mikudagur 18. november 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 219 — 18. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið S0S8/2lurfin
Boð
Henda myndin er tikin á Kambsdali leyg
James, sum fer avstað síðst í hesi vikuni ...
eg
TOM á.
Síðst í hesi vikuni fer
James Olsen til Dan-
markar at satsa upp á
tónleikin. Boð eru eftir
honum úr øllum ættum —
eitt nú Nina Forsberg og
Drori/Hansen Furniture
hava bjóðað James kjans
NICLAS JOHANNESEN
Trummusettið er longu í
Danmark. Og síðst í hesi
vikuni fer James Olsen so
helst sjálvur avstað.
Keypmannahavn verður
bústaðurin hjá 28 ára gamla
føroyinginum, sum í átta ár
búði í íslandi, og har stað-
festi sítt navn — eitt nú við
bólkinum Papar, sum eisini
vitjaði í Føroyum fyri
tveimum árum síðani.
Nú eru tað donsku topp-
nøvnini Nina Forsberg og
eisini Drori/Hansen Furni-
ture, ið eru á skránni.
Sostatt trýnir royndi før-
oyski trummuspælarin lúkst
inn í elituna í danska popp-
heiminum. Og henda kjans-
in vil James ikki lata fara
frá sær.
— Eg flutti annars heim, tí
mær longdist eftir Føroy-
um, eftir átta árum í Íslandi.
Men eg má bara ásanna, at
her er sera torført at hava
tónleik, sum livibreyð Og
eg eri soleiðis skrúvaður
saman, at eg má spæla. Tað
er mítt lív, sigur James.
Fyri tveimum vikum síð-
ani fór James so til Dan-
markar at royndarspæla við
Nina Forsberg, ið áður var
sangarinna í vælkenda bólk-
inum OneTwo. Nú hevur
hon givið út sína egnu
fløgu, og áðrenn langt um
leingi, skal hon á turné. Og
tað er rættiliga vist, at James
verður maðurin aftan fyri
trummurnar.
Í studio
Føroyski trummuspælarin
var nevniliga fyri viku síð-
ani í Danmark. Og her var
hann í studio saman við pro-
dusaranum hjá Ninu Fors-
berg og spældi nøkur
groove oman á sangir hjá
henni. Produsarin, ið eisini
er guitarleikarin í bólkinum
hjá Ninu Forsberg dámdi so
væl tað, ið James spældi, at
hann bað James koma til
Danmarkar. Boðini vóru at
„tú fært rúgvu at gera her í
Danmark“.
Fyrr í ár var James eisini
í Danmark. Tá var tað
Drori/Hansen Furniture, ið
vildu hava fatur á góða
groovinum hjá James. Tá
valdi James tó at fara aftur
til Føroya í fyrstu syftu.
Men hann hevur framvegis
samband við danska bólkin,
sum annars hevur verið í
Los Angeles og spælt teirra
komandi fløgu inn. Og nú
arkvøldid, tá James Olsen spældi trummur bæði við Lena Anderssen Band og við Chase. Nú bí
hann verður búsitandi í
Danmark er tað ikki óhugs-
andi, at hann eisini fer at
spæla við Drori/Hansen
Furneture. Tað er nevniliga
rættiliga vanligt, at somu
tónleikarar ganga aftur í
fleiri av donsku bólkunum,
ið fara á turné.
— Hetta er fantastiskt. Eg
veit ikki rættiliga hvat eg
skal halda. Tað er ofta ggi-
liga torført at fáa fótin inn
um í tað etableraða tón-
leikaumhvørvid, tí vil eg
ikki lata henda kjansin fara
frá mær. At liva av tónleiki
í Føroyum ber næstan ikki
til. Men eg ætli mær ið
hvussu er at blíva gamal í
Føroyum. So eg flyti av-
gjørt heim aftur fyrr ella
seinni, sigur James.
Tað umleið hálva árið
James hevur verið í Føroy-
um, hevur hann spælt í yms-
um samanhangum. Seinasta
spælingin á hesum sinni í
Føroyum verður nú hós-
kveldið í Club 20 saman við
Lena Anderssen Band.
dar tann stóri kjansurin i Danmark eftir
Mynd: Alvur Haraldssen
Hal sosialin
Tað er lættari
at slokkja eina
kontakt enn ein eld!
Hugsa teg um. Tað skaðar ikki.
TRYGGINGARFELAGIÐ
FØRSYAR