týsdagur 17. november 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 218 — 17. NOVEMBER 1998
ítróttar SOSlaludin
15
Eitt veingjaskotið Tjaldur á Skála
Hondbóltur: Liðið hjá Tjaldrinum úr Runavík hevði púrasta mist flogið til
dystin móti StÍF sunnukvøldid. StÍF vann dystin heili 42-20 og kundi fyri
tann skuld vunnið enn meira. Har var nevniliga eingin m6tstøda
SVEINUR TRÓNDARSON
Seinasti dysturin í hesum
leikumfarinum varð leiktur
á Skála sunnukvøldid. Run-
avikingar høvdu hættað sær
um fjørdin, men eftir dystin
hava téir óivað hugsað, at
betri var um teir høvdu ver-
ið verandi í Runavík.
Úrslitið av dystinum var,
at StÍF vant burtur úr Tjaldr-
inum við ikki minni enn 22
málum. Teir vunnu heili 42-
20 og tað vil siga, at strand-
ingar fingu fleiri enn tvífalt
so nógv mál sum runavík-
ingar.
Tað byrjaði annars ikki so
heilt illa hjá Tjaldrinum.
Teir fylgdu so ngkulunda
við teir fyrstu tíggju min-
uttirnar av dystinum. Tá
tíggju minuttir vóru spældir
var stødan 6-5 til StfF, men
so skrædnaði verjan hjá
Tjaldrinum og eftir lítlari
létu høvdu strandingar lagt
seg framum vid trimum
målum afturat.
Men í staðin fyri at geva
skarvin yvir (ella tjaldr-
ið...), so bardust runavík-
ingar enn eina løtu. Teir
minkaðu aftur um munin,
men aftur hesaferð var talan '
um stokkutan hita. Tí StiF
setti ferðina enn meira upp,
og so var liðugt hjá Tjaldr-
inum. Tá tjúgu minuttir
vóru farnir av dystinum
vóru strandingar framman-
fyri við fimm málum.
Stødan var tá 13-8. Sein-
astu tíggju minuttirnar av
fyrra hálvleiki komu mál
afturat og av teimum átti
StÍF tey fýra og Tjaldrið trý,
soleiðis at hålvleiksstødan
var 17-11 til strandingar.
Men tað var nú ikki tað
ringasta fyri Tjaldrið. Tí í
seinastu minuttunum av
fyrra hálvleiki fingu teir ein
leikara burturvístan. Tað
merkir, at Tjaldrið, sum til
dystin á Skála bert hevði
níggju mans tøkar, til næstu
ferð hevur ein mann minni
at taka av.
Tjaldursleikarin = Dan
Lamhauge var burturvístur
fyri í hevnisøku at sparka
eftir einum StÍF leikara.
Tjaldrið var í álopið, men
málmaðurin hjá stranding-
um bjargaði skotinum og
bólturin fór út í hornið, har
ein strandingur gjørdi seg
breiðan fyri at forða fyri at
Tjaldrið kundi skjóta enn
einaferð móti málinum.
Báðir leikararnir fóru um
koll og meðan leikararnir
báðir lógu niðri metti dóm-
arin at Tjaldursleikarin
sparkaði strandingin og fyri
tað fekk hann reyða kortið.
Einki mótvápn
Seinni hálvleikur byrjaði
við, at SÚÍF fleyg fýra mál
afturat framum Tjaldrið.
Verjuspælið hjá stranding-
um virkaði framúr væl og
aftanfyri seg hevði verjan
ein serstakliga væl leikandi
málmann. Johan Danielsen
stóð sum ein brandur og
hann var beinleiðis orsøkin
til, at Tjaldursleikararnir
ikki fingu fleiri mál enn teir
gjørdu.
Tad liggur sera væl fyri
hjá Johan í málinum og
hann dugir sera væl at gera
tað torført hjá m6tstøduleik-
arunum at skjóta móti sær.
Hetta eydnaðist honum til
fulnar móti Tjaldrinum
sunnukvøldid og hann fekk
avmarkað talið av málum
hjá runavíkingum til tjúgu
og tá hålvleiksstødan var
17-11, so skal ikki so nógv
matematikk til fyri at siga
okkum, at Tjaldrið bert fekk
níggju mál í seinna hálv-
leiki. Teir høvdu fleiri
drúgvar steðgir í málskjót-
ingini.
John Petersen
var
Nú hondbóltskappingin er
farin í gongd og fótbólturin
fyribils er lagdur á hyllina,
eru fleiri av teimum drúgv-
astu fótbóltsleikarunum at
síggja á hondbótsvgllinum.
Á Strondum, og á Skála fyri
tann skuld, eru tey glað fyri,
at John Petersen er liðugur
at spæla fótbót við B36,
fyribils í hvussu er. Hann
hevur fyrr víst at dugur er í
honum bæði á fótbóltsvelli
og á hondb6ltsvølli.
Í dystinum sunnukvøldid
skaraði hann framúr. Hann
gjørdi ikki færri enn 15 mál
av teimum 42, sum strand-
ingar fingu, og tað er ikki
so lítið. Honum á baki
komu Artur Johansen og El-
ias Hansen við sjey málum
í part.
John Petersen er ein fram-
úr góður hondbóltspælari
og hevur eitt ótrúliga gott
eyga fyri spælinum. At hann
so eisini er so skjótur, sum
hann er, ger tað bara upp-
aftur betur.
Av vestara armi á Skála-
fjørdinum siga tey, at John
fyri tann skuld eins væl
kundi verið hondbóltspælari
burturav. Men tey leggja
samstundis afturat, at fót-
bólturin Givad gevur meir.
Annar StÍF sigurin
Hetta var bert annar sigurin
hjá StÍF í ár, men >hvilken
en<, sum danir taka til. Teir
báðar dystirnar, sum StÍF
hevur vunnið — móti KÍF og
móti Tjaldrinum — hava teir
vunnið við meiri enn tjúgu
málum. Annars hava teir
tapt bæði móti VÍF, Neist-
anum og móti H71, sum so
aftur tapti móti KÍF.
Hóast mótstgðan hjá
strandingum sunnukvøldid
mundi vera í veikara lagi,
so hava teir hóast alt víst, at
teirra lið er ov gott til at
enda í tyngra endanum av
fyrstu deild. Spurningurin
er bara hvussu teir so kunnu
koma har upp, sum tað er
stuttligt at spæla hondbólt.
Til tað krevst, at teir ger-
ast meira støðugir í spælin-
um og eisini ímóti teim
góðu liðunum vísa, at teir
kunnu halda fast tá teir eru
frammanfyri
Ikki fyrr enn tá spyrst
nakað haldgott burturúr.
Hjá Tjaldrinum stendur
hinvegin einki til. Grundar-
lagið er smalt og lítið fólk
er at taka av. Venjarin, Jens
Martin Knudsen — enn ein
góður fótbóltsleikari — er
tyngdin á liðnum hjá Tjaldr-
inum og tað sigur seg sjálvt,
at tað er ov veikt grundarlag
at byggja eitt lið á.
So er bara spærningurin
um Tjaldrid fer at gera tað
sama sum KIF, nevniliga at
vinna ein dyst móti einum
av oddaliðunum eftir at
hava fingið bank frá strand-
ingum. Livst so spyrst.
Dysturin seinkaður
av dómarunum
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er ikki so langt síðani
at føroysku hondbóltsdóm-
ararnir fingu ein undir vang-
an í sambandi við ein dyst,
sum ikki var so væl úr
hondum greiddur.
Og í vikuni sum fór tók
ein av bestu leikarunum í
landinum, Lotte Sgrensen,
soleiðis til, at tað er synd í
dómarunum, tí teir skulu
finna seg í so nógvum. Men
hon duldi heldur ikki fyri,
at teir vidhvørt so ruddiliga
hava kritikkin uppibornan.
Og eftir dystin, sum var í
Klaksvík sunnudagin mill-
um Stjørnuna og StÍF, so er
einki at í vast í, at kjakið um
føroyskar hondbúó:tsdómar-
ar hevur fingið enn betri
gróðrarbotn, tí tað sum fór
fram har norðuri var undir
alt lágmark, verður sagt úr
Klaksvík.
Dysturin, sum hóast alt
var í fyrstu deild, var settur
at byrjað klokkan 14.30,
men tað løgdu dómararnir,
sum vóru úr H71 líka í. Teir
komu ikki til Klaksvíkar til
tíðina og tí kundi dysturin
ikki byrjað fyrr enn eitt
korter eftir ásettu tíð.
— Men tað er ikki alt, sigur
venjarin hjá Stjórnuni.
— Tá teir so komu á vøllin,
so hevði bara annar teirra
kort og floytu við sær. Tað
er út av lagi vánaligt. Um-
framt tað, so vóru teir bara
í einari venjingartroyggju í
staðin fyri í dómarabúna,
sum allir dómarar annars
eiga at vera í.
— Eg haldi at tað er fúl
skomm at uppføra seg so-
leiðis móti serigsum ítrótt-
arfólki, sigur Rógvi Nielsen
venjarin hjá Stjórnuni, sum
leggur afturat, at í hvussu
er annar av dómarunum
luktaði langan veg av, at
hann hevði verið ein drúgv-
an túr í býnum kveldið fyri.
Og tað hevur eftir øllum
at dóma merkt avrikið hjá
dómarunum. Tí Rógvi er
sera illa nøgdur við avrikið
hjá teimum.
— Tað var hvørki høvd ella
hali á dømingini og spælar-
arnir bara ristu við høvdin-
um — allir samlir, sigur
hann.
Bæði útiliðið og heima-
liðið vóru eftir dystin illa
nøgd við avrikið hjá dóm-
arunum, hóast tað neyvan
hevur havt ávirkan á
úrslitið.
Tað er tó sera óheppið, at
slíkt skal koma fyri í bestu
deildini í eini av størstu ítr-
óttargreinum í landinum.
Ein ítróttargrein, sum berjist
fyri at fáa betri kor at virka
undir. Hesi kor fremur ein
ikki við at virka móti ítrótt-
argreinini. Vit hava hoyrt
útlendskar leikarar siga, at
tá leikararnir taka sín ítrótt
í álvara, so er alneyðugt, at
dómararnir eisini gera tað,
tí annars verða viðurskiftini
hjá ítróttarfólkunum ikki til
at halda út.
Hesar setningar kunnu vit
saktans flyta til Føroya. Utt-
an trupulleikar. Minsta krav
må vera, at dómararnir taka
sína uppgávu í álvara. Ella
eiga teir at halda seg vekk.
Sjálvt um tað er ein loppu-
kjansur at dóma í vikuskift-
unum.
So lýsti Stjórnan aftur
Hondbóltur: Eftir eina góða byrjan kom stígur í hjá
klaksvíksgentum í Stjórnuni. Sunnudagin bragdaði tó aftur
og hesaferð gekk tað út yvir StÍF, sum mátti lúta 21-18,
hóast tær vóru frammanfyri í hálvleikinum
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er ikki sama veiggj í
strandakvinnum í ár, sum í
fjør. Tá vóru tær, til tað
síðsta við í kappingini um
gullið, sum tó endaði hjá
Kyndli. Higartil í ár hava
úrslitini verið nakað sving-
andi til at tær rættiliga
kunnu gera seg galdandi.
Sum heild er tað tó til at
frøast um, at fleiri lið gerast
betri, tí tað bert økir um
áhugan fyri ítróttargreinini,
at dystirnir eru meira spenn-
andi.
Sunnudagin vóru stranda-
kvinnur og vitjaðu Stjørn-
una í Klaksvík. Hetta er
annar dysturin teirra millum
í ár. Fyrra dystin, sum liðini
leiktu á Skála, vann StÍF,
men soleiðis skuldi íkki
gangast hesaferð.
Tað var tó StÍF, sum legði
seg á odda í byrjanini. Tær
sníktu seg eini tvey-trý mál
framum, og tað vísti seg at
vera trupult hjá Stjørnuni at
svara aftur.
Stjórnan dekkaði 6-0 at
byrja við, og tað hóvaði
strandakvinnum væl, tí á
tann hátt sluppu tær nærri
feltinum at enda álopini og
tað er eftir øllum at dóma
Rógvi Nielsen er annars
púra vísur í hvat úrslitið
varð um ikki dómararnir
taka seg alvorliga saman.
— Qll missa fullkomiliga
tað, teimum dámar best í
løtuni.
Ikki tí, á liðnum hava tær
annars ein leikara, sum fyrr
í tíðini í hvussu er, ikki fírdi
fyri at smekka til langt úti
frá og tá gav tað ofta bonus
— sera ofta.
Soleidis er eftir øllum at
dóma ikki longur og nú
verður skotið frá styttri fjar-
stóðu.
Hesum funnu klaksvíks-
genturnar út av og teir
broyttu tí verjuna til 5-1 í
staðin og tað vísti seg at
verða nóg mikið til at venda
gongdini.
Sjey mál á rað
Sum nevnt komu stranda-
kvinnur framum í byrjanini
av dystinum. Tær løgdu seg
tvey-trý mål fram um , men
tær sluppu ikki longur.
Stjørnan svaraði alla tíðina
aftur.
Einu løtuna móti endan-
um av fyrra hálvleiki var
StÍF á odda við fimm mál-
um 10-5. Men næstu sjey
málini á rað fekk Stjørnan.
Trý tey fyrstu í fyrra hálv-
leiki, soleiðis at hálvleiks-
stødan var 10-8 og fýra tey
næstu í seinna hálvleiki so-
leiðis at tær fyri fyrstu ferð
virðingina fyri tí teir gera.
Bæði spælarar, dómarar og
áskoðarar missa respektina
fyri slíkum dómarum og tað
frættist kring landið hvørjir
í dystinum av réttum komu
framum.
Ur Klaksvík frætta vit, at
tað serliga vóru Joan M. Jo-
ensen og Sólvá Eystberg,
sum leiktu væl. Tá Stjørnan
umskipaði verjuspæl sítt,
varð Joan M. Joensen sett
fram at dekka, og eins og í
dystinum móti GÚ/Tjaldrin-
um gekk tað framúr væl.
Joan er ótrúliga skjót og
strandakvinnur høvdu sera
trupult vid at spæla uttanum
hana. Hon dugdi sera væl
at fåa fatur å avlevering-
unum hjå strandakvinnum
og fara i skjótálop.
Óluva stóð
sum ein múrur
Tað, at Stjórnan broytti
verjustrategi gjørdi, at inn-
spælid hjå strandingum til
strikuna púrasta stedgadi
upp. Alis Høghamar fekk
barst seg til nøkur brotskøst
f fyrra hålvleiki, men hetta
steðgaði púrasta upp tå verj-
an hjá Stjórnuni varð um-
skipað.
Ein onnur orsgk til, at
StÍF kom so væl frá byrjan,
var, at Óluva Djurhuus
leikti so væl sum hon gjørdi.
Hon er ein gomul rotta í
fakinum, men hon vísti, at
hesir eru, tað sígur seg
sjálvt. Tí verður tað ikki
bara í Klaksvík og á Strond-
um at vit missa respektina
fyri teimum og tað er spell,
tað so sanniliga er dugur í
henni enn. Í byrjanini av
dystinum tók hon so at siga
alt, sum Stjørnan skjeyt og
tað var ikki so lítið. Klaks-
víkingar høvdu eini 25 skot
å mål, men bert åtta teirra
fóru í kassan. Restina tók
Óluva ella fóru tey við síð-
una av.
So tað var um at gera, at
klaksvíksgentur mistu móti
einu løtuna, hóast eingin or-
søk visti seg verða til tess.
Tí hóast tað í hálvleiks-
steðginum sá eitt sindur
svart út, so var ikki øll vón
úti og Stjórnan kom so
sanniliga aftur í aftur dystin,
sum tær at enda vunnu við
trimum málum.
Endin
Tað var tó ikki fyrr enn í
allarsíðstu løtu, at dysturin
varð avgjørdur. Stranda-
kvinnur hildu tørn vid
Stjørnuni hóast hinar vóru
farnar framum. Tær sluppu
ikki meiri enn tað eina mál-
ið framum. Tá 26 minuttir
vóru leiktir av seinna hálv-
leiki var Stjórnan bert
frammanfyri við einum
máli, men so fekk StÍF
Paulu Jacobsen vísta av
vellinum og Annika Ljós-
stein skoraði uppá brots-
kastið, sum fylgdi við útvís-
ingini. Dysturin var í veru-
leikanum avgjørdur og tað
at Stjórnan fekk eitt mál aft-
urat hevði so at siga bert
kosmetiskan týdning.
Ein spennandi dystur var
av og tað var Stjørnan, sum
glampaði aftaná dystin.
tí tað er kleyvarskapur, sig-
ur hann.