Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 108 - 8. juni 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 108 - 8. juni 2000 NOTAT, sum P/F Vágatunnilin hevur sent Føroya Landsstýri: Útbjóðing og val av tilboðum ísv. Vágatunnilin Í samsvar við tilmæli til aðalfundin í felagnum 24. juni 1999, upplýsingar latn- ir á kunningarfundi fyri løgtingslimir o.o. á Hotel Føroyum august 1999, upp- lýsingar latnir Løgtingsins Vinnunevnd og almenning- inum annars, hevur Vága- tunnilin p/f latið bjóða út tunnilsgerð millum norður- lendska arbeiðstakarar og vegagerðina millum før- oyskar arbeiðstakarar. Teir, ið bjóða uppá tunn- ilsgerðina eru 1.E. Pihl & søn A/S, E. Pihl & Søn P/F, Ístak hf, Skanska AB 2.Højgaard & Shultz A/S, Selmer ASA, Veidekke ASA 3.NCC Danmark A/S, NCC Noreg AS 4.Mika AS, AF Spesialpro- sjekt ASA, J&K Petersen P/F Teir, ið bjóða uppá vega- gerðina eru 1.Byggisamtøkan HON 2.SP/F JHR entreprenørar 3.P/F Byggitek 4.P/F J&K Petersen 5.P/F Guttesen & Staksberg 6.P/F á Heygum 7.Kanjon sp/f Í útbjóðingarskrivingum ísv. vegagerðina v.m. hevur felagið í samsvar við licita- tiónslógina §2, stk. 4 gjørt vart við, at licitatiónin er bundin, og í samsvar við §4, pkt 2) gjørt vart við at fe- lagið tilskilar sær rætt til frítt at velja millum inn- komnu boðini ella at havna øllum. Við licitatiónina fyri vegagerðina komu boð frá 7 fyritøkum inn. Til tess at meta um hvat boð er til mestan fyrimun fyri felagið, verða boðini mett út frá: • Samsvar við ætlan fyri út- bjóðing • Prísi • Alternativum og reguler- ingum • Tekniskum viðurskiftum, so sum uppskot til ar- beiðsætlan og amboð • Skipan av arbeiðinum, leiðslu og manning • Fíggjarligum umstøðum Undirsjóvartunnilsgerð er so mikið krevjandi arbeiði við atliti til leiðslu, tøkni og fíggjarligum førleika, at felagið helt tað vera neyð- ugt at venda saær til norð- urlendskar arbeiðstakarar og hava oman fyri nevndu samtøk hvør í sínum lagi veitt nøktandi upplýsingar um umstøður teirra við at- liti til hesi viðurskifti. Sam- stundis er gjørt feløgunum greitt, at tey umframt prísin m.a. koma at verða mett eftir samstarvi teirra við før- oyskar fyritøkur. Felagið hevur tilvitað valt at bjóða vegagerðina út millum føroyskar arbeiðs- takarar. Hóast fyrimunir kundu verið við at bjóða tunnils- og vegagerð út undir einum m.a. við atliti til samskiping av arbeiðin- um, valdi felagið hesa sund- urluting við tí fyri eyga, at geva føroyskum arbeiðstak- arum møguleika sjálvstøð- ugt at átaka sær ein mun- andi part av arbeiðinum, sum gerast skal í sambandi við Vágatunnilin. Prísurin er sjálvsagt høv- uðselementið, sum kappast verður um. Í útbjóðingartil- farinum er biðið um prís uppá arbeiðið og fyri nøkur alternativ: stoypt brúgv í mun til stálbogabrúgv, og avrætting av vegnum við tilfari úr grótbroti í mun til avrætting av soldaðum tunnilstilfari. Somuleiðis hava teir bjóðandi møgu- leika at koma við egnum alternativum t.d. avsláttur um teir fáa alt arbeiðið, ella samlað tilboð fyri alt ar- beiðið v.m. Hóast ein samlaður prísur verður uppgivin fyri alt ar- beiðið, eru eisini einleika- prísir uppgivnir, sum verða nýttir til at regulera prísin fyri meir- & minninøgdir. Vanligur meirkostnaður í mun til eitt tilboð liggur um 5-10%. Í mun til hetta kann eitt fast tilboð gevast, har arbeiðstakarin tekur váðan fyri meir- & minninøgdir upp á seg. Teknisku viðurskiftini hjá arbeiðstakaranum skulu vera so, at hann við amboð- um og útgerð er førur fyri at fremja arbeiðið hann átekur sær innan fyri tann tíðarkarm sum ásettur er. Somuleiðis er umráðandi, at leiðsla og manning er av einum slíkum slag, at trygd er fyri, at neyðuga góðskan verður í arbeiðinum og at teir trupulleikar, sum altíð vilja stinga seg upp í einum slíkum arbeiði, verða loystir skjótt og munadygt. Í sam- bandi við vegagerðina er umráðandi, at arbeiðsveg- urin Vágamegin er klárur til nýtslu í seinasta lagi 6 mán- aðar eftir at tunnilsarbeiðið er byrjað í Leynum. Eins týðandi og teknisku viðurskiftini eru fíggjarligu viðurskiftini hjá arbeiðs- takaranum, hann má vera so væl fyri, at hann kann seta neyðugar trygdir (15% av tilboðsupphæddini), hann má lúka treytirnar um falna almenna skuld smb. lóg um avmarking av møguleikum hjá skuldarum at bjóða uppá almenn arbeiði, hann má kunna fíggja sítt arbeiði í minsta lagi í 3 mánaðar og hann má vera soleiðis fyri, at hann ikki verður hóttur av at fara á húsagang meðan arbeiðið fer fram. Í talvuni niðan fyri er yvirlit við innkomnu boð- unum, alternativum og Viðmerking: reguleringum, í seinasta teigi eru hesi viðurskifti tald saman við sammetingarprís. Sum tað sæst av talvuni, liggja bæði niðastu boðini ógvuliga nær at hvør øðr- um. Felagið hevur biðið um nærri upplýsingar um fíggj- arlig viðurskifti, leiðslu, manning og fremjing av ar- beiðinum frá feløgunum, sum hava lægstu boðini, t.e. Byggitek og J&K Petersen. TALVA::::: Í tí ítøkiliga førinum, har avgerð skal takast um val av tilboði uppá vegagerðina ísv. Vágatunnilin, mugu hesi viðurskifti havast í huga: 1.Byggitek hevur upplýst, at undirarbeiðstakari hjá teimum er E. Pihl & søn og at hetta felag veitir manning, leiðslu og am- boð í tann mun Byggitek ikki sjálvt hevur hetta tøkt. Felagið hevur ikki hildið at tað er í samsvar við upplýsingar um ætl- anir hjá felagnum yvirfyri Vinnumálastýrinum, ting- monnum, Løgtingsins Vinnunevnd o.ø. at lata arbeiðið fremja við E. Pihl & Søn sum einum týðandi viðleikara. Hetta verður eisini hildið at vera sera óheppið fyri trúvirði hjá felagnum mótvegis øðrum størri feløgum, sum kundu havt áhuga í at boðið uppá vegagerðina, men sum ikki vórðu boðin við. 2.Tilboðsprísurin, við regu- leringum fyri alternativ arbeiði, er fyri arbeiðið hjá Byggitek góðar 600.000 kr. lægri enn hjá J&K Petersen. Sammet- ingarprísurin, tá ið hædd verður tikin fyri at al- ternativa boðið hjá J&K Petersen er eitt fast boð, er fyri arbeiðið hjá J&K Petersen o.u. 330.000 kr. lægri enn fyri arbeiðið hjá Byggitek. Út frá hesum verður hildið, at prísmun- urin millum bæði lægstu boðini, tá ið avtornar, ikki er so týðuligur, at hann kann viga upp móti øðr- um her nevndum viður- skiftum. 3.J&K Petersen vísir á køn, navngivin fólk til leiðslu fyri høvuðspartarnar av arbeiðinum og hevur víst á amboð og mannagongd- ir, ið undirbyggja at hetta felagið kann fremja ar- beiðið innan ásettu tíðar- karmarnar. 4.Sambært fíggjarligu upp- lýsingunum tykist J&K Petersen at hava umstøð- ur til at átaka sær arbeið- ið og at fullføra tað, sum ætlað. 5.Sambært fíggjarligu upp- lýsingunum og viðmerk- ingum frá fíggjarliga ráð- geva felagsins tykist Byggitek ikki at hava nøktandi fíggjarligar um- støður. Nevndin í Vágatunnilin p/f hevur út frá oman fyri nevndu viðurskiftum mett, at alternativa boðið frá J&K Petersen er til mestan fyri- mun fyri felagið og hevur tí valt at taka upp samráðing- ar um sáttmála við J&K Pet- ersen. JÁKUP MØRK Tað er eingin loyna, at tru- pulleikin við barnaansing hevur verið stórur í høvuðs- staðnum seinnu árini, og við verandi gongd røkist ikki fyri, at tørvurin á ansingar- plássum fer at minka kom- andi tíðina. Rakar eisini virkini Umframt at vera ein trupul- leiki hjá kommununi, kann hetta eisini í ávísum førum vera ein trupulleiki hjá fyri- tøkum í høvuðsstaðnum, tí starvsfólkini ikki vita, hvat tey skulu gera við børnini, ta tíð tey sjálvi eru til arbeiðis. Harumframt kann tað eis- ini vera ein trupulleiki hjá fyritøkunum, tí tað í ávísum førum kann forða fyri, at fyritøkan fær fatur á teimum starvsfólkum, sum eru best skikkaði til størvini, tí hesi ikki fáa ansingarpláss. Fyri at koma hesum tru- Taka málið í egnar hendur Barnaansing: Føroya Tele arbeiðir í løtuni við at seta á stovn egna barna- ansing. Møguliga verður ætlanin veruleiki longu í heyst pulleikum til lívs, arbeiðir Føroya Tele í løtuni við eini ætlan, har fyritøkan fær ein aktivan leiklut í málinum. Í stuttum er ætlanin, at Føroya Tele skal seta á stovn egnan ansingarstovn, soleiðis at fyritøkan sleppur undan ansingartrupulleika- num, sum annars er gald- Enn er ikki tikin endalig støða til, hvørt ein møgulig barnaansing eisini skal húsast í nýggja bygninginum hjá Føroya Tele, men eisini hetta er ein spurningur, sum støða skal takast til, sigur Andras Róin andi í høvuðsstaðnum. Ikki bert fyri starvsfólk Andras Róin, stjóri á Før- oya Tele, sigur við Sosialin, at enn væntar nakað í, áð- renn komið er á mál hesum víðvíkjandi. Hann greiðir frá, at um- boð fyri Føroya Tele hava verið á fundi við Býráðið, og at talan var um ein sera positivan fund. Stjórin leggur upp til, at talan verður um ein stovn, har kommunan, foreldrini og Føroya Tele í felag bera rakstrarkostnaðin. Nakað í tráð við skipanina, sum í dag er galdandi við al- mennu stovnunum, har landið, kommunan og for- eldrini bera kostnaðin fyri barnaansingina. Sjálvur metir stjórin ikki, at hetta ein útreiðsla fyri virkið: - Vit eru til reiðar at seta pening av til endamálið. Talan er um ein stóran tru- pulleika hjá okkum, og vit meta, at tað í longdini loysir seg hjá okkum at taka hetta stig. Millum annað tí hetta kann betra um trivnaðin á starvsplássinum og tí hetta eisini kann vera við til at gera Føroya Tele til eitt meira attraktivt arbeiðs- pláss. Talan verður tó ikki um ein stovn, sum bert er ætl- aður starvsfólkum hjá Før- oya Tele. Andras Róin sigur, at verða pláss tøk á stovn- inum, kunnu hesi sjálvandi nýtast av kommunalu barnaansingini, men at starvsfólk hjá Føroya Tele koma at hava framíhjárætt, tá børn skulu takast inn á stovnin. Tvey ára gomul ætlan Fyri einum tveimum árum síðani arbeiddi Føroya Tele eisini við eini líknandi ætlan saman við øðrum fyritøk- um, men av ymsum orsøk- um datt ætlanin tá niðurfyri. Hesu ferð er felagið farið i holt við ætlanina uttan hjálp frá øðrum virkjum, men Andras Róin útilokar ikki møguleikanum fyri, at samstarv við onnur virki kann koma upp á tal í fram- tíðini. Kanska í heyst Sum nevnt, so er als ikki komið á mál í hesum spur- ningi enn, men stjórin vón- ar, at ætlanin kann gerast veruleiki innan alt ov langa tíð. - Sjálvandi eru krøv av ymsum slag, sum skulu uppfyllast, áðrenn nakað kann setast í verk, og her hugsi eg um bæði hølisum- støður og fakligur umstøður hjá teimum fólkum, sum møguliga skulu setast á ein- um slíkum stovni. Vit vóna tó, at myndugleikarnir framhaldandi sýna ein po- sitivan hugburð hesum við- víkjandi, soleiðis at vit kunnu koma á mál sum skjótast. Hjá okkum er talan um ein akuttan trupulleika, og tí er umráðandi, at hesin verður loystur hampuliga skjótt. Andras Róin torir tó ikki at seta nakra tíðarfreist fyri, nær barnaansingin hjá Før- oya Tele skal gerast veru- leiki, men gongur alt sum tað skal, verður hetta kanska longu í heyst. Júst hvar ein møguligur stovnur hjá Før- oya Tele kemur at verða, veit stjórin heldur ikki at siga. - Vit eru í løtuni í ferð við at gera bygningin uppi í Hoyvík kláran at taka í nýt- slu, og ein av spurningunum í hesum sambandi er, um vit tá eisini skulu gera høli til barnaansingarstovn, ella um hesi verða gjørd aðrastaðni. Okkum eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá umboð- um fyri Tórshavnar Býráð, áðrenn blaðið fór til pren- tingar. SVEINUR TRÓNDARSON Tingfundur varð hildin týs- dagin. Eittans mál var á skránni og var tað ein eyk- ajáttanarlóg upp á 10,8 mió. krónur, sum Fíggjar- málastýrið heitti á løgtingið um at veita. Meginpartin – níggju mió. krónur – skal Postverk Føroya hava, meðan restin skal brúkast til almanna- og heilsumál. Harafturat vera 1,7 mió krónur latnar til tiltøk fyri børn og ung, men tann eykajáttanin er útreiðslu- neutral, tí hon verður fíggj- að við peningi frá P/F Ítróttarvedding. Fyrr í ár gjørdi leiðslan á Postverkinum vart við, at stovnurin kom at mangla pening. Útreiðslurnar vóru hægri enn mett var, tá fíggjarætlanin var gjørd, og tá inntøkurnar ikki vóru hækkaðar samsvarandi, kom tað at hava við sær, at Postverkið kom at mangla pening, áðrenn summarið var runnið. Hetta kom at hava við sær, segði leiðslan á Post- verkinum, at lykilin mátti snarast um, fekst ikki pen- ingur til vega heilt skjótt. Politisk ósemja hevur verið um, hvussu bygnaðurin á Postverkinum skal broyt- ast, og tí hevur málið drig- ið út. Nú er so avgjørt, hvussu tann broytingin skal fara fram, og tí biður Fíggjarmálastýrið nú um eykajáttanina upp á níggju mió. krónur. Tað vóru serliga lønarút- reiðslurnar, sum ávirkaðu fíggjarætlanina hjá Post- verkinum tann skeiva veg- in. Lønarútreiðslurnar eru 5,5 mió. hægri enn mett, og tá stovnurin ikki hevur eina árliga játtan á fíggjar- lógini skuldi øll hækkingin fáast inn annan veg. Tað hevur ikki latið seg gera, tí inntøkurnar eru falnar. Inn- tøkurnar frá bløðum, posti til og úr Føroyum og frí- merkjasølan er lægri enn mett, og tí vóru útlit til, at eingir pengar vóru eftir í kassanum hjá Postverki- num áðrenn summarið var av. Umframt eykajáttanina til Postverkið skal tingið eisini viðgera eykajáttan til almanna- og heilsuverkið. Leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahúsinum krev- ur, at 800 túsund krónur vera veittar afturat. Sam- stundis skal ein millión játtast afturat til fólk, sum búgva á serstovni í Dan- mark. Seinasti parturin av eyk- Postverksmálið lagt fyri tingið Á stuttum tingfundi í gjár varð eykajáttanarlógin um m. a. Postverk Føroya løgd fram. Málið kemur til fyrstu viðgerð hósdagin ajáttanini er til tiltøk fyri børn og ung. Her er talan um eina nýggja konto undir Undirvísingar- og menta- málastýrinum, og hon verð- ur fíggjað við peningi, sum landskassin fær frá P/F Ítróttarvedding.