hósdagur 8. juni 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 108 - 8. juni 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 108 - 8. juni 2000
Stórfingin bókagáva:
Ólavur varð føddur í Stór-
avík í Íslandi tann 10. au-
gust 1927. Hann vaks upp
í Havnini, og komin til
mans var hann eitt skifti
til skips og fór síðan í
bankalæru
í
Føroya
Banka. Í bankanum hevði
hann sítt lívsstarv, og var
avhildin maður millum
starvsfólkið har. Hann
grundlegði bankaskúlan,
sum hevur verið til stórt
gagn fyri tey mongu, sum
komu í bankalæru.
Ólavur hevði altíð stór-
an áhuga fyri ítrótti. Hann
greiddi mær einaferð frá,
at hann 5-6 ára gamal
saman við javnaldrum
fóru at sparka bólt í miðj-
ari Havnini. Tá gekk bólt-
spælið fyri seg niðri í Bø,
uttan fyri hjá Hornabak-
aranum, úti á Reyni við
”Ydun” og uppi á Heygs-
breyt. Sum bilarnir tóku
seg fram, varð farið í
gamla Kommunuskúla-
garðin, nú Býðráðið, at
spæla hondbólt og fótbólt.
Víðari greiddi hann frá,
at 8 ára gamal tók ein eldri
frændi seg við niðan í
Gundadal at hyggja at fót-
bóltsdysti, og so var lið-
ugt. Hóast hann lítið skilti
av leikinum á hesum ov-
urstóra vølli, so var hann
onkursvegna bitin av hes-
um, og sum vit vita, gjørd-
ist Ólavur ein sera góður
ítróttamaður.
Hann bleiv kallaður
tann aktivi ítróttarmaður-
in. Hann íðkaði fimleik,
róði kapp, leikti bólt í 1.
deild hjá HB í mong ár.
Hann hevði góðan hug at
kappast og royndi seg á
øllum plássum í HB. Best
dámdi honum at spæla
frammi, men sínar bestu
dystir spældi hann bakkur.
Ólavur leikti við Býlið-
num í Hetlandi í 1951 og
kom á Landsliðið sum
bakkur í 1955 og 1957.
Hann var eisini hondbólts-
spælari og var liðskipari
hjá mansliðnum í Neista-
num í mong ár.
Eisini vóru boð eftir
Ólavi at vera ferðaleiðari,
millum annað tá ið kvinn-
uliðið hjá Havnar Fim-
leikafelag í 1966 og 1970
fór til Noreg og Danmark
at vísa sín vakra fimleik
fram, og hjá fótbóltslands-
liðnum í Orknoyggjum,
Hetlandi og Íslandi.
Hann var formaður í HB
1953 og 1961. Eisini var
hann kappingarstjóri hjá
Ítróttasamband Føroya eitt
skifti og hjálpti til at skriva
Ítróttatíðindi.
Í 1962 var Ólavur
Lambaa valdur sum tann
triði forsetin fyri Ítrótta-
samband Føroya, har hann
sat í 10 ár. Í hansara tíð
vaks virksemið hjá ÍSF so
nógv, at felagsskapurin
varð býttur sundur í deild-
ir fyri hvørja ítróttagrein
sær.
Á samkomu tann 4. mai
1982 fekk Ólavur Lambaa
handað gullmerki ÍSF við
bjálka.
Tað má ásannast, at teir
menn, sum innan føroysk-
an ítrótt hava lagt so nógv
fyri sum Ólavur Lambaa,
eiga at vera minstir við
virðing og takksemi.
Friður verði við minni-
num um Ólavur Lambaa.
Ítróttasamband Føroya
Heðin Mortensen
forseti
Ein virkin
ítróttarmaður farin
Týsdagin 30. mai 2000 andaðist Ólavur
Lambaa 72 ára gamal.
Ein tøkk til Emil
Emil byrjaði í 60‘árunum
við mentanarliga virksemi
sínum, og undirtøkan frá
føroyingum var góð. Tá var
illa statt her á landi viðvíkj-
andi bókum. Langt var
ímillum útgávurnar, og ofta
var góðskan ivasom. Bóka-
garður kom í tøkum tíma og
ikki minst innan skúlagátt
var fagnaðurin stórur.
Varðin kom at standa í so
gott sum hvørjum húsi og
var ein ófør stimbran av før-
oyskari mentan, sum fólkið,
tá ið løtur góvust, kundi
taka til aftur og aftur. Sera
vælumtókt bókarøð. Síðani
er at nevna øll tey verk av
frægastu
mentamonnum
okkara, sum Emil gav okk-
um atgongd til, verk av t.d.
Heðini Brú, Martini Joen-
sen, Wililami Heinesen, Jør-
gen F. JaCobsen, Christiani
Matras, Karsteni Hoydal,
Sverra Patursson, Valdem-
ari Poulsen. H. D. Joensen,
Louis Zachariassen, T. N.
Djurhuus, Jakob Jakobsen,
Jens Paula Heinesen o.s.fr.
Síðani er ikki at gloyma
teir stóru, rithøvundarnar, ið
skaptu heimsbókmentirnar,
sum vit knappliga fingu
møguleika at lesa á móður-
málinum, hetta eru t.d.
Mark Twain, F. M. Dosto-
jevskij, Albert Camus, Knut
Hamsun, Voltaire, Halldór
Laxness o.fl.
Harafturat hevur Emil við
Bókagarði ríkað føroysku
heimini og ikki minst før-
oyska skúlan við einum
hópi av størri og smærri
skriftum líka frá orðabókum
til barnabókmentir, frá ísl-
endskum søgum til Faroe
Isles Review og frá lívfrøð-
islæru til yrkingasøvn, eitt
óvanliga stórt og fjølbroytt
úrval. Føroyski skúlin hevur
áður víst stórt takksemi fyri
alt tað nógva lesitilfarið,
sum er komið á føroyskum
máli, eisini fyri slíkt, sum
er uppafturpentað av út-
gingnum bókum og ritum.
Felags fyri úrvalið og út-
gávurnar hjá Bókagarði er
ein kritiskur sansur og ein
ansur fyri at seta dygdina í
hásæti.
Í 1978 varð Emil Juul
Thomsen heiðraður fyri
megnarverk sítt. Tá veittr-
aði føroyska flaggið uttan
fyri dómkirkjuna í svenska
býnum Lund. Orsøkin var,
at nøkur fólk vórðu gjørd
heiðursdoktarar fyri eitt-
hvørt vísindaligt ella men-
tanarligt avrik. Teirra mill-
um var ein føroyingur –
Emil Juul Thomsen varð
gjørdur heiðursdoktari við
universitetið í Lund.
Sverri Egholm, fyrrver-
andi landsbókavørur, segði
longu í 1978 um Emil: Tað,
sum Emil Thomsen hevur
avrikið eftir 10 árum, er
meira enn einn manndóms-
bragd. Tað er eitt ótrúligt
undur, ið hvat tú so annars
heldur um mannin og verk-
ið.
Vit vita, at Emil og Bóka-
garður síðani tá hava av-
rikað munandi meira, og at
undurið er vorðið uppaftur
meira ótrúligt. Millum dýr-
gripirnar seinastu árini er
ikki minst at rokna nýggj-
asta útgávan við kvæða-
skatti okkara. Føroyingar
munnu vera takksamir.
Ein av perlunum, sum
Bókagarður hevur latið før-
oyingum, er verkið: Kirkju-
bøstólarnir og Kirkjubøur.
Nú um dagarnar boðaði
Emil Juul Thomsen okkum
frá, at hann hevði tikið ta
avgerð at lata hvørjum
skúlabarni eina gávu, og tað
skuldi vera henda bókin.
Vit vita, at føroyingar eru
tær takksamir. Tú hevur
fingið vðrilig ummæli frá
bókmentafólki í mongum
londum og tú vart gjørdur
heiðursdoktari við universi-
tetið í Lund, størsti akad-
emiski heiður, sum gevst
við eitt lærdómssetur.
Hesi orð eru ikki skrivað
fyri at reklamera fyri tær
ella Bókagarði, tað man ikki
vera neyðugt, men eru bert
ein hgjartans tøkk fyri avrik
tíni og ikki minst fyri ta
stóru gávu, tú nú um dag-
arnar
gavst
føroyskum
skúlabørnum og lærarum
teirra, og sum børnini her í
Norðoyggjum kanska vóru
tey fyrstu at taka ímóti og
nú kunnu frøast um. Takk
fyri.
E. Hentze
Emil Juul Thomsen hev-
ur, við Bókagarði sín-
um, so mangan gjørt
føroyingar ovfarnar,
síðani einaferð í 60‘ár-
unum. Hvør minnist ikki
tey ódnartøk, ið mangan
vórðu tikin til tess at
útvega okkum bókmentir
í heimsklassa á føroysk-
um máli. Hann hevur
ríkað føroyska bóka-
heimin meira enn nakar
annar. Nú um dagarnar
tók hann okkum aftur á
bóli við stórfingnari
bókagávu til føroysk
skúlabørn
Hanus T. Bærentsen, flokslærari, handar formanninum í næmingaráðnum, Vígdis
Kristiansdóttir, bókagávuna
Fjórði flokkur við bókagávuni
JAN MÜLLER
-Talan er um agurkutíðir, tá
nógv verður gjørt burtur úr
mínum úttalilsum í einum
grønlendskum blað, tí tað er
als einki nýtt í hesum. Hetta
sigur Anfinn Kallsberg, løg-
maður í eini viðmerking til,
at Útvarp Føroya í vikuni
endurgav úttalilsi hansara í
grønlendska blaðnum sum
var tað ein stór sensatión.
-Tað er als einki nýtt í
hesum. Eg havi jú fyrr sagt,
at vit fara ikki út í eina
fólkaatkvøða við eini skift-
istíð, sum fólkið ikki góð-
tekur leggur løgmaður á-
herðslu á.
Hann vísir annars á, at
tann búskaparligi spurning-
urin verður høvuðsmálið til
komandi samráðingar við
danir.
-Vit hava alla tíðina sagt,
at vit mugu fáa eina skift-
istíð skrúvað soleiðis sam-
an, at fólk við eina fólka-
atkvøðu trúgva uppá, at
hetta ikki verður at merkja
sum nøkur kollvelting ella
nakar turbulensur fyri teirra
gerandisdag. Uttan tað
gongur hetta ikki.
Løgmaður vísir á, at
landsstýrið hevur spælt
greitt út, og tað sama hevur
danska stjórnin. Har standa
partarnir nú undan triðja
umfarinum í samráðingun-
um.
-Nú seta vit okkum niður
við borðið og vita, um vit
finna fram til eina semju,
sum báðir partar eru nøgdir
við. Koma vit ikki hartil,
so hava vit ein stóran trup-
ulleika, tí tá semjast vit ikki
um eitt av høvuðspunkt-
unum. Og tað skulu tveir
partar til fyri at gera ein
avtalu staðfestir løgmaður.
Løgmaður vísir annars á,
at tað frá 1. til 2. umfar
vórðu gjørd stór framstig,
har tað skulu gerast útgrein-
ingar av ymsum slag. Hann
ivast heldur ikki í, at tað
verður gjørd semja um tey
notat, sum har verða løgd á
borðið.
-Tað springandi punktið,
sum vit heilt ítøkiliga eru
ósamdir um, er fíggjarligi
parturin, ið er ein sera av-
gerandi partur av øllum
samráðingunum. Tað er har
slagið kemur at standa.
Løgmaður sigur, at teir
hava fyrireikað seg væl.
-Vit hava eitt mál, og tað
eru nógvir mátar at skrúva
tingini saman uppá fyri at
røkka málinum. Kunnu vit
tí fara inn í konstruktivar
samráðingar við tí endamáli
at finna eina loysn, so dugi
eg ikki at síggja annað enn,
at vit kunnu gera eina av-
talu.
Skuld og olja
Uppá
fyrispurning
um
skuldin til Danmarkar kann
koma inn í myndina í kom-
andi samráðingum sigur
løgmaður, at hana hava vit
sum er eina greiða avtalu
um.
-Eg dugi ikki at síggja, at
man skal taka skuldina uppí
samráðingarnar uttan so, at
man frá danskari síðu ynskir
tað við í eina heild. Alt er
tó opið.
-Spurningurin um olju
varð eisini við í samráð-
ingunum seinast. Hvat
liggur í tí?
-Oljan er brúkt so oftani.
Hon er longu í dag ein part-
ur av verandi skipan. Um
tað verður funnin olja í før-
oyskum sjógvi so sigur av-
talan um ráevni í undir-
grundini, at spurningurin
um blokkin skal takast til
viðgerðar. Tað er júst tað
sama, sum hendir her. Nú
tekur tú blokkin upp, og
spurningurin er so, um tað
kann kombinerast uppá
nakran máta. Tað, sum eg
síggi er ein trupulleiki fyri
danskar politikarar, er at
gera eina langa avtalu við
Føroyar um yvirgangsskip-
an og tað í hesum tíðar-
skeiði bráddliga koma inn-
tøkur frá oljuni samtíðis
sum vit fáa milliardir úr
Danmark.
Løgmaður sigur, at teir
hava spælt út, at teir eru
tilreiðar eisini at umrøða
spurningar á hasum økin-
um.
Heim av torvheiðum
Nú bert ein vika er til sam-
ráðingarnar við danir við-
gongur løgmaður, at møgu-
leikin fyri at koma heim-
aftur sum av torvheiðum er
stórur, heldur danska stjórn-
in fast uppá sítt. Men tí
noktar at at trúgva við úrs-
litinum av 2. umfari í hug-
anum.
Uppá fyrispurning verður
hetta verður úrslitið, um
landsstýrið ikki tá hevur
spælt fallit, og tí eigur at
leggja frá sær, sigur løg-
maður, at hetta er ein hypo-
tetiskur spurningur. Hann
hevur onga viðmerking í
núverandi støðu, tí hann
hevur ikki mist vónina at fáa
eina avtalu.
Veljarakanningin
-Um tað nú endar við, at
danir bara vilja góðtaka
eina skiftistíð uppá fýra ár,
hvat ger tú so?
-Um so verður, tá hava vit
ta seinastu veljarakann-
ingina at halda okkum til.
Hon skal tó sjálvandi takast
við tí fyrivarni, ið liggur í
henni. Men har siga 25% av
Føroya fólki, at tey taka
undir við eini slíkari skift-
istíð, og tað eftir míni metan
langt frá at kunna nøkta tað,
sum vit hava sett okkum
sum mál, nevniliga, at tað
skal verða breiður meiriluti
fyri tí, sum vit gera.
-Kann tað hugsast, at
danska stjórnin brúkar
føroyskar veljarakann-
ingar í sínum taktikki?
-Tað veit eg ikki. Handa
spurningin mugu tit seta
forsætisráðharranum. Tað er
ein sannroynd, at hetta mál-
ið er sera populert í donsk-
um innanríkispolitikki. Og
tað skal man ikki lata eyg-
uni aftur fyri.
Anfinn Kallberg sigur, at
verða teir líka positivt
yvirraskaðir frá 2. til 3. ferð
sum frá 1. til 2. ferð í sam-
ráðingunum, so trýr hann,
at vit fáa nakað konstruktivt
burtur úr.
Nógv um at vera
Fundurin verður hósdagin
15. juni klokkan 16. Løg-
maður dugir ikki at siga,
hvussu leingi fundurin kann
vara. Hann vísir á, at tað er
sera torført at fáa ásett
fundir, og tað vísir seg eisini
at vera nógv á skránni her
heima komandi dagarnar.
Drotningin vitjar, og har-
aftrat er ein fundur í Før-
Løgmaður eina viku undan mest avgerandi samráðingaumfarinum við danir:
Tað er nú slagið skal standa
- Vit hava alla tíðina sagt, at vit mugu fáa eina skiftistíð
skrúvað soleiðis saman, at fólk við eina fólkaatkvøðu
trúgva uppá, at hetta ikki verður at merkja sum nøkur
kollvelting ella nakar turbulensur fyri teirra gerandisdag.
Uttan tað gongur hetta ikki. Tí er ein skiftistíð uppá fýra
ár ikki nøktandi grundarlag fyri eini fólkaatkvøðu sigur
løgmaður, sum vísir á at tað springandi punktið, ið vit
heilt ítøkiliga eru ósamdir um, er fíggjarligi parturin.
Tað er har slagið kemur at standa.
Fíggjarligi parturin er springandi punktið í samráðingunum. Hann er ein tann mest
týðandi, og tað verður tað komandi samráðingarnar fara at snúgva seg um sigur
løgmaður, sum hóast hann ikki útilokar, at landsstýrið kemur heimaftur sum av
torvheiðum, kortini fer at fáa eina semju við danir.
Myndakalend-
arin hjá
Absalon komin
Absalon Hansen hevur
fjórða árið á rað gjørt ein
myndakalendara við mynd-
um úr føroysku náttúruni.
Kalendarin leggur seg
ikki serliga eftir at avmynda
býir og bygdir, men heldur
landsløg og djóralív.
Myndakalendarin verður
keyptur av bæði føroying-
um og útlendindum, og at
kalendarin fyri 2001 longu
fæst til keyps er sjálvandi
tí, at nógv ferðafólk eru í
Føroyum hesa ársins tíð.
Absalon Hansen, sum
hevur tikið allar myndirnar
í kalendaranum, sigur, at
sølan av kalendaran hevur
gingið betur fyri hvørt ár,
síðani hann av fyrstan tíð
varð útgivin.
Myndakalendarin kostar
65 krónur.
oyum fyri samstarvsráð-
harrarnar í Norðurlondum.
Teir fara ikki avstað aftur
fyrr enn hósdagin í næstu
viku, og tað merkir, at
Høgni Hoydal kann ikki
verða í Keypmannahavn
fyrr enn klokkan 15 hósdag-
in, tvs. ein tíma undan sam-
ráðingunum.
-Vit hava roynt at finna
eina aðra tíð, sum liggur
nær tí ætlaðu, men tað vísir
seg at vera ómøguligt.
-Heldur tú, at danir eru
ómøguligir í so máta?
-Tað veit eg ikki. Skulu
teir hava fimm tungar ráð-
harrar við borðið nettupp í
hesum døgum, tá mong
stórmál eru fyri, eitt nú
spurningurin um gjaldoyra,
so er tað ikki so lætt at fáa
tingini at fella saman.
Løgmaður vil tó meta, at
danir áttu at prioriterað
hetta fram um nógv annað.
Men hann er so ikki harri
yvir, hvussu arbeiðskallend-
arin hjá donskum ráðharr-
um sær út.