týsdagur 17. november 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
4
Góðar vonir um
at finna olju og
gass við Føroyar
-Eg haldi fóroyingar hava eina realistiska og náttúrliga
stóðutakan til oljuútviklingin. Sum oljufelag hava vit stór-
ar vónir um at finna bæði olju og gass í fóroysku undir-
grundini, men vit mugu gera okkum greitt, at tað fara eis-
ni at vera mong vónbrot sigur leitingarstjórin hjá danska
ljufelagnum Dong, Jan Terje Edwardsen, sum herfyri
í í Fóroyum saman vid ødrum umboðum fyri Dong.
VIfI j
vue
Jan MULLER
Danska oljufelagid Dong er
eitt av teimum feløgunum,
sum leggur serstakliga stór-
an dent å at vera vid i leit-
ingini vid Føroyar. Felagid
er við í kanningararbeið-
inum bæði við Grønland og
Føroyar umframt at vera
sera virkið á donskum øki.
Jan Terje Edwardsen er
leitingarstjóri hjá Dong, og
hann var við í Føroyum
herfyri, tá umboð fyri Dong
kunnaðu um Dong og virk-
semi tess.
Undir eini samkomu fyri
limum í Føroya Arbeiðs-
gevarafelag á Hotel Hafnia
varð eitt sera áhugavert
kort, sum vísir undirgrund-
ina bretsku og føroysku
megin Hetlandsrennuna.
Fleiri av teimum, sum vóru
við á fundinum við Dong
hava heitt á blaðið um at
prenta tað. Sosialurin hevur
biðið um loyvi at kunna
prenta kortið, men frá Dong
fáa vit at vita, at her er talan
um loynidómar, sum helst
ikki skulu kunna almanna-
kunngerast fyri hinum olju-
feløgunum, sum jú eru
kappingarneytar
Seismikkur við
tveimum
Blaðið skilur annars, at
oljusamtakið, sum Dong er
partur av, „The Faroes
Partnership“ við Amerada
Hess, Norsk Hydro og
Lasmo, er komið rættiliga
langt við sínum kanningum
av føroyaøkinum.
Jan Terje Edwardsen vid-
gongur, at teir møguliga eru
komnir longur enn onnur
oljufeløg, nú teir hava gjørt
stórar íløgur í eitt nýtt slag
at kanningartøkni. Hann
sipar til tær kanningar, sum
í tveimum umførum eru
gjørdar við tveimum seis-
mikkskipum.
-Eg haldi ikki tað er ov
nógv sagt, at vit við hesum
nýggja teknikkinum eru
komnir væl longur, enn um
vit bert brúktu vanliga og
kenda kanningarháttin, og
at vit síggja betur gjøgnum
basaltið enn um vit ikki
høvdu brúkt henda tek-
nikkin.
Blaðið skilur, at olju-
feløgini hava stórar vónir til
serstakliga økini við mark-
ið. Her er basaltið tynri, og
tí er lættari at síggja, hvat
er undir. Eisini liggja hesi
økini næst verandi fundum
á bretskum øki, so tað er
eisini rættiliga náttúrligt, at
eyguni eru vend móti
marknasonuni
Tað er greitt, at oljufel-
Øgini royna at finna stød at
bora, har basaltið ikki er alt
ov tjúkt. Tað er sera kostn-
aðarmikið at bora gjøgnum
basalt, og tess tjúkr! basaltið
er, tess dýrari verður tað at
koma niður á møguligar
oljukeldur.
Feroyi positivir
Jan Terje Edwardsen er ann-
ars væl nøgdur við vitjanina
í Føroyum nú um dagarnar.
-Fólk eru sera positiv, og vit
fingu gott samband við fólk
umboðandi vinnulív og
myndugleikar. Jan Terje
heldur, at føroyingar hugsa
og bera seg skilagott at, tá
talan er um ein komandi
oljuútvikling. Hann heldur
ikki, at fólkið hevur gjørt
sær órealistiskar myndir av
komandi gongdini. Tað er
so væl upplýst um alt hetta,
at fólk eisini vita, at eingin
kann siga nakað við vissu
fyrr enn borað hevur verið,
og tá vita tey eisini, at
Óvissan framvegis er stór.
-Vanliga verður sagt, at
tað í meðal skulu borast 10
brunnar fyri at finna eina
oljukeldu. Um hetta eisini
verður so í Føroyum fáa vit
at síggja, men tað er greitt,
at Dong var her ikki, um vit
ikki mettu møguleikarnar at
finna olju og gass verða
stórar.
Vit hava góðar vónir um,
at tað verða funnin kolvetni
við Føroyar, men vita eisini,
at tað verða mong vónbrot.
Passandi lut við
Feroyar
Hvat viðvíkur støddini á
økinum vid Føroyar, so
heldur Jan Terje Edward-
sen, at sammett vid Norð-
Jan Terje Edwardsen,
leitingarstjóri hm. saman
við fyristingarstjóranum í
Dong, Holger Lavesen.
Mynd jan
sjógvin er talan um eitt
rættiliga stórt øki, og tí er
eisini pláss fyri nógvum
operatørum og boripallum
å føroyskum øki.
Hóast luturin hjá Dong í
samtakinum tað arbeiðir
saman við í Føroyum ikki
er so stórur, teir hava 10%,
so heldur leitingarstjórin
hjá felagnum, at hetta kort-
Nr. 218 — 17. NOVEMBER 1998
ini er sera passandi fyri eitt
felag sum Dong. I Danmark
hava teir 20% i samtøkun-
um teir eru við, og í Grøn-
landi er talan um 8,5% í
einum lisensi og 17% í ein-
um gðrum. Har eru teir í
samstarvi við m.a. Phillips
og Statoil.
Jan Terje Edwardsen sig-
Grønlendska heimastýrið
var við á oljuráðsteynuni í
Stavanger herfyri. Og her
inngongur Dong sum ein
týðandi partur í leitingini
eftir olju og gassi. Mynd
jan
ur, at Dong heldur tað vera
skilagott at vera við í leiting
bæði í Grønlandi og í Før-
oyum. Teir høvdu eisini
áhugamál í Baltikum, men
hava slept hesum fyri bara
at brúka orkuna uppá Før-
oyar og Grønland - umframt
týðandi virksemið í danska
partinum av Norðsjónum.
Bæði Føroyar og Grønland høvdu bás á altjóða oljuframsýningini í Noregi herfyri.