týsdagur 17. november 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 218 — 17. NOVEMBER 1998
Hvar fer føroyskur fotboltur?
Ivan Eginsson Moskalenko
slag! av
skránni fyrr
í fótbólti
um minkan
tíggju liðum
e
I kappingar-
sum nýliga er liðugt,
gevur teimum, ið styðja ti-
líkum broytingum, grundar-
lag fyri tilikum hugsanum
Fyri hvert ár verður meira
og meira av dystum, sum
eru næstan avgjørdir
frammanundan. Gjógvin
millum tey stóru og tey
smáu heldur fram at vaksa
So sum kappingin í 1998
eisini hevur víst. Fýra dystur
endaðu við dupultfigurum
fyri annað liðið
Sumba í Føroyum
tað sama sum
Feroyar í Europa
Tað argar serliga teir, ið eru
fyri at minka um 1. deild,
at Sumba er við, ein so-
vorðin >ljótur dunnuungi«
í føroyskum fótbólti til
undran fyri nógv, ið ikki
bara kundu stríða seg upp í
1. deild í fjør, men eisini
varðveitti plássið í »elituni«
í ár, hóast Sumba tapti
nokkso nógva dystir við
stórum tølum
Men tað ber eisini til at
hyggja at hesum trupulleika
úr øðrum sjónarhorni. Før-
oyingar munnu væl vita, at
als ikki øllum í Europa
dámar, at Føroyar og onnur
smá lond (San Marino,
Liktinstein, Andorra osfr.)
taka lut í altjóða kappingum
á jøvnum føti vid »risarnar«
Møguliga hava Mor
sumbingarnir ræt
úr Onglandi, Týsklandi og
Ítalia. Próvgrundir fyri at
útihýsa »dvørgunum« fram-
føra Beckenbauer, Berlus-
coni og hinir fótbóltssnobb-
arnir júst á sama hátt, sum
teir í Feéroyum, ið vilja
minka talið av liðum í 1.
deild: >Dystir við teir, sum
eru veikari, gera eisini okk-
um veikari, vit vildu spælt
móti javnlíkum okkara<,
osfr. Men hvussu dámar
teimum, ið vilja hava seks
lið í 1. deild, tað, at føroyska
landsliðið verður flutt til
»undanundankappingina«, í
staðin fyri at spæla ímóti
Danmørk, Russlandi, Span-
ia, Skotlandi, og einaferð í
framtíðini kanska ímóti
Onglandi, Týsklandi ella
Fraklandi?
Føroyar gjørdust tiggju
ferðir meira kendar í heim-
inum eftir tað, at teir høvdu
verið við í undankappingum
til HM og EM. Áttati ella
níti prosent av tíðindunum
í sambandi við Feroyar í
heimsfjølmidlunum (eins
og við Sumba í føroysku
miðlunum) hava við fótbólt
at gera. Men hvussu stóran
møguleika hevur føroyska
landsliðið at vinna til dømis
å Spania? At kalla null.
Helst hevur Sumba heldur
stórri møguleika at klára
HB, í hvussu so er á heima-
velli á Krossinum (í ár vóru
sumbingar á odda og taptu
1-2 í endanum). Men eing-
in, hvorki í FSF ella millum
tey fótbóltsáhugaðu, kundi
hugsað sær at blaka sítt
landslið úr altjóða kapping-
um, bara av teirri orsøk, at
føroyingar tapa meginpartin
til at verða til
netbóki
av dystunum. Hví ikki
spyrja sumbingar sjálvar,
hvussu teimum dámar at
spæla í 1. deild og tapa O-
10 og 1-11? Hevði tað kan-
ska ikki verið betur hjá
teimum at koyrt sítt lið í 2.
ella 3. deild, har sum Sumba
nógv oftari hevði vunnið?
Eg ivist ikki í, at ongum í
Sumba hevði dámt hetta.
Drepið ikki
romantikkina
í fótbólti!
Hyggið gjøllari at Sumba.
Vita tit, at hetta felag (tað
minsta av øllum í Føroyum
uttan NIF år Nélsoy) hevur
ræt til at verða tikið upp í
»Guinness metbókina<,
sum tað minsta liðið, ið
nakrantíð er komið upp í 1.
deild í nøkrum landi í Eu-
ropa og kanska í øllum
heiminum (sambært hagtøl-
um frá maí mánað í ár, búðu
287 fólk í Sumba). Í Havn-
ini er fult av møguleikum
at skemta sær, hvat er í
Sumba, annað enn fótbóltur
og so dansurin? Í bygðini
eru ikki meira enn seksti-
sjeyti menn í fótbóltsaldri,
og næstan allir spæla teir
fótbólt. Og sumbingar eru
so glaðir og ernir av tí, at
teir hava eitt lið í 1. deild,
at næstan øll bygdarfólkini
ganga dagliga í klæðum
Sumbiar Ítróttarfelags. Eiga
onnur ikki at virða og frøast
yvir tílíkan fanatiskan kær-
leika til fótbólt og til sítt lið,
har sum umframt tveir út-
lendingar og vágamannin
Birgir Jørgensen, ið hjálpti
við endanum í ár, bara
spæla føddir sumbingar? Eg
havi sæd Sumba fýra ferðir
í ár. Ja, stødid á teirra spæli
er ikki so høgt. Triggjar
dystir taptu teir og ein (á
Tvøroyri) endaði við javn-
leiki. Men einki annað lið
stríðist við tílíkum yvri, við
tílíkum ovurhuga, við so-
vorðnum brandi í hjørtun-
um. Tann 17 ára gamli
Mortan úr Hørg mundi latið
lív, tá hann spældi á Kross-
inum móti HB, og í øllum
rokinum gloymdi hann at
ansa sær... Hví skulu hann
og hansara felagar missa
møguleikan til at royna seg
ímóti HB og ødrum stórum
feløgum, um teir sjålvir
hava skaffað sær hendan
møguleikan, tá teir fyrst
fluttu upp í 1. deild, og so
megnaðu at bjarga sær har?
Drepið ikki romantikkina
í fótbólti, men stuðlið rom-
antikarum! Kenslurnar hava
nógv við ítrótt at gera, ikki
bara klassi og styrki. Tað
veit kanska eingin annar so
væl sum føroyingar, serliga
eftir at landsliðið byrjaði at
taka lut í altjóða kapping-
um. At kappast móti HB hjá
sumbingum er næstan tað
sama sum hjá føroyingum
at kappast móti einari stór-
ari tjóð!
1. deild er altíð
nógv áhugaverdari
Tey, ið vilja at 1. deild skal
vera minni, halda uppá, at
til dómis við seks liðum í
»elituni« verður væl stórri
áhugi fyri dystunum í 2.
deild. Hetta er ivasamt. Í
einum og hverjum landi i
heimum eru tey fótbólts-
áhugaðu og ikki minst
pressan tíggju ferðir meira
interesserað fyri 1. deild,
sama um seks lið eru í
henni, tíggju ella tjúgu (hó-
ast í ongum europeiskum
landi er nøkur 1. deild við
minni lidatali enn tiggju).
Men mundi åhugin fyri
dystunum millum HB og
B36 verið størri, um tey
bæði liðini fóru at spæla í
kapping ikki tvær ferðir um
árið, men seks ferðir? Hann
verður minni, tí hetta fer at
henda ov ofta, altso einki
merkisvert. Og viðhalds-
fólkið hevði skjótt farið at
troyttast og kett seg at
hyggja at dystunum hjá sín-
um liði móti bert fimm gðr-
um...
Sum nú er, um Sumba
(ella ÍF ella B71) knappliga
vinnur á HB ella B36, skulu
vit siga, 3-1, so verður hetta
ein bumba, ein sensasjón,
sum gll leingi fara at tosa
um. Fólk minnast enn,
hvussu Sumba vann á HB
3-1 í Gundadali í 1991. Men
um HB vinnur á B36 3-1
ella gvugt — hetta minnast
tey bara til næsta umfar.
Um tey sokallaðu >ele-
vator-liðini<. Slík lið eru í
kappingini hjá øllum euro-
peiskum londum. Og hetta
er púra normalt. Tí at tað er
ein natúrlig prosess, at liðini
skifta millum deildirnar, og
tað hevur als ongan týdning,
hvussu nógv lið eru í |.
deild — seks ella tólv. Einasti
máti at sleppa undan »ele-
vator-lidum« er at avskaffa
uppflyting og nidurflyting,
sum er eitt so ørligt hugskot,
at tað neyvan kann fella
nøkrum inn.
Hvør og hvat ger
1. deild so Ojavna?
Tad er ikki yvir at dylja, at
tey, sum helst vilja minka
um 1. deild, eru fyrst og
fremst viðhaldsfólkini hjá
teimum stóru liðunum —
HB, B36 og KI. Júst hesi
liðini hava åtikid sær leik-
lutin sum Føroya »Milan«,
»Bayern« og »Chelsea«.
Men sum úrslitini visa, bert
í tvey tey seinastu kapping-
arárini var teirra klassamun
ur yvir hinum liðunum
vorðin skilligur. Í åttatiår-
unum hava vit ikki kunnað
talað um nakað einaræði hjá
høvudsstadarlidunum. Tíð-
arskeiðið frá 1988 til 1996
hevur HB verið meistari
tvær ferðir, KÍ eina ferð,
B36 ongantíð. Gull í 1
deild vunnu helst bygda-
menninir — GÍ (seks ferðir),
B68 (triggjar ferðir), TB og
B71 eina ferð hvert. Nú
hevur bara GÍ varðveitt sína
góðu manning, sum er før
fyri at standa upp ímóti høv-
uðsstaðarliðunum, og so
fingu runavíkingar eitt gott
ungt lið, meðan hini ikki
klára kapping. Nú í tvey ár
hava bæði havnarliðini
vunnið kappingina sannfør-
andi. Hvussu og fyri hvørs
kostnad verda HB og B36
mannað? Øll vita, at í mann-
ingini hjå »sigursharrun-
um« eru meira enn 50% av
bygdamonnum. Men tå ið
vit hyggja at U-18 og U-16
landsliðunum tey seinastu
árini, fellur tað í eyguni, at
har er fleirtal av havnar-
dreingjum. Hetta er natúr-
ligt, í høvudsstadnum býr