Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-11-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. november 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 219 — 18. NOVEMBER 1998 tíðindablaðið S082)urfn 13 YNGD í dag: - Ung og dansi viðurskiftini $ Yngd nr. 30 2 18. nov. 1998 1 = UNG 98:SOSIALURIN TATTOVØRUR VITJAR AFTUR Terji Nielsen Eitt alsamt vaksandi tal av føroyingum velja at pryda, onkur vil kanska siga mis- pryda, likam sitt vid tekning- um av onkrum djóri ella til dømis ein kinesiskum tekni fyri eitt ella annað. Tey flestu, sum hava fingið gjørt slíkt, hava fingið tað gjørt í Danmark ella aðrastaðnis úti í heimi. Fyrr í ár var so fyri fyrstu ferð meguleiki at fáa gjørt tatoveringar í Føroyum, og hópurin av føroyingum valdu at gera sær dælt av hes- um meguleikanum. Hesa vikuna er íslendski tattovørurin aftur á vitjan í Feroyum, og verður hann verandi til fríggjadagin. Piercing er eisini "in" Tað eru ikki bert tatoveringar, sum eru "in" millum ungar føroyingar nú á døgum. Eisini er tað sera vælumtókt at fáa sær ringar á bæði lík og ólík stød. Hetta, ið vanliga verður rópt piercing, vinnur nógv fram kring allan heim í hesum deg- um, og Feroyar eru einki und- antak í so máta. Ikki tí, tað hevur ikki verið nøkur óvanlig sjón at sæð ungar gentur við ringi í nøsini og eisini nalvanum, men nú eru tað onnur steð á kroppin- um, sum bókstaviliga standa fyri "skotum". Ringur í eygnabrýrnum, keta í vørruni, ringur í tunguni, um- framt ringar á eðrum kendum, men betur óneyndum steðum, alt hetta er við at gerast ger- andiskostur í føroyska samfe- lagnum. ? Hetta tykist óivað ert fyri eldra ættarliðið, men munnu tey ikki eisini hava gjørt okkurt, tå ið tey vóru ung, sum táverandi eldra ættarliðið helt verða ert? Tað vildi eg mett. Tað er greitt, at slík piercing setur strong krev til útgerð, reinføri, og alt tað, sum har til hoyrir, og tað er einki stað í Føroyum, sum ger øll sleg av piercing enn. Tó eru tað fleiri, sum til dømis gera hol í nalvan. Hví fáa sær tatovering? Tað eru óivað mong, sum seta - Listarnir v. m. Fleiri og fleiri ungir foroyingar velja at prýða likam sítt við einari ella aðrari tekning. Hetta hevur fort við sær, at íslendski tattovørurin, sum vitjaði fyrr í ár, nú aftur er á klettunum. - spurningvið, hví fólk yvir- hevur fáa sær tatovering ella ring ymsastaðnis á kroppinum At fáa sær slík kropsprýði er aldargamal siður, sum fólk í Asia, Afrika og aðrastaðni hava gjert í fleiri hundrað ár. Í vesturheiminum hevur hetta ikki so gamla søgu, men tó so, tey flestu kenna helst onkran gamlan sjómann, sum hevur fingið sær tatovering fyri nógvum árum síðani, eitt nú undir krignum. Summi vilja eisini siga, at nógv fáa sær tatovering, tá ið tey eru ávirkaði av rúsdrekka, men so er ikki. Ein góðkendur tattoverur hevur ikki loyvi til at tatovera fólk, sum eru á- virkaði. Tað slepst tó ikki undan, at summir ikki yvirhalda hesar reglur. Tá ið Norrøna herfyri var í Aberdeen í sambandi við landsdystin hjá føroyingum móti Skotlandi, lá skipið bund- ið tætt við har, sum ein tatto- verur helt til. Hesin tattoverur hevði gyltar dagar, meðan Norrena lá við bryggju, tí bíðirúmið hjá hon- um var allan dagin fult av fer- oyingum, sum bíðaðu eftir at fáa eina tatovering. Tað skuldi verið legið, um allir hesir vóru edrúir. Hvat prýðir kroppin Tað er ógvuliga ymiskt, hvat fyri tekningar og annað, sum fólk velja at prýða sín kropp við. Onkur hevur fingið sær eitt band teknað um yvirarmin, fleiri hava tekningar av drek- um, onkur av skipum, og so eru tað fleiri, sum bert hava tatoverað sær eitt navn á arm- in. Eisini gerst tað alsamt betur umtókt at fáa kinesisk tekin á kroppin. Fleiri konufólk hava fingið sær eitt nú kinesiska teknið fyri kvinnu ella kær- leika á sín kropp - ofta fáa konufólk sær tatoveringina á herðablaðið Mannfólkini fáa sær so hin- vegin kinesiska teknið fyri mann ella styrki tatoverað á kroppin. Eisini eru tað fleir og fleiri fótbóltserir føroyingar, sum fáa sær ymisk fótbólts- motiv á líkamið. Øll hava vit hoyrt um HB- kaninuna, men eisini hevur onkur fingið sær búmerkið hjá Liverpool, og onkur annar búmerkið hjá Tottenham á armin. Tatovering fyri lívið? Tað, sur ein skal gera sær klárt, tá ið man fær sær eina tatovering €r, at hon so vænt- andi situr á krøppinum fyri liv- ið: Tad ber tó til at fáa eina ta- ikk-skurðviðgerð, men ein slík " er ógvuliga kostnadarmikil, so viðmælast má fólki at hugsa seg væl um, áðrenn tey fáa sær eina tatovering, sjálvt um nógvar av teimum eru stak flottar.