yrkisleikin. Hon er eisini føroyskt umboð í Nordisk Teater- union og Teater og Dans i Norden, sum hevur styrisfund i Havn um vikuskiftid Mynd: Jens Kristian Vang gongur uppá ítróttarvallir, ferðaætlanir og annað. Hví verður eingin samgonga slitin uppá spurningin, um vit skulu hava yrkis- sjónleik ella ikki. Sjónleikurin verður ikki raðfestur og virdur so frægt. - Sjónleikurin er í eini ringari stóðu. Spurningurin er um tilvildin skal ráða ella um vit skulu hava skipað viðurskifti. Sjálvandi skal tað eisini vera pláss fyri tilvildini, tí tað kann gerast spennandi tá ið okkurt óvæntað hendir so tú fært møg- uleika at venda støduni og gongdini. Men skulu vit hava fólk til at offra teirra lív og sál fyri at arbeiða við sjónleiki mugu tey hava ein tryggleika og góðar karmar fyri at yvirliva. Yrkisleikararnir fáa bert løn fyri leikirnar teir eru við í, men teir gera eina ørgrynnu av sjálvbodnum arbeiði. Vit arbeiða alla tíðina við fyrireikingum . og ætlanum. - Hvat fær okkum til at halda fram? Ja, tað er ein góður spurningur. Sjálvandi er tað trúgvin uppá, at hetta er vert at berjast og arbeiða fyri. Men nú eri eg so mikið gomul, at eg seti spurnartekin við, um hetta er vert at doyggja fyri. Tað er rætti- liga troyttandi við tíðini at vera idealistur, tí tað kunnu vit ikki liva av. Í dag hava nógvir føroyingar fingið útbúgving um sjónleikari, fleiri eru á veg og uppaftur fleiri ætla at søkja inn á sjón- leikarskúlar. - Tað gleðiliga er, at tað eru ngkur, sum skara burturúr og verða bitin av sjónleiki. Kanska ikki fleiri enn 1-2 úr hvgrjum árgangi. Hvussu fast kunnu vit halda í teimum, soleiðis at tey fara víðari. Tað er týdningarmikið, men tað ber ikki til sum umstgðurnar eru nú. Kanska velja tey sjónleikin, men enda so í gðrum størvum. Tey klára seg væl innan gll gki, tað er goit, men tað er ikki tað, tey eru útbúgvin til. Høvdu stórar vónir - Sjónleikur må stuðlast, hann kann ikki hvíla í sær sjálvum. Sum skilst er í upp- skoti, at vit skulu fáa 300.000 krónur afturat á fíggjarlógini næsta ár. Áðrenn Leikpallur Føroya varð stovnadur í 1989 fingu vit hålva millión krónur, men við stovnanini fingu vit 2,1 millión og tað kann sigast at vera eitt lop. Nú 10 år aftaná eru vit á 1,7 milliónum og næsta ár koma vit aftur uppá 2 miljónir. Tað er sjálvandi ikki nóg mikið, men fingu vit Í millión afturat, kundu vit arbeitt miðvís- ari. Vit høvdu avgjørt stórri vónir fyri næsta ár enn tær 300.000 krónurnar. Sjálvt løgmaður segði í ólavsgkurgðuni, at sjónleikur og skaldskapur skulu rað- festast, men tað vísir seg bert at vera føgur orð, taka vit fíggjarlógaruppskotið í álvara. Mentunargrunnurin fær eina hálva millión afturat næsta ár og tað er ein møguleiki hjá okkum at søkja pening haðani og gera vit tað sanniliga eisini, men har eru nógv um boðið. Mentanar- virdisløn landsins er eisini eitt stig á leið- ini, vit eiga at heilsa vælkomnum. Soleidis sum søgan hevur lært okkum og sum gongdin hevur verið hevur Laura Joensen onga trúgv uppá, at stødan fer at broytast nakað, nú vit um gott eitt ár fáa ein orðaðan mentapolitikk, um vit ikki ftøkiliga fáa at vita, hvat meint verður við. Sum nú er er orðaskíftið ógvuliga tíðindablaðtð/ S0Salurfn grunnskygt, væl viljandi tos. Frá pol- itiskari síðu verður ikki farið inn um skræðuna og borðreitt við ngkrum kon- struktivum uppskoti um, hvussu spurn- ingarnir skulu loysast. - Vit duga ggiliga væl at fara út í verð- ina at rópa, hvussu gott alt er heima hjá okkum sjálvum, og tað kann hugsast, at orðaði mentapolitikkurin bert verður eitt skjal, sum politikarar kunnu erpa sær av úti í heimi. Sum føroyskt umboð í Teater og Dans í Norden, sum er stovnur undir Norðurlandaráðnum, og í Nordisk Teater- union kenni eg meg ógvuliga lítlan í mun til hini. Tað er beinleiðis pínligt at tosa um nakað sum eitur mentapolitikkur í Føroyum. Hini londini gremja seg akkur- åt sum vit, eingin fær nóg mikið av peng- um at arbeiða við, men har og frá og til okkum er langur vegur, sigur Laura Joen- sen. Sjónleikur í Føroyum stendur seg ikki nóg væl á heimligum botni og dettur partvís niður millum hinar listargreini- rnar. - Vit kundu ynskt okkum ein breiðari fólksligan stuðul, men eg veit ikki, hvussu vit kundu fingið hann. Í Føroyum . ræður ikki um dygd, men nøgd. Spæla vit ein sjónleik og bert 1000 fólk síggja hann, er tað tað sum ger av, um sjón- leikurin er góður ella ringur. Men hugsa vit um, hvussu nógv 1000 fólk eru í mun til fólkatalið, so er tað ein stórur partur av fólkinum. Onga aðra staðni í verðini koma so nógv fólk til sjónleik sum í Før- oyum, jú, kanska í Íslandi. - At vit fáa ein orðaðan mentapolitikk nýtist ikki at merkja, at vit fáa størri dygd, men vit mugu eisini hava ráð til at bíta í súreplið vid hvørt og slåa okkum til tols við, at okkurt ikki er nóg gott. Tað gera tey alla aðra staðni. Okkurt av tí, ið verður gjørt í Føroyum var betri ógjørt, tí tað er ikki nóg væl arbeitt ígjógnum. Mín persónliga meining er, at vit til tíðir brúka pengarnar skeivt, men tað kundi verið bjargað, um tað varð arbeitt betri. Vidhvørt velja sjónleikarfelggini leikir at spæla, sum eftir mínum tykki ikki áttu at verðið spældir. - Trupulleikin við, tá ið tað ikki gongur so væl er, at vit eru bangin fyri at siga 44 bartút, at tað ikki er nóg gott. Vit eru á eini løgnari nostalgi-bylgju nú, har vit royna at uppfinna tað sum var eina ferð enn. Tað var til dómis Brim og brúðleyp eitt dómi um. Tað ber ikki til at uppfinna hann av nýggjum og fáa hann at vera sum hann var tá. Tíðin er farin frá hon- um. Afturlongsulin fær so stórt pláss í okkara tilveru og køvir alt annað. Sjálv- andi skulu vit hava førningin í lagi og tað er nógv sum er gott at hava við í skjátt- uni. Í leikunum eftir Shakespeare, Hol- berg og Ibsen eru mål, sum eru galdandi til allar tíðir, meðan Brim og brúðleyp eftir mínum tykki ikki er ein slíkur. Alla staðni í Europu er Shakespeare tað stóra hittið, ungfólk streyma til sýningarnar. Tað er bara í Føroyum, at fólk ikki í sama mun taka undir við honum, hóast nógv ung fólk sóu Dreym Jóansgkunátt og hann sum heild fekk góða undirtøku. Men ofta enda leikir/klassikarar, sum fara sína sigursgongd um allan heimin sum dundrandi fiasko í Føroyum. Tað er trup- ult at skilja. - Um tað er tann afturlítandi mentanin fólk vilja hava so undrar tað meg, at fólk ikki taka undir við klassikarum, tí tað vóru sanniliga teir, sum myndaðu sjón- leikarlívið, til dømis í sekstiårunum. Før- oyingar hava eina fatan av, at sjónleikur skal vera stuttligur, Shakespeare við gðr- um eru sanniliga stuttligir. Sjónleikur skal ikki seta nøkur krøv, hann skal vera tann- leyst undirhald, halda fólk. Tað er kanska ikki so løgid. Útvarpið sendir allan dagin fleiri góðar og áhugaverdar sendingar, men tað sigst at fólk elska hesar send- ingar, sum lurtararnir senda brøv inn til, men eg haldi einki er ræðuligari enn tær sendingarnar. Harra Gud, er hatta tað sum upptekur føroyingin, er hatta tað vit skulu byggja landið uppá. Meiri platt, meiri innihaldsleyst, meiri innantómt og fjas betri er, sígur Laura Joensen. Størri fatan Komandi vár fær Norðurlandahúsið nýggjan stjóra. Tað verður íslendska Helga Hjørvar, sum hevur verið aðalstjóri í felagsskapinum Teater og Dans í Nor- den í fýra ár. Umframt hevur hon eisini verið stjóri á Leikskúlanum í Reykjavík, har tveir føroyingar hava fingið útbúgv- ing í hennara tíð og ein áðrenn. Tá tað gjørdist greitt, at valid av nýggja stjóra- num gjørdist Helga Hjørvar fegnaðust øll í Føroyum, sum hava við sjónleik at gera. Ikki minst Laura Joensen. - Nú mugu vit ansa eftir ikki at áleggja nýggja stjóranum alt ov nógv, áðrenn hon er komin í stjórasessin. Men tað skerst ikki burtur, at fyri okkum sjónleikarar er tað ógvuliga gleðiligt og ógvuliga spenn- andi, at tað gjørdist Helga Hjørvar, sum vit kenna úr norðurlendskum sjónleikar- høpi. Síðani vit fingu okkara egna leikhús eru vit ikki so tengd at Norður- landahúsinum, men vit koma vónandi altíð at hava samstarv við húsið. Serliga tá ið stór tiltók eru á skránni. - Sjónleikur er gðrvísi enn aðrar listar- greinir. Tað er ødrvisi at koma inn í eini hús við einum sjónleiki enn at koma við einum kóri tjl dømis. Vit krevja meiri av hølunum og umstødunum og samstundis loyvi til at brúka hølini, gera tey um til endamálið. Tað er øgiliga ørkymlandi at gera ein leik og so ikki sleppa inn í høl- ini, tá ið tað passar okkum og tað hevur ofta verið so í Norðurlandahúsinum, sum roynir at nøkta ein ógvuliga breiðan tørv. Við at fáa eitt sjónleikarfólk í stjórasessin kunnu vit rokna við, at fatanin fyri tí serliga tørvinum sjónleikurin hevur verið stórri og við tí kann sjónleikurin fáa eina aðra raðfesting, tá ið hann er í húsinum. Í so máta vóni eg, at tað verður betri. - Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum veit nógv um, hvat fer fram í Norður- londum viðvíkjandi sjónleiki og aðrari mentan. Tí verður hon eisini ein kelda til vitan. Vit eru øgiliga avbyrgd í Føroyum og vita lítið um, hvat fer fram í øðrum londum. Vit eru lítið opin, tað hendir ein rúgva, men vit frætta bara einki um tað. Tað er langt síðani, at vit hava havt eitt rættiliga spennandi gestaspæl og tað kunnu vit hugsa okkum verður meiri av í framtíðini. Politikararnir tosa nógv um norðurlendskt samstarv og raðfesta tað eisini høgt, men tað kostar pengar at vera við. Skulu vit tosa um samstarv, so eru tað ikki bara vit sum skulu taka ímóti, vit mugu eisini hava okkurt at geva, sigur Laura Joensen at enda í viðtali.