mikudagur 18. november 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 219 — 18. NOVEMBER 1998
tíðindablaðið S0slalufin
21
gjørd heilt stór fund so
møguliga yvir ein ressurs-
skatt. Tann møguleikin er
altíð opin, um ein vil tryggja
sær, at henda ognin hjá Før-
oya fólki gevur eitt avkast
til føroyska samfelagið.
Men eg trúgvi, at teir sum
hava stovnað Atlants Kol-
vetni, hava eisini hugsað
um nakað, nevniliga at ein
møgulig inntøka skal brúk-
ast til at økja kapitalskap-
anina innan privata vinnu-
lívið í tí føroyska samfel-
agnum, sum vit vita hevur
trupulleikar við tí í dag, og
á tann hátt at kunna víðka
stødid hjá privata vinnulív-
inum.
Landsstýrið og løgtingid
kunnu altíð áseta, hvat tey
halda, at tað almenna skal
hava, men tað eigur eisini
at vera ein inntgka til tað
privata vinnulívið í Føroy-
um, sum ger, at tað fær eitt
sterkari grundarlag at
standa á.
Kjartan Hoydal heldur
sjálvur, at hetta er ein góður
málsetningur og vísir til, at
tað hava verið tíðir, har
summir partar av fiskivinn-
uni hava kastað sera nógv
av sær, og tað hevur ført til
nyfløgur. Um oljan kann
gera tað sama við tað, at
tann investeraði kapitalurin
kann geva stórt avkast, so
er tað sera gott fyri tað før-
oyska samfelagið.
-Men tá tú hugsar um,
at hetta er vágaspæl, har
tú kanst vera óheppin og
velja eitt samtak, sum ikki
finnur olju, átti tú tá sum
føroyingur ikki heldur frå
byrjan fyri at tryggja okk-
um at sagt, at tað er eitt
alment oljufelag ella ein
almenn optión í øllum
loyvum eftir tí norska
mynstrinum?
Kjartan Hoydal sigur, at
hetta hava teir í Atlants Kol-
vetni ikki umrøtt. - Vit hava
lagt okkum eftir ti uppgåvu,
sum hetta felagid hevur.
Verður ein slík avgerð sum
her nevnd tikin, so fær tað
ávirkan á okkara møgu-
leikar, men tað mugu polit-
ikararnir taka støðu til, og
ynskja teir okkara meining
um tað, so er tað upp til teir.
Kjartan Hoydal viðgong-
ur, at við at gera tað uppá
henda mátan so vágar ein
at vera við í einum samtaki
sum ikki fær tann besta
blokkin. Hetta hava teir eis-
ini tikið hædd fyri.
Ongan framíhjárætt
-Men er tað so, at tit hava
roknað við, at tit sum eitt
føroyskt felag í einum
útlendskum samtaki,
kunnu fáa hesum samtaki
ein framíhjárætt í eini
útbjóðing?
-Tað kunnu vit ikki rokna
við, tí tað hevði ikki verið
roknað serigst av oljufyri-
sitingini, um teir søgdu, at
fyrsti prioriteturin var eitt
samtak við einum føroysk-
um privatfelag.
Kjartan Hoydal sigur víð-
ari, at hann hevur tað álit á
oljufyrisitingini, at tað duga
teir at handfara, soleiðis at
tað ikki verður nøkur 6-
rímuligheit í útbjóðingini.
-Er tað so, at tú harvið
ikki skilur óttan hjá stjór-
anum í Shell, sum hevur
latið seg órógva av leik-
lutinum hjá einum før-
oyskum oljufelag í einum
útlendskum oljusamtaki?
Kjartan Hoydal heldur
henda ótta verða ógrund-
aðan. -Eingin kann set a ein
fingur á tann mátan, sum
Oljufyrisitingin brúkt við at
upplýsa oljufelggini um
treytir ol. Her er einki, sum
bendir á ella vísir, at olju-
felggini nýtast at hava nakr-
an ótta. Tað er heldur ikki
norska loysin, sum er vald.
Høvdu vit valt hana, so
kundu vit bara lagt okkum
afturá, og so kundi lands-
stýrið latið okkum komið
inn onkunstaðni. Tað hevur
man ikki gjørt. Og tað hev-
ur Atlants Kolvetni heldur
ikki ynskt.
-Men tit velja væl tað
samtakið at arbeiða sam-
an vid, sum hevur møgu-
leika at geva tad besta
tilboðið, tå útbjóðingin
verður veruleiki?
-Tað gera vit, og tað er
eisini júst hetta vit í løtuni
fáa mett um av útlendskum
ráðgevum, eitt nú hvørjar
veikleikar og hvgrja styrki
felggini hava.
Kjartan Hoydal sigur, at
tað er ikki bara talan um at
hava fíggjarliga styrki. Tað
er eisini so nógv annað, sum
telur td. arbeiðshættir,
hvussu tað riggar at sam-
starva ol.
-So hetta er ein sera
avgerandi løta í lívinum
hjá Atlants Kolvetni?
-Tað er tað, men ein skal
heldur ikki yvirdramitisera
tað. Skuldi 1. útbjóðingar-
umfar ikki rigga, so hava vit
framvegis onnur umfør, har
vit sjálvir gera av, hvgnn vit
samarbeiða við.
Tað er ikki alment, hvørji
oljusøamtøkini eru, sum
Atlants Kolvetni samráðist
við. Her er ein av
neyndarlimunum í
fóroyska oljufelagnum,
Mortan Johannesen við til
móttóku, tá Amerada Hess
lat upp skrivstovu í Havn.
Her hittir hann tveir av
stjórunum í Amerada Hess
Kjartan Hoydal viðgong-
ur, at tað gongur ikki long
tíð, áðrenn felagið hevur
tikið eina avgerð.
Uppá fyrispurning um
hann ikki er vorðin ótólin
eftir útbjóðingini sigur
nevndarformaðurin í At-
lants Kolvetni, at hann skil-
ur væl støduna og sjónar-
miðini hjá Oljufyristingini
og føroyskum myndug-
leikum annars um ikki at
taka avgerð um hetta, fyrr
enn tíðin er búgvin til tess.
Sosialurin skilur, at
myndugleikarnir enn ikki
hava tikið stóðu til komandi
útbjóðingarumfar. Arbeitt
verður við at loysa markna-
trætuna við bretar, og hós-
dagin verður fundur í Utt-
anlandsnevndini um nettup
marknaspurningin. Tå fara
Anfinn Kallsberg, løg-
maður og Árni Olafsson,
samráðingarleiðari at kunna
nevndina um gongdina í
samráðingunum.
Annars er tíðarætlanin hjá
landsstýrinum tann, at
fyrsta lisensrundan skal
verða boðin út í vár,
soleiðis at oljufeløg sleppa
í gongd at bora seint í 99
ella í ár 2000.
JAN MØLLER
Hetta er tíðin til jóla-
borðhald ol. Men tað eru
ikki bert í Føroyum, at før-
oyingar hittast til gaman og
álvara undan jólum. Eisini
- og ikki minst - í granna-
londum okkara, har nógvir
føroyingar búleikast verður
skipað fyri hugnakvøldum.
Og so er eisini í London.
Leygarkvøldid 21. novem-
ber verdur hugnakvøld f
donsku kirkjuni f London
fyri føroyingum og næst-
ringum og vinfólkum teirra
í Bretlandi.
Fyri at fáa ein serstakan
føroyskan dám yvir hetta
hugnakvgldið hava fyri-
reikararnir fingið avtalu vid
bæði Faroe Seafood og Før-
oya Bjór, sum lata okkurt
gott til matna og drekkandi
afturvið.
Tað er FISC, „The Faroe
Island Solidarity Com-
mittee“, sum stendur fyri
hugnakvgldinum, og har
finnast mong góð fólk mill-
um fyrireikararnar so sum
Loius Wilson, Marjun Joen-
sen-King, Helgi Joensen og
Dánjal Petur Mariusarson.
Louis Wilson sigur við
Sosialin, at tey vóna, at
mong verða við til hugna-
kvgldið, sum eisini er æt-
lanin at verða nakað ser-
stakt, nú eitt av trúgvu
umbodum Føroya í Bret-
landi herfyri kundi halda
jubileum.
Tey, sum ynskja at vera
Hugnakvøld í London
við, kunnu seta seg í sam-
band við ein av fyrireikar-
unum. Louis Wilson hevur
telf. 081-390 9926. Hugna-
kveldið verður í the Danish
Church, 5 St. Katherine's
Precincts, Regent Park,
London.
Sosialurin ynskir øllum
føroyingum í London og í
Bretlandi og Skotlandi ann-
ars eitt sera gott hugna-
kvold.
Føroyskir |
politikarar
ikki undir
sjoneykuna
Tad er eingin orsøk til at halda, at
| danska løgreglufregnartænastan PET
hevur havt eftirlit við fóroyskum pol-
itikarum, heldur Jóannes Eidesgaard,
fólkatingslimur
CHRISTIAN
SCHULTS-LORENTZE
ÚR KEYPMANNAHAVN
Meðan grønlendskir polit-
ikarar hava sett fram krav
um at vita, í hvussu stóran
mun fregnartænastan hjá
danska politinum (PET)
hevur skrásett politiskt, lóg-
ligt virksemi í Grønlandi,
hava eingir føroyskir polit-
ikarar sett fram ynski um
eina samsvarandi kanning í
sambandi við fregnartæn-
astuna og politiska um-
hvørvid í Føroyum.
Spurningurin hevur tikið
seg upp, eftir at danski løg-
málaráðharrin Frank Jensen
í Fólkatinginum hevur lagt
fram eitt uppskot um eina
nevndarkanning av arbeiðn-
um hjå fregnartænastuni.
Hetta hendir eftir at tad er
komið fram, at PET møgu-
liga ikki hevur hildid seg til
lógina frá 1968, sum bannar
skráseting av donskum
borgarum bert orsakað av
teirra lógliga politiska virk-
semi.
Tá Sosialurin setti seg í
samband við føroyska fólk-
atingsumboðið Jóannes Ei-
desgaard, bað hann um at
fáa tíð til at hugsa um spurn-
ingin.
— Skalt tú tosa við nakran
annan fyrst um henda
spurningin?
— Nei, eg skal bara hava
stundir til at hugsa meg um.
Tað er jú ein eymur spurn-
ingur, segði Jóannes Eides-
gaard, sum ein tíma seinni
var komin fram til sína pol-
itisku stóðu í hesum máli.
— Tad er eyðsæð, at stjórn-
in fyrst og fremst vil kanna,
í hvussu stóran mun polit-
ikarar á danska vinstra-
vonginum vórðu undir eft-
irliti. At grønlendska lands-
stýrið vil vera ein partur av
hesi kanningini, er eftir egn-
um ynski, men eg havi onga
kenslu av, at tað skuldi verið
neyðugt hjá okkum. Hin-
vegin kann tað tykjast para-
hoidt. Ti fari eg ikki at taka
stig til, at kanningin eisini
skal umfevna eina møguliga
skráseting av føroyskum
politikarum.
— Men hevdi tað ikki ver-
ið náttúrligt at fingið greiðu
á spurninginum, tá ein
neynd nú kortini skal kanna
málið? Um tú ikki spyrt,
fært tú jú einki svar?
— Jú, tað kanst tú siga.
Men eg havi ilt við at síggja,
hvussu eg einsamallur kann
seta kravið fram. Bert um
løgtingid heitir á meg, fari
eg at fylgja málinum upp,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Tá grønlendska lands-
tingið vil vera partur av
kanningini, kemst tað mill-
um annað av illgruna um,
at lóglig, politisk mótmæl-
istiltøk móti amerikansku
herstødini í Thule og sam-
bond við inuit í Russlandi
eru skrásett hjá PET.
Tað hevur ikki borið til at
fáa eina viðmerking frá hin-
um føroyska fólkatingslim-
inum, Ola Breckmann.