týsdagur 17. november 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
ítróttar
Kyndil vinnur ikki
the double í ár
Hondbóitur: Kyndlamenn fingu sær ein álvarsligan
hvøkk friggjakvøldid, tå teir i Gundadalshøllini tóku
ímóti einum styrktum gðrumliði hjá StÍF. Strandingar
vunnu dystin og tveittu kyndlamenn úr steypakappingini
við 36 málum móti 33
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað gongur ikki altíð, sum
prestur prædikar. Eitt gam-
alt orðatak, sum neyvan
verður lagt til viks í okkara
tíð. Og fríggjakveldið fingu
kyndlamenn at føla, at tað
gongur ikki altíð, sum ein
roknar við sjálvur
Kyndil fekk friggjakvøld-
ið vitjan av 2. liðið hjá
strandingum, men tað
skuldi vísa seg at vera ein
ov stórur biti hjá havnar-
monnum í Kyndli, tí tað
vísti seg, at tá avtornaði
vóru strandingar omaná og
Kynd:! undir
Nú er tað so nógv ságt, at
tað var annað lið hjá StIF,
sum spældi dystin móti
Kyndli, tí meginparturin av
leikerunum á 2. liði henda
dagin vóru leikarar, sum
vanl ga leika fast á fyrsta
liði
Joan Danielsen, Elias
Hansen, John Petersen, An-
dré Lanielsen, Artur Johan-
sen, Pauli Justinussen og
Jón Rasmussen vóru
stamrncn á liðnum fríggja-
kvølci0 og tað liðið var ov
gott til at Kyndil hevði nak-
að mótvápn.
Orsøkin til, at allir fyrsta-
liðsleikararnir hjá StÍF vóru
við á ødrum liði var, at teir
ikki vóru við í dystinum hjá
1. liðið mikukveldið. Venj-
arin hjá strandingum, Jón-
leif Sólsker, hevði tí fullan
rætt til at brúka leikararnar
friggjakvøldid og hann so
gjørdi.
Tad sigur seg sjåvlt, at tad
er eitt sjokk hjå kyndlaleik-
arum at siggja eitt fyrsta lid,
tå ein roknar vid at siggja
eitt væl veikari annað lið.
Men soleiðis eru umstødur-
nar nú einaferð og tað verð-
ur ein noyddur at taka við.
Dysturin háttaði sær so-
leiðis, at tað vóru stranding-
ar, sum alt fyri eitt settu seg
á dystin og hildu Kyndil aft-
anfyri. Í hálvleikinum vóru
teir frammanfyri við seks-
sjey málum (vit hava ikki
dómaraseðilin).
Tá seinni hålvleikur byrj-
aði legði StÍF seg enn meira
framum. Teirra spæl virkaði
framúr væl og serliga vóru
tað teir báðir Artur Johansen
og John Petersen, sum skar-
aðu framúr. Hesir báðir
gjørdust eisini bestu mál-
skjúttar hjá StIF.
Hvussu var og ikki, so
gjørdu strandingar bart í
seinna hálvleiki, tá teir — um
miðjan seinna hálvleik —
løgdu seg fram um vid
tiggju målum. Einu løtuna
vóru teir frammanfy ri
Kyndil vid 25-15 og tå var
dysturin so at siga avgjørd-
ur.
Kyndlavenjarin vildi t6
ikki hava sitandi å sær, at
tapa ímóti einum 2. deildar-
liði og tí fóru teir fram á
vøllin at dekka. Og tað rigg-
aði, hóast tað ikki riggaði
nog væl.
Smátt um smátt minkaði
Kyndil um munin og tá
seinni hálvleikur nærkaðist
1. deildarliðið hjá Kyndli
fekk ikki langt lív í
ársins steypakapping
(Savnsmynd)
R 7%
sås eet in
endanum var munurin heilt
niðri á tveimum málum.
Tað var tó ikki nóg mikið
hjá Kyndli at dekka offen-
sivt, tí seinastu løtuna
megnaði StÍF at halda stand
og dysturin endaði við, at
StÍF vann við 36 málum
móti 33.
tett sum tróðrið
Størsta orsøkin til at strand-
ingar vunnu dystin m6ti
Kyndli var verjan. Hon var
tøtt sum tróðrið, serliga
fyrstu fjøruti minuttirnar.
Tað man vera langt síðani,
at Kyndil í fyrstu deild bert
hevur skotið 15 mál eftir
fjøruti minuttum og so slett-
is ikki móti einum 2. deild-
Nr. 218 — 17. NOVEMBER 1998
arliði.
Málmaðurin hjá strand-
ingum Johan Danielsen stóð
eisini ein branddyst friggja-
kveldið og tók meginpartin
av tí, sum verjan ikki tók.
Hjá Kyndli var tað beint
øvugt. Liðið var annars væl
mannað, men 1. málmaður-
in hjá Kyndli stóð uttanfyri
við Had. f hansara stad var
2. målmadurin komin inn,
men hann hevði ein.ringan
dag, skilst. Hann fekk ikki
fatur í nøkrum, sum strand-
ingar tveittu eftir honum og
so var liðugt.
Tað gongst
Sum skilst vóru kyndla-
menn illa nøgdir við dystin
móti strandingum. Tað sigur
eisini seg sjálvt, at eitt lið í
fyrstu deild, sum er so sterkt
sum Kyndil, eigur at vinna
móti einum liði úr lægri
deild, men soleiðis er ikki
hverja ferð og so slett ikki
tá mótsaðuliðið er betri
mannað enn ein hevur
væntað.
Nú er stødan so tann, at
fyrstalið hjá Kyndli ikki
kann vinna greipuna í ár. Til
tað krevst, at liðið vinnur
bæði meistaraheitið og
steypakappingina, = men
fyrstalið er ikki longur við í
steypakappingini. Tí syrgdi
StÍF fyri friggjakvøldid.
Tað gongst nevniliga ikki
altíð, sum prestur prædik-
Nú spæla menninir um HM-krónurnar
HM -flogbóltur: Eftir at tað í farnu viku varð avgjørt at kubanar enn einaferð
eru vesta flogbóltstjóð hjá kvinnum, so fóru menninir undir sína kapping
fríg-jadagin. Innleidandi umfarið er liðugt og liðini sum skulu víðari eru funnin
SVEIUR TRÓNDARSON
Tað vakti miklan ans, at al-
tjóða flogbóltssambandið
setti krøv til kvinnuligu
búnarnar. Tað, sum gsingin
snúði seg um var, at FIVB
hevði sett kvinnuliðunum
krøv til búnar, men hevði
ikki sett monnum somu
krøv å
Tað løgðu kubanar lika í
og tær vunnu, sum nevnt í
leygardagsblaðnum meist-
arahe:tið ílætnar búnar, sum
tað sémir seg réttum flog-
bóltsleikarum — um ein er
kvinna og sær tað við eyg-
unum hjá altjóða flogbólts-
sambandinum.
Soleiðis er tað nú einaferð
og tað at kubanar leiktu í
teimum búnum tær gjørdu
gav teimum heiðurin at
verða valdar liðið sum var
»mest mótarætt< ílatið. Sig
so tað.
Gud vitið nær hasir bún-
arnir koma til Føroya!
Menninir byrjaðir
Fríggjadagin fu menninir
so undir sína kapping. Ikki
færri enn 24 lið eru við, og
fyrstu dystirnir snúgva seg
um at skilja átta tey fyrstu
frá.
Tey átta liðini eru longu
funnin og eru óivað ávegis
heim longu nú.
Í innleiðandi umførunum
vístu Kuba, sum vann
World Leauge í fjør, og Bra-
silia sína styrki. Hesi bæði
liðini hava enn ikki tapt sett
í kappingini. Somuleiðis eru
hollendarar væl við í kapp-
ingini enn. Teir vunnu allar
sínar dystir, men teir taptu
okkurt settið á vegnum.
Nú innleiðandi umførini
eru liðug eru sum sagt átta
lið send heim. Nummar eitt
og tvey í hvørjum av teim-
um seks bólkunum komu
víðari saman við fýra av
teimum bestu trýarunum.
Úr bólki A komu Spania,
Japan og Korea víðari. Tað
var um hár gjørt, at Japan
kom við í millumumfarið
og teir lótu bíða leingi eftir
sær. Seinasti innleiðandi
dysturin móti Korea skuldi
vinnast og japanarar gjørðu
sína skyldu, vunnu og komu
víðari. Spania vísti so sanni-
liga sína styrki í hesum
bølkjpum, sum teir vunnu,
Hóast tveir av dystunum eru
endaðir 3-2 til spaniumenn
Úr bólki B komu Italia,
USA og Kanada víðari.
Kanadiumenn vóru í somu
stóðu sum japanarar og
skuldu fyri tað fyrsta ikki
tapa sett um teir ætlaðu sær
at stegða longri í Japan enn
bara til fyrsta umfar var lið-
ugt. Teir lúkaðu krøvini og
komu víðari saman við
grannunum úr USA. Italiu-
menn vunnu allar sínar
dystir, m. a. eisini á USA,
sum mátti lúta 3-1.
Hollendarar flúgvandi
Við seinastu olympisku
leikirnar gjørdu hålendingar
ikki mætari enn at stinga av
við gullinum. Lítla landið í
Europa, sum á fótbóltsvgl!-
inum hevur víst tenn, gjørdi
nú eisini bart á flogbólts-
vellinum.
Í innleiðandi umfarinum
vóru hålendingår bólkaðir
saman við Kina, Ukraina og
Kekkia og nú miðumfarið
er farið í gongd, er bara
Kekkia farið heim. Hálend-
ingar taptu eitt sett móti
kekkum og kinverjum, men
vunnu 3-0 á úkrainum og
gjørdust tiskil ovåst á rókini
í bólki C.
Úr bólki D komu bara
tvey lið víðari. Kubanar
smurdu alt av og vunnu all-
ar sínar dystir 3-0 og Arg-
entina, sum eisini er í tí
bólkinum, krøkti seg í kub-
anar. Av tí at póllendingar
og iranar høvdu so vánalig
úrslit vórðu teir við undir-
lutan og máttu fara heim.
Hetta hóast póllendingar
vunnu á iranum í teirra inn-
anhýsis dysti og rættiliga
greitt enntá. teir smurdu ir-
anar av uppá ein góðan
tíma.
Brasilia koyrir á
Í bólki E gjørdi Brasilia
stutta prosess A allur sínum
innleiðandi dystum. Teir
hava vunnið allar dystirnar
3-0 og tað er bara í tí eina
settinum, í dystinum móti
grikkum, at mótsgðuliðið
hevur fingið fleiri enn 10
stig. Harafturat hava dystir
teirra verið sera stuttir. Ein
tíma og sjey minuttir, ein
tíma og níggju minuttir og
ein tíma og 25 minuttir er
alt sum brasiliumenn hava
brúkt til métstødulidini.
Afturat Brasilia 'komu
eisini Bulgaria og Grikka-
land víðari úr bólki E.
Úr bólki F komu Jugo-
slavia og Russland víðari.
Jugoslavar hava eitt sera
gott lið eftir europeiskum
mátistokki og teir vunnu sín
innleiðandi bólk í knall-
harðari kapping við russar-
ar.
Í teirra innleiðandi dysti,
sum var tann seinasti í bólki
F, stóð á gomlum nøglum.
Dysturin gjørðist ein fimm
settari og ein sannur >gys-
ari«, sum vardi knappan
hálvan triðja tíma.
Russar vunnu tey bæði
fyrstu settini 16-14 og stóðu
sostatt væl í tí til triðja sett.
Men tá hava kreftirnar ikki
verið til meira, tí triðja setti,
sum jugoslavar skuldu
vinna, vunnu teir heili 15-
6.
Nú høvdu teir fingið blóð
á tonna og teir hildu fram í
sama sporið. Fjórða sett
gjørdist nógv meira spenn-
andi enn triðja, men tað
endaði við, at jugoslavar
vunnu tað 15-12.
Nú skuldi fimta sett brúk-
ast og tá hvgr serva gevur
stig, so skulu liðini ansa sær
ikki at gera ov nógvar villur.
Seinasta sett gjørdist eins
spennandi og fyrsta, annað
og fjórða sett, men tað end-
aði kortini við at jugoslavar
”leikt, eru liðini,
vunnu tað 16-14 og harvið
vunnu teir dystin 3-2.
Við sigrinum settu jugo-
slavar seg á bólkasigurin.
Um tað er nóg mikið til, at
teir kunnu gera seg gald-
andi, er torført at siga, men
teir eru sterkir.
Tveir bólkar á átta
Nú innleiðandi umførini eru
sum eru
komin víðari, býtt í tveir
bólkar á átta. Bólkarnir
síggja soleiðis út:
Bólkur G: Japan, Spania,
Korea, Kanada, Kuba, Arg-
entina, Brasilia og Bulgaria
Bólkur H: Italia, USA,
Holland, Kina, Ukraina,
Grikkaland, Jugoslavia og
Russland.
Fjórðingsfinalurnar, sum
hesir bólkarnir eru, verða
leiktar í døgunum 18.-26.
november og finaluumfarið
verður leikt í søgunum 28.
og 29. november.
Hvussu úrslitini av hesum
dystum fara at verða, er ikki
til at siga frammanundan,
men tað er í gllum fórum
vist, at tað verður spennandi
at síggja hvussu leikur fer.
Fyrstu dystirnir verða
mikudagin og vit fara at
royna at hava okkurt nýtt
til fríggjadagin ella leygar-
dagin.