Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Myndir: Álvur Haraldsen tíðindablaðið SOSÅ Nr. 218 — 17. NOVEMBER 1998 Kambsdali — Ársins Songrødd 98 3 sanginum »My Heard will go one byr i Klaksvik Chase megnaði ikki at stjala show 'ið frå 15 ára gomlu Arnfríð Liitzen úr Klaksvík, tå hon leyg- arkvøldid varð kosin Ársins Songrødd 1998 EMiL L. JACOBSEN Leygarkvøldid fekk Arnfrid Liitzen, sum fyllir 16 år 1. jóladag, eina framskundaða jólagávu, tå hon gjørdist Ársins Songrødd 1998 og vann 10.000 krónur. Arnfríð stillaði upp í Klaksvík, har hon býr, men hon hevur eisini búð í Gøtu, og í fjør, tá hon var við í Songrødd-kappingini fyrstu ferð og eisini kom í final una, stillaði hon upp í Eyst- uroynni — Eg hevði sera nógvar nervar í byrjanini, men so skjótt eg byrjaði at syngja hvurvu nervarnar, Arnfrid Løtzen á einum im- proviseraðum tíðindafundi aftaná kappingina Hon sang væl kenda lagið >My Heart Will Go On< úr ikki minni kenda filminum >Titanic<. Fýra av teimum seks finalistunum høvdu valt hetta lagið. Undantøk- ør > 0 ( ini vóru Guðrun Jacobsen av Tvgroyri, sum sang »How Do I Live< hjá Le- Ann Rimes og tær báðar Liv Kjeld og Sarita Heinesen úr Runavík, sum sungu »Stranded« hjá Lutricia McNeil. Umframt Arnfríð Liitzen úr Klaksvík sungu eisini Elsebeth Jacobsen úr Miðvági, Frida Sigmunds- dóttir úr Kollafirði og Si- borg Nielsen úr Skopun sangin hjá Celine Dion úr Titanic-filminum Kappingin var hørd, men sum heild var tað tann rætti vinnarin, sum dómararnir komu fram til. Sangurin >My Heart Will Go On« krevur nógv av ti, sum syngur, og hann leggur heldur ikki upp til ta stóru pallframførsluna. Men tað var fyrst og fremst røddin, dómararnir skuldu leggja seg eftir — kappingin eitur jú Arsins »Songrødd«. Tað t Edmund Jacobsen úr Chase smæddist ikki burtur á høllini á Kambsdali leygarkvøldid gekk fyri seg á tann hátt, at dómararnir hvgr sær skuldu geva millum 0 og 20 stig fyri røddina og millum 0 og S stig fyri framførsluna. So- statt var tað fyrst og fremst røddin, sum avgjørdi, hvor vann Arnfríð Liitzen helt aft- aná, at tað heyði nógv at siga at hava nervarnar upp á pláss, tá farið verður á pallin, og at tað kanska eis ini hevði ávirkað eitt sindur Eg vandi øgiliga nógv beint áðrenn innleiðandi kappingina í Klaksvík, mer síðani havi eg ikki vant heilt so nógv upp til finaluna Sangurin >My Heart Will Go On« haldi eg hóskar best til mín at syngja, og tí valdi eg hann, segði ein fegir Arnfríð Litzen aftan kappingina á Kambsdali leygarkvgldið. Tá hon varð spurd, hvat hon fer at brúka pengarnar til, var hon skjót "at svara: >Klæðir!<. Chase sum hjáveiða Umframt songrøddina var tað heilt stóra, sum skuldi henda á Kambsdali leygar- kveldið, at gamli rokkbólk- urin Chase skuldi á pallin aftur fyri fyrstu ferð í nógv ár. Seinast í 80-unum var Chase besti rokkbólkur í Føroyum, og tey eru mong sum halda, at enn hevur eingin annar bólkur verið, sum hevur rokkið somu hæddir sum teir. Chase fór á pallin, tá teir seks finalistarnir høvdu sungið sínar sangir. Niclas Johannesen å gittaranum, Mikkjal Joensen á bassi- num, Stamen Stanchev við tangentarnar og Edmund Jacobsen vid mikrofonini umframt James Olsen å trummum. Tað hoyrdist, at tað vóru góðir tónleikarar á palli- num, men tað hoyrdist eisi ni, at tað er eitt sindur síðani seinast, ikki minst hjá Ed mundi, sum í summum før um hevði trupult við at raka