Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 ítróttar SOS Nr. 218 — 17. NOVEMBER 1998 Jakup bestur í Danmark Fótbóltur: Herfølge vil leingja sáttmálan við føroyska landsliðsmálverjan, men Jákup Mikkelsen ætlar sær ikki at leypa framav Hóast veturin av álvara er farin at gera um seg í Dan- mark, har tað leingi hevur verið kalt og so mikið nógv avfall, at tað aftur hesa ferð var neyðugt at avlýsa ein dyst (millum AGF og AaB), so spæla teir framvegis fót- bólt. Føroyingar plaga at gevast fyrr á árinum, men um vit døma út frá avrikun- um sunnudagin hjá teimum báðu føroysku umboðunum í superliguni, so er einki, ið bendir á, at teir eru troyttir av fótbólti Jákup Mikkelsen og Her- følge vóru i Lyngby, og har vunnu teir fyri fyrstu ferð síðani 20. september. Úr- slitið var 3-1, og tað var ikki minst målmansspælinum hjá Jákupi Mikkelsen fyri at takka. Lyngby kom á odda tá bara tveir minuttir vóru farnir. Søren Hermansen varð spældur leysur og kom einsamallur við málverjan- um og skoraði. — Men tað átti hann ikki at havt gjørt, tí hann var staddur so langt úti í borð- inum, at eg skuldi havt bjargað, er metingin hjá Jákupi Mikkelsen, sum krevur so ómetaliga nógv av sær sjálvum. Men Jákup var so mikið stinnur, at hann kom á ug- ens hold, bæði í TV3 og í BT. Í báðum fjølmidlunum verður hann mettur sum høvudsorsøkin til, at tað eydnaðist Herfølge at fara til hús við øllum stigunum. Serliga í 2. hálvleiki, tá Herfølge var á odda 2-1, bjargaði hann framúr væl nakrar ferðir og var harvið ein týdningarmikil liður í orsøkini til, at Herfølge kundi fara år Lyngby vid øllum stigunum. Jåkup fekk gult kort, tå tað restaði eitt korter, og stødan var 2-1, og tað var einki at siga til, at hann royndi at taka tað róligt. Eitt av málunum hjá Herfølge var skorað uppá brotsspark, men Jákup Mikkelsen var ikki settur at skjóta. Sigurin kom sjálvsagt ser- a væl við hjá Herfølge, og hóast føroyski landsliðs- málverjin hevði stóran lut í honum, so flokkaðust fjøl- miðlarnir um Jesper Peter- sen, politistin, sum higartil hevur verið venjari hjá næstbestaliðnum í Herføl- ge, men hevur fingið møgu- leikan at venja besta liðið, eftir at Ole Mørch er farin til AB. — Nú er avgjørt, at Jesper Petersen skal vera venjari hjá okkum fram til vetrar- steðgin, og eg haldi, at hann hevur verið ein fínur venj- ari, síðani hann fekk á- byrgdina av besta liðnum. Tað er heilt ødrvisi at venja 1. og 2. lið, og vit eru allir ovfarnir av, hvussu hann er vaksin við uppgávuni, sigur Jákup Mikkelsen, sum held- ur nýggja venjaran vera harðan og kravmiklan, og tað er kanska ikki so langt frá starvinum, sum hann hevur havt sum lærari á pol- itistaskålanum. Tå danska landskapping- in fer i vetrarfri um tvær vikur fer Herfølge at taka avgerð um, hvussu venjara- spurningurin skal loysast, og skulu vit meta út frá tí, sum Jákup Mikkelsen sigur, so er tað nú meiri sannlíkt nú, at verandi venjarin held- ur fram, enn tað var fyri einari viku síðani. Selja og Tað hava verið reddir frammi, sum hava spátt, at nú Ole Mørch, sum var mettur at vera ímyndin av viðrákinum hjá Herfølge, er farin úr felagnum, fer tað skjótt at ganga skeiva vegin, men teir í lítla felagnum tykjast ikki at hava mist mótið og ætla at vísa, at felagið er meiri enn Ole Mørch. Herfølge arbeiðir miðvíst fyri at styrkja um álopið, sum ikki er rættuliga komið fyri seg, síðani Chris Her- mansen fór til AB. Í viku- skiftinum ljóðaði, at teir royna at fáa Miklos Molnar til felagið. Hann hevur áður verið liðfelagið hjá Toda Jónsson í Lyngby. So varð hann seldur til Spania, men nú er hann í Derby í ensku premier deildini, og tað er haðani, at Herfølge ætlar at fåa hann. Litla felagid hevur ikki négvar pengar, men teir rokna vid at fåa pengar burt- urúr sølu av einum spælara. Tað fara fá mál igjøgnum hjá Jákupi Mikkelsen, og tað hava feløg aðra staðni í Europa lagt til merkis. Í Ital- ia hava bæði Udinese og Vicenza staðfest, at Jesper Vestergaard er ein dugnalig- ur verjuspælari í vinstru síð- u, og verður hann seldur, so fær Herfølge fíggjarligan møguleika at styrkja um á- lopið. Jákup bíðar 2 Føroyski landslidsmålverjin hevur såttmåla vid Herfølge til å sumri f år 2000, og longu nú er felagið áhugað í at leingja sáttmálan til á sumri ár 2001. Tilboðið fevnir um lønarhækkan nú beinanvegin, men hóast honum verða bjóðaðar stórri upphæddir, so er Ják- up Mikkelsen, sum íkki hevur verið serliga væl lønt- ur, ikki sinnaður at skriva undir nú beinanvegin: — Tað er rætt, at teir eru hugaðir í at samstarvið okk- ara millum verður longt. Teir hava boðið mær til samráðingar, men eg haldi ikki, at eg havi nakran skund, og eg havi valt at bíða. Millum annað fyri at síggja, hvussu tað fer at tørna út, aftaná at vit hava mist venjaran, sum bæði eg og allir hinir hildu nógv av. Sambært Jákup Mikkel- sen, so hevur hann ikki fing- ið tilboð frá øðrum feløgum at taka stóðu til, og sær sjálvum líkur, so hevur hann ikki so nógv annað at siga til henda spurningin, enn at sáttmálasamráðingarnar við Herfølge eru útsettar, men vit kunnu væl ímynda okk- um, at tað eru møguleikar í næstu framtíð, har avbjóð- ingarnar — serliga tær í al- tjóða høpi — kunnu verða stórri, enn tær eru í Her- følge. Málverjin hjá FCK, Michael Stensgaard, hevur boðað frá, at hann í hesi vikuni fer at kunngera, hvat liðið er, sum hann skal spæla fyri í Onglandi. Og samstundis er tað mangt sum bendir á, at málverjin hjá Brøndby, Mogens Krogh, ið hevur verið eyka- málverji hjá Peter Schmei- chel á landsliðnum, vegna skaða ikki fer at spæla so leingi afturat. Avrikin hjá Jákupi Mikk- elsen hava leingi verið so mikið góð, at hann væl kun- di fingið møguleikan frå ødrum av hesum báðu stóru feløgunum í Keypmanna- havn og Danmark, og bæði Jan Dam og Todi Jónsson hava meiri enn eina ferð sagt, at teir meta Jákup Mikkelsen at vera ein hin besta málverjan í Danmark í løtuni. Men tað verða hvørki Todi, Jan ella Ítrótt- arsosialurin, sum fara at gera av, hvør skal verða málverji í FCK elfa í Brønd- by. Kortini er einki at í vast í, at í løtuni er tað sjálvsagt, at Jákup Mikkelsen bíðar vid at taka støðu til sina fótbóltsframtíð. Hann er 28 ára gamal og harvið á veg inn í besta málmansaldur, og hann hevur sáttmála við Herfølge í hálvt annað ár afturat. jh Todi bæði legði upp og skoraði mál Fótbóltur: Føroyski landsliðsmað- urin var betri fyri, enn hann hevur verið leingi Eftir at tað í nakrar vikur gekk eitt sindur striltið hjá Toda Jónsson i FCK, so tyk- ist glið at vera komin á aftur g tað av álvara — bæði hjá FCK og hjá Toda FCK er nú komið uppá triðja plássið, og um teir ikki klokka eins nógv í tí, sum Brøndby gjørdi á heim- avølli i vikuskiftinum, so er meguleiki fyri, at FCK kemur uppaftur longri upp, áðrenn teir fara í vetrarfrí. Sambært skránni skal FCK komandi vikuskifti spæla á útivelli móti Aarhus Frem- ad. Spurningurin er bara, um tað fer at eydnast, tí vellurin hevur í fleiri vikur staðið fullur av vatni, og fleiri dystir eru avlýstir Men um tað fer at eydnast at spæla, so átti tað at verið møguleiki fyri FCK at vunnið. Tað áttu í hvussu so er at tikið við læru av Brøndby, sum á heimavelli sunnudagin hevði bóltin nógv móti botnliðnum úr Aarhus, sum alíkavæl kom á odda 1-0 og megnaði púra óvæntaðan 1-1 javnleik. Todi í hopla FCK hevði vitjan av Viborg, og teir vunnu 4-2. Men eina létu stóð einki til. David Nielsen hevði skorað bæði til 1-0 og 2-0, men so tóku teir sær av léttum, og jyd- arnir javnaðu til 2-2. Síðstu sjey minuttirnar fekk FCK tvey mál afturat. Todi Jóns- son skoraði til 4-2, tá tíðin var um at vera farin. Málið mundu tað vera fleiri enn føroysku viðhaldsfólkini hjá FCK, sum untu honum sera væl, tí David Nielsen so at siga stjól málið til 2-0 frá tyduliga misnøgda før- oyinginum, sum hevði gjørt alt fyrireikingararbeiðið á sera snildisligan hátt og var púra leysur, tá David Niel- sen kom sum eitt ódnarveð- ur og sendi bóltin í netið. Tá stødan var 2-2 spældi Todi David Nielsen frågera væl leysan, men målverjin hjá Viborg var óræddur og bjargaði, sjálvt um tað kost- aði honum ein skaða og hann noyddist at fara av vellinum. Umframt hesar royndirn- ar hevði Todi Jónsson eitt fint langskot, sum tók tvør- træið og brast i vøllin. — Todi var sera væl upp- lagdur, og tad er akkuråt soleiðis, sum eg hevði rokn- að við, at hann fór at vera. Eg havi roknað við, at tá hann skoraði aftur, so fór at gleppa. Næstsíðst skoraði hann tvær ferðir, og nú var so at siga gloppið, staðfesti Jákup Mikkelsen, sum hevði sæð avrikið hjá vin- manninum í sjónvarpinum. Fyri fleiri tóktist tað und- arligt, at Thomas Thorning- er var á ugens hold í Ekstra- blaðnum og at David Niel- sen var á liðnum í BT og í TV3 og at tað onga staðni var pláss fyri væl upplagda føroyinginum. AB aftur fremst Fyri fyrstu ferð síðani Ole Mørch fekk ábyrgdina av liðnum spældi og vann AB. Tað var á útivelli móti Vejle, sum mátti lúta 2-0. Silkeborg megnaði ikki meiri enn 2-2 á heimavølli móti B93. Stødan i superliguni er nú henda: AB 29, AaB 27, FCK 26, Brøndby 25, Her- følge 24, Vejle og Lyngby 22, AGF 19, Silkeborg 18, Viborg og Aarhus Fremad 12 og B95 fimm stig. jh Sosialurin - fimm ferðir um vikuna við ti nýggjasta Tað kann ikki sigast ann- að, enn at føroysku fót- bóltsfelggini í sera stóran mun hava møguleika at benda framtíðargongdini í føroyskum fótbólti á ta leiðina, sum tey halda vera ta bestu. Komandi leygarda verður fundurin, fr FSF á hvørjum ári í nov- ember skipar fyri, og skráin er bæði long og rågvismikil. Ikki minst tí felggini hava sent fleiri mål inn til umrødu. Í sambandi vid eftir- metingina av kappingar- árinum 1998 verður biðið um eina útgreining av, hvat ein haldgóð orsøk er til, at lið ikki meta til tíð- ina. Eitt annað er U-14 landsliðsferðin til Aber- deen, uppaftur eitt annað fríferðingin og so, hvussu bod verða send landsliðs- spælarunum og feløgun- um. Sera nógv liv er í foroyska fótbóltinum Fótbóltur: Feløgini skulu komandi leygardag umrøda eina rúgvu av týdningarmiklum spurningum ingarárið 1999 eru ein rúgva av málum til um- rødu. Millum onnur ung- lingadeildin, reyð og gul kort, broytingar í áseting- unum viðvíkjandi steypa- kappingini við serligum atliti til mál, sum eru skorað á útivelli og heimavølli og fleiri mál, sum hava við yngru deildirnar at gera. FSF hevur eisini sett fleiri mál á skránna. Eitt er útbúgvingin, leikdagar í 1999, spælaraavtalur, reglugerð fyri áhuga- spælarar og so spurningin um, hvussu nógv lið í framtíðini skulu vera í 1., 2. og 3. deild. Í blaðnum í dag er ein áhugaverð grein, sum al- tjóða fótbóltstíðindamað- urin, Ivan Eginsson Mos- kalenko, sum býr í Før- oyum, hevur júst um henda spurningin. = jh