Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. november 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Laura Joensen, sjónleikari: tíðinda osialufin Hvussu leingi skal tilvildin ráða - Sjónleikurin i Føroyum er komin á eitt vegamót. Hann er í eini ringari stóðu og spurningurin er, um tilvildin skal ráða ella um vit skulu hava skipað viðurskifti. Sjálvandi skal tað eisini vera pláss fyri tilvildini, tí tað ger tað spennandi, men skulu vit hava fólk til at offra teirra lív og sál fyri at arbeiða við sjónleiki mugu tey hava trygg viðurskifti og góðar karmar, sigur Laura Joensen Turið Kjølbro Ikki færri enn átía landsstýrismenn hava átt og havt ábyrgdina av sjónleikinum í Føroyum seinastu níggju árini. So skuldi ein kanska hildið, at so er væl arbeitt. Men veruleikin er, at sjónleikurin í Før- oyum i dag stendur å einum vegam6ti, tå ið tað ræður um umstødur at virka undir. Árini í åtatiårunum, tá ið alt samfelagið varð útbygt bæði so og so hendi so at siga einki á sjónleikargkinum uttan tað at Leikpallur Føroya varð settur á stovn. Og tað var svitaleyst eitt stórt framstig, men síðani er lítið og einki hent. Nr. 217 - 14. NOVEMBER 1998 Laura Joensen. Myndin er tikin år einrøduleikinum »Shirley Valentine«. sum varð spældur fyri nøkrum árum síðani - Sjónleikur eins og alt annað má vera á einum vegamóti, hvat viðvíkur búning og broyting, tí samfelagið broytist alla tíðina og sjónleikurin má fylgja við. Men tað sum er so hugstoytt er, at vit alla tíðina meðan eg havi spælt sjónleik, tað vil siga síðani eina ferð í sekstiårunum, hava verið á einum vegamóti, hvat við- víkur tryggleika og arbeidsumstødum. Tað vísir seg, at vit standa í stað og tøva og tøva og koma ikki víðari. Frá eina ferð í sekstiárunum og til dagin í dag eru játt- aðir fleiri pengar, men tá ið vit hugsa um ta stóru menningina í samfelagnum gong- ur tað afturá hjá sjónleikinum og listini sum heild, sigur Laura Joensen, sjón- leikari og dramaleiðari. Yrkisleikbólkurin Gríma varð stovnað- ur í 1977, men øll árini hava leikararnir verið noyddir at funnið sær høli ymsa staðni til leikirnar tey hava framført. Í vår fekk Leikarafelag Føroya endiliga eimi leikhús, á Meiarínum í Havn, og hóast lítla og onga útgerð í húsinum, eru tey sera fegin um loksins at hava fingið tak yvir høvdid. - Hjá Grímu hevur tað ógvuliga nógv at siga at hava sítt egna leikhús. Har eru tað vit sum umsita tað og eiga rættin til tað. Men eisini har eru avmarkingar, tí nú hava vit eini hús, men onga neyðuga útgerð. Vit mugu lána alt sum vit skulu brúka, frå ti minsta til tað størsta. Og tað er eisini ein ítgkilig uppgáva hjá okkum at útvega fígging soleiðis at vit eisini røkka tí málinum at fáa fígging til. - Nú eru vit komin so langt, at vit hava fingið tak yvir høvdid, men tað snýr seg eisini um innihaldið og har er alt ov lítið hent. Vit mugu koma til eina niðurstøðu og til eina avgerð. Skulu vit hava yrkis- leiklist og skulu vit hava yrkisleikarar. Ella skulu vit ikki. Og tað er har knúturin er. Vit kunnu væl spæla sjónleik og gera tiltøk, men skulu vit menna eitt støðugt og framhaldandi sjónleikarumhvgrvi má okkurt meira henda, sigur Laura Joensen. Hugstoytt Áhugin fyri sjónleiki um landið er 6gvu- liga stórur, serliga millum ung. Bæði Leikarafelagið og Meginfelag Ahuga- leikara Føroya verða undirdíkt við fyri- spurningum. Skeiðini sum verða fyri- skipað fáa ógvuliga góða undirtøku. Og nógv ungfólk hyggja at leikunum, sum verða spældir, uttan mun til, hvat slag av sjónleiki tað er. Og væntast kann, at hesin åhugin stødugt veksur, nú leikur eisini er komin í lesiætlan fólkaskúlans. - Barnaleikur er ótrúliga vælumtóktur, tað er meiri tey tilkomnu, sum svíkja sjónleikin. - Stórur áhugi er fyri áhugaleikinum, men tað er týdningarmikið at menna tað fakliga stóðið aftan fyri, sum stingur út í kortið, hvørji mál sjónleikurin skal seta sær og hvussu sjónleikur í Føroyum skal síggja út í framtíðini. Annars verður alt tilvildarligt. Áhugaleikurin verður tilvild- arligur, yrkisleikurin verður tilvildarligur. Tað eru ymiskar fortreytir, sum tú spælir sjónleik út frá og skalt tú fáa nakað munagott burtur úr, eina menning og eina búning noyðist tú at hava eina langtíðar- ætlan. Men so langt sleppa vit origantid, tí vit hava bara fíggjarlógini at ganga eftir og hon verður broytt á hvørjum ári. Vit hava eitt leikhús og ein leiðara, men sum er kunnu vit ikki ábyrgda ngkrum fyri tí, ið hendir ella ikki hendir, tí alt hongur í einum leysum enda. Av tí sama kunnu vit aldri rætta hondina út og bjóða itøkiligt samstarv í stórri verkætlanum úti og heima. - Tað sum er serstakliga hugstoytt er, at vit ongantíð hava átt politikarar, sum hava sagt, at peningur skal jåttast til sjón- leik, so miðvíst kann verða arbeitt fram ímóti settum málum. Tú kanst slíta sam-