hósdagur 8. juni 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 108 - 8. juni 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 108 - 8. juni 2000
Umhvørvið í hondunum
á oljufeløgunum
Vanliga hava londini eisini
orðað ein umhvørvispolitikk,
áðrenn sjøtil verður settur á
oljuvinnuna. Ein slíkan poli-
tikk hava Føroyar heldur
ikki.
Mannagongdin í Føroyum
er
øðrvísi
enn
vanliga
mannagongin í øðrum lond-
um við oljuvinnu, sum Jan
Sørensen veit um.
Í Føroyum eru tað olju-
feløgini sjálvi, sum í fyrsta
lagi stinga út í kortið hvat tey
ætla og vilja. Men í síðsta
enda skulu føroyingar góð-
kenna, at oljufeløgini ikki
taka nøkur óráð fyri á um-
hvørvisøkinum.
Føroyskir myndugleikar
mugu við øðrum orðum duga
at lesa eina EIA-frágreiðing
- og gjøgnumskoða um skil
er í metingunum.
Hendan
serkunnleika
mangla føroyingar, nú olju-
leitingin stendur fyri durum,
sigur Jan Sørensen.
– Í Føroyum verður tað lat-
ið upp til oljufeløgini at gera
sítt besta, tí okkum vantar tað
neyðugu servitanina í løtuni.
Tað er latið upp í hendurnar
á oljufeløgunum at vísa hvat
ið tey duga. Tað er politikk-
urin, sigur Jan Sørensen.
Signalini mangla
Sambært stjóranum á BIO-
FAR er tað eitt vandamál, at
Føroyar ongan umhvørvis-
politikk hava orðað enn.
Eyðun Elltør, landsstýris-
maður í oljumálum hevur fyri
rúmari tíð lovað, at seta eina
nevnd at orða ein umhvørvis-
politikk. Men enn er eingin
nevnd sett.
At eingin umhvørvispoli-
tikkur er, merkir at olju-
feløgini ongar høvuðslinjur
hava at ganga eftir, tá ið tey
fyrireika seg til oljuvinnuna.
Tey hava við øðrum orðum
ongar greiðar ábending um
hvussu álvarsliga tær al-
mennu Føroyar meta dálk-
ingarvandan.
Spjaddur serkunnleiki
Sambært Jan Sørensen er tað
UMHVØRVI. Føroyska umsitingin er eftirbátur á um-
hvørvisøkinum. Oljufeløgini seta dagsskránna á umhvørv-
isøkinum og tað hevur skund, at fáa tann neyðuga førleik-
an, sum kann geva oljufeløgunum eitt mótspæl, sigur
stjórin á royndarstovuni BIOFAR í Kaldbak
Fólk frá BIOFAR gera kanningar
umborð á rannsóknarskipi
Mynd: BIOFAR
Dánjal Højgaard
Ein møgulig oljuvinna nærk-
ast við risafetum.
Umsóknarfreistin, at vera
leita eftir olju í føroyskum øki
er júst úti. Gongs sum ætlað
kunnu tey fyrstu oljufeløgini
seta borin í føroyska havbotn-
in kanska longu um eitt ár.
Men hóast vit standa á gátt-
ina til eina oljuvinnu, so eru
føroyingar enn ongan veg
komnir at byggja eina um-
hvørvisumsiting. Eina um-
siting, sum hevur fakligan
førleika at tryggja, at tey
neyðugu fyrilitini verða tikin
til umhvørið, tá ið farið verð-
ur at bora.
Í løtuni eru tað oljufeløgini
- og ikki føroyskir myndug-
leikar - sum seta dagsskránna
á umhvørvisøkinum, sigur
Jan Sørensen, leiðari á
royndarstovuni BIOFAR í
Kaldbak.
-Vit vera drigin aftaná olju-
feløgunum, tá ið tað ræður
um at verja umhvørvið. Og
tað kann sjálvandi vera eitt
vandamál, sigur hann.
Blátt stempul
Áðrenn oljufeløgini sleppa at
bora skulu tey hava eina um-
hvørvisgóðkenning frá før-
oyskum
myndugleikum.
Hvørt einasta felag ella sam-
tak skal lata inn lata inn eina
sonevnda EIA-frágreiðing
(Environmental Impact As-
sessment). Hetta er ein frá-
greiðingin, sum lýsir um-
hvørvið í leitingarøkinum -
og tað árin, oljuvirksemið
kann hava á umhvørvið.
Árinskanningin skal við
øðrum orðum vissa føroyskar
myndugleikar um, at oljufe-
løgini vita hvat tey gera á
umhvørvisøkinum.
Mangla servitan
Jan Sørensen sigur, at higartil
er tann neyðugi peningurin
ikki settur av at byggja eina
umhvørvisumsiting á olju-
økinum. Hetta átti longu at
verið gjørt fyri rúmari tíð
síðani, heldur hann.
Dánjal Højgaard
Ein serfrøðinganevnd skal nú
taka støðu til, um neyðugt er
við fleiri forkanningum av
havbotninum suður-eystan-
fyri Føroyar.
Hetta varð avgjørt á fundi
í altjóða samstarvsbólkinum
GEMS, sum er stytting fyri
Geotechnical-Environment-
Metocean and Safety.
Í serfrøðinganevndini situr
Jan Sørensen, leiðari fyri
BIOFAR í Kaldbak saman
við tveimum útlendskum ser-
frøðingar. Teir skulu koma
við einum tilmæli fyri 1.
august í ár.
Tað eru oljufeløgini, sum
ætla at leita eftir olju í før-
oyskum øki, sum standa aft-
anfyri GEMS. Hesi feløg eru
áhugaði, at vita so nógv sum
gjørligt um lívfrøðina í
leitingarøkinum. Hetta so, at
tey kunnu tryggja sær tað
neyðugu
umhvørvisgóð-
kenningina tá avtornar.
Tískil hava rannsóknirnar
hjá BIOFAR eisini týdning
fyri oljufeløgini. BIOFAR
hevur júst latið tvær kann-
ingar úr hondum, sum olju-
feløg hava fíggjað. Onnur er
at botnlívinum inni við land.
Hin er gjørd fyri GEMS og
er aktuell í sambandi við eina
komandi oljuleiting. Kann-
ingini er júst latin GEMS,
men fyribils er hon ikki al-
menn.
60 kanningarstøð
BIOFAR hevur gjørt lívfrøði-
ligar botnkanningar á tilsam-
ans eini 700 støðum kring
Føroyar. Av hesum eru 60 í
økinum, har mett verður, at
størsta sannlíki er fyri, at
oljuleitingin, sum byrjar
næsta ár, verður.
Rannsóknirnar hjá BIO-
FAR eru kortini ikki tað ein-
Grafikkur Sosialurin
Jan Sørensen, leiðari á royndarstovuni BIOFAR í Kaldbak við korallum, sum veksa á hav-
botninum, har ætlanin er at royndarbora eftir olju. Umhvørvisfelagsskapir siga, at korall-
irnar eru í vanda, men líkt er til tær eru harðbalnari, enn felagsskapirnir halda, tí tað er
staðfest, at korallirnar veksa á sjálvum boripallunum Mynd: Jens Kr. Vang
ein trupulleiki, at serkunn-
leikin á umhvørvisøkinum
innan oljuvinnuna er so
spjaddur.
Sum er sita serfrøðingarnir
bæði á Fiskirannsóknarstov-
uni, Heilsufrøðiligu Starvs-
stovu og á BIOFAR. Hesir
serfrøðingar eru upptiknir av
øðrum uppgávum og stovn-
arnir hava avmarkaða orku at
taka sær av oljuumhvørvi
burturav.
Í Føroyum er bert eitt fólk,
sum burturav tekur sær av
umhvørvinum í sambandi við
oljuvinnu. Hetta fólk er júst
sett á Heilsufrøðiligu Starvs-
stovu og hevur um hendi lóg-
ina um havumhvørvi.
Mugu játta pening
Jan Sørensen sigur, at pen-
ingur má játtast at menna
tann neyðuga førleikan á um-
hvørvisøkinum.
Hinvegin setir hann spurn-
artekin við, um tað er skila-
gott at bygga eina nýggja
deild, at umsita oljuum-
hvørvið. Ella um rættast er,
at útbyggja servitanina, sum
longu finst á stovnunum.
– Tað kann vera eitt tví-
eggjað svørð, at stovna eina
nýggja deild til hetta økið,
sigur Jan Sørensen, sum ótt-
ast fyri, at stovnarnar verða
tappaðir fyri serkunnleika.
Vandi fyri inhabiliteti
Jan Sørensen viðgongur, at
vandi kann vera fyri in-
habiliteti, av tí at serfrøðin í
Føroyum innan oljuum-
hvørvið er so avmarkað.
Raksturin av BIOFAR
verður t.d. lutvís fíggjaðar
við privatum konsulentvirk-
semi fyri oljufeløg. Tí fær
BIOFAR ikki samstundis
verið ráðgevi hjá teimum,
sum í síðsta enda skulu um-
hvørvisgóðkenna somu olju-
feløg, ávarar stjórin.
Ein slík støða kann lættliga
gerast aktuell. Tí í løtuni situr
BIOFAR inni við servitan,
sum eingin annar hevur.
∆
Serkunnleikin skal nú taka støðu til,
um neyðugt er við neyvari
lívfrøðiligum kanningum av botninum,
har oljuleitingin væntandi verður næsta
ár
asta, serfrøðingarnir hava at
styðja seg til.
Aðrar lívfrøðiligar botn-
kanningar eru eisini gjørdar
í tí aktuella økinum. Hetta eru
kanningar sum eru eldri enn
tær hjá BIOFAR.
Eisini eru neyvar kanning-
ar gjørdar av botninum við
tær bretsku oljuleiðirnar
skamt frá føroyska markin-
um. Hesar kanningar eru
gjørdar við atliti til bretsku
oljuvinnuna, men tær kunnu
eisini geva eina ábending um
lívið føroysku megin markið.
Jan Sørensen, leiðari á
BIOFAR er varin, tá ið hann
verður spurdur um kunn-
leikin til plantu- og dýralívið
í føroyska leitingarøkinum er
nóg góður.
Hann sigur, at tað mest
sannlíka leitingarøkið gongur
frá katinum á Hetlandsrenn-
uni og niður í sjálva rennuna.
Sotatt er talan fyri eitt stóran
part um eina djúpa havleið,
sum er 1.000 metrar djúp og
kanska djúpri.
Sambært Jan Sørensen er
djóralívið niðast í Hetlands-
rennuni ríkt, men kortini
einstáttað. Mynstrið er stórt
sæð tað sama sum niðri í sjó-
num í Norskahavinum, sigur
hann.
Neyvari kanningar
Kemur serfrøðinganevndin
undir GEMS til tað niður-
støðu, at fleiri kanningar
mugu gerast við havsins botn
verða kanningarnar gjørdar
beinanvegin.
Umframt møguligar for-
kanningar skulu oljufeløgini
eisini hvør í sínum lagi gera
neyvari lívfrøðiligar kann-
ingar í leitingarøkjunum,
sum tey fáa tillutað. Hetta eru
kostnaðarmiklar kanningar,
sum krevja bæði fólk, útgerð
og skip.
Jan Sørensen heldur tað
vera hugsandi BIOFAR eisini
verður við í teimum endaligu
kanningunum.
∆
Frøðingarnir meta
um botnkanningar
Ráðgeving
gevur pengar
BIOFAR hevur ein virknan leiklut í fyrireikingunum til
eina møguliga oljuvinnu. Royndarstovan í Kaldbak hevur
gjørt lívfrøðiligar kanningar av plantu- og dýralívinum við
havsins botn, sum oljufeløgini hava fíggjað.
Stovnurin hevur nýliga latið úr hondum eina frágreiðing
um tær innaru leiðirnar, sum oljufeløgini Amerada Hess,
BP, Conco, Mobil, Philips Petroleum og Texaco hava
fíggjað. BIOFAR ert eisini júst liðugt við eina frágreiðing
um leitingarøkið í landsynning úr Føroyum. Tað er verk-
ætlanin GEMS, sum hevur fíggjað hesa ætlan.
Umframt kanningar fyri oljuvinnuna ger BIOFAR eisini
nógvar kanningar fyri alivinnuna. Hendan ráðgeving er í
dag við til at fíggja virksemið á royndarstovuni, sum byrjaði
sum ein altjóða verkætlan í 1988.
Mynd: BIOFAR