Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindablaðið sosialurin Nr. 108 - 8. juni 2000 16 tíðindablaðið sosialurin Nr. 108 - 8. juni 2000 NICLAS JOHANNESEN Ikki mundið tað koma óvart á nakran, at The Beatles aft- ur vóru ovastir á rókini, nú lesararnir hjá enska tónleik- aritinum “Q” hava valt bestu bretsku plátuútgávu gjøgnum allar tíðir. At tað gjørdist Revolver, høvdu øll nokk ikki roknað við - ser- liga tá hugsað verður um, hvussu miklan ans Stg. Pep- per’s Lonely Hearts Club Band vakti, tá hon kom út í 1967. Men Stg. Pepper má taka til takkar við einum 13 plássi í lesara atkvøðu- greiðsluni. Nakað serligt Revolver kom út árið fyri Stg. Pepper - í 1966. Hóast undanfarna plátan - Rubber Soul - gav ábendingar um, at The Beatles nú leitaðu sær út í krókar, har popp- tónleikur aldrin hevði verið áður, so kollvelti Revolver poppheimin. Plátan er rætt og slætt ein perlurøð av løgum. Stílurin er sera ymiskur frá lag til lag, men kortini varðveitir Revolver ein reyðan tráð og má av røttum metast sum eitt satt meistarverk. Bæði John Lennon og Revolver best Lesarar hjá enska tónleikaritinum “Q” hava valt 100 tær bestu ensku útgáv- urnar nakrantíð. Ovast eru The Beatles við plátuni Revolver 25 tær bestu bretsku 1. REVOLVER - The Beatles 2. OK COMPUTER - Radiohead 3. EXILE ON MAIN STREET- The Rolling Stones 4. LONDON CALLING - The Clash 5. A HARD DAY’S NIGHT - The Beatles 6. ASTRAL WEEKS - Van Morrison 7. THE BEATLES (White Album) - The Beatles 8. (WHAT’S THE STORY) MORNING GLORY - Oasis 9. BLUE LINES - Massive Attack 10. NEVER MIND THE BOLLOCKS. HERE’S THE SEX PISTOLS - The Sex Pistols 2.DARK SIDE OF THE MOON - Pink Floyd 3.STICKY FINGERS -The Rolling Stones 4.SGT PEPPER’S LONELY HEARTS CLUB BAND - The Beatles 5.LOW - David Bowie 6.MEZZANINE - Massive Attack 7.HUNKY DORY - David Bowie 8.ABBEY ROAD - The Beatles 9.SCREAMADELICA - Primal Scream 10. UNKNOWN PLEASURES - Joy Division 11. HOUNDS OF LOVE - Kate Bush 12. RUBBER SOUL - The Beatles 13. PARKLIFE - Blur 14. BRYTER LATER - Nick Drake 15. DEFINITELY MAYBE - Oasis 16. THE RISE & FALL OF ZIGGY STARDUST & THE SPIDERS FROM MARS - David Bowie Paul McCartney eru í topp- formi, samstundis sum eis- ini George Harrison loksins byrjar at býta frá sær - ikki minst við fyrsta lagnum á plátuni - Taxman. Longu áðrenn Revolver kom út mundu teir fýra John, Paul, George og Ringo hava varhugan av, at henda plátan fór at vera nak- að serligt. Revolver er stúgvandi full við blandi av sitarum, tablas, blásarum, strúkarum, bondum ið spæla aftureftir og effekt- um. Paul McCartney segði um hetta mundið: “Har eru ljóð, sum ongin hevur gjørt higartil, eg meini ongin, nakrantíð.” LSD-pláta Aftan fyri hesa kreativu eksplosjón búði tann sann- roynd, at The Beatles ikki longur ferðaðust kring allan heim og spældu fyri mann- fjøldum. Nú brúktu teir alla sína tíð í studiounum. Hetta hoyrdist. Tað var tó serliga eksperimentir við narkotika, ið setti sín dám á Revolver. Lennon royndi dúgliga LSD um hetta mundið, meðan McCartney roykti mariju- ana stútt. George Harrison var líka sum Lennon fasi- neraður av LSD. Lennon og Harrison fingu LSD fyrstu ferð, uttan at vita av tí. Teir vitjaðu ein tannlækna, sum koyrdi LSD fyltar sukur- molar í teirra kaffi. Harrison byrjaði um hetta mundið eisini at fáa áhuga fyri ind- iskum tónleiki og indiskari relegión. Hetta hoyrdist ser- liga á hansara Love You To, har sitarspæl setur sín dám á lagið. Longu triðja lagið á Re- volver - I’m Only Sleeping við “backwards” guitarum - gav ábendingar um LSD- rúsin, John Lennon ferðað- ist í hesa tíðina. Lennon segðist at sova til langt út á dagin og liva í rúsi um kvøldarnar og næturnar. Sjeynda lagið - She Said She Said - vísir beinleiðis til ein LSD rús í Hollywood, har Lennon royndi hetta rúsevnið saman við eitt nú kenda filmsleikaranum Pete Fonda. Mest psykedeliska lagið á Revolver - Tomorrow Ne- ver Knows - kann valla mis- skiljast: “Turn off your mind, rel- að and float downstream” syngur Lennon gjøgnum eitt snurrandi Lestley kabi- nett. Aftan fyri doyvdu- røddina hjá Lennon ýla loopaði bond, ið spæla aft- ureftir, so tað ljøðar sum likkur í havsneyð. So langt úti í kreativum galskapi og genialiteti hevði popptón- leikur ongantíð áður vassað. Tíð til eksperiment Revolver er ikki bara ein surrealistiskur túrur í tokum Lennons. McCartney hevur hvørki áður ella síðani verið í so góðum formi, sum á Revolver. Hann skrivaði ev- ergreens balladir so sum Here, There and Every- where og For No One. Eis- ini McCartney prísaði (meira dult enn Lennon) narko við kanska mest groo- vandi Beatles sanginum nakrantíð - tí Motown hug- aða Got To Get You Into My Life. Men absolutta meistar- verkið hjá Paul McCartney á Revolver man vera lagið Eleanor Rigby. Hetta var fyrsta lagið nakrantíð, har ongin av teimum fýra beat- lunum spældu nakað ljóð- føri. Tekstliga man hetta eisini vera ein av sterkastu søgunum, McCartney nakr- antíð hevur skrivað. Lennon hevur sagt, at hann skrivaði fittan part av tekstinum, men viðgekk seinni í eini samrøðu við blaðið Rolling Stone, at hann var so rúsað- ur hesa tíðina, at hann minn- ist at kalla onki. Onnur, ið vóru innarliga í Beatles um- hvørvinum vilja vera við, at Lennon hevði onki at gera við Eleanor Rigby. Eftir stendur íð hvussu er ein klassikari. George Harrison, sum á seks teimum undanfarnu plátunum bert hevði megn- að at fáa fýra løg ígjøgnum heimsins strangasta vrakar- astovn - “Lennon-McCart- ney” - skrivaði trý løg á Revolver, Taxman, Love You To og I Want To Tell You. Serliga Taxman, við klassiska, sterkum guitar- riffum og framúr bassspæli, er eitt lag, sum hevur verið nógv eftirapað síðani av øðrum artistum. Ringo Starr, tann mest jarðbundni og minst narko eksperimenterandi, setti eis- ini sín dygga dám á Revolv- er. Ikki bert við sínum trummuspæli, men eisini við sínum sangi á tí, íð Q kallar besti barnasangur nakrantíð: Yellow Submar- ine! Á 14 einastandandi løg- um ferðaðust The Beatles runt allan sólarringin við Revolver. Eisini produsarin George Martin hevði kensluna av, at Revolver fór broyta popp- heimin: “Ábendingarnar vóru longu har. Eleanor Rigby og Tomorrow Never Knows góvu sterk tekin um, hvat var ávegis. Tey vóru slóðbrótarar fyri einum full- komiligum stílskifti. Sjálvt eg uppfataði ikki, hvussu merkisvert hetta var, og heldur ikki orsøkirnar til tess. Flower Power og hipp- ie-narko-kollveltingin var í gerð, ávirkaði dreingirnar beint framman fyri mínum eygum, og kortini forðaði mítt egna bláoygni mær í at uppfata, júst hvat tað var, sum hendi. Eg visti nóg illa, hvussu pot luktaði, hóast roykurin stóð í nasarnar! Men eg skilti kortini, at okkurt var 8 ferð við at henda við tónleikinum, sum vakti mínar kenslur. Tíðin var búgvin at experiment- era.” 34 ár aftan á hetta rimmar skotið, er framvegis krút í Revolver. Revolver kom út árið fyri Stg. Pepper - í 1966. Hóast undanfarna plátan - Rubber Soul - gav ábendingar um, at The Beatles nú leitaðu sær út í krókar, har popptónleikur aldrin hevði verið áður, so kollvelti Revolver poppheimin Viðmerking: Eitt vetrarkvøld í Nóatúni. Hans Gammeltoft-Hansen heldur ein frálíkan fyrilestur um danska umboðsmanna- stovnin. Einir 2 mánaðir eru nú gingnir. Væl av fólki var samankomið. Vildu ivaleyst hoyra um hetta fyrimyndar- liga fyribrigdið, sum danir eru nærum heimskendir fyri. Tá ið hesin fryntligi dansk- arin hevði lirað fyrsta partin av sær, varð orðið latið publ- ikum, og ikki óvæntað varð vargur í fylginum beinanveg- in. Formaðurin hjá føroysk- um fiskimonnum skeytst upp úr rúgvuni, tóktist ørkymlað- ur, ella dopaður av skizofren- um andum, sum onkursvegna høvdu verið í takholt við hann, og kanska høvdu gear- að hann upp til hetta stóra slagið, sum nú skuldi standa, - ímóti hansara egnu lands- monnum. Herðindini mintu ikki sørt um ein grønlendskan andamanara, sum gevur mot- orinum eina tonn afturat, tá ið hann varnast, at eingin í hesum heimi trýr uppá hann longur. Kend eru orðini, - tað er ilt at spáa. Tað kann nú eisini hava verið sjálvhypn- osa, við ymsikum effektum hevur hon verið kend leingi, í hvussu er líka síðani ólag kom á í halgidóminum í Delfi á sinni, tá ið hellenska prest- innan Pythia kom í trance, við hesum sama & sjaldsama sál- ardrátti. Bakbitini heglaðu niður yvir føroyingar Fyri opnum tjaldi heglaðu bakbitini niður yvir føroying- ar og føroysk viðurskifti, í- meðan danski paralellurin var hevjaður til skýggjað. Eingin ivingur. Formaðurin var í ess- inum. Hann lætst at kenna Gammeltoft, men ólukkutíð kendi Gammeltoft ikki Óla, og tað gjørdi løtuna ikki so lítið pínliga. Tað mundu vera fleiri við mær, sum hoyrdu skotríðurnar, tá ið størri part- urin av forsamlingini krepti sínar ísakøldu tær uppundir blóðsprongdu iljarnar. Trag- ikomikkurin varð fullkomin tá ið danski umboðsmaðurin hevði svarað. Hann helt lítlan mun vera á donskum og før- oyskum viðurskiftum, tá ið um rættartrygd og alment handalag galt, og afturvísti við fáum orðum allari niður- gerðanini hjá fiskimannafel- agsformanninum. Avleiðing- in varð so, at hann sat sum lundi sligin á nevið eina góða løtu, ella í hvussu er somikið leingi, at onkur annar kundi koma til orðanna, á hesum, annars rættiliga áhugaverda fundi. 3600 kærur koma til danska stovnin um árið. 1200 av teimum verða tiknar burt- urúr rúgvuni og avvístar, - sum verandi óseriøsar. Hetta fekk undirritaða at spyrja spurningin: “Hr. Gammel- toft-Hansen, sum tey flestu munna vita, so finnast tað fólk í øllum samfeløgum, ið hava tað sum hobby, at kver- ulera um alt sum rekst uppí høvdið á teimum, í grundini er tað bara hugflogið sum set- ir markið fyri teirra gøren og laden á hesum øki. Kunna tygum upplýsa okkum, um tað eru nógvir afturvendandi persónar ímillum hesar 1200 avvístu kærurnar, og kann man við vissu siga, at hesir eru eitt slag av professionell- um kverulantum?” Ikki eitt eyga var turt, tá ið floytuspælarin hevði gjørt burturav sær. Svarið var eminent, fyri ikki at siga listarligt. Nú vita vit, at umboðsmaðurin er ein fenomenalur floytuspælari, men at hann var ein so be- gávaður listamaður, soleiðis sum tað kom til sjóndar hetta kvøldið, - tað mundi fáur vita. Tá ið hann var liðugur at lýsa hesar donsku kverulantarnar, var ikki eitt eyga turt í Nóa- túni. Alt sat í skellilátri, tað varð um tað lagið, at onkur kódnaði av andaneyð, ímeðan aðrir fóru uttar, at kasta sær á vatninum, ella bara spákaðu sær ein túr á steinsetta túni- num, og komu so innaftur so hvørt sum teir høvdu hálað seg sjálvar niðuraftur, - úr hesi komisku sferu, ið nú var íkomin. Hann kendi ikki for- mannin, og uttan at vita av tí, hevði Gammeltoft-Hansen, við beinraknum orðum, roytt hvønn trevil av Óla Jacobsen, sum sat har so spillnakin, og skilti ikki eitt petti av hesi oratorisku djúpvatnsbumbu, ið hevði rakt hann so meint. Analysan av kverulantinum hevði oyðilagt honum alt kvøldið, og ætlaða alliansan við danska umboðsmannin, ímóti føroyingum, miseyðn- aðist totalt, hetta av tí heilt einfaldu orsøk, at hesin gløggi og sobri danskarin, gjøgnumskoðaði primitivu komplexini, sohvørt sum skotríðurnar komu. Hann var ikki komin til Føroya fyri at dyrka gamlar politiskar skeivleikar, men heldur fyri at siga føroyingum frá, hvussuleiðis rættartrygdin kundi styrkjast í framtíðini m. a. við einum føroyskum um- boðsmannastovni. Ein kon- struktivur maður, mótvegis maniska og afturlítandi pet- itessu-politikki Fiskimanna- felagsins, - undir tess núverandi leiðslu. Stórsta uppfinnilsið síðani bubble-gummið Eg vildi ikki havt talað. Mær dámar ikki at gera fólki ó- náðir, og tað hevði heldur ikki verið ætlanin hetta kvøldið. Av óvart kom tað bara soleið- is fyri, at bygdamaðurin varð tikin á tí skeiva beininum. Gammeltoft-Hansen hevur størri ábyrgd av hesum enn undirritaði, men lættast er at leypa um garðin harið hann er lægstur, og soleiðis hava hesar undarligu wanted- myndirnar verið at sæð í FF- blaðnum líka síðani. Man fær associatiónir til hesar amer- ikansku kóvboy-filmarnar, harið wanted-uppsløgini, um eftirlýstar gangstnarar, eru nelgd á hvønn lyktapela og á hvørja sveiggjhurð á lokalu salónunum. Munurin er í grundini bara hann, at í hes- um leikinum er sheriffurin føroyingur. Tað varð einaferð sagt í einum Rukkulakka, at Pauli Ellefsen var stórsta uppfinnilsið, síðani bubble- gummið sá dagsins ljós, á fyrsta sinni, men tað er ikki langt ífrá, at hann hevur funni ein kvalifiseraðan avloysara í fiskimannafelags-formann- inum. Frammanfyri mær, her í kjallarabunkaranum, hongur hin kenda myndin av øllum teimum, sum stovnaðu Før- oya Fiskimannafelag í 1911. Havi sum smádrongur gingi ímillum fleiri teirra, so eg kendi nakrar av teimum per- sónliga. Eri eisini slektaður at fleiri. Á bróstinum í hini sunnaru og betru stovuni hjá abba mínum, úti í Grógv í Syðrugøtu, hekk alt tað eg kann minnast, eitt innramm- að heiðursbræv frá Fiski- mannafelagnum, ið váttaði, at abbi mín, Jóan Elias Greger- sen, var ein av teimum, sum var við til at stovna hetta heiðurliga og stolta felag, ið hevur havt so ómetaliga stór- an týðning, ikki bara fyri fisk- imenninar, men fyri alt hitt føroyska samfelagið. Stóri hugsjónarmaðurin, Erlendur Patursson, sáli, hevur undir- skrivað skjalið. Øll hini er pr. definitión politiskt avmarsjeraði S.P. Konoy er sjálvandi við á myndini, - somuleiðis ein stórur hugsjónarmaður. Nógvir aðrir av hesum kali- brinum hava liva tætt uppat felagnum upp ígjøgnum tíð- irnar, og tað verður ov lang- drigið at nevna nøvn uppúr rúgvuni. Rasmus á Háskúla- num átti kanska at verið nevndur burturúr, sum ein dyggur stuðul og kveikjari, serliga í blaðútgávuni ígjøgn- um nógv ár. Substansurin tá og nú er sum dagur og nátt. Nú gjalda føroyskir fiski- menn góðlýðnir fyri, at ring- asta javnaðargorið nakrantíð, verður sprænt út í føroysku fólkasálina, goldið úr kassa 1 hjá hesum somu, sum fyri mesta partin munna verða sjálvstýris- & ella fullveldis- menn. Tað skal vera løgið annað, um ikki okkara besta og sterkasta fólk, hevur tað lívssjón, at teir vilja liva í einum frælsum landi. Bara tankin um hitt øvugta er full- komuliga absurdur, spurning- urin er bara, hvussu leingi teir lata hetta um seg ganga(?) Fiskimenn eru vanliga eitt seigligt & stillført fólkaslag, men tá ið tað so einaferð kók- ar yvir, tá er tað ikki við mýk- indum. Vónandi hendir hetta skjótt, soleiðis at núverðandi formaðurin, ein av stovnarum Eysturoyar Tjóðveldisfelags, verður trevsaður so illani, at hendan ófrælsis- & javnað- arflokskampanjan verður rykt upp við rót, og kann halda uppat einaferð fyri allar. Minnist sum barn, at man onkuntíð plagdi at eyg- leiða hesar orkumálararnar frá SEV, sum hanga í hvørj- um húsi í Føroyum. Serliga hendan forvitnisliga teljaran, á síni ævigu rundferð. Ávísar politiskir heilar hava hetta sama ævinliga gonguverkið í sær, støðast sjáldan, leypa flokk av flokki, og tað sum teir hava til felags, er sjálv- andi, at øll hini, altíð, pr. definitión, - eru politiskt av- marsjeraði. Ein fullkomin fusari av eini ákæru (!) Dagfinnur Danbjørg hevði eina fitta, lítla grein í Dimm- alætting, stutt eftir at undir- ritaði var farin av Føroya Løgtingi. Í eini meinaleysari og moderatari útgávu, reisti hann áleið sama spurningin, sum Óli Jacobsen nú kemur við, - nærum tveir mánaðir seinri. Hugsi ikki at Danbjørg hevði nakran illan tanka við sínum fyrispurningi, - vildi helst bara hava greiði á tí sum var fyrifarist. Nú tá ið hann búleikast á flatlondum, í eitt skiftið, fær hann kanska ikki so neyvar informatiónir hið- ani, soleiðis at samfelags- myndin verður heilt so heil- skapað, sum hjá teimum, ið her ganga og mala dag og dagliga. Gangi út ífrá, at Dag- finnur hevur verið nøgdur við svarið, tá ið eg ongantíð hoyrdi nakað frá honum aftur. Øll onnur, sum eg havi tosað við um hetta málið, skiltu boðskapin, men tað man fisk- imannafelagsformaðurin so, eftir øllum at døma, ikki hava gjørt. Nú leggur hann undir- ritaða motivir til, sum eru mær fullkomuliga fremmand. Hví í víðastu verð skuldi eg vilja havt skovluna undir partamannin, Signar á Brúnni (?) Hvat er hetta fyri ein sjúk- ur tanki(?) Hvat skuldi eg fingið burturúr tí(?) Hvat skuldi Tjóðveldisflokkurin fingið burturúr tí(?) Hvat skuldi fullveldisætlanin fing- ið burturúr tí(?) o.s.fr. Hetta munna vera herðindir av gomlum skizofrenum leivd- um, frá totala kaosinum í Verkamannafylkingini, sum nú herja hendan mest mis- eyðnaða føroyska politikkar- an, nakrantíð, onnur orsøk er ring at finna, - til hendan full- komna fusaran, - av eini á- kæru(!) Hví fer Løgtingi ikki til hús med alla, um lógirnar ikki skula haldast allíkavæl(?) Umframt almenna svarið til Dagfinn, havi eg bara út- talað meg einaferð um hetta nú so famøsa málið, - um Signar á Brúnni og stýris- skipanarlógina. Tað var tá ið Ingi Rasmussen ringdi meg upp, og spurdi um eg helt, at tað skuldi fáa avleiðingar, um so var, at landsstýrismaðurin í kenslumálum hevði brotið stýrisskipanarlógina. Kanska skuldi eg ongantíð havt svar- að, tað hevði so ongan mun gjørt í sjálvum málinum, men skuldi eg svara, so mátti tað sjálvandi verða játtandi, alt annað hevði verið tað reina nonsens, fyri at siga tað milt. Hvat skula vit annars hava hesar lógirnar til, um landsins hægstu menn, fólksins tæn- arar, ikki skula halda tær(?) Signar hevur eftir øllum at døma handlað skeivt, eftir ússaligari ráðgeving, og sjálvandi er tað spell, men tað er ongin ólukka, heldur ikki fyri hann, og soleiðis verða slík mál, ið hvussu so er, ikki uppfataði í øðrum londum, harið ráðharrarokadir og út- skiftingar eru gerandiskostur. Tjóðveldisflokkurin & Sign- ar á Brúnni tóku avleiðing- arnar, gingið varð ikki uppá kompromis við rættartrygd- ina, hesa fyrstu ferðina lógin skuldi standa sína roynd. So- leiðis handla flokkar & menn, ið ferðast á ovastu rókum samfelagsins undir totalari á- byrgd. Tað at eg misti ting- sessin, í hesum samanhang- inum, ger minni, og hevur ongan sum helst týðning yv- irhøvur. Men sæð í tí ljósi- num er hendan spaka- & ella skovlu-ákæran frá Óla Jac- obsen heilt og aldeilis horri- bul, og gevur púrasta onga meining hjá fólki, sum bara hava sítt vanliga tankagóðs, at peila av við. Harraguð, maður. Legg eina sivila rættarsak ímóti Landsstýrinum. Nú koblar formaðurin Yrk- isráðið uppí hetta málið, sum er umrøtt omanfyri. Og hann spyr beinleiðis: “Í hvørjum førum skal tað hava avleið- ingar, at stýrisskipanarlógin verður brotin, og í hvørjum førum kunna brot góðkennast og stuðlast?” Gamalt er, at eitt býtt kann spyrja meiri enn 10 begávilsir kunna svara uppá. Men álvaratos Óli. Máti skal vera við. Sjálvandi skula øll brot á stýrisskipan- arlógina fáa tær neyðugu av- leiðingarnar, sum fyriskrivað er. Tað kunna vit væl saktans ikki verða ósamdir um. Men hetta málið hevur jú verið og vent í landsstýrismálanevnd- ini, og tá ið teir ikki hava hildið hetta málið verið brot á galdandi lógir, so kunna tingmenn, í útgangspunkti- num, ikki fyrihalda seg øðr- vísi enn teir hava gjørt, nevn- iliga at góðtaka tað sum nevndin varð fullsamd um, vælsaktans og vónandi, eftir at hon hevði kannað málið til botns. Soleiðis er hin poli- tiska skipanin nú einaferð. At tú so seinri hevur bílagt eitt svarð frá einum ella øðrum donskum gummijuristi, tað er so eitt annað mál, og tað hev- ur ivaleyst eisini givið kassa 1 á Fiskimannafelagnum nakrar økonomiskar skav- ankir. Men hvat tað skal brúk- ast til, tað veit eg líka so lítið sum nakar annar, og mín støða til málið kann ongan áhuga hava, tá ið eg bara eri ein av 45.000 vanligum før- oyingum, sum ikki finni meg í, at verða pilkaður út úr rúgv- uni, av Óla Jacobsen, fyri at svara uppá eitthvørt, tá ið hesi undarligu herðindini royta hann upp í eitt slag av polit- iskari ekstasu. Kanska hevði tað verið vert at roynt eina rættarsak í hesum máli, Fisk- imannafelagið vs. Føroya Landsstýri. Men hondina á hjartað, Óli, hetta málið hjá Signari líkist ikki hesari kast- ibløkuni hjá tær, tá ið løg- tingsgrannskoðararnir í nið- urstøðuni, í roknskapinum fyri Sjónvarp Føroya, bein- leiðis staðfestu, at stýrisskip- anarlógin var brotin. Og hví gjørdi tú ikki okkurt við mál- ið um Yrkisráðið, tá ið tú var løgtingsmaður, og fyri alt tað, tá ið tú, enntá, var landsstýr- ismaður, í tveimum skiftum, í seinasta løgtingsskeiði(?) Rúna Sivertsen hevur sett Óla Jacobsen skák í mát Nú veit eg ikki um tað er ein óskrivað sátt ímillum poli- tikkarar, ikki at svarða Óla Jacobsen aftur. Okkurt bendir á at so er, tí sjaldan kemur hetta fyri. Eingin orkar og tímir hesa verbalu marathon- skrivingina, ið sjaldan endar við øðrum, enn eini full- komnari oyðimarkargongd. Tó síggi eg nú, at Rúna Siv- ertsen, tingkvinna, hevur sett formannin, meiri ella minni, skák í mát, í Dagblaðnum, - av øllum. Úr sínum upp- vøkstri og úr fyritakssama umhvørvinum har norðuri, kennir hon viðurskiftini hjá føroyska sjófólkinum, betur enn tey flestu, so hetta sær ikki so lítið spennandi út. Tá ið nú Rúna hevur innstillað kanónirnar, man tað verða tí, at hon ætlar at stilla upp ímóti Óla, til formansvalið seinri í ár, okkurt er undir uppsigling, tað frættist nú ymsastaðni í fiskimannaumhvørvinum, og nógva ónøgdin, í skýmaskot- unum, bendir á eitt skiftið, sum kemur óvæntað á tey flestu. Ja, hví ikki eina for- kvinnu í Føroya Fiskimann- afelag. Rúna hevur í hvussu er, víðskygdari sosialar hugsanir enn núverðandi for- maðurin, tá ið hon rør upp- undir eftirlønarskipanir et cetera. Illar tungur vilja verða við, at formaðurin er einasti limur felagsins, sum hevur eina slíka, men kanska er hon so kostnaðarmikil fyri felag- ið, at ráð ikki eru til so nógv annað. Hetta verða míni sein- astu orð í hesum málið. Um formaðurin hjá føroyskum fiskimonnum, fremsti ófræls- is-tænari føroyinga, sponsor- eraður av sínum góðvarnu limum, so heldur fram til dómadags, og líkamikið hvussu grovur og perfidur hann annars verður, so fær hann einki svarð aftur hiðani. Over and out. Tórbjørn Jacobsen VAR TAÐ HANS GAMMELTOFT-HANSEN, SUM ÓTILVITAÐ ÍBIRTI OG FANN HENDAN NÝGGJA FÍGGINDAN HJÁ ÓLA Í TJØRNUSTOVU?