Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. november 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

hl lus lr UN, Je. JL lr LI 8 Bárður Jákupsson, listamaður: tíðindablaðið Stóran týdning at vinnulivid stuðlar listini -Í øðrum londum er tað alsamt meira vanligt, at vinnu- lívið stuðlar listini. Hetta sær ikki enn út til at vera for- stáilsi fyri i Føroyum, hóast peningastovnar hava gjórt nógv fyri listina. Báður Jåkupsscn heldur tað vera bæði ræt og náttúrligt, at útlendsk oljufeløg, sum ætla at fáa fótin fastan her, stuðla fóroyskari list og mentan annars. At fóroyskt vinnulív stuðlar list fær tað so fleirfalt aftur, tí sama list kann hava stóran týdning fyri andlit okkara út- eftir Jan MULLER Tad eru g6dar tvær vikur sidani, at Listasavnid i Reykjavik, Kjarvalsstadir lat upp stóra framsýning við føroyskari nútíðarlist. Sosialurin frættir, at fram- sýningin er sera væleydnað. Millum luttakarar á fram- sýningini er ein av okkara kendu og virknu listamonn- um, nevnjliga Bárður Jåk- upsson Hóast hann hevur verið við til alskyns framsýningar bæði heima sum burturi, so heldur hann nakað serstakt verða við framsýningini í eykjavík. Tað er ikki minst tann brennandi áhugi hjá íslendingum fyri Føroyum og føroyskari list, sum fær Bárð at vera so fegnan um tiltakið á Kjarvalssstødum. Man kann ikki annað enn vera sera fegin um, at ís- lendingar hava viljað gjørt so nógv burtur úr føroyskar list. Havi hoyrt frá fleiri ís- lendingum, at hetta er besta framsýningin, sum hevur verið á Kjarvalstødum í mong ár. Tað eru ikki sv langt síð- ani, at Bárður Jákupsson í Sosialinum helt fyri, hvussu góður ambassadørur okkara list er fyri land okkasra. Og hann er ikki minni sannførdur um hetta, eftir at henda seinasta framsýning- in er latin upp í Reykjavík Bárður Jákupsson ivast onga løtu i, at slik fram- sýning so sanniliga hevur stóran týdning fyri andlit okkara úteftir. Bara tað fyrsta vikuskiftið vóru meira enn 1000 íslendingar á framsýningini, sum verður opin til út í desember mán- að. Tá fer hon so til Akur- eyrar. ovfarnir -Tú mást ikki undirmeta tydningin av nettup eini slíkari listaframsýning. tí hon fær íslendingar at hugsa positivt um okkum. Tá man kemur til eitt annað land og sær, at tað er ein list á einum ávísum stødi í tí landinum, Bárður Jákupsson, listamaður er sera fegin um ís- lendska áhugan fyri fóroyskari list so skapar tað virðing. Bárður Jákupsson sigur víðari, at nógvir av teimum útlendingum, sum koma til Føroya og vitja niðan í Listaskálan, gerast heilt ov- farnir. -Teir halda, áðrenn teir koma higar, at hetta bert er ein lítil oyggjabólkum fyri norðan, ja sum at koma til eitt nú Svalbard. So síggja teir, at her býr eitt fólk, sum kann skapa list á høgum stødi. Og tað skapar so aftur virðing fyri landi og fólki sum heild, og tað gevur so aftur okkum ein betri profil í útheiminum, um ein heldur tað hevur tydning. Og tá prátið kemur inn á marknadarføring og før- oyskan útflutning ella fyri tað føroyska ferðavinnu, so ivast Bárður Jákupsson heldur onga løtu í, at virkin, mennandi og skapandi før- oysk list eisini kann hava týdning fyri okkara vinnulív - og ikki bara fyri okkum sum mentað tjóð. Listin og vinnulívið Nú hoyra vit oftani, at eitt nú vinnulívið í Noregi brúkar listina og listafólk at profilera vinnnuna. Hvussu er stætt í so máta í Føroy- um spurdu vit listamannin Bárð Jákupsson! -Tað hava vit tíanverri ikki uppdagað í Føroyum enn. Vit vildu fegin ynskt, at vinnulívið var meira virk- ið, tá tað ræður um listina og listafólk. Báður Jákupsson vónar, at hetta manglandi forstáilsi frá vinnulívinum fer at koma sohvgrt. Hann heldur sjálvur, at vinnulív og listin hava brúk hvgr fyri ðrum. -Tað ber í veruleikanum ikki til at skipa og fyrireika tiløk á listaøkinum, um ein ikki kann fáa eitt sindur av stuðuli frá vinnulívinum. Hann vísir á, at var tað ikki fyri m.a. stuðulin frá eitt nú peningastovnum, so hevði myndlistin í Føroyum ikki havt tær umstødur, sum eru í dag. Almenni stuðulin hevur verið nógv minni. Annars er tað vanligt í okk- ara grannalondum, at vinnu- lívið stuðlar listini. Oljan og listin Báður Jákupsson sær t.d. einki skeivt í tí, at oljufel- øgini, sum nú vilja fáa fótin fyri seg í Føroyum, eisini stuðla føroyskari mentan so sum myndlistini. Í Noregi eru oljufeløgini stórir ment- anarstuðlar. Eitt nú eru fleiri av boripallunum í Norð- sjónum at javnmeta við listasøvn. Uppá fyrispurning um tað ikki kann vera eitt paradoks, tá t.d. listafólk, sum kanska sjálvi bera stóran ótta fyri eini komandi oljuvinnu og møguliga eisini ynskja hana, har piparið grør, sam- tíðis einki hava ímóti stuð- uli frá somu vinnu sigur Bárður Jákupsson, at para- doksini eru so nógv í sam- felagnum. Og hann heldur fram: -Tað var eisini tann tíð, tá privat sponsorering í heila takið var av tí illa, tí tá hevði man ikki tað fræls- ið, sum var neyðugt. Tá tú kemur til veruleikan, so er tað so, at mentanarlívið í flestu av londum í Europa verður stuðlað av vinnu- lívinum - so hví ikki eisini í Føroyum og hví ikki eisini av eini so múgvandi vinnu sum oljuvinnuni spyr Bárð- ur Jákupsson, sum annars fegnast um, at tað longu eru oljufeløg, sum hava latið stuðul til eitt nú listafólk. Hetta kann so eisini sam- anberast við, at vinnulívið stuðlar fólkið, sum fara út at víðariútbúgva seg. Bárður Jákupsson vísir í hesum sambandi á viður- skiftini í Íslandi. Har eru vinnulivsfyritøkur sponsor- ar til nærum allar framsýn- ingar. Hann heldur sjálvur, at um oljufelggini vilja lata stuðul til nakað og vera sponsorar í Føroyum, so er tað eitt gott tiltak og enda- mál at vera við til at stuðla føroyskari myndlist og annars mentanartiltøkum sum heild. Søkja legat í sørum londum -Føroysk listafólk søkja longu í dag eina rúgvu av legatum í ødrum londum. Hesi eru øll sett í verk av privata vinnulívinum. Tað eru oftani virkisleiðarar og fyritøkur, sum taka stig til slík legat. Tí haldi eg tað kann vera skilagott, um ein oljuvinna tekur seg upp her, at hon eisini vil sponsorera okkara heimligu list. Fer tú til USA so er alt mentan- arlívið privat. Stuðulin frá „Hesperisk strond“ eitur listaverkið, sum Bárður Jákupsson hevur við í Reykjavík tí almenna er nærum eingin. Og har síggja vit nógvar stórar og nýggjar mentan- arborgir og søvn lata upp alla tidina. Bårdur Jåkups- son sigur, at tað sær ikki út til, at nakað land við virðing fyri sær sjálvum heldur - tá tað ræðurum list - at ein kann vera studulin frá pri- vata vinnulívinum fyrjuttan. -Og Føroyar hava sum øll onnur lond brik fyri einum virðiligum andliti. Hetta hava við m.a. sæð í tí sann- roynd, at nógvar av bók- unum hjá William Heinesen er týddar til onnur mál. Tað hevur so gjørt, at nógv fólk, sum ikki vistu, at vit vóru til, hava fingið kunnleika til okkara samfelag - og soleiðis eigur tað eisini at vera við listini. „Samréða“ hevur listakvinnan Guðrið Poulsen valt at kalla verkið hon hevur við á framsýningini í Íslandi