mikudagur 18. november 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
pæn
20
tíðindablaðið S082lVR
Nr. 219 — 18. NOVEMBER 1998
Kjartan Hoydal, nevndarformaður í Atlants Kolvetni:
Fara í næstum
at velja millum
fýra oljusamtøk
Tað er stórur áhugi millum útlendsk oljufeløg at fáa sått-
mála við privata føroyska oljufelagið , Atlants Kolvetni“.
Samráðingar eru við fýra samtók, sum umboða eini 12 til
15 oljufeløg. -Endamálið er at kunna vera við heilt frá
byrjan, longu tá umsóknirnar skulu gerast sigur Kjartan
Hoydal, nevndarformaður
Jan MULLER
Føroyska oljufelagið ,,At-
lants Kolvetni“ ella betur
altjóða oljuverðini
undir heitinum , Atlantic
Ð
KEM i
Petroleum“ er komið rætti-
Wilhelm Petersen
um.
-Trupulleikin er tann, at
vit skulu finna eina loysn,
sum er fult út kommerciell,
og tað er kanska ikki so heilt
einfalt. Kjartan Hoydal sig-
sum hevur fingið ta stóru men eisini
sera spennandi uppgávuna at skula standa á odda fyri
føroyska oljufelagnum
ni tað otjusamtak
fyrstu útbjóðing
liga væl áleiðis við fyri-
reikingum sínum at gera
endaligan sáttamála við eitt
útlendskt oljusamtak um
samtarv
Kjartan Hoydal, nevndar-
formaður sigur vid Sosialin
at teir í løtuni hava sam-
ráðingar við fýra olju-sam-
tók, sum eru áhugað at vera
við í leiting við Feroyar
Hini oljufeløgini hava ikki
enn latið við seg koma
-Vit hava fingið uppskot
um samstarvssåttmålar, sum
í løtuni verða kannaðir og
sum vit halda eru nóg góð
tilboð til, at tú kanst taka av
einum av teimum.
Kjartan Hoydal váttar, at
tað er munur á tilboðunum,
og at talan eru ymsar loysn-
ir, sum veljast kann imill-
) samarbeidast skal við
sum í løtuni roynir at finna fram
í hvussu er í
ur, at tað er umráðandi, at
talan verður um ein reint
handilsligan sáttmála, har
vit ikki fáa nakað fyri einki.
I tilboðunum frá oljusam-
tøkunum eru ymsar loysnir
og sømdir, sum ein skal taka
stóðu til og hetta er eisini
eitt sera áhugavert arbeiði
viðgongur Kjartan Hoydal,
sum heldur tað er rímuliga
stórur áhugi! fyri at fáa hetta
føroyska oljufelagið við,
men har tað so kanska eisini
eru ymsar metingar um, nær
man vil hava føroyska fel-
agið við
-Nú eru tað ikki øll sam-
tók, sum vísa Føroyaøkin-
um ans, ið hava tosað við
okkum um samstarv, men
vit hava eina rímuliga góða
samrødu við tey, sum hava
sett seg í samband við okk-
um leggur nevndarformad-
urin aftrat.
Teirra partur minkar
við f luttsku
Vit spurdu Kjartan Hoydal,
hví hann heldur oljusam-
tøkini í heila takið vilja hava
eitt føroyskt felag, sum hev-
ur sera avmarkaðar pen-
ingamøguleikar og vitan
annars, við?
Hann sigur, at teir bert
vilja hava avtalur, sum gera,
at samtakið ikki skal hava
útreiðslur av at hava eitt før-
oyskt felag við. Tað einasta,
sum hendir í hesum sam-
bandi, er, at parturin hjá
útlendsku feløgunum mink-
ar eitt sindur, nevniliga vid
ti parti, sum føroyska fel-
agið fær.
Nevndarformaðurin í før-
oyska oljufelagnum dylur
ikki fyri, at samráðingar av
hesum slag eru ein tung pro-
sess, tí allir partarnir í ein-
um oljusamtaki skulu ganga
inn fyri, at føroyska felagið
skal hava ein part av køk-
uni.
Sjålvur tryr hann uppå, at
teir fáa eina rímuliga góða
avtalu, sum partaeigararnir
kunnu vera nøgdir við.
Vit spurdu Kjartan Hoy-
Nevndarfundur í Atlants Kolvetni. Fv.
Djurhuus, Wilhelm Petersen, stjóri og
dal, um tað ikki er rættiliga
vágiligt at fara út í, tá tú bert
kann velja eitt samtak at
arbeiða saman við!
Hann sigur, at skal hetta
vera á handilsligum grund-
arlag, so er bert hesin møgu-
leikin. -Er talan um. eina
handilsliga avtalu, so kanst
tú ikki vera í fleiri samtøk-
um. Hevur tú valt eitt sam-
tak at arbeiða saman við, so
mást tú vera har í hvussu er
í fyrstu rundu.
Kjartan Hoydal leggur al-
stóran dent á, hvussu um-
ráðandi tað er, at føroyingar
sjálvir kunnu læra nakað í
sambandi við alla gongdina
í eini leiting. - Vit mugu fáa
vitan og vera við til at taka
avgerðir, sum vit skulu læra
av fyri framtíðina.
-Men hverjir eru so
fyrimunirnir hjá tí olju-
samtakinum, sum kann fáa
eina avtalu við Atlants
Kolvetni?
-Tað haldi eg ein má
spyrja teir um. Men tað er
einki óvanligt í tí, at olju-
samtøk hava tann hugburð,
at man skal hava samstarv
við fólk á staðnum.
Kjartan Hoydal sigur
annars, at oljusamtøkini
mugu sjálvir gera av at meta
um, antin tað er ein fyri-
munur at hava eitt føroyskt
feløg við ella ikki.
Tekna nýggjan
partapening tá
sáttmáli er gjørdur
Nú hevur partapeningur
verið teknaður tvær reisir til
Atlants Kolvetni. Kjartan
Hoydal viðgongur, at tann
dag, tá ein sáttmáli verður
gjørdur, verður tað lættari
hjá fólki at vita, hvat tað er
tey seta pengar í, og tí er
rímuligt og rætt at fara undir
at tekna seinasta partin av
partapeninginum, tá sátt-
máli er fingin.
So skjótt sáttmáli er
gjørdur við eitt samtak
verður farið undir at finna
fólkini, sum kunnu vera í
við frá føroyskari síðu og
læra tey upp. Endamálið er
at vera við í øllum fyrireik-
ingararbeiðinum í sambandi
við ta fyrstu útbjóðingina og
læra av hesum. Hetta verður
mett sum nakað av ti, før-
oyska felagið kann læra
mest av við framtíðini fyri
eygað.
-Vit vilja eisini gjarna
vera við í tí prossessini, har
tú velur, hvat man vil søkja
um. Tvs. at vit vilja vera við
og læra mannagongdina í
sambandi við eina útbjóð-
ing. Tað er tað vit kunnu
læra mest av fyri framtíð-
ina. Og tað krevur, at fel-
agið umframt stjóran eisini
fær fólk við fakligum
grundarlag.
Alment og privat
Hvat heldur Kjartan Hoy-
dal um tankan við einum
Føroyska oljufelagið vil
vera við frá byrjan,
soleiðis at ein faklig
ekspertisa er bygd upp, tá
farið verður undir
veruliga boring
almennum oljufelag ella
luttøku frá almennari síðu í
privatum oljufelágum !
Hann sigur, at tað al-
menna hevur rætt eins og
øll onnur at seta pening i
privata oljufelagið men tó
í mesta lagi 20% í felagið.
Eingin kann forða tí al-
menna at keypa partabrøv
eins og privatpersónar.
Tá spurningurin tekur seg
upp um eitt alment oljufel-
ag, sigur Kjartan Hoydal
sigur seg tó ikki vita, hvat
landsstýrið ætlar á hesum
øki.
Vit spurdu Kjartan Hoy-
dal, um hann heldur tad vera
rætt, verdur td. einki alment
oljufelag stovnað, at bara
tey fólkini, sum seta pengar
í eitt privat føroyskt olju-
felag hava møguleikan at
fáa ágóðan og ikki alt Før-
oya fólk - sum stødan hevði
verið, um vit harafturímóti
høvdu eitt alment felag.
-Eg veit ikki, um ein kann
seta tað so fýrkantað upp.
Føroya fólk kann jú taka inn
pengar yvir vanligu skatta-
skipanina, og um tað verða
Framhald á næstu
síðu
Mortan Johannessen, Kjartan Hoydal, neyndarformaður, Peter Even
Poul Mohr, Á myndini restar Óli Hammer Mynd Jens K. Vang