hósdagur 8. juni 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 108 - 8. juni 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 108 - 8. juni 2000
Viðmerking:
Hesin spurningur kann
verða reistur millum aðrar,
nú Føroya Løgting tann 4.
mai 2000 endaliga samtykti
ferðslulógarbroytingina við
gildi frá 1. juli 2000.
Nakrar av lógarbroyting-
unum høvdu samband við
koyrikortið, m.a.:
• Nýggjar ásetingar um
heilsulig krøv fyri útvegan
og endurnýggjan av koyri-
kortum,
• Koyring við lítlari motor-
súkklu (ferð max. 45 km/t
og slagvolumen max. 50
cm3) við vanligum koyri-
korti til persónbil,
• Eftiransandi koyriroynd í
samband við treytaða og
treytaleysa frádøming av
koyrirættindunum.
Nú lógarbroytingin enda-
liga er samtykt, fer Bileftir-
litið saman við Vinnumála-
stýrinum, undir arbeiði at
gera eina nýggja kunngerð
um koyrikort, sum m.a. inn-
iheldur ásetingar um oman-
fyrinevndu lógarbroytingar
og m.a. ætlandi harumframt
nýggjar ásetingar um:
• Nýggja frálæruætlan
• Minstu krøv til tímatal
fyri koyrifrálæruna Roynd-
arkoyrikort
• Verandi kunngerð er frá
1966 við einum uppískoyti
frá 1968 og er seinastu ferð
broytt í 1992, og má tí met-
ast at vera ótíðarhóskandi
og ikki í tráð við altjóða
reglur um eitt tíðarhóskandi
koyrikort.
Heilsulig krøv
Meginreglan í lógini er, at
koyrikort kann verða latið
persóni, ið hevur nóg góð
eygu og oyru og annars
neyðugan andligan og lik-
amligan førleika.
Ætlandi verða heilsuligu
krøvini herd fyri koyrikort
til stóran bil og koyrikort til
vinnuligan fólkaflutning,
soleiðis at tey svara til krøv-
ini í grannalondum okkara.
Meginreglan er, at koyri-
kort til vanligan persónbil
verður útgivið við gildi til
viðkomandi fyllir 70 ár, um
ongi heilsulig krøv forða
hesum. Ætlanin er, at koyr-
ikort til lastbil, buss og við-
festivogn verða útgivin við
gildi til viðkomandi fyllir
50 ár og hereftir verður end-
urnýggja fimta hvørt ár, har
læknalig støða verður tikin
til heilsuliga førleikan í
hvørjum einstøkum føri.
Koyrikort til vinnuligan
fólkaflutning skal undir øll-
um umstøðum endurnýggj-
ast fimta hvørt ár, har lækn-
alig støða eisini verður tikin
til heilsuliga førleikan í
hvørjum einstøkum føri.
Ætlandi verða reglurnar
um sjón herdar. Um persón-
ur er blindur í øðrum eyga-
num ella sær dupult, kann
koyrikort ikki verða útgivið
ella endurnýggja til lastbil,
buss, viðfestivogn ella vinn-
uligan fólkaflutning. Sama
ger seg galdandi, um per-
sónur hevur ella hevur havt
epilepsi. Tá talan er um per-
sónar við hjartasjúkum,
verður læknalig meting
gjørd í hvørjum einstøkum
føri.
Lítil motorsúkkla
Lítlar motorsúkklur, sum
hava motor við eini slagvol-
umen, sum er minni enn 50
cm3, men kunnu koyra 45
km/t og eru skrásettar sum
motorsúkklur, hava higartil
bert kunna verið koyrdar av
persónum, sum hava koyri-
kort til motorsúkklu. Hesar
súkklur eru væl dámdar og
eru komnar til landið í stór-
um tali seinnu árini.
Broytingin í ferðslulógini
førir við sær, at lítlar mot-
orsúkklur aftaná 1. juli 2000
kunnu koyrast av persónum,
sum hava fingið koyrikort
til bil ella motorsúkklu. Í
grundgevingini til lógar-
uppskotið varð mett at lítlar
motorsúkklur kundu førast
av persónum, ið høvdu
koyrikort til bil og at tað
ikki var neyðugt, at seta
somu krøv við koyring við
lítlari motorsúkklu viðvíkj-
andi koyridugnaskapi, sum
sett vórðu við koyring við
teimum stóru og sera skjótt-
koyrandi motorsúkklunum.
Eftiransandi koyriroynd
Tað sum áður æt leiðbein-
andi koyriroynd, eitur nú
eftiransandi koyriroynd. Ein
eftiransandi koyriroynd er
sett saman av eini ástøði-
ligari og eini verkligari
roynd. Ein eftiransandi
roynd verður hildin sum eitt
eftirlit
av
koyridugna-
skapinum hjá føraranum í
sambandi við eina frádøm-
ing av førararættinum og
ætlanin er, at førarin av røtt-
um kennir ta eftiransandi
royndina sum eitt eftirlits-
tiltak.
Broytingin í lógini fyri-
skrivar eftiransandi koyri-
roynd fyri treytaleysa og
treytaða frádøming í hesum
førum:
1. Treytaleys frádøming.
a) Rúsdrekka- & promillu-
koyring Tá frádømutíðin er
umliðin, kann viðkomandi
vinna aftur koyrirættindini
aftaná nýggja koyrifrálæru
og tá eftiransandi koyri-
roynd er staðin.
b) Onnur ferðslulógarbrot
Tá frádømutíðin er umliðin,
kann viðkomandi vinna aft-
ur koyrirættindini, tá eftir-
ansandi roynd er staðin.
2. Treytað frádøming
vegna:
a) promillukoyring
b) ov nógva ferð
c) koyrimistak o.l.
Innan eina freist, sum verð-
ur ásett av Bileftirlitinum,
skal viðkomandi til eina eft-
iransandi
koyriroynd.
Stendur viðkomandi ikki
royndina ella letur vera við
at fara til royndina, verður
koyrirætturin tikin.
Higartil hevur ikki verið
neyðugt við nýggjari koyri-
frálæru
til
eftiransandi
roynd, um royndin varð
staðin innanfyri 3 ár aftaná
frádøming. Sambært nýggju
reglunum, skal viðkomandi
hava fingið nýggja koyrifrá-
læru, um hann er frádømdur
koyrirættindini treytaleyst
vegna rúsdrekka- ella pro-
millukoyring.
Nýggj frálæruætlan
Verandi frálæruætlan er frá
1989 og treingir til ábøtur,
av tí at hon ikki longur er
tíðarhóskandi og menningin
á økinum fer fram allatíð-
ina.
Í staðin fyri sjálvir at upp-
finna tann djúpa tallerkin
eina ferð afturat, vil Bileft-
irlitið skjóta upp yvirfyri
Vinnumálastýrinum, at seta
í gildi donsku frálæruætlan-
irnar fyri teir ymsu koyri-
kortsbólkarnar. Hesar frá-
læruætlanir eru frá 1995,
men verða leypandi dag-
førdar við menningina á øk-
inum. Føroysk og donsk
ferðslulóggáva líkjast rætt-
iliga nógv, og tí kunnu frá-
læruætlanirnar við smá-
vegis broytingum, setast í
gildi í Føroyum.
Frálæruætlanirnar skil-
marka greitt,
• hvørjum evnum koyrilær-
arin skal undirvísa næming-
unum í
• hvat næmingurin í smá-
lutum skal kunna til eina
ástøðis- og verkliga koyri-
roynd og
• hvussu próvdómarin skal
døma koyriroyndina og hvat
næmingurin kann hoyrast
um.
Minsta tímatal
fyri koyrifrálæru
Tað hevur leingi verið ein
umrøða av, hvørvítt tað
skuldi setast í verk eitt
minsta tímatal fyri koyri-
frálæru. Bileftirlitið hevur
nýliga sett eitt krav um
minsta tímatal fyri koyrifrá-
læru til vanligan persónbil.
Hetta er eisini í tráð við rák-
ið uttan um okkum og sein-
ast hava donsku myndug-
leikarnir í fjørvár sett fram
krav um minsta tímatal fyri
koyrifrálæru fyri allar koyr-
ikortsbólkar.
Vit halda hetta vera eitt
gott tiltak fyri at fáa frálær-
una uppá eitt so einsháttað
støði sum møguligt og vilja
í eini nýggjari koyrikorts-
kunngerð arbeiða fyri, at
seta fram krav um minsta
tímatal.
Royndarkoyrikort
Rættarnevndin hjá løgting-
inum reisti spurningin um
royndarkoyrikort, tá nevnd-
in til endurskoðan av ferðsl-
ulógini var á fundi við Rætt-
arnevndina.
Galdandi ferðslulóggáva
§ 18b, stk. 2, heimilar lands-
stýrinum at gera av, at koyr-
ikort til bil ella motor-
súkklu, fyrstu ferð, tað
verður tikið, verður útgivið
við 2 ára gildistíð, og at eig-
arin, áðrenn gildistíðin er
farin, skal fáa eykalæru og
taka nýggja roynd í serstøk-
um aksturførleika sum treyt
fyri, at koyrikort við gildis-
tíð sum ásett í stk. 1, 1. pkt.,
(til 70 ára aldur) kann verða
latið.
Fleiri onnur, sum hava á-
hugað fyri ferðslutrygd,
hava tikið undir við hugs-
anini um eitt royndarkoyri-
kort og sambært heimasíð-
uni hjá Løgtinginum, fekk
Rættarnevndin áheitan frá
læraranum í Mikladali, sum
hevur búð nøkur ár í Lux-
embourg, um at virka fyri
einum 2-ára royndarkoyri-
korti, á sama hátt sum gjørt
var t.d. í Luxembourg. Mær
vitandi hava íslendingar
somuleiðis hesa skipan og
norðmenn geva eitt 2-ára
royndarkoyrikort til tey,
sum ikki enn hava staðið
myrkakoyring.
Spurningarnir, sum eg
meti hava týdning í hesum
sambandi eru:
• skal nakað aldursmark
vera fyri at geva eitt roynd-
arkoyrikort, t.d. 25 ella 30
ára aldur,
• hvørji
metingarstøði
skulu liggja til grund fyri
eykafrálæru og nýggjari
koyriroynd, t.d. — eitt av
teimum brotum, sum sam-
bært broyttu ferðslulógini,
høvdu ført við sær treytaða
frádøming av koyrirættind-
unum
(promillukoyring,
ferð og koyrimistak).
Tey sum enn ikki hava
tikið skeið í myrkakoyring,
tá koyrikort fyrstu ferð
verður útgivið, skulu har-
umframt mótvegis Bileftir-
litinum skjalprógva skeið í
myrkakoyring, áðrenn koyr-
ikort verður útskrivað til 70
ára aldur.
Samanumtøka
Eg byrjaði við spurningi-
num, um vit í framtíðini fáa
eitt betri koyrikort?
Tey teknisku tiltøk, sum
ætlanin er fremja í nýggju
koyrikortskunngerðini, eru
eitt gott stig á vegnum, men
tað er ongin ivi um, at skal
0-hugsjónin hava ein møg-
uleika fyri at eydnast, so
sleppast kann undan mein-
ingsleysu vanlukkunum í
ferðsluni, so mugu vit øll,
sum á ein ella annan hátt
eru partar av tilgongdini,
taka í egnan barm og tora at
rannsaka okkum sjálvi, um
vit kunnu gera okkara ar-
beiði øðrvísi og betur, fyri
at røkka málsetninginum.
Fyrrenn unga fólkið hev-
ur fingið ein sunnan hug-
burð um ferðslutrygd og um
hvussu ein eigur at bera seg
at í ferðsluni og úrslitið er
0 deyður í ferðsluni, er mál-
ið ikki rokkið.
Tórshavn, hin 27. mai
2000
Jákup Jacobsen, stjóri
Bileftirlit Føroya
Fáa vit eitt betri koyrikort í framtíðini?
Jákup Jacobsen, stjóri
á Bileftirlitinum
Fimm
ættarlið
Kathrina Jacobsen á Skipa-
nesi má sigast at hava stjóra
familju. Hóast »bert« 84 ára
gomul eigur hon eina old-
urommudóttur, sum er eitt
ár. Sonur hennara, Mein-
hard Jacobsen, sum er 65
ára gamal er langabbi, dótt-
ur hansra, Klara Hansen,
sum er 43 ár er omma, og
sonur hennara, Kári Han-
sen, sum er 24 ár, er pápi
eitt ára gomlu Mariu Lam-
hauge Hansen.
Frá vinstru Kári Hansen,
24 ár, pápi, Maria Lam-
hauge Hansen, 1 ár, dóttir,
Klara Hansen 43 ár,
omma, Petur Meinhard
Jacobsen, 65 ár, langabbi,
Kathrina Jacobsen, 84 ár,
olduromma
84 ára »gamla« Kathrina Jacobsen á Skipa-
nesi er olduromma eitt ára gomlu Mariu Lam-
hauge Hansen
AUTO
- Dag sum nátt -
- skjótt og gott -
Skalt tú bil hýra
- so er tað 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
- ALT DØGNIÐ -
AUTO
311234
AUTO
Streymoy
SKAR‹HAMAR´S BUSSKOYRING
v/ He›in Skar›hamar, Sleipnisgøta
13. B, FO–100 Tórshavn
TAXA
MINI BUSS TIL 10 FER‹ANDI
288888
FR • VISA • EUROCARD • MASTERCARD • JCBCARD
Opið er:
Mán.– Hós.
kl. 19.
00 – 23.
30
Fríggjadag
kl. 17.
00 – 03.
30
Leygardag
kl. 19.
00 – 03.
30
Sunnudag
kl. 17.
00 – 23.
30
Long drinks
Café
Við gongugøtuna
Vilja tygum vi› í
Í b‡in - hvønn hósdag
* * *
Staðið
har vit
hittast
* * *
Nor›urlandahúsi›
í Føroyum
Sí SVF tekstvarp
s. 650
Mat-
seðilin
Hósdagin 8. juni:
Revelsbein
Fríggjadagin 9. juni:
Wienersnitzel
Leygardagin 10. juni:
Oksasteik
Mánadagin 12. juni:
Stongt
Týsdagin 13. juni:
Hamburgararyggur
Mikudagin 14. juni:
Bankikjøt
Kostnaður 30,- kr.
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík
NÁTT-
BUSSURIN
hjá Øssuri Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um
Kvívík og Kollafjørð,
tá fráboðan fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
Dagsins rættur
Dagsins rættur
Hósdagin.......08.
Fríggjadagin..09.
Leygardagin..10.
Týsdagin........13.
Sunnudagin...11.
• Dagsins rættur: kr. 65,-
• 3 rættir v/kaffi: kr. 145,-
Lamba "steak"
Borðreiddur við grønmeti, eplum
"Maison" og mildari sinnoppssós
Enskur búffur
Borðreiddar við bleytum leyki,
hvítum eplum og soðsós
Toskakarbonada
Borðreiddar við hvítum eplum,
grønmeti og smørsós við frísk rivnari
piparrót.
Fjallavatnssuppa
við hvítum drýli
Kalkunrullusteik
fylt við champignon og persillu.
Borðreiddur við smørstoktum eplum,
sukurertrum og sitrónsós
Rabarbukøka
við makrónum og róma
Rækjubland
við Marry Rose dressing og flütes
Heilstoktur oksaháryggur
"Bordelaise"
Borðreiddur við rómaeplum og
grønmeti
Desserttallerkur
við heimagjørdum ísi, køku, frískari
frukt við fruktmorli
Fylt svínakotelet við leyki og eplum
Borðreiddur við grønmeti, rísi og
paprikasós.
8/6 til 13/6
• Vit lata eisini út av húsinum •
Billard
Tel. 33 29 55
Solarium
Mánadagin....12.
Kaggin
Kaggin
Kaggin
Kaggin
www.kaggin.fo
Fríggja- og
leygarkvøldið
spæla
1. hvítsunnu-
dag 11/6
er stongt
TAXI
TAXI
Sosialurin - 311820
Klaksvíkar
Klubbi
Klubbin hevur:
POOLBORÐ
BILLARDBORÐ
ENSKAN FÓTBÓLT
Á SKY
Fríggjadagin
9/6
kl. 17.00-20.00
Hvítsunnuaftan
10/6
kl. 20.00-23.00
Hvítsunnudag
11/6
er STONGT
2 Hvítsunnudag
12/6
kl. 17.00-22.00
GLEÐILIGA
HVÍTSUNNU
Sosialurin - 311820
Upp- og
afturlatingar-
tíðir um
hvítsunnuna:
Vágoy
Nor›oyggjar
K
O
NS
E
R
T
Á
M
A
R
G
A
R
I
N
-
F
A
B
R
I
K
KI
N
I
K
O
NS
E
R
T
Á
M
A
R
G
A
R
I
N
-
F
A
B
R
I
K
KI
N
I
Sosialurin - 311820
fríggjakvøldið
9/6 spæla
ÐIÐ
og
E-POT
á Margarin-
fabrikkini
Konsertin byrjar
kl. 22.00 og endar
kl. 02.00.
Aldursmark 13 ár.
Kostnaður kr. 20,-
fyri limir og kr. 30,-
fyri ikki limir