Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. november 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post ésosialurin. fo Broytingar i tingarbeiðinum Oddagrein NÝGGJA stýrisskipanarlógin var fyrsta stig til eina grundleggjandi nýskipan innan føroyska fólkastýrið. Lógin var samtykt í 1994 og síðan er tað útinnandi valdið útbygt og umskipað. VIT hava fingið stóra umsiting, ið tíverri er vaksin meira í vavi enn í dygd. Ein orsøkin til hesa meira tristu gongd er, at umsitingin ikki hevur megnað at liva upp til sin hevuðsmálsetning, ið er at vegleiða landsstýrisfólkini og verja borgarnar ímóti skeivum, tilvildarligum og órættvísum av- gerðum. EIN onnur orsøk til hesa skeivu gongd er tann manglandi førleikin hjá okkara løg- tingi at hava eftirlit við umsitingini. Nú sær út til, at tingformaðurin er farin undir eina umskipan av tingarbeiðinum og tingum- stoðunum. Hettar er gott og treingir til. FYRSTA stigið er at gera tingmenn til tingmenn burturav. Síðan vóna vit, at hann fer í holt við eftirlitsskipaninar, ið skulu verja borgaran ímóti »bureaukrainum«. Her eru fleiri okir at taka upp. Lands- styrismålanevndin må fåast at virka og fáa smidligari arbeiðsumstoður enn nú. Tað kann ikki vera rætt, at hvor lítil kanning har skal kosta fleiri hundrað túsund krónur. Legtingsgrannskoðararnir mugu fáa greitt arbeiðsoki. Kanska hesar báðar nevnd- imar kundu kastað saman? Legtingsins umboðsmaður má koma - ongantíð ov skjótt. TANN almáttuga Tinganesumsitingin tyk- ist hava óavmarkaðar møguleikar til rætt- arsakir, so vanligi borgarin, um hann fer til rættarskipanina, fer á heysin, áðrenn hann hevur fingið viðhald í einum rætt- arsali. Fáa vit løgtingsins umboðsmann so verður rættartrygdin hjá borgaranum styrkt og betri javnvág í okkara stýrisskip- an. Umboðsmannaskipanin eigur so sjálv- andi at fáa umsitingarmyndugleika yvir verandi kærustovnum viðvíkjandi skatti og almanna málum. Í letuni eru hesir óheftu stovnar á lønarlistanum hjá teimum, ið tey viðgera kærur um. Hettar kann vera óheppið. SAMANUMTIKID må sigast, at tað er gott fyri demokratiið, um løgtingid nú tekur sær um reiggj og fær betri balansu ímillum lóggevandi og útinnandi vald. Tað treingir til. Sosialurin Sviin UIf Stark fekk Norrønu Barnabokaheidurslønina 21. november i år fær svenski rithøv- undurin, Ulf Stark, Norrønu Barna- bókaheiðurslónina fyri rithøvunda- verk sítt Í skaldskapi sínum trívur Ulf Stark í stóru eksistenti- ellu lívsspurningarnar Hann megnar til fulnar at avdramatisera uttan tó at foreinkla. Sniðfundiga sigur hann frá, hvat tað vil siga at liva, og aldrin sleppur hann lesaranum upp á fjall. Hann torir at minnast barndóm sín, og lýsir hann við hu- mor, varma og eymleika. Men hann torir eisini at minnast tað, sum nívdi - og tað, sum kanska enn nívir. Ulf Stark hevur ans fyri tí stóra eins og tí lítla í til- veruni. Hetta er serliga sýni- ligt í hansara seinastu bók- um, >Angeln och den bláa hásten< (1997) og >Nár pappa visade Mej Vårldsall- tet< (1998). Hann kennir »galskapin« í menniskjun- um, tað irrationella, sorgina, saknin, kærleikan, trúfesti og >bara man har en hund og gode <kompisser<, skal det aldrig gå helt galt«, segði hann á einum tidinda- fundi herfyri. >... At værkets suveræ- nitet kun trænger sig pá som en uafviselig og indtræn- gende oplevelse, nár formen artikulerer noget personligt erfaret, som værket trans- formerer til universel, men- neskelig erkendelse< (skriv- ar rithøvundurin Jens Chris- tian Grøndahl f »Politiken« 26.04.98). Hetta er júst tað, Ulf Stark ger í bókum sínum. Hann er egin, originalur og ekt- aður. Afturat kunnu bøkur hansara eins væl lesast av vaksnum. Heidurslønin handad verður leygardagin 21. november 1998 klokkan 16.00 á Bási nr. 17 í »BogForum '98«, FORUM København, Julius Thom- sens Plads 1, 1925 Frede- riksberg C. Norrøna Skúlabóka- varðafelagið hevur síðani 1985 latið Norrønu Barna- bókaheiðurslenina. Hetta er ein heiðursgáva, sum er eitt vakurt heiðursbræv sum teknarin Jens Bach Ander- sen hevur teknað og ein lut- ur úr leiri, sum keramikarin Karen-Lisbeth Rasmussen hevur gjørt. Í dómsnevndini eru: Gun- vør Joensen úr Føroyum, Aud T. Neverdalen år No- regi, Frida Haraldsdóttir úr Íslandi, Tove Fagerholm úr Finnlandi, Anna-Lena Lindekvist år Svøriki, Bent Rasmussen úr Danmørk. Hesi hava fingid Norrønu Barnabókaheiðurslenina: 1985 Maria Gripe, Svø- ríki. 1986 Tormod Haugen, Noregi. 1987 Kaarina Helakisa, Finnlandi. 1988 Metta Newth, No- regi. 1989 Svend Otto S. Dan- mørk. 1990 Mats Wahl, Svøriki. 1991 Olavur Michelsen, Førovum, Erik Hjorth Niel- sen, Danmørk. „ 1992 Gudrún Helgadóttir, Íslandi. 1993 Bjarne Reuter, Dan- mørk. 1994 Torill Hauger, Noregi. 1995 Torun Lian, Noregi, Viveca Lárn Sundvall, Svg- ríki. Thorstad Lesið eisini Sosialin å Netinum www.sosialurin.fo Barnabékaheidurslønina 1996 Louis Jensen, Dan- mørk. 1997 Lars-Henrik Olsen, Danmørk. 1998 Ulf Stark, Svøriki. B6kadeild Føroya Lær- arafelags hevur givið út Svenski rithøvundurin, Ulf Stark fekk No SS rrønu bókina eftir Ulf Stark: »Lati hvitabjarnirnar dansa«. I vetur kemur enn ein b6k Æftir Ulf Stark á føroyskum å sama forlag »Systir min er ein eingil«. So eitthvørt er at gleda seg til. Tøkk Vit takka hjartaliga øllum, sum syndu samkenslu, tå okkara elskada mamma, vermamma, omma og langomma GUNHILD K. ISFELD, fødd Eldevig doyði og varð jarðað. Ein serlig tøkk til starvsfólkið á B7, sum vóru so góð móti henni og okkum: Eisini takka vit hjartaliga øllum tykkum, ið hjålptu til í Ebenezer í sambandi við jarðarferðina, fyri vakrar talur og sang, fyri blómur og kransar og teimum, ið fylgdu henni til seinasta hvíldarstað her á fold. Fyri tey avvarðandi børnini