mikudagur 18. november 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TURIÐ KJØLBRO
- Fyrsta metið eg hevði við
Føroyar var á lítlu oynni
Flato í Íslandi, tá ið maður
mín týddi Moder Syvstjerne
eftir William Heinesen til
íslendskt. Tað er fyri langar
tíð síðani, og eg minnist tað
var ógvuliga romantiskt
Síðani havi eg lisið føroysk-
ar bókmentir, eg havi sæð
nakrar sjónleikir í Føroyum,
havi sæð tveir føroyskar
filmir, eitt nú nýggja filmin
hjá Katrini Ottarsdóttir, sum
verður frumsýndur næsta
vár, og eg havi verið við í
føroyskum dansi. Hinvegin
kenni eg litid til føroyskan
tónleik, sigur Helga Hjørv-
ar, ið er 55 ára gomul, fødd
og uppvaksin í Íslandi. Um
nakrar mánaðir kemur hon
saman við manninum til
Føroyar, har hon skal sum
tann næsta kvinnan i stjór-
asessin í Norðurlandahúsi-
num.
Farna vikuskiftið var hon
á snarvitjan í Føroyum. Tað
var í sambandi við stýris-
fundin hjá felagsskapinum
Teater og Dans í Norden,
sum hesa ferð var í Føroy-
um. Helga Hjørvar hevur
tíðindablaðið
Helga Hjørvar, komandi stjó
Nr. 219 — 18. NOVEMBER 1998
óri í Norðurlandahúsinum:
- Eg havi nakrar tankar um, hvat Norðurlandahúsið kann
brúkast til, hetta fantastiska húsið, sum eg havi skilt,
hevur gott festi i tilvitinum hjá fólki. Tað ræður sjálvandi
um tey tær triggjar høvudsuppgåvurnar sum húsið hevur.
At føra Norðurlond til Føroya, føra Føroyar til
Norðurlond og stuðla fóroyska mentanarlivinum, men
treytirnar undir virkseminum hjá húsinum og fyri mentan-
arlívi yvirhóvur broytast alla tíðina, sigur Helga Hjørvar,
ið vónar at fáa gott samstarv við føroyskt mentunarlív
I. februar kemur Helga Hjørvar til Føroya. Fyrstu tíðina skal hon
arbeiða saman við verandi stjóra í Norðurlandahúsinum. Maður
Helgu kemur við til Føroyar, børnini ein sonur og ein dóttur koma ikxi
við. Hann býr í Íslandi og hevur familju har, og hon í Danmark, har
hon gongur á studentaskúla
Mynd: Alvur Haraldsen
verið aðalskrivari í felags-
skapinum í fýra ár, hevur
nú sagt starvið frá sær og
ørindi hennara í Føroyum
var at siga farvæl vid
umbodini i felagsskapinum.
Hon hevur starvast innan
ymisk øki, er ein royndur
leiðari og hevur verið stjóri
á almenna Sjónleik-
araskúlanum í Reykjavík í
10 ár, frá 1982 til 1992,
haðani triggir føroyingar
hava tikið útbúgving sum
sjónleikari.
Tað var fyrst í farna mán-
aði, at Helga Hjørvar varð
innstillað sum nýggjur stjóri
av stýrinum í Norðurlanda-
húsinum og meðan hon var
á vitjan í Føroyum um vik-
uskiftið varð hon alment til-
nevnd.
— Maðurin og eg
verða mitt ímillum
børnini bæði. Enn
eru Føroyar ein
dreymamynd, nakrar
oyggjar í sterkum
ljósi umringaðar av
vatni. Starvið verður
uttan iva spennandi
og ein avbjóðing, og
eg gleði meg nógv
sigur Helgu Hjørvar,
sum nú er farin undir
at fyrireika seg til at
koma til Føroyar
Mynd Álvur Haraldsen
Byggir á tað
undanfarna
Hverjar ætlanir nýggi stjór-
in í Norðurlandahúsinum
hevur fyri virksemið í húsi-
num, er ov tíðliga at siga
nakað um enn, men í høv-
uðsheitum hevur hon í
hyggju at byggja víðari á
tað grundarlag, ið er lagt.
- Enn havi eg ikki sæð
ætlanirnar sum núverandi
stjórin hevur lagt fyri fram-
„tíðina og tí fari eg ikki í
gongd við at gera nakað í-
tøkiligt, fyrr enn eg komi
til Føroyar. Sjálvandi havi
eg nakrar tankar um, hvussu
húsið skal rekast og hvar
mínir møguleikar at reka
húsið liggja. Tað sum er
stungið út í kortið haldi eg
fram við og so fari eg undir
at gera nýggjar verkætlanir.
Eyðsýnt er, at tá ið nýggjur
stjóri kemur í sessin henda
broytingar.
- Eg havi nakrar tankar
um, hvat Norðurlandahúsið
kann brúkast til, hetta fant-
astiska húsið, sum eg havi
skilt, hevur gott festi í til-
vitinum hjá fólki, og tað
ræður sjálvandi um tey tær
triggjar høvudsuppgåvurnar
sum håsid hevur. At føra
Norðurlond til Føroya, føra
Føroyar til Nordurlond og
studla føroyska mentanar-
livinum. Treytirnar undir
virkseminum hjá húsinum
og fyri mentanarlívinum
yvirhøvur broytast alla tíð-
ina. Karmurin um virksem-
ið hjá húsinum er sjálvandi
fíggjarliga orkan og hølini
- Húsið eigur at kunna
verða brúkt sum ein orku-