týsdagur 17. november 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ítróttar SOX
Rótutur dystur
i Vestmanna
Hondbóltur: Tað var ikki nakað polerað hondbóltsspæl
at síggja í mansdystinum millum VIF og Neistan
leygardagin. Alt ov nógvar feilavleveringar og persónlig
mistøk vóru til tað
TeERII NIELSEN
Tað hevur gingið væl hjá
Neistanum hug gartil í ár Bert
tað eina tapið r tað blivið
til, tá ið Neistin seinasta
vikuski apti vid einum
måli in rannunum ur
Kynd
Hin n hevur kk
nnars væntaðu,
ánni hjá vest-
Leikandi venj-
Í Rapa, hevur í
goer: meiddur,
seinastuni
g tad hevu ir merkt liðið
Nó kjótál
Vestmenningar høvdu mun-
in å neistamonnum so at
siga allan dystin. Teir høvdu
valt at verja offensivt, og
tóku millum annað veng-
urnar hjá Neistanum út úr
spælinum, og tá fingu gest-
irnir als ikki álopsspælið at
ganga
Neistin misti óteljandi
bóltar í álopinum, og hetta
gjørðu vestmenningar sær
dælt av. Teir fingu eina
rúgvu av málum (umleið
helmingin) upp á skjótálop,
og tað var skjótt, at VIF
hevði lagt seg avgerandi á
odda. Tá ið einir tíggju
minuttir vóru eftir av fyrra
hálvleiki, var VIF á odda
1-7. Fýramálsleiðslan helt
sær eisini til hálvleiks, tá ið
stødan var 14-10 til vertir-
nar
Dyrir 10 minuttir
Neistin gjørdi ein vørr bein-
anvegin i seinna hålvleiki
Leikandi venjarin, Andreas
F. Hansen, skeyt tvey skjót
mál, og so vóru brádliga
bert tvey mál á muni, men
hetta nervaði tó ikki vest-
menningar, sum hildu fram
við sínum spæli
Avgerandi løtan í dyst-
inum varði tíggju minuttir.
Tá ið átta minuttir vóru
leiktir av seinna hálvleiki,
vóru vestmenningar á odda
17-14, og tíggju minuttir
seinni vóru teir á odda 23
15. Tíggju minuttir, sum
vestmenningar vunnu 6-1,
og sum veruligani avgjørdu
dystin, hóast tey flestu helst
longu høvdu sæð VIF sum
vinnarar av dystinum.
Tað sum eftir var av dyst-
inum, fylgdust liðini rættu-
liga væl, og endaliga úrslitið
gjørdist ein tryggur sigur til
vestmenningar upp á 26-19.
Ringur dystur
hjá Neistanum
Hóast talan ikki var um ein
væl leiktan dyst, so vóru tað
summir spælarar, sum ein
legði til merkis í dystinum í
Vestmanna leygardagin.
Vanliga er tað Áki Olsen,
sum skarar burturúr, tá ið
VIF spælir. Aki spældi eis-
ini væl leygardagin, men
ein annar leikari gjørdi eis-
ini vart vid seg. Tad var
Martin Hummeland, sum
spældi ein sera góðan dyst
å veinginum og fekk heili
seks mål.
Hjå Neistanum spældi
VÍF-kvinnurnar gjordust ov stuttar í dystinum móti Neistanum leygardagin.
Havnarliðið vann 27-26 og er aftur á odda í bestu kvinnudeildini
Mynd: Jens Kristian Vang
Lesið Sosialin á netinum
www.sosialurin.fo
Min
SA mm
UCSILKE
Nr. 218 — 17. NOVEMBER 1998
Hans Lakså (8) og Kåri Mortensen (5) royna at stedga Åka Olsen, men tað er
ikki bara sum at siga tað... Áki skeyt 10 mál leygardagin, og VÍF vann 26-19 á
Neistanum
Andreas F. Hansen ein góð-
an dyst. Hóast hann er darv-
aður av skaða, so fekk hann
seks mål og fleiri brotskøst
tann hálva tíman, ið hann
var á vellinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Andreas segði eftir dyst-
in, at spælið hjá Neistanum
gekk alt ov illa allan dystin,
og álopið virkaði als ikki.
Trygvi Mortensen og
Dánjal Hansen úr Tjaldrin-
um dømdu eisini mansdyst-
in, og teir komu eisini væl
frá hesi uppgávuni.
Tepur Neistasigur
Hondbóltur: Teir mongu áskoðararnir til kvinnudystin
millum VIF og Neistan í høllini í Vestmanna leygardagin
sóu ein spennandi og væl leiktan dyst
TeERII NIELSEN
Uppflytararnir í bestu
kvinnudeildini, VÍF, hava
fleiri ferðir í ár prógvað, at
tær ætla sær ikki niður aftur
í 2. deild fyribils, heldur
tvørturim6ti. - Vestmanna-
kvinnur síggja út til at fara
og blanda í stríðið um heið-
ursmerkini, tá ið kapping-
arárið fer at halla.
Tá ið Neistin kom á vitjan
í Vestmanna leygardagin,
vóru tað nógv, sum við
spenningi høvdu sæð fram
til júst henda dystin. Neista-
kvinnurnar eru steypavinn-
arar, og tær sótu leingi á
trónuni = í — føroyskum
kvinnuhondbólti.
Tað gekk rættuliga javnt
á í fyrra hálvleiki. Lidini
fylgdust væl fyrstu løtuna,
men so fór Neistin fram um
við einum og tveimum mál-
um, og ikki fyrr enn 10 min-
uttir vóru eftir av hálvleik-
inum, kom VIF upp á javn-
leik og fekk lagt seg á odda
11-10.
Eftir hetta sovnaði heima-
liðið fullkomiliga, og tað
sum eftir var av hálvleik-
inum, fingu Neistakvinnur-
nar seks mál, meðan VÍF
einki fekk. Tískil kundi
Neistin fara til hálvleiks við
eini leiðslu uppá fimm mál,
16-11.
Tað tóktist hesa løtuna,
sum um VIF fullkomiliga
hevði mist konsentratión-
ina, meðan Neistin helt
høvdid kalt.
Tættari aftur
VIF byrjaði sum eitt ódnar-
veður í seinna hálvleiki. Nú
vóru tað brådliga Neista“
kvinnurnar, sum høvdu mist
konsentratiónina, og hetta
gjørdi heimaliðið sær dælt
av og fekk fýra mál á rað,
so at stødan, fimm minuttir
inn i seinna hålvleik, var 16-
15 til Neistan.
Næstu løtuna gekk sera
javnt á, og tá ið seinni hålv-
leikur var hálvrunnin, stóð
á jøvnum 20-20. Neistin
legði seg so á odda aftur,
men tað vóru aldrin meiri
enn tvey mál á muni, hóast
VÍF ongantíð megnaði at
koma upp á javnt aftur.
Heimaliðið hevði tó møg-
uleikan at javna í seinasta
minuttinum. Neistin var á
odda 26-25, tá ið VÍF fær
bóltin og fer í álop, men við
einans tíggju sekundum eft-
ir at leika, missa vest-
mannakvinnur bóltin til
Neistan, sum fer í skjótálop,
og evnaríka Katrin á
Neystabø sløkkir allar vónir
hjá heimaliðnum, tá hon
skorar til 27-25!
Ogvusligur
samanstoytur
Norska Heidi Harviken,
sum, saman við Rúnu
Wardum og Katrin á
Neystabø, stóð sterkast í
myndini hjá Neistanum, var
fyri ein ógvusligum óhappi
um miðjan seinna hálvleik.
Heidi blakaði seg inn í mál-
teigin hjá VÍF eftir einum
leysum bólti, men andlitið
hjá henni brast í knæið á
VIF-målverjanum, og stoyt-
urin var so harður, at Heidi
ikki fekk spælt tað, sum eft-
ir var av dystinum. Illgruni
var um, at hon heyði brotið
nøsina.
Enn einaferð vóru tað tær
báðar, Ioana Rapa og Jack-
lin Durhuus, sum skaraðu
burturúr hjá VÍF, men hinar
vóru so sanniliga eisini væl
við, og liðið hjá VÍF hevur
ein framúr góðan stridsvilja.
Dómararnir í dystinum,
Trygvi Mortensen og
Dánjal Hansen, komu væl
frá uppgávuni.