leygardagur 14. november 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 14. NOVEMBER 1998
Nr. 217 - 14. NOVEMBER 1998
Ungmannafelagid Virkid å San di. Hugskotid
um at stovna felagid b irtist umborð á
sluppini Florence uppi undir Íslandi i 1923
Ungmannafelagið ið Virkið
75 ára fødingardag
Tað var Dåvur hjá Kitty, ið kom vid hugskotinum at stovna ungmannafelag heima á Sandi. Hetta
var umborð á sluppini Florence uppi undir Íslandi í 1923. Fleiri heimasandsmenn umframt Dáva
vóru við: Jógvan hjá Tummasi, Hans Andrias í Miðstovuni, Klæmint í Vørutoft, Kristian í
Koytu, Jóanes í Klingrutagarði, Dia hjá Hanusi og Kristian hjá Óla.
Eli Hentze
Stuttligt tykir mær, at tank-
in at stovnseta ungmanna-
felag er sprottin umborð á
slupp á fjarum fiskileiðum,
har hesir sjógarpar baldust.
Dávur hjá Kitty var tá 24
og Kristian hjá Óla 19 ára
gamal. Hesir báðir ungu
menn vóru teir, ið undan
gingu. Hinir eldru blandaðu
seg ikki uppí.
Um heystið sama ár verð-
ur so boðað til fundar. Fund-
arboðini blivu givin í dans-
inum á Reynatúgvu. Fyrsti
fundurin, stovningardagur-
in, varð hildin á Reyna-
túgvu 11. november 1923.
Skemtiliga søgan hjá M. A.
Winther, Orrustan í Kland-
urskoti, varð lisin. Fundur-
in, ið bert var fyri mannfólk,
harav orðið ungmannafel-
ag, helt, at føroyski dans-
urin ikki heyði bestu um-
stødur, at lítið skil var á
dansinum. Hans Hendrik á
Heyggi og Niels Jacob hjá
Lítla Sr fingu til uppgávu
at bøta um óskilið. Væl
gekk, dansurin bleiv nógv
betri. Harafturat bleiv ung-
mannafelagið navngivið, og
kom at eita Virkið, og ber í
dag sama navn.
Sjónleikurin, horna-
steinurin í felagnum
At ungmannafelagið bert
var fyri menn vardi íkki
leingi. Tá ið skipast skuldi
fyri tiltøkum var eyðsýnt, at
brúk var fyri konufólku-
num. Frá felagsins upphavi
bleiv sjónleikur spældur.
Tey mongu fyrstu árini varð
hildið til á Reynatúgvu, ið
Jógvan Krog átti. Árið eftir
stovnanina varð fyrsti sjón-
leikur leiktur. Vár kallaðist
leikurin, ið Símun av Skarði
skrivaði. Innkomni pening-
urin bleiv brúktur at keypa
felagnum eitt radiotól, ið
bleiv sett upp í skúlanum.
Leikararnir vóru hesir:
Niels Jacob hjá Lítla Óla
var Ólavur Bóndi. Hansina
hjá Mouritsi var Anna, kona
bóndan. Sigurd á Teigunum
var Haraldur, sonur teirra.
Nella yar Sigrid, dóttir
teirra. Jacobina á Klovanum
var Marin, arbeiðskonan.
Edvard Hjalt var Hanus,
træsmiður. Pól undir Skarði
var Sjúrður av Toftum. Pet-
ur í Koytugarði var Stina.
Og hóast umstødurnar at
leika sjónleik á Reynatúgvu
vóru út at lagi ringar, varð
sjónleikur leiktur nærmum
á hvgrjum ári. Fyrsti leik-
urin í tí nýggja ungmanna-
felagshúsinum, ið stóð lið-
ugt í 1953, varð leiktur árið
eftir. Høvdingar hittast kall-
aðist leikurin. Avgjørt varð
at fara til Havnar við leiki-
num, ið tværreisur megnaði
at undirhalda einum full-
settum Sjónleikarahúsi.
Inntøkan av leikinum var
stór, knappar 20.000 kr.
Nógv fundarvirksemi
á Reynatúgvu
Í felagsins ungu døgum
vóru regluligir fundir hildn-
ir eina ferð um vikuna,
friggjakvøld, ta tíðina
menninir vóru heima frá ok-
tober til februar mánað. Tá
hevði felagið eitt blað, ið
limirnir upp á skift høvdu
heim til húsa at skriva í,
sum síðani skuldi lesast upp
á komandi fundi, helst av
skrivaranum sjálvum. Hetta
bókmentaliga framtak bleiv
álagt limunum. Ikki minst
søgan um ta álvarsomu
hending, ið fór fram vestan
fyri Sandoynna hin 14. mars
1940, er rørandi og livandi.
Illvedur varð brostið á, og
tríggir bátar vóru ikki
tíðindablað
$ostaludn
komnir aftur at landi: Før-
oyingurin, Vesturfarid og
Riddarin. Um hesa hending
bleiv skrivad f bladid, nøvn-
ini á teimum, ið vóru til
útróðrar henda dag, blivu
broytt. Livandi og hugvekj-
andi varð greitt frá hesi
hending, ið nærum hevði
kostað Sands bygd tjúgu
mannalív. 10 ár seinni,
skuldi tað vísa seg at havs-
ins til tíðir náðileysa nátúr
var náðileys. Eisini fram-
haldssøgur blivu lisnar, og
ikki minst bøkurnar hjå
Strømberg, ið Mortan í
Skála so meistarliga las á
donskum máli. Sungið bleiv
úr Føroya Fólks Songbók,
og kjakfundir hildnir av og
á, Fólk aðrastaðir frá blivu
biðin at luttaka, men aldrin
bleiv politikkur vidgjørdur.
Tað var bannað at tosa poli-
tikk á fundum, ið ungmann-
afelagið skipaði fyri
Tað var stóri dreymurin
— at sleppa í veitslu
Og so vóru tað veitslurnar.
Hildnar sunnudag fyri ikki
at bróta halgidagslógina.
Tað var dreymurin, sigur
ein eldri kona, fyrrverandi
formaður og virkin í fel-
agnum í nógv harrans ár,
fyri mær. Tá ið fødingar-
dagsurið hevði sligid 14,
kundi man gerast limur og
harvið sleppa í veitslu. Áðr-
enn Losjan bleiv bygd fyrst
í 30'unum varð borðhaldið
í skúlanum og dansurin á
Reynatúgvu. Ónossligt var
ofta at ganga tann langa
teinin frá Losjuni norður á
Reynatúgvu. Tá høvdu vit
dansiskógvar við. Høvdu
teir í lummanum. Uttan iva
hevur henda gonga havt
sína sjarmu í myrkrinum, tí
myrkt var. Veitslan hevur
altíð verið hildin mitt í nov-
ember. Væl og virðiliga
fríggingarmyrkt og laga-
manni í myrkrinum, ið
goymir tað dulda og ó-
sædda. Men fyri ikki at lata
kærleikstilvildina ráða fult
og heilt í myrkrinum, var
tað í 40'unum og nakað inn
í SO'ini vanligt at para veitsl-
ufólkið. Hetta óansæð, um
tú var giftur ella ei. Og so
var tað upp til lagnuna, sig-
ur hon smílandi, og minnist
aftur fyrstu ferð, hvussu
spennandi tað var. Hon
bleiv parað saman við ein-
um, ið tíbetur dugdi væl at
dansa, leggur hon afturat.
Og treyðugt so, onkur fann
saman upp á henda mátan,
og giftist seinni.
Undir krígnum stóð ikki
alt ov væl til við mati, so tá
læt hvør maður eitt stykki
av kjøti. Bøndurnir lótu epl-
ir. Eitt rugbreyð og kaku
skuldi hvgr sær eisini av
við. Bestikkið varð avheint-
að kvgldið fyri. Gingið varð
í húsini við baljum at fáa
bestikk. Og so varð farið í
veitslu við knívi og gafli í
lummanum. Hetta at læna
bestikk bleiv eisini brúkt
væl aftan á kríggið.
Klæmint hjá Nielsi dugdi
væl at dansa eingilskdans
Sum nevnt omanfyri, so var
eitt av málunum á skránni
stovningardagin: dansurin.
Veturin 1925-26 bleiv heitt
á eldri fólk um at hjálpa til
at dansa dansispølini, og
fólk hildu seg ikki aftur.
Henda traditión hevur verið
hildin viðlíka øll árini, og
er enn virkandi. Hon greiðir
frá, at dansur var bæði sunn-
udag og mikudag. Bæði før-
oyskur og eingilskur dans-
ur, mikudag tó næstan bara
eingilskur, og henda skip-
anin gjørdi, at hvørgin part-
ur bleiv trokaður av rókini,
pláss var fyri bæði tí før-
oyska og tí eingilska. Eing-
ilskdansurin fekk ordiliga
fótin fyri seg, meðan eitt
danskt læknapar var á
Sandi. Hon undirvisti í
doktarahúsunum. Serliga
vóru tað Klæmint hjá Nielsi
og Evald á Breiðateig og
Fridrikka, ið dugdu væl at
dansa. Tey skuldu vísa fyri
hinum, hvussu man gjørði,
sigur hon.
Ungmanna-
felagshús í 1953
Síðst í 40'unum byrjar prát-
ið um at byggja eitt ung-
mannafelagshús. Krog ork-
aði ikki meiri at hava Reyn-
atúgvu, og hon bleiv seld.
Hetta hús, ið hevði verið
karmur um mentanarlívið í
bygdini. Á hesum stað
goymast ótaldar og taldar
søgur. Ein, og eg kann ikki
lata vera við at fortelja hana
í hesum fullveldistíðum, er
søgan um politiskan fund
hildin á Reynatúgvu. Jóanes
bóndi og Andras Samuelsen
vóru politisku gestirnir um-
boðandi tjóðskapar og sam-
bandsleiðina, einastu polit-
isku rætningar tá í tíðini.
Ljós var sum vera man
onki, men læiarin í bygdini,
ið var sera hugaður tjóð-
skaparmaður,.hevði bjart-
lýsandi lampu við á fundin,
og hon lýsti sjálvandi so
leingi, sum Jóanes bóndi
tosaði tjóðskapartos, men tá
ið Andras trein á pallin, tók
lærarin lampuna og fór, eftir
sótu áhoyrarar og Andras í
myrkri. Men tað bar ikki til,
og tískil noyddist verfaðir
læraran, ið var ivrigur sam-
bandsmaður, at kasta ljós á
Andras. Sum eitt kuriosum
kann leggjast afturat, at nú-
verandi løgtingsmaður fyri
Tjóðveldisflokkin á tingi,
Páll á Reynatúgvu, traðkaði
sínar barnaskógvar í hesum
sama húsi. Kanska andi
bóndans og ljós lærarans
hava ávirkað sinnið, hver
veit??
Farið verður undir bygg-
ingina av ungmannafelags-
húsi síðst í 40'unum. Hver
maður tók spaka í hond og
hjálpti til. Alt arbeiðið sjálv-
boðið.
greinin endar á síðu 28