leygardagur 14. november 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
aða teknikkaran í studionum, men
eingin var at finna. Kontórkvinnan
í Medley, sum var gentan hjá Óla,
og seinni gjørdist kona hansara,
hevði fingið til uppgåvu at ringja
runt til ymiskar teknikkarar, men
eingin av teimum vanligu avloys-
arunum var tøkur. Tá hon nevndi
Ola var leyst og liðugt.
Oli fekk møguleikan við mix-
pultin, og haðani hevur hann síðani
verið við til at framleitt tónleik til
bæði føroyska, danska og altjóða
tónleikamarknaðin.
Fyrstu tíðina vóru flestu arbeiðini
sum teknikkari, men so við og við
breiddi tað seg eisini til umfata upp-
gávur sum tónleikari, ljóðblandari
og produsari.
— Tað var ein spurningur um at
verða á rætta staðnum til røttu tíð-
ina. Ofta var tað rættiliga tilvild-
årligt, at eg fekk ymsar uppgávur.
Fyrstu veruliga stóru uppgávuna
fekk Óli í 1989, tá hann stóð á odda
fyri næstu fløguni hjá Hanne Boel,
sum gjørdi hana til eina enn betri
kenda, umtókta og seljandi song-
kvinnu í Danmark.
Eftir ta fløguna kom meira ferð á
hjá Ola, hann kundi krevja meira
pening
tjørdust betri og meiri lokkandi. Frá
at hava verið annar teknikkari í ein-
yri sítt arbeiði, og tilboðini
fiørdu
ila arbeiða
f t
um studio, og ofta a
Nr. 217 - 14. NOVEMBER 1998
ólagaligar tíðir, fekk hann nú sínar
egnu — stóru — kundar.
Tað er stórur munur á arbeiðs-
uppgávunum hjá Óla nú, og tá hann
byrjaði sum teknikkari og produsari
heima í Føroyum.
— Eg kom inn í bransjuna, tí eg
elskaði at gera tónleik. Men tá tú
so sleppur fram at verður tú noyddur
at hugsa um úrslit, at fløgan kann
selja, og tað gongur upp fíggjarliga.
Tað er tann minni hugaligi parturin
— tað er nógv stuttligari at gera tón-
leik — men hann hoyrir til, tí tað er
eisini tað, sum eg fái pengar fyri at
gera. Eg skal syrgja fyri at fíggj-
arætlaninar halda, og at tíðarfreist-
irnar verða fylgdar.
Fær vanligar bólkar
at ljóða av meira
Oli Poulsen hevur eitt umdømi sum
ein av teimum bestu produsarunum
í Danmark, og hann verður umbiðin
til nógv ymisk projekt.
— Sum útgangspunkt dámar mær
best at arbeiða við svingandi tón-
leiki — tónleik sum byggir á
av einum ella ødrum slagi. Eg havi
arbeitt mest við popptónleiki. Mær
dámar væl rocktónleik, men kanska
er tað minni brúk fyri produktión í
ama máta í rocktónleiki sum
popptónleiki.
Eg verði ja'
in puls
|
noyddur at
nei til ymsar fløgur, og tað er ofta
av persónligum orsøkum — antin tí
eg ikki havi tíð, ella tí eg ikki havi
hug.
Grundin til at so nógvir danskir
tónleikarar, bæði kendir og minni
kendir, venda sær til Óla Poulsen
er fyrst og fremst, at hann hevur
úrslit at vísa á.
— Tað hevur nakað at siga, at tú
hevur verið við á nógvum fløgum,
at tú hevur selt so og so nógv, og at
tú hevur víst, at tú kanst lata réttu
vøruna. Og tað verði eg eisini
noyddur at halda við líka allatíðina.
Í donskum tónleiki er Óli Poulsen
kendur sum ein produsari, sum ger
flottan popptónleik, og sum kann
fáa meira ella minni vanligar bólkar
at ljóða av nógv meira í einum
studio, enn teir vanliga gera.
Eitt dómi um tað er Michael
Learns to Rock, sum ikki júst eru
nakrir tónleikaúrmælingar, men
sum duga frágera væl at skriva
poppsangir. .
Har var leikluturin hjå Ola frå
byrjan at leggja løgini til rættis, at
fáa tey at ljóða av nøkrum, og eisini
at taka ein hond í við ljóðfórunum
undir innspælingunum
Mini samstarv við Michael
Learns Te Rock
M I Learns To Rock er sam-
stundis tann bólkurin, sum Oli Poul-
sen hevur produserad, sum hevur
selt flest fløgur.
Sidani fyrstu fløguna i 1991 hev-
ur bólkurin selt fleiri enn fimm mill-
iónir, og bara uppsamlingin Paint
My Love, sum kom út í Asia og
Afrika, seldi hálvatriðju millión. Og
tå produsarin fær sín part av søluni,
kann Oli Poulsen fegnast saman við
Jascha Richter og hansara monnum
um, at serliga asiatar hava tikið und-
ir við danska poppbólkinum.
Oli Poulsen gjørdi tvær tær fyrstu
fløgurnar saman við bólkinum úr
Arhus, meðan hann hevði meira
avmarkaðan leiklut á tveimum
teimum næstu. Tað var næsta fløg-
an, Colours frá 1993, sum gav bólk-
inum gjøgnumbrot í fjareystri.
— Eg havi framvegis eitt gott sam-
band við Michael Learns To Rock,
sjálvt um eg ikki havi verið so nógv
við á tveimum teimum seinastu
fløgunum. Tað hevur verið ein
natúrligur útviklingur, at vit hava
arbeitt minni saman. Báðir partar
hava havt hug til at arbeiða við
ødrum fólki. Men vit hava ikki
steðgað samstarvinum meira enn so,
enn at eg framvegis geri tónleik
saman við teimui
Ikki heimaftur
Hóast Óli nú fy
st og fremst livir
Oli Poulsen er i Danmark
kendur sum ein produsari, sum
ger flottan popptónleik, og sum
kann fáa meira ella minni
vanligar bólkar at ljóða av nog»
meira í einum studio, enn teir
vanliga gera. Hann er nógv
umbiðin, og verður eisini
noyddur at siga nei til
spennandi uppgávur
av donskum fløgum, fæst hann ei
ini við at ljóðblanda føroyskar
gåvur
— Tað er sum of
og sum eg havi verið per
vinur við síðani ungdómsárini, s
hann
— Men eg sigi eisini nei til før
oyskar fløgur, og orsøkirnar eru tær
somu sum við teimum
havi ongar ambitiónir við føroysk
Oli sigur seg ikki lurta nakað <
ligt eftir føroyskum tónleiki
ljóðblandað. kennir hann sjálvand
Før JYSKUT i nleikur hevt C
liga er
nogvar ung g
fram. Nú hov kki nakað
av ti, sun minni gott, en tað er
úr USA og Kanada
andi ber tað eisini til hjá
føroyskum tónleikarum at sláa
igjøgnum í útlandinum, men tað er
Omøguligt at siga, hvat skal til
Knappliga er tad bara har. Hevdi
tað verið ein formil, so høvdu øll
langt sidandi havt roynt hann
Oli Poulsen heldur, at ein fyri-
munur vid at gera fløgur i Føroyum
er, at tú nýtist ikki altíð at hugsa sc
nógv um at gera hana til føroyingar
— Í Danmark er ein veruligur
fløgumarknadur, og tí verða danskar
fløgur í stóran mun gjørdar til tann
marknaðin. I Føroyum er ikki nakar
so stórur marknaður, og tí kanst tú
gera ein fløgu, sum selur í Føroyum
tí hon er fóroysk, men sum siktar
mein imot einum altjóða marknaði
— Men tað sum slær igjøgnum er
ofta nakað, sum hevur sín egna
identitet. Og tað hava onkrar før-
oyskar fløgur sanniliga. Eg kann
nevna fløguna hjá Lenu, og í Før-
oyum hevur til dømis Frændur sín
identitet, sjålvt um hann er rættiliga
fóroyskur, og neyvan kann brúkast
í útlondum, heldur Óli Poulsen.
Sjálvt um Oli hevur verið heim
anifrå i 11 ár, hevur hann ongar
ætlanir um at flyta heimaftur
— Eg havi framvegis hug at gera
tónleik og at liva av tí, og tað kann
eg ikki gera í Føroyum. Sjálvandi
broytist tað dagliga sambandið við
vinir og familju í Førovum, men
tað ber til at halda g nband,
og vinir, sum tå hevu sidani
bamdémin og ungdó að eru
Vinir, halda.