Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 218 — 17. NOVEMBER 1998 ítróttar SOSU ÍTRÓTTUR 13 sosialurin, box 76, 110 tørshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil &Csosialurin.fo L i Noregi og royndarvenja Fótbóltur: Teir báðir føroysku landsliðsspælararnir eru í løtuni í Noregi og royndarvenja við Skeid, sum júst hevur vunnið sær uppflyting til bestu fótbóltsdeildina EMiL L. JACOBSEN Nú er tað næstan ikki vika, har ikki ein ella fleiri føroyskir fót- bóltsspælarar eru uttanlands og royndarvenja. Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni eru í Onglandi og um dagarnar eru John Petersen og Allan Mørkøre farnir til Noregs at royndarvenja. Teir báðir seinnu vera ikki so leingi burtur sum teir báðir fyrru, men hvør veit um ikki okkurt spyrst burturúr kortini. Um vikuskiftið fingu John Pet- ersen og Allan Mørkøre, sum báð- ir hava sáttmála við Nordplayer, boð um, at norska felagið Skeid vildi sleppa at hyggja nærri eftir teimum. Skeið er júst flutt upp í norsku Tippeliguna. Teir gjørdust nummar tvey í næstbestu norsku deildini og fluttu tí beinleiðis upp í bestu deildina. Leiðararnir í Skeid hava sæð videoupptøkur av teimum báðum føroysku landsliðsleikarunum, men tað er sjálvsagt ikki nóg mik- så id til at kunna gera såttmålar vid teir og tf sendu teir bod eftir teim- um at koma til Noregs. Burtur i fyra Um middagsleitid í gjár fóru teir báðir tí avstað við flogfari til Danmarkar, haðani teir skuldu víðari til Noregs. Steðgurin er stuttur og tí verður farið til sakina beinanvegin og í kvgld verða teir báðir føroysku landsliðsmenninir við í einum dysti, sum er fyri- skipaður í sambandi við vitjan teirra. Ætlanin er eisini, at føroying- arnir skulu venja vid restini av Skeid-hópinum eina ella tvær ferðir, men tað veldst um hvussu tað passar við tíðini. Vit hava spurt John Petersen um hvussu vónirnar eru nú teir fara avstað: — Eg veit ikki. Vit fara avstað við tí fyri eyga at gera okkara besta og tað fara vit sjálvandi at gera, báðir tveir, men vit kenna púrt einki til felagið, uttan at tað liggur mitt í norska høvudsstadn- um, sigur hann. — Sum vit hava skilt, so hevur venjingin í norska felagnum ikki verið so øgiliga hørð. Eg havi skilt á lagnum, at teir vandu ikki líka nógv, sum liðini í bestu deildini gjørdu, men hetta verður óivað broytt nú teir eru fluttir upp, legg- ur John afturat. Men hvør er so munurin millum tað bestu norsku deildina og tað føroysku? — Høvudsmunurin er, at tad gongur so nógv skjótari enn tað ger i Føroyum. Annars er ikki so øgiligur munur á. Liðini eru eisini javnt sterkari, sigur John Petersen. Fara um tilboðið er nóg gott Men er áhugin at fara uttanlands at spæla so stórur? — Ja, tað er hann heilt vist, sigur John Petersen og leggur afturat, at hann kortini ikki er so stórur, at teir fara fyri ein og hvgnn prís. Fyri tað fyrsta skal tilboðið vera nóg gott og fyri tað næsta skulu umstødurnar eisini vera í lagi, sig- ur John Petersen. Men tað er ikki so langt síðan at John Petersen var í Noregi og royndarvandi við fleiri felógum Spurdist einki burtur úr tí, ella hevur hann frætt aftur úr Noregi? — Jú, eg havi frætt aftur, men alt er ikki endaligt enn, sigur John Petersen. Bryne, sum var annað felagið hann royndarvandi við datt burtur í millum í uppflytingarstríðnum og tapti fimm ella seks teir sein- astu dystirnar á rað og fluttu tí ikki upp. Av teirri orsøk datt tann avtalan niðurfyri. Kongsvinger, felagið hjá Julian Johnsson, var annað felag hann royndarvandi við, men haðani hevur hann ikki hoyrt nærri og nú væntar hann ikki at hoyra meiri frá teimum. Men John Petersen hevur ikki mist móti av teirri orsøk. Nord- player, sum hann hevur sáttmála við, arbeiðir við at finna honum eitt felag og tað gera teir bæði í Noregi og aðrastaðir við. — Nordplayer arbeiðir eisini eitt nú í Onglandi, men tað er so ggi- liga torført at marknadarføra før- oyskar spælarar í Onglandi, tí at Lesið eisini ítróttin á Internetinum www.sosialurin.fo eingin bretskur fótbóltsspælari kennir nakað til føroyskan fótbólt og føroyskar fótbóltsspælarar, sig- ur John Petersen Ikki vid móti Kyndli Nú eru teir báðir landsliðsspæl- ararnir farnir avstað og í kveld fara teir so á vgllin saman við hinum monnunum á liðnum hjá Skeid. Og tað er einki at taka seg aftur í at siga, at teir uttan iva fara at leggja doyðin í at vísa norð- monnum, at tað saktans er dugur í føroyskum fótbóltsspælarum Men tað eru ikki bara fyrimunir við at fara uttanlands at royndar- venja, ti í annadkvøld skal StIF spæla ímóti Kyndli í 1. deild hjá monnum í hondbólti og til tann dystin verða strandingar so noydd- ir til at klára seg uttan John Pet- ersen. — Ja, soleiðis er. Tað er sjálvandi keðiligt, at tað júst skuldi verða dystur hetta kveldið, sigur John Petersen og leggur afturat — Men tað mugu vit bara finna okkum í. Eg rokni við, at teir fara at klára seg uttan meg allíkavæl, sigur hann John Petersen... ...og Allan Mørkøre eru í hesum døgum til royndarvenjing i norska felagnum Skeid Ivan Moskalenko spyr: Hvar fer føroyskur fótbóltur? Sidurnar 16 og 17