Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. juni 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 108 - 8. juni 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 108 - 8. juni 2000 Seglið er dreymurin um góða lívið Týsdagin kom sera forvitnisligt skip á Havnina. Umborð er norðurlendsk bátaframsýning, ið er meira enn bert fram- sýning, tí talan er um forvitnisliga heildaruppliving. Eisini verður skipað fyri ymsum tiltøkum í matstovuni DAGFINN OLSEN Lat tað verða sagt beinan- vegin, at øll, ið hava møgu- leika, eiga at stevna umborð á Nordwest, ið liggur við bryggju í Havn! At greiða frá framsýning- ini er ikki lætt, tí talan er um hending, ið skal uppliv- ast. Tá blaðfólk og mynda- maður tygara vitjaði um- borð mikudagin, tók Pär Stolpe frá Sjöhistoriska Museet í Stockholm blíður ímóti. Á dekkinum eru stól- ar og borð og tað sama inni, har café er. Roykurin av matgerð blandast saman við angan av træi, tjøru og bát- um, meðan Pär leggur til brots at greiða frá. Tað serstaka er umhvørv- ið. At uppliva bátar og søgu umborð á gomlum farma- skipi, ið er bygt í Japan í sjeytiárunum. Og tað er ikki bert søguna um bátarnar, ið eru sagdar umborð á flótandi sýning- ini. Dentur er lagdur á at siga alla søguna. Um fólkini aftanfyri. Til hvønn bátin hoyrir søgan um eigaran og fólkini, sum hava nýtt hesar bátar, ið vóru lívstreyt fyri at vinna til lívsins uppihald. Umframt, at ein dukka í- myndar fólkini, ið hava nýtt bátin, so eru gamlar myndir av fólkunum. Verulig og navngivin fólk. Byrjað verður við Peturi úr Lofo- ten. Vit fáa søguna um mannin, ið var sjey ár í Amerika fyrst í farnu øld, men sum síðani leitaði heimaftur at finna sær bát og vív. Har er finska konan, ið rør av oynni og inn á fast- landi, har hon skal í films- høllina og gamla konan, ið er á veg at selja ull. Og soleiðis verður hildið fram og við sera viðkom- andi og sigandi myndum. Og umframt bátar og tjøruroyk, so eru eisini ljós- myndir, filmur og ljóð, ið gera heildarupplivingina fullkomna. At leita umborð á M/S Nordwest er ein ferð á bylgjuni bláu. Ikki bert á Havnarvág í meiri ítøkilig- um týdningi, men eisini ein ferð, har leitað verður aftur í søguna og upprunan, ið mangan endar í gloymsk- unnar havi. Seksmannafar 20 bátar eru á framsýning- ini. Allir eru teir í uppruna sera meinlíkir, men frá- brigdini eru heldur ikki at fara skeivur av. Millum førini er t.d. bát- urin frá Oselver, har upp- runin til føroyska bátin er at finna. Grundformurin er hin sami. Eintakið á sýning- ini er bygt í 1880 árunum. Har er grønlendski kvinnubáturin, sum tó ikki er hóskandi heiti. Veruliga verður hann kallaður stór- báturin og er í veruleikanum farmatbátur, ið mun til veiðubátin hjá grønlendsku monnunum, kajakkin. Stór- báturin er veruliga dømi um hátøkni og verdur at upp- liva. Annars er eisini felags fyri bátarnar og londini, at allastaðni hava tey havt tað, ið verður rópt stórbátur. Føroyska seksmannafarið á sýningini heldur Pär Stolpe er millum vakrastu førini á sýningini. Báturin er 22 føtur. Hann er smíð- aður av Óla Olsen og Sím- un Johan Samuelsen í Leir- vík umleið 1914. Báturin hoyrdi til við Gjógv og hann var sína síðstu útróðrarferð í 1941. Pär Stolpe hevur longu funnið útav nógvum í sam- band við føroyska bátin á sýningini, meðan hann hev- ur verið í Føroyum. M.a. er eydnast at finna útav yms- um viðvíkjandi eigara og fólkunum kring bátin og eisini hevur málfrøðingurin J. H. Winther Poulsen verið og greitt frá ymsum forvitn- isligum. Hóast segl er á ymsum bátum, so er tað í veruleika- num so, at norðurlendski At leita umborð á M/S Nordwest er ein ferð á bylgjuni bláu. Ikki bert á Havnarvág í meiri ítøkiligum týdn- ingi, men eisini ein ferð, har leitað verður aftur í søg- una og upprunan, ið mangan endar í gloymskunnar havi báturin er árabátur. Seglið er dreymurin um góða lívið. Hetta er 3. árið, at sýn- ingin er á ferð, men eisini seinasta ferðin. Hópur av fólki hevur nýtt møguleik- an at vitja umborð og tá steðgað varð í Hetlandi, nýtti 3. hvør íbúgvi møgu- leikan at vitja umborð. Tiltøk umborð Sýningin er partur av longri ferð. Vitjað verður í 11 londum og í Føroyum verður steðgað til 12. juni. Opið er hvønn dag frá klokkan 10 til 20. Umframt at sýna fram bátar og bjóða okkurt til matna, so eru eisini tiltøk á skráni. Klokkan 19 í kvøld fer Erling Poulsen at greiða frá og eisini verður harmoniku tónleikur. Fríggjadagin klokkan 19 er m.a. Tórshavnar Mans- kór á skránni. » « Umframt at sýna fram bátar og bjóða okkurt til matna, so eru eisini tiltøk á skráni. Klokkan 19 í kvøld fer Erling Poulsen at greiða frá og eisini verður harmoniku tónleikur. Petur úr Lofoten. Vit fáa søguna um mannin, ið var sjey ár í Amerika fyrst í farnu øld, men sum síðani leitaði heimaftur at finna sær bát og vív. Føroyska seksmannafarið á sýningini heldur Pär Stolpe er millum vakrastu førini á sýningini Myndir: Álvur Haraldsen Øll, ið hava møguleika, eiga at stevna umborð á Nordwest, ið liggur við bryggju í Havn Økismenningarbólkurin havt fyrsta fundin Trøllapætur, Flippan og øll hini Týsdagin hevði økismenningarbólkurin sín fyrsta fund og bólkurin hitti eisini Høgna Hoydal, landsstýrismann. Bólkurin hevur greiðan arbeiðssetning og skal m.a. gera ítøkilig tilmæli til økismenningarpolitikk. Longu 2. oktober skal bólkurin leggja úrslit síni fram DAGFINN OLSEN Høvuðsstaðurin er í vøkstri, meðan onnur øki í landinum standa í stað ella uppliva fráflyting. Hvussu eru umstøðurnar hjá útjaðaranum og hvat kann gerast fyri at menna økini uttanfyri miðstaðarøk- ið. Slíkir spurningar eru alt meira vanligir í gerandis- kjakinum. Og undan sein- asta løgtingsvali varð kjak um bygdamenning og nýggja hugtakið økismenn- ing. Sum úrslit av hesum varð fest í samgonguskjalið, at neyðugt var, at økini í útjað- aranum koma fyri seg aftur, eftir kreppuna. Nýggi økismenningar- bólkurin er úrslit av hesi gongd, men sum landsstýr- ismaðurin Høgni Hoydal nevndi eftir fundin við bólk- in týsdagin, so hevur tað av ymsum orsøkum tikið nak- að av tíð at fáa bólkin á beinini. Stutta freist Arbeiðssetningurin hjá bólkinum er greiður. Bólk- urin skal viðgera støðuna og framtíðarútlitini fyri tey ymsu økini í landinum. Samanbera og lýsa fortreyt- irnar fyri at økini eru í fram- gongd ella afturgongd - vinnuliga, við fólkasaman- seting, við mentanararbeiði o. ø. Bólkurin skal gera í- tøkilig tilmæli til ein økis- menningarpolitikk. Longu tann 2. oktober skal bólkurin leggja sína metingar á borðið, so talan er um stutta freist. Umframt metingar og kunning, so var freistin nakað av tí, sum bólkur og landsstýrismaður røddu um týsdagin. Høgni Hoydal ger í hes- um sambandi vart við, at talan er ikki um, at bólkurin skal koma við stórfingnum bóklingi, men við eini frá- greiðing, sum skal vera grundarlag fyri politiskum kjaki og aðalorðaskiftinum um evnið í heyst. Bert hálvt ár eftir, at fyrra fløgan kom út, eru Kular Røtur aftur uppá spæl við næstu fløguni. Kular Røtur verða við á fleri stevnum í summar DAGFINN OLSEN Kular Røtur 2 - Túsund Smíl. Jú, rætt er tað. Longu nú hava virknu og kulu røtur- nar í Klaksvík givið næstu fløguna út undir heitinum Kular Røtur. Fløgan er upptikin og ljóðblandað í Studio Pega- sus í Klaksvík, har sangirnir eisini hava sín uppruna. Stentór Rasmussen hevur skriva nærum allar tekst- irnar og nøkur løg og skipað fyri. Ingi Isaksen hevur lagt tilrættis, tikið upp, ljóð- blandað, forritað og um- framt hevur hann eisini gjørt fleiri av løgunum. Ein nýggjur Trøllapætur er eis- Høgni Hoydal er sann- førdur um, at avrik bólksins fær stóran týdning fyri landspolitikkin í framtíðini. Sjálvur metir Høgni Hoy- dal, at lyklaorð í kjakinum um økismenning er sam- starv ístaðin fyri kapping. Hetta er t.d. galdandi mill- um kommunur. Eisini held- ur hann, at neyðugt er at góðtaka høvuðsstaðin sum part av landinum, ið hevur ávísar uppgávur og skip- anir, sum ein høvuðsstaður skal hava. Stórt arbeiði – stutt tíð Bogi Mortensen, vinnulívs- maður í Vági, er formaður í økismenningarbólkinum. Hann sigur, at nú verður farið undir at gera støðulýs- ingar av størru økjunum utt- anfyri miðstaðarøkið. Hetta Økismenningarbólkurin. Thurid Olsen, Olga Biskupstøð, Annvør Jacobsen, Suni á Dalbø, Dennis Holm, Karl Vidtfeldt, Axel Nolsøe og Bogi Mortensen. Mynd: Jens Kristian Vang Bogi Mortensen er formaður í økismenningarbólkinum, sum í gjár hevði fyrsta fundin og eisini hitti Høgna Hoydal, landsstýrismann ini á fløguni, sum hann sjálvur hevur gjørt saman við Niclas Hera Jákupsson. Kápumyndina og tekn- ingar hevur Jógvan á Høvdanum, yngri, gjørt, og tær eru ikki so langt úti. Miðil í Klaksvík hevur greitt húsan til prentingar. Á húsanum hevur ein villa sníkt seg ímillum. Tað er nevniliga Ingi, ið eigur lagið til Túsund Smíl. Konsertir Meðan nógv verður prátað um økismenning, so eru røt- urnar í Klaksvík virknar og arbeiða við fullari ferð, so tónleikur og mentan blóma. Henda fløgan til børn og ung er eitt dømi um dúgliga virksemið í Klaksvík og í Pegasus. Tvær fløgur við Kulum Rótum uppá einar seks mánaðar. Tað er Kul! Men á hesi seinnu fløguni eru eisini onnur, enn bert norðoyingar at finna millum sangararnar.Umframt Arn- fríð og Rannvá Lútzen, Jógvan Hansen og Trølla- pætur, so er eisini ungi Brandur Enni av Tvøroyri millum røddirnar Manningin í Kulum Rót- um takkar fyri mangar kular løtur og góðar konsertir. Men eisini í summar verða røturnar á palli. Vitjað verður nevniliga á jóan- søku, á vestanstevnu og eis- ini á ólavsøku. Umframt søkukonsertir- nar í summar, so verður eis- ini arbeitt við at gera ein teknifilm um ommuna, hundin Kingoson, Abba- beiggjan, Trøllapætur, Flippuna og øll hini á Kular Røtur 2 - Túsund Smíl. Filmurin kemur væntandi í heyst. Bert hálvt ár eftir fyrstu fløguna, eru Kular Røtur aftur uppá spæl við næstu fløguni á mongum økjum. Vinnu- liga, mentanarliga og við- víkjandi til- og fráflyting. Hagtøl skulu fáast til vega, men sum Bogi Mortensen vísir á, so er trupult at máta eittnú mentan. Tí er neyðugt at tosa við fólk á staðnum, gera lýsingar og skrivligar frágreiðingar. Spurdur, um ætlanin er at leita eftir orsøkum til, at aft- urgongd er í ávísum økjum, sigur hann, at er tað so, at ein finnur orsøkina, so ber í hvussu er til at bera so í bandi, at tað sama ikki hendir aftur. Bólkurin skal koma við ítøkiligum tilráðingum og Bogi Mortensen og limirnir í bólkinum eru samdir um, at fyri framman liggur stórt arbeiði, ið skal gerast upá stutta tíð, tí eisini summar- frítíðin skal havast í huga. Økismenningarbólkurin er settur saman eftir ymsum fyritreytum, fakliga, vinnu- liga og geografiskt. Í bólkinum eru Dennis Holm, Olga Biskupstøð, Karl Vidtfeldt, Thurid Ol- sen, Annvør Jacobsen, Axel Nolsøe, Bogi Mortensen er formaður og skrivari er Suni á Dalbø.