Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. november 1998síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 14. NOVEMBER 1998 Broðurnir sam- felagsstevnu Árliga samfelagsstevnan, sum sam- koman í Ebenezer skipar fyri, er í ít- róttarhóllini á Hálsi JAN MØLLER Í einum lítlum samfelag sum tí føroyska eru tað stevnur og onnur høvi, sum ganga aftur ár um ár og hav- a ávirkan á ferðing, sam- ferðslu, frítíð og arbeiði og so víðari. Vit kunnu td. nevna summarstevnurnar og í tí sambandinum serliga 6lavsøkuna, vit kunnu nevna grækarismessuna, sum boðar frá tjaldrinum, 25. apríl, sum minnir okk- um á flaggið, og soleiðis kundu vit hildið á at nevnt tiltók, sum koma størri og minni pørtum av borgarun- um í hesum landinum við. Nógvar stevnur og fund- arrødir við serligum denti løgdum á kristiligt innihald savna eisini nógv fólk. Bestu dømini um hetta eru stevnurnar og møtirødirnar, sum heimamissiónin og brødrasamkomurnar skipa fyri kring oyggjarnar. Tað er ikki so langt síð- ani, at heimamissiónin skip- aði fyri årsmøtum, og lýs- ingar í bløðunum hava boð- að frá, at teir eru farnir undir missiónsvikurnar, sum eru afturvendandi í plássum og økjum kring landið. Hjá heimamissiónini verður lagt soleiðis til rætt- is, at fyrst verða missións- vikur hildnar í nógvum bygdum, og seinni á vetrin- um ella fram móti várinum verða so felags missións- vikurnar, sum teir kalla tað. Hesar verða ofta hildnar í. ítróttarhgllunum. Samfelagsstevnur Brødrasamkomurnar kalla sinar stevnur fyri samfel- agsstevnur. Og brødurnir hava eina fasta skipan, sum samfelagsstevnurnar verda hildnar eftir. A påskum er ein stevna f Eysturoy og ein í Suðuroy. Henni í Eysturoy hava sam- komurnar á eystursíðuni — Fuglafirði, Gøtu og Leirvík — ábyrgdina av annaðhvort ár, og tá verða stóru fund- irnir hildnir í ítróttarhgllini á Kambsdali. Hitt árið hava samkomurnar við Skála- fjórðin ábyrgðina, og tá verða stóru fundirnir hildnir í ítróttarhgllini í Runavík. Í Suðuroy verður stevnan á páskum annaðhvort ár hildin á Tvgroyri, og ann- adhvørt ár í Hvalba. Á hvítusunnu hava brød- urnir eina samfelagsstevnu. Hon er annadhvørt år í Klaksvík og annadhvørt ár í Vági. Í ár var stevnan í Vági. Síðsta agsteynan hjá brødrunum er á hvørjum ári í Havnini. Tað er samkoman í Ebenezer, sum bjóðar til samfelagsstevnuna. Fyrr varð hildið til í Ebenezer, men nú hevur í mong ár — burtursæð frá onkrum ein- støkum ári, tá samfelags- kreppan var í hæddini — ít- réttarhøllin á Hálsi verið karmur um stevnuna í viku- skiftinum. Samfelagsstevnan f år byrjaði vid bønarfundi í Eb- enezer mikukvøldid, og hósdagin og í gjár vóru tað teir kalla fyri uppbygging- arfundir fyrrapartin og seinnapartin og evangelisk- ur fundur um kveldið. vikuskftinum verða fundirnir hildnir umleið á sama hátt, og stevnan endar við evangeliskum fundi í annadkvøld klokkan 19. Hesin fundurin hevur tey seinnu årini verid sendur beinleiðis í útvarpinum, og sambært útvarpsskránni, so verður tað eisini soleiðis í morgin. Millum uppbyggingar- fundin seinnapartin í morg- in og evangeliska fundin í annadkvøld bjóðar sam- - koman í Ebenezer øllum ein nátturðabita í íwóttarhllini. Tað eru tey, sum ganga í Ebenezer, ið koma við smurdum breyði, og so verður te og kaffi gjørt á staðnum. Tað ENGE ikki verið óvanligt á henda hátt at matgera fyri væl oman- fyri eitt túsund fólkum. Á stevnuni tala teir, sum vanliga hava orðið í sam- komunum kring landið, og stórt felags sangkór úr Klaksvík, Fuglafirði og úr Havnini syngur. Um kvøld- arnar verður eisini skipað fyri serligum tiltøkum fyri ung. f, innbj6dingini, sum sam- koman i Ebenezer hevur sent út til stevnuna, verður sagt, at tey leggja stóran dent á, at tey, sum koma av bygd, búgva hjá teimum, sum bjóða til stevnuna. Bygdafólk, sum ikki vita sær innivist, kunnu seta seg í samband við ávíst telefon- nummar og á tann hátt fáa tey innivist hjá onkrum, sum gongur í Ebenezer. Umframt fundirnar verð- ur stórur dentur lagdur á tað, sum verður kallað samfel- agið. Tað vil siga, at gest- irnir vitja inn á gólvið hjá teimum, sum hoyra til sam- komuna í Ebenezer. Tað er ikki óvanligt, at eini fimtan hundrað fólk ella kanska meiri enn tað eru á fund- unum, sum í vikuskiftinum verða hildnir í ítróttarhgllini á Hálsi. tíðindabla årg EyuA 2 » : Elin m S 3 Á HATTE] SO IE: = Ég = KROSSORÐ Loysnin frá seinastu viku Loysunarorðið: SANNLEIKSVITNI Tr Fr T TTT TT Sja|elv| | Hj1ji JE] 17 o|s K A|rje EIR ST |4 N E (IR } A } | Alp r|RlAlilelr zl Ål (2[Z|/ { | IV [| vis s[r] | Alt +19 Mm clo 7|r IE — r- r Ala T|r|alel |- $-—4 + } 1791 7 jo ClHIE TJ 21 TC Si R ú|7 F Al J|ú|s|Tt v Ll i PME || el] Jem: |, cl 4] I 4l0) verður A í blaðnum. Drigið verður millum røttu innsendu loysnimar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugsað tær). Fyri at verða við í dråttinum um vinningin, má loysunar- orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum næsta leygardagin. Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn — og viðmerkið >Krossorðagáta ar. bum CA 7 19 OvArs- FA Vinnari: Marta Foldbo 520 Leirvík Lesið føroyskt — hugsið føroyskt! Frá BOKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS Ó Ljósini slókna Q Søgur úr Port Juana Q Bíblian í orðum og myndum Q Indiånararnir. Søgan um upprunafólkið i Norduramerika Ú Mangt er millum himmal og jerð FØROYA SKULABOKAGRUNNI Ú Samfelagsfrødi 1. Tú og samfelagið Ú Heimssøga 1 Ú Søgan um hini Q Liv og gróður Q Orðaskyn. Mín fyrsta orðabók Frá dr ON