Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. januar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 1 - 3. januar 2004 Nr. 1 - 3. januar 2004 5 Í morgin, sunnu- dagin, letur upp listaframsýning hjá Jonnu Johannesen í Ribarhúsi í Fugla- firði LISTAFRAMSÝNING Tíðindaskriv »Handan vakurleikan« kallar 18 ára gamla Jonna Johannesen úr Leirvík framsýn- ingina í Gallarí Ribarhúsi, sum let- ur upp sunnudagin 4. januar kl 16. Í sambandi við ferniseringina bjóð- ar Frits Johannesen vælkomin, og Høgni Lisberg syngur og spælir gittar. Jonna er 18 ára gomul og er upp- vaksin í Leirvík. Hon hevur málað frá barnsbeini av – einamest akryl og pastell. Myndaevni hon velur at viðgera eru persónslýsingar og menniskju við døprum íblástri. Hettar er hennara allarfyrsta einsæris fram- sýning. Framsýningin er opin mánadag til fríggjadag millum kl 15 og 17:30, og leygardagin millum 11:00 og 13:00. Dagin fyri nýggjársaftan var innbrot í tveimum bátum á Argjum. Neyð- bluss og neyðrakettir vórðu stolnar. Alt annað fekk frið í báðum bátunum. Løgreglan veit ikki hvør- jir gerningsmenninir eru, men hon heldur, at talan man vera um somu persón- arnar í báðum førum. Somuleiðis varð ein pulvursløkkjari stolin av Statoilstøðini á Argjum. Annars hevur løgreglan fingið fráboðan um tveir postkassar, sum vórðu sprongdir í luftina nýggj- ársaftan. Útyvir tað hevur løgregl- an ikki fingið nakrar frá- boðanir í sambandi við fýr- verk á nýggjárinum. Løgreglan var úti og kannaði støðini, sum selja fýrverk, og øll sølustøðini luku treytirnar fyri at selja fýrverk. Tríggir bilar vóru í einum ferðsluóhappi í hálkuni við Hósvík Nýggjársdag LØGREGLUTÍÐINDI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Løgreglan sigur frá einum ferðsluóhappi við Hósvík Nýggjársdag. Ein bilur var á veg suðureftir, tá førarin misti tamarhaldið á honum. Bilurin fór á glið og rendi inn í ein mótkoyrandi bil. Og síðani kom ein triði bilur, sum ikki megnaði at stegða, og hesin rendi inn í hinar báðar, sum stóðu mitt á vegnum. Bilarnir fingu allir stóran skaða, men ongin persóns- skaði var kortini, verður sagt av løgreglustøðini í høvuðsstaðnum. Onki verður sagt um ferð, men tá tað er so hált, sum tað var Nýggjársdag, so kunnu ferðsluóhapp lættliga henda. – Tað ber ikki rættiliga til at tosa um ferð, men í slík- ari hálku, má koyrast eftir umstøðunum. Og tíverri verður tað ofta ikki koyrt eftir umstøðunum. Tað er tað grundleggjandi í slíkum óhappum, sigur vakthav- andi á løgreglustøðini. Tríggir bilar rendu saman Ongin persónsskaði var, tá tríggir bilar rendu saman á vegnum við Hósvík Nýggjársdag Mynd: Jan Müller Innbrot í tveir bátar HÚSAKEYP Jan Müller Um tað ber boð um eina betri framtíð fyri føroyska vinnu skal ikki vera sagt, men seinasta stigið hjá Vinnuhúsinum í farna árinum var at skapa felagn- um hjá føroyskum vinnu- lívi betri karmar at virka undir. Vinnuhúsið hevur keypt stóru og stásiligu ognina hjá Sámal Jacobsen í Smærugøtu í Havn. Stóru og rúmligu húsini koma ístaðin fyri heldur trengri hølini, sum felagið hevur húsast í nú í mong ár. Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum er sera fegin um keypið, sum hann hel- dur fer at gera umstøðurnar hjá teimum, sum arbeiða í Vinnuhúsinum so nógv betri og harvið eisini koma at gera tað møguligt at geva allari vinnuni eina betri tænastu sum heild. -Vit hava nú húsast í R. C. Effersøesgøtu í mong ár, og nú er uppá tíðina at fáa annað tak yvir høvdið, sum gevur bæði okkum, sum starvast í Vinnuhúsinum og okkara limum betri um- støður sigur ein fegin Jan Mortensen. Hann upplýsir, at feløgini í Vinnuhúsinum hava havt ætlan um at byggja men komu so eftir, at hetta var ein betri loysn. Tey fáa eini stór hús og til annan prís, enn um feløgini skuldu bygt av nýggjum. Sosialurin skilur, at húsini eru keyp fyri onkunstaðni um 5 mill. kr. Húsini eru í trimum hæddum og koma at geva nógv betri skrivstovupláss umframt at fundarfacilitet- irnir verða nógv betri. Tað eru Føroya Arbeiðsgevara- felag, Havnar Arbeiðsgev- arafelag og Havnar Hand- verksmeistarafelag, sum standa fyri keypinum. Uppá fyrispurning um tað ikki kann virka løgið at flyta inn í stóra »borg«, nú stórir partar av vinnuni eru í trupulleikum sigur Jan Mortensen, stjóri, at í mun til at skula byggja eini nýggj hús, so er hetta ein bæði bílig og skilagóð loysn. Eini nýggj hús høvdu kostað einar 15 mill. kr. Havnar Handverks- meistarafelag hevur havt egin hús, sum tað hevur selt, og verandi hølini hjá Vinnuhúsinum verða so eisini seld. Stóra sethúsaognin við Sundsvegin í Havn, sum Vinnuhúsið hevur keypt Mynd Jens K Vang Vinnuhúsið flytur í risastór sethús: Vinnan betri karmar at arbeiða undir Handan vakurleikan í Ribarhúsi C M Y K 5 4