leygardagur 3. januar 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggjársmorgun
klokkan 8.40 sá fyrsti
føroyingur í 2004
dagsins ljós á Klaks-
víkar sjúkrahúsi. Ein
vælskaptur drongur
uppá 3.800 gram.
Foreldrini eru
Barbara Biskopstø og
Leivur Thorsteinsson
úr Klaksvík
FØÐING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Triðja árið á rað
sá ársins fyrsti føroyingur
dagsins ljós á Klaksvíkar
sjúkrahúsi. Ein fittur dron-
gur upp á 3.800 gram og 52
cm.
– Galið, tað er stuttligt at
fáa eitt barn. Eg hevði als
ikki ímyndað mær, at tað
fór at verða soleiðis. Tað er
ótrúligt at hyggja at honum
og hugsa sær, at vit eiga
hann. Eg havi fleiri yngri
systkin, so eg eri ikki ókend
við børn, men tað er nakað
heilt serstakt, tí hendan eigi
eg, sigur stolta mamman,
sum er komin væl fyri seg
eftir
føðingina
og
barnsburðin.
Barbara var sett at eiga
Tollaksmessudag, men lítli-
beiggin gav sær góðar stun-
dir og lat øll bíða í níggju
dagar, áðrenn hann vildi
koma í verðina. Og sam-
stundis bleiv hann so fyrsti
føroyingur í 2004.
– Tað er sjálvandi stutt-
ligt og nakað serstakt, at
hann er tann fyrsti nýføð-
ingurin í ár, men vit eru
bara glað fyri, at hann er
komin í øllum góðum, sig-
ur Barbara.
Fýrverkið setti ígongd
Barbara sigur, at hon als
ikki hevði væntað, at nakað
fór at henda fyrsta dagin á
árinum. Tí á midnátt stóð
hon saman við familju og
vinum skeyt nýggja árið
inn. Hon føldi onki til verk-
ir, og har var onki, sum
týddi uppá, at barnið fór at
koma. Hon var annars byrj-
að at ótolnast av álvara, tí
hon hevði gingið meira enn
eina viku yvir.
– Har vóru bæði rakettir
og bombur, og eg bleiv
kløkk av hvøllu brestunum
nakrar ferðir, so tað hevur
riggað, sigur hon skemt-
andi.
– Tað endaði so í øllum
førum við einum ordiligum
bresti, og hetta er tann
størsta nýggjársgávan, sum
ein yvirhøvur kann fáa,
sigur hon og hyggur eym-
liga at soninum, sum liggur
í fasta svøvni í føvningin-
um hjá mammu síni.
Barbara er í læru sum
grafikari, og Leivur siglir
við Norðborg, men hann
verður heima í eina tíð nú.
Barbara fer í farloyvi og
gleðir seg at sleppa heim
við beiggjanum.
– Men fyrst og fremst vil
eg liggja her á sjúkrahúsin-
um í nakrar dagar og taka
tað róligt, sigur hon.
Lítlibeiggin hevur tað
gott, har hann liggur hjá
mammu síni og svevur í
sama lag, og líka leggur
hann í hendan heiðurin og
hóvastákið, sum verður
gjørt burturúr, at hann er
ársins fyrsti føroyingur.
Ársins fyrsti føroyingur
Onkur herverk og
annað smávegis
hevur verið í Klaksvík
á nýggjárinum, men
sum heild var
friðarligt
LØGREGLUTÍÐINDI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Tvey herverk
hava verið á nýggjárinum. Í
øðrum førinum var talan
um ein, sum breyt eitt spegl
á einum bili. Og í hinum
førinum var tað ein maður,
sum bleiv tveittur út úr
klubbanum. Øði kom í
hann, og hann breyt ein rút
í einum bili.
Løgreglan sigur tó, at í
báðum førunum eru gern-
ingsmenninir og bileigar-
arnir komnir ásamdir um at
orna tað teirra millum.
Ein bilførari varð tikin
fyri rúsdrekka koyring, og
eitt rok tók seg upp í býn-
um, men tað varð steðgað
og verður ikki handfarið
sum ein harðskapssak.
Annars sigur løgreglan í
Klaksvík, at tað hevur ikki
verið ófriðarligt á nýggj-
árinum. Og tað hava ikki
verið stórvegis trupulleikar
av fýrverki.
Fyri uttan eina fráboðan
um eina skrellispann, sum
varð sprongd í luftina, hev-
ur løgreglan onga skaðafrá-
boðan fingið orsakað av
fýrverki.
Barbara Biskopstø við nýfødda soninum eitt gott samdøgur
eftir, at hann kom í verðina
Herverk í Klaksvík
2
Nr. 1 - 3. januar 2004
Nr. 1 - 3. januar 2004
3
Okkum øllum tørvar c vitaminir
C
M
Y
K
3
2