mikudagur 18. november 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 219 — 18. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið S082lun
depil. Tað sum eg vil leggja
dent á er at fáa í lag fram-
sýningar og framførslur í
góðum samstarvi við før-
oysk listafólk, ið passa inn
í skránna og sum íblástur
til føroysku áskoðararnar.
Eg havi vónir um at fáa eitt
gott samstarv við stovnar og
felagsskapir í Føroyum, so-
leiðis at vit vita av ætlanu-
num hjá hvør ðrum. Tað
sum hevur serligan týdning
er at gera Føroyar og før-
oyskt mentanarlív kent í
Norðurlondum, tað er sjálv-
andi eisini tengt at fíggjar-
ligu orkuni, men har havi
eg góðan kunnleika til játt-
andi myndugleikar í Norð-
urlondum umframt til per-
sónar og stovnar, sum
kunnu veita eina hond í at
røkka málinum, sigur Helga
Hjørvar.
Nógvar skyldur
Funnist hevur verið at
Norðurlandahúsinum í sein-
astuni fyri vantandi fatan og
samskipan av tiltøkum.
Frammi hevur verið, at fyr-
iskiparar í mentanarlivinum
hava kent seg sum biddarar,
tá ið teir hava víst á uppskot
til tiltøk, sum kundu verið í
húsinum. Og ein atfinning
hevur verið, at tiltøkini eru
ov illa samskipað.
- Húsið hevur nógvar
skyldur. Eg vóni at fáa eitt
gott samstarv við føroyska
mentanarlívið. = Nordur-
lendska mentanarsamstarv-
ið hevur lagt nakrar høvuds-
linjur, sum húsið er noytt at
fylgja, men eg trúgvi fult og
fast upp á, at tað ber til at
sameina hesi viðurskifti,
sigur Helga Hjørvar.
Sum størsti mentanarmið-
depilin í landinum eigur
Norðurlandahúsið eisini
ein leiklut í tilevnanini av
einum orðaðum mentanar-
politikki, sum ætlandi verð-
ur settur í verk um ársskiftið
inn í nýggju gldina.
- Leikluturin hjá Norður-
landahúsinum og mær sum
stjóra kann eg hugsa mær
verður sum ráðgevi við
sambondum við hini Norð-
urlondini. Tá hugsi eg ser-
liga um sambandið við Ís-
land, har eg var virkin í tíð-
ini, tá ið Ísland fekk ein orð-
aðan mentapolitikk, sigur
Helga Hjørvar.
Hvat kunnu vit læra?
Vit hava hoyrt nógv um ís-
lendsku fyrimyndina í sein-
astuni, ikki bara, tá ið vit
umrøda fullveldiskósina,
men kanska serliga, tá ið
talan er um mentan og
hvussu hon eigur at verða
raðfest. Island rindar ikki
minni enn 2,5 % av brutto-
Helga Hjørvar komandi
stjóri í Noðurlandahúsi-
num saman við fráfarandi
stjóranum, Peter Turtc-
, haninov
Mynd: Avlur Haraldsen
tjóðarúrtgkuni til mentanar-
livid og islendingar eru
millum mest skapandi fólk
í heiminum. Hvat kunnu
føroyingar læra av ís-
lendingum?
- Ísland og Føroyar minna
meiri um hvert annað enn
til dømis Island og Dan-
mark, og Føroyar og Dan-
mark. Londini eru ikki
gomul í garði, tå ið vit
hugsa um, at tað ikki eru
nógv ár síðani, at mentan-
arlívið sum so varð formal-
iserad. Sjálvandi er tað
gagnligt hjá føroyingum at
hyggja eftir, hvussu íslend-
ingar hava gjørt og hvørjar
royndir teir hava gjørt sær,
men eyðsæð skulu avgerð-
irnar vera føroyskar.
Helga Hjørvar heldur
ikki, at tað er so einfalt at
siga, at íslendska mentanin
hyggur fram eftir meðan
tann føroyska er afturlít-
andi.
- Eg vil heldur siga, at
íslendska nútíðarmentanin
byggir á fortíðina og hyggur
inn í framtíðina. Uttan at
byggja á fortíðina koma vit
ikki víðari og stødid í ment-
anarpolitikkinum í Íslandi
byggir á grundarlagið sum
var.
- Tað hevur ikki verið
nakar lættur dystur at fingið
politikarar og myndugleikar
at raðfesta mentanina og at
játta henni pengar, heldur
hinvegin hevur tað verið
strævið og drúgt. Minnist
meg rætt so vórðu bara 1,5
% av bruttotj6darårtøkuni
latin mentanini fyri 10-15
årum sidani. So er tad at
leggja afturat, at myndin er
ikki so einføld, tí vit hava
havt trupulleikar vid at
finna út av, hvat kemur und-
ir list, hvat kemur undir
undirvísing, hvar skulu
fornminnissøvn bólkast
undir og so framvegis.
Fatanin fyri, at mentan
Ísland og Føroyar minna
meiri um hvørt annað enn
til dømis Ísland og
Danmark, og Føroyar og
Danmark. Tad eru ikki eru
nógv ár síðani, at
mentanarlívið í Íslandi og
Føroyum sum so varð
formaliserað. Sjálvandi er
tað gagnligt hjá
føroyingum at hyggja eftir,
hvussu íslendingar hava
gjørt og hvgðjar royndir
teir hava gjórt sær, men
eyðsæð skulu avgerðirnar
vera fóroyskar, sigur
Helga Hjørvar
kostar pengar er stórri í Ís-
landi enn í Føroyum.
- Jú, tað er hon. Tað kemst
av, at mentanarstovnarnir í
Íslandi, har hugsi eg serliga
um leiklistina, sum eg kenni
best til, hava virkað av ál-
vara síðani beint eftir seinna
heimsbardaga. Hesi hálvt
hundrað árini síðani hevur
verið arbeitt til frama fyri
menningini, ið vit síggja í
mentanarlívinum í Íslandi í
dag. Fyrsti íslendingurin,
sum fekk útbúgving sum
sjónleikari, hevði lærara-
prógv frammanundan.
Hann fór til Danmarkar at
lesa leiklist og íslendingar
hildu hann vera óðan í
høvdinum at hugsa sær at
spæla sjónleik og krevja løn
fyri tað.
At fatanin fyri, at mentan
kostar pengar ikki er stórri
og meiri útbreidd er tí, at
fólk gera sær ikki far um,
hvussu og á hvønn hátt til
dømis leiklist ríkar mentan-
arlívið. Eitt yrkisleikhús er
jú allar listargreinirnar í ein-
um og tað er orkukrevjandi.
Fær tað ikki orku, so kunnu
vit ikki vænta úrslitið, sum
vit stremba eftir.
Stórar vónir
Tey, sum starvast innan
sjónleik í Føroyum, bæði
innan yrkisleik og áhuga-
TS de SLA 2
AE
"ai
leik, hava stórar væntanir til
nýggja stjóran í Norður-
landahúsinum. Í viðtali í
blaðnum leygardagin segði
Laura Joensen, sjónleikari
og dramaleiðari, at við at
fáa eitt sjónleikarfólk í stjór-
asessin kunnu sjónleikarar
rokna við, at fatanin fyri tí
serliga tórvinum sjónleikur-
in hevur verður størri og við
tí kann sjónleikurin fáa eina
aðra raðfesting, tá ið hann
er í Norðurlandahúsinum.
Umframt at nýggi stjórin í
Norðurlandahúsinum veit
nógv um, hvat fer fram í
Norðurlondum viðvíkjandi
sjónleiki og aðrari mentan
og tí verður ein kelda til
vitan.
- Eg kenni fortreytirnar
fyri yrkisleiki, - min bak-
grund er bædi åhugaleikur
og yrkisleikur og eg skilji
munin sum er og havi virð-
ing fyri tí. So eg rokni við,
at eg uttan iva verið ein góð-
ur samrødupartnari. Sam-
stundis vil eg eisini leggja
stóran dent á at fáa sjónleik
úr gðrum Norðurlondum í
Norðurlandahúsið. Har havi
eg stóran kunnleika til, hvat
hendir á sjónleikargkinum
aðra staðni. Men tað verður
sjálvandi gjørt í góðum
samstarvi við føroyskar
sjónleikarar, sigur Helga
Hjørvar at enda í viðtali.