hósdagur 8. juni 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 108 - 8. juni 2000
18
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 108 - 8. juni 2000
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
Jákup Mørk
Í tíggju dagar hava átta før-
oysk ítróttafólk luttikið í so-
nevndu Special Olympics,
sum í ár varð hildið í
Gronningen í Hollandi.
Hans Harryson Hansen,
sum var ein av ferðaleið-
arunum á ferðini greiður frá,
at Special Olympics eru Ol-
ympisku
leikirnir
fyri
menningartarnað, og at
hetta er fyrstu ferð, at Før-
oyar hava havt umboðan á
hesi ítróttastevnu.
40 ár á baki
Talan er um ein altjóða fe-
lagsskap, sum varð stovn-
aður í seksti árunum, og
sum sostatt hevur út við 40
ár á baki. Til stuttleikar
kann nevnast, at tað var
heimsgitna Kennedy-famil-
jan, sum gjørdi hugskotið til
veruleika, og síðani stovn-
anina hava Special Olym-
pics verið hildnir við tvey
ára millumbilum. Annað
hvørt í Amerika og annað
hvørt í Europa.
Eftir at tað í longri tíð
hevur verið arbeitt við mál-
inum, sendi ÍSB í oktober
mánaði eina umsókn um
føroyskan limaskap, og
knappar tríggjar mánaðir
seinni fingust boð um, at
Føroyar høvdu fingið tillut-
að eina kvotu upp á 8 í-
tróttafólk. Fýra í frælsari í-
trótt og fýra í svimjing.
Nógvar stjørnur
Fryi tveimum vikum síðani
varð so farið avstað, og ikki
kann sigast annað enn, at
føroysku luttakararnir fingu
eina uppliving fyri lívið.
Hans greiður frá, at alt
varð sett upp á stórfingnan
hátt, og at setan, móttøka
og annað ikki stóð petti aft-
an fyri Olympisku leikirnar,
sum verða hildnir hvørt
Gullregn í Hollandi
Fyri fyrstu ferð hava Føroyar havt umboðan í Special Olympics, og ítrótta-
fólkini høvdu fleiri heiðursmerki við sær heimaftur
Føroysku úrslitini í Gronningen
Svimjing
Durita Strøm, Havn
1 gull- og 1 bronsumerki
Halla Poulsen, Fuglafirði
1 silvurmerki
Jimmy Nielsen, Klaksvík
1 gullmerki
Símun Petur Zachariassen, Klaksvík
4. pláss og 7. pláss
Frælsur ítróttur
John Jensen, Skúgvi
1 gull- og 1 bronsumerki
Jonhard Haraldsen, Havn
1 gull- og 1 bronsumerki
Unn Mortensen, Øravík
1 silvurmerki
Johanna Maria Niclasen, Norðoyri
7. pláss og 8. pláss
fjórða ár.
Luttakrarnir sluppu veru-
liga at kenna seg sum
heimsstjørnur í 10 dagar, og
umframt luttakararnar, vóru
eisini fleiri aðrar heims-
stjørnur at hitta.
Millum annað heilsaðu
føroysku ítróttafólkini upp
á Nadja Commanetch, sum
í sjeytiárunum setti eitt heilt
nýtt støði fyri altjóða fim-
leik. Eisini finski rennarin
Lasse Viren var at síggja,
umframt heimsgitnu fót-
bóltsleikararnar,
Hohan
Cruyff og Jean Marie Pfaff,
fyri at nevna nøkur nøvn.
Bólkað
Kappingin varð skipað so-
leiðis, at fyrst luttóku øll
ítróttafólkini, eini 2.000 í
tali, í innleiðandi umføru-
num, og síðani vórðu hesi
flokkaði, alt eftir hvussu tey
stóðu seg og hvørji brek tey
høvdu.
Á henda hátt varð tryggj-
að, at munurin millum lut-
takararnar ikki gjørdist ov
stórur, og slagorðið fyri
kappingina »lets win toge-
ther« boðar eisini frá, at her
skuldu øll fáa ein møgu-
leika.
Ikki kann sigast annað
enn, at tað gekst føroysku
luttakarunum væl, og á talv-
uni á hesi síðu sæðst,
hvussu okkara fólk stóðu
seg í sínum kappingum.
Írland 2004
Hans H. Hansen greiður frá,
at um fýra ár, tá leikirnir
aftur verða hildnir í Europa,
er tað Írland, sum er vertur,
og vónar hann sjálvsagt at
Føroyar eisini tá fara at lut-
taka.
2002 verður Special O-
lympics í USA, og fæst
fígging til vegja, er heldur
einki at ivast í, at vit eisini
verða umboðað í statunum.
Júst hvussu nógv ítrótta-
fólk talan tá verður um, veit
Hans ikki at siga. Hann
greiður frá, at nú verða eftir-
metingar gjørdar av ymsu
londunum, soleiðis at støða
kann takast til, hvørt kvot-
urnar skulu minka ella vak-
sa, men hann væntar tó ikki,
at føroyska kvotan verður
minni til komandi leikirnar.
Umframt Hans vóru eis-
ini Rakul N. Joensen, Tóra
Hansen og Rúni Gaardbo
við á ferðini.
CARL ELI NOLSØE
SAMUELSEN
Talvsamband Føroya hev-
ur leitað leingi eftir rætta
staði til dystin millum IM
John Rødgaard, Flóvin
Tór Næs og Torbjørn
Thomsen. Miðað varð eft-
ir einum sentralum staði í
Havnini, og við sera góð-
um treytum frá miðbýar-
hotellinum Hotel Hafnia,
verður umdysturin leiktur
har.
Telvarnir telva í rúmi
fyri seg sjálvar, meðan
Hafniasamkomuhøllin
verður áskoðarrúm. Settur
verður upp stórskíggi har
talvini verða víst beinleið-
is við viðmerkingum.
Møguleiki verður eisini
hjá áskoðarum at hugna
sær við snartalvi og øð-
rum, eftirsum tað ikki á-
virkar ta veruligu telving-
ina. Ikki bert verða talvini
víst beinleiðis á stór-
skíggja, men eisini kring
knøttin verður møguligt at
fylgja við. Í samstarvi við
Hotel Hafnia verða talvini
vist beinleiðis á alneti-
num. Meir um hetta á
www.sam-teld.fo/talv, og
www.hafnia.fo.
Í morgin verða tað Tor-
bjørn og Flóvin sum sess-
ast yvir av hvørjum øð-
rum. Leygardagin telva
John og Torbjørn og
hvítusunnudagin
leika
Flóvin og John tað sein-
asta talvið.
Um profillýsing skal
gerast av hesum trimum
telvarum, so kann sigast
stutt, at John er ultrapo-
sitionellir telvari, hann er
sum einasti føroyingur al-
tjóða meistari, er sera
ringir at vinna ímóti og
hevur nógvar góðar al-
tjóða royndir. Flóvin er
sera energiskur telvari,
ger nógv við telving og
hevur
hann
vunnið
telvarar
sum
eru
styrkismettir hægri enn
John.
Torbjørn
er
”stjørnuskotið” í hesum
trýmanshøpi. Eingin hev-
ði væntað at hann kom so
langt í ár, men hansara
heldur óteoretiska telving
knekkaði flestu telvarar í
ár.
Hava tit áhugað í telv-
ing- ella eru stødd í mið-
býnum, støkki so inn á
gólvið hjá Hotel Hafnia
um vikuskiftið til ein sera
spennandi FM dyst.
Umframt Hotel Hafnia
hevur Føroya Tele stuðlað
tiltakinum.
Norðoyastevnudysturin
og Sting
Síðani 1997 hava havn-
armenn og klaksvíkingar
telva liðdystir á ávíkavist
norðoyastevnu og ólavs-
øku. Sum oftast hava
heimaliðini vunnið og í ár
varð
einki
undantak.
Havnarmenn komu við
sterkari
manning
til
Klaksvíkar, men eins og
Havnarbáturin á norð-
oyastevnu so rakk hendan
manning ikki ytst til tin-
dars. Heili 6-2 varð úr-
slitið til klaksvíkingar.
Sting er heimskendur
tónleikari, men hugsa
kann hann eisini og hevur
hann tí bjóða heimsins
besta telvara, Gary Kas-
parov at telva móti sær og
sínum tónleikarabólki.
Kasparov hevur tikið av
tilboðnum. 29. juni fer
Kasparov sostatt at telva
simultantalv ímóti Sting
og hansara fólki. Fáí meir
at vita á heimasíðuni hjá
Kasparov, www.kaspa-
rovchess.com sum eisini
fer at vísa talvið millum
Sting og Kasparov bein-
leiðis.
FM 2000
á Hafnia
Talv: Avgjørt er at FM umdysturin
verður telvdur á Hotel Hafnia.
Fyrsta talvið verður í morgin kl.
14.00
Tá ferðalagið kom aftur um miðdagsleitið mánadagin, varð stórfingin móttøka fyri teimum við ÍSF húsið, har m.a.
ÍSF forsetin, Heðin Mortensen førdi fram røðu
Mynd: Jens K. Vang
KÍ tók við
KÍ kærir ikki dómin í málinum um
sligna hjálpardómaran
JÁKUP MØRK
Á fundi í gjár gjørdi nevn-
din í KÍ av, at taka við
dóminum, sum kapping-
arnevndin hjá FSF feldi,
eftir at linjudómari varð
sligin í búkin.
Hyggja frameftir
Svend Jacobsen, formað-
ur í KÍ, sigur við Sosialin,
at nevndin í felagnum
hevur valt, ikki at gera
meira við málið, og istað-
in líta frameftir.
At FSF hevur gjørt av,
at trygdartiltøkini, sum
annars verða galdandi frá
1. august, longu skulu
galda í Klaksvík frá 18.
juni, leggur formaðurin
ikki so nógv í.
- Hjá okkum eru so at
siga øll krvøini uppfylt
frammanundan, so nú er
bara at gera trygdargeira
frá skiftirúminum inn til
vøllin.
Formaðurin hjá KÍ end-
ar annars við at siga, at
teir eru bara glaðir um, at
málið nú er avgreitt, so-
leiðis at sleppast kann
víðari.
JÁKUP MØRK
Fult umfra var í íslendsku
kappingini týskvøldið, og
føroysku leikararnir, sum
royna seg í kappingini,
fingu eitt stig hvør.
Allan Mørkøre og ÍBV
leiktu á útivølli móti ÍA,
har Uni Arge framvegis
ikki er tøkur. Dysturin
endaði málleysur, og
skuldi nakar vinnari verið,
áttu stigini helst at verið
eftir á Akranesi. Eins og
hann gjørdi í Føroyum í
fjør, eydnaðist tað nevn-
liga Birkiri Kristianssyni
at verja fyri brotssparki,
og á tann hátt tryggja, at
annað stigið kom heim
aftur til Vestmannaoyggj-
arnar.
Eisini málleyst
Leiftur átti heimavøll
móti Grindavík, og heldur
ikki í hesum umfarinum
eydnaðist tað føroyingu-
num á Ólafsfirði at fáa ein
sigur til høldar. Sámaa Jo-
ensen fær gott skoðsmál í
Íslendska Morgunblað-
num, og yvirhøvur sigst
at Leiftur hevði meiri
spæl. Mál komu tó eingi,
Bara javnleikir
og Leiftur hevur sostatt
framvegis fyrsta sigurin til
góðar.
Betri hjá Páll
Gongst ikki so væl hjá før-
oysku leikarunum, so eru
glottar kortini at hóma. Páll
Guðlaugsson og Keflavík
vunnu nevnliga týdningar-
miklan 1-0 sigur á Stjarn-
uni, sum er niðasta liðið í
íslendsku
landssíma-
deildini.
Við sigirinm togaði
Keflavík seg upp á triðja
plássið, eitt stig framman
fyri ÍBV, men tvey stig
aftan fyri oddaliðið, KR.
Hjá føroysku leikarunum endaði alt við javnleiki, tá 6.
umfar í íslendsku kappingini varð leikt týsdagin
Úrslit:
06.06
ÍA-ÍBV
0-0
06.06
Fram-Fylkir
1-2
06.06
Keflavík-Stjarnan
1-0
06.06
Leiftur-Grindavík
0-0
06.06
Breiðablik-KR
1-2
Støðan
vunnin
tapt
mál-
d
v - j - t
mál
mál munur
stig
1 KR
5
4 - 0 - 1
8
4
4
12
2 Fylkir
5
3 - 2 - 0
11
4
7
11
3 Keflavík 5
3 - 1 - 1
7
9
-2
10
4 ÍBV
5
2 - 3 - 0
10
3
7
9
5 Grindav. 5
2 - 3 - 0
6
2
4
9
6 ÍA
5
2 - 1 - 2
2
3
-1
7
7 Fram
5
1 - 1 - 3
4
8
-4
4
8 Breiðabl.5
1 - 0 - 4
7
11
-4
3
9 Leiftur
5
0 - 2 - 3
3
9
-6
2
10 Stjarnan 5
0 - 1 - 4
1
6
-5
1
Fyrir fyrstu ferð í ár tapti
B36. AB vann á heimavølli
móti B68, og tað hevði við
sær, at argjamenn í stigum
komu upp á síðuna av B36.
AB hevur betri málmun, og
tað vil siga, at teir kunnu
sóla sær á ovasta plássinum.
Tað fara teir at gera í hvussu
so er inntil leygardagin. Tá
skulu teir heim til Havnar
at spæla móti B36.
Talan verður um endur-
tøku av finaluni í 4. deild í
fjør. Ta ferðina vann B36 5–
3 eftir longda leiktíð. Bæði
liðini fluttu upp í 3. deild.
Støðan í fótbóltinum í
Vágum er ikki akkurát tann,
sum teir høvdu ætlað og
roknað við. Sunnudagin var
FS Vágar á Sandi, men tað
var bara besta liðið, sum
spældi. Vágamenn boðaðu
frá, at teir ikki fingu mann-
að næstbesta liðið, og so var
eingin dystur í 3. deild. Á-
setingarnar hjá FSF siga, at
í sovornum førum verður
liðið, sum ikki møtir, sektað
við bót. B71 vinnur tey trý
stigini við málmuninum 0–
0, og ivaleyst eru allir partar
sera harmir um, at tað fram-
vegis kemur fyri, at lið ikki
megna at møta.
Tað er tætt millum liðini.
Tað sæst aftur í, at eitt gott
ella vánaligt úrslit hevur við
sær, at liðini flyta langt upp
ella niður á støðutalvuni.
Merkisvert er tað, at eftir
sigurin á norðoyarstevnu
kom TB upp á triðja pláss.
Tvørámenn hava einki ímóti
at vinna bronsu. Men teir
eru bangnir fyri at koma í
uppflytingarvanda, sum teir
sjálvir orða tað!
AB–B68
Argjamenn siga, at teir fin-
gu størri mótstøðu, enn teir
hava fingið flestu ferðirnar
í ár. Spælbýtið var rættuliga
javnt, men heimaliðið hevði
fleiri upplagdar møguleika
at skora, enn gestirnir høv-
du.
Jákup Olsen setti hol á
fyri B68, men undan steðg-
inum javnaði Svend Poul-
sen, eftir at B68, sum ikki
tóktist hava somu kondi-
tiónina sum mótstøðumenn-
inir, hevði mist á miðjuni.
Toftamenn gjørdu sjálvmál
tíðliga í 2. hálvleiki, og so
stútaði aftasti B68 maðurin,
Oddmar Andreasen, horna-
sparksinnlegg í málið.
Toftamaðurin á AB lið-
num, Signar Johannesen,
skoraði sigursmálið. Mið-
vallarin fór sjálvur gjøgnum
verjuna og setti bótlin fram-
við Eyðuni Petersen í B68
málinum.
Skála–B36
Fyrsti ósigurin hjá B36 kom
á Skála, har heimaliðið tyk-
ist hava fingið betri tak á tí,
enn teir høvdu fyrstu um-
førini. Regin Arge hjá B36
varð rikin av vøllinum mið-
skeiðis í 1. hálvleiki. B36
menninir vóru misnøgdir
við dómin, men svartklæddi
maðurin helt taklingina hav-
a verið so ógvusliga, at osta-
skorpan skuldi upp í leikin.
Í 1. hálvleiki hevði Regin
Arge ein góðan fluktara, áð-
renn hann fór av vøllinum,
men bólturin fór uppum.
Marius Joensen hjá Skála
hevði opið mál eftir mis-
skiljing millum miðverju og
málverja, men í síðstu løtu
kom eitt B36 bein í vegin.
Einasta málið skoraði
spælandi venjarin hjá Skála,
Kaysten Rasmussen. Hann
var fyrstur á, eftir at eitt gott
langskot hevði tikið saman-
komingina.
KÍ–TB
Talan var um fyrsta útisig-
urin hjá TB í fleiri ár, og
talan var um fyrsta heima
ósigurin hjá KÍ í ár. Klaks-
víkingar vóru illa fyri at
spæla norðoyarstevnudyst.
Teir høvdu akkurát ellivu
spælarar, og síðsta korterið
spældu teir við níggju
monnum. Bæði Heri Hend-
riksen fór av vøllinum við
reyðum korti, og Louis Bal-
sa sá tvær ferðir gult.
Kaj Roest kom langt upp
á skjúttaralistan, og um
tvørámenn høvdu verið
meiri nærlagdir í 2. hálv-
leiki, so kundu teir bøtt upp-
aftur meiri um málmunin.
VB–ÍF
95 ára føðingardagurin hjá
Vágs Bóltfelag var hildin
við manér. Teir høvdu sett
steyp æut at kappast um, og
bæði í 1. og í 3. deild vóru
teir so óbesketnir, at teir
Nú eru argajamenn fremstir
3. deild: FS Vágar fekk ikki mannað lið á Sandi, og leygardagin verður toppuppgerð í Gundadali
vunnu steypini sjálvir.
Fuglfirðingar eru langt frá
tí styrki, sum teir áður hava
víst í 3. deild. Komandi
leygardag fáa teir nýggjan
møguleika í Vágum – um
FS Vágar fær mannað lið –
meðan VB fær munnin full-
an, tá teir skulu spæla á
Toftum.
JH
Úrslit
7. umfar
B71–FS Vágar
FS Vágar møtti ikki
AB–B68 3–2 (1–1)
0–1: Jákup Olsen 5.
1–1: Svend Poulsen 36.
2–1: sjálvmál 48.
2–2: Oddmar Andreasen 53.
3–2: Signar Johannesen 73.
Skála–B36 1–0 (0–0)
1–0: Kaysten Rasmussen
KÍ–TB 2–9 (0–3)
0–1: Eyðun Svalbard 15.
0–2: Kaj Roest 35.
0–3: Just Johannesen 36.
0–4: Eyðun Svalbard
0–5: Kaj Roest
0–6: Kaj Roest
1–6: Bárður Andreasen
2–6: Louis Balsa
2–7: Jóhannes Johannesen
2–8: Jóhannes Johannesen
2–9: Kaj Roest
vunnin
tapt
mál-
dystirv
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 AB
7
6
-
0
-
1
35
12
23
18
2 B36
7
6
-
0
-
1
25
5
20
18
3 TB
7
3
-
2
-
2
29
20
9
11
4 Skála
7
3
-
1
-
3
13
15
-2
10
5 B71
7
3
-
0
-
4
12
19
-7
9
6 VB
7
3
-
0
-
4
20
29
-9
9
7 KÍ
7
3
-
0
-
4
17
37
-20
9
8 B68
7
2
-
2
-
3
19
17
2
8
9 ÍF
7
2
-
0
-
5
15
26
-11
6
10FS Vágar
7
1
-
1
-
5
12
17
-5
4
Støðan, 3. deild menn
VB–ÍF 4–0 (2–0)
1–0: Marner Richard 25.
2–0: Egil Steintórsson 33.
3–0: Rógvi Thorsteinsson
65.
4–0: Hans Pauli Dahl 80.
Máltindurin
Oddbjørn Joensen,
AB
9
Signar Johannesen
AB
7
Kaj Roest
TB
7
Egil Steintórsson
VB
7
Kári í Lágabø
VB
6
Aksel Højgaard
B68
5
Eyðun Svalbard
TB
5
Svend Poulsen
AB
4
Regin Arge
B36
4
Dánial P. Johansen
B36
4
Petur Niclasen
FS Vágar 4
Aksel Johannesen
KÍ
4
Just Johannesen
TB
4
Vinjard Guttesen
B36
3
Tummas Eli Hansen
B36
3
Jóannes Jakobsen
B68
3
Páll á Reynatúgvu
B71
3
Kristoffur Vidtfeldt
B71
3
Jákup Baldvinsson
ÍF
3
Hallur Christiansen
TB
3
Niels Gunnar Petersen
TB
3
8. umfar
leygardagin 10. juni
FS Vágar–ÍF
B68–VB
B36–AB
TB–Skáli
B71–KÍ