Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. januar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 1 - 3. januar 2004 Nr. 1 - 3. januar 2004 7 Við staðfestingini, at Sambandsflokkurin og sambandsveing- irnir í hinum flokk- unum standa til stór- sigur, bjóðar Tjóveldisflokkurin seg fram til valið 20. januar sum trygdin fyri, at sjálvstýris- tilgongdin heldur fram í eini komandi samgongu LØGTINGSVAL Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Valið stendur millum sambandskósina og sjálv- stýriskósina. Velja fólk sambandskósina, so merkir tað blokkstuðul, politisk stýrd vinna og heimastýri. Velja fólk hinvegin sjálv- stýriskósina, so fáa vit eina tilgongd við frælsari vinnu, sosialum frambrotum og avgjørdari fíggjarstýring. So einfalt lýsir Høgni Hoydal, formaður Tjóð- veldisfloksins, valið 20. januar. Tjóðveldisflokkurin legði fríggjamorgunin fram valskrá sína fyri fjølmiðl- unum. Skráin er í 10 punktum: 1. Sjálvstýriskósin Í seks ár hevur Tjóðveldis- flokkurin lagt støði undir einar sjálvstøðugar Føroy- ar. Búskaparligu, sosialu og vinnuligu framstigini hava ongantíð verið so stór, sum hesi árini. Fleiri málsøki eru yvir- tikin, og klárt er at yvirtaka 24 afturat. Eftir drúgvar fyrireikingar er eitt nú klárt at skipa føroyska fólka- kirkju, rættarskipan og løg- reglu. Harumframt eru fyrireik- ingarnar til Grundlóg Før- oya um at vera lidnar. Arbeiðið við yvirtøkum og grundlóg steðgaði, tá Anfinn Kallsberg skrivaði út val. Hvør einasta atkvøða til Tjóðveldisflokkin verður brúkt í stríðnum fyri, at yvirtøkurnar verða framd- ar, og Grundlóg Føroya sett í verk. Soleiðis vil flokkurin leggja støðið undir Før- oyskt fullveldi og eina framtíð, har vit á egnum beinum knýta samband við allan heimin. 2. Sosial frambrot Í seks ár hevur Tjóðveldis- flokkurin havt fíggjarmál. Hesi árini er skatturin hjá tí, sum vinnur 200.000 krónur, lækkaður við 10.000 krónum. Fólka- pensiónin er hækkað við 8.000 kr. fyri hjún og 12.000 kr. fyri støk. Har- umframt er pensiónin gjørd skattafrí. Barnafrádrátturin er hækkaður við 2.600 kr. Lestrarstuðulin til heima- búgvandi er hækkaður við 8.000 króunum og fyri úti- búgvandi við 11.000 krón- um. Tey, sym lesa uttan fyri norðurlond, fáa harumframt upp til 120.000 kr. til skúla- gjaldið í mun til 60.000 kr. fyri seks árum síðani. Í knøpp tvey ár hevur Tjóðveldisflokkurin umsit- ið almannamál. Hesa tíðina er m.a. farið undir at byggja ellis- og røktarheim til 123 fólk, ein haldfør loysn er funnin á barnaansingini, og pengar eru settir av til her- berg fyri heimleys. Tað er Tjóðveldisfloksins uppgáva at prógva, at eing- in verður illa fyri, tá Føroy- ar fáa sjálvræði. Tí verður kósin hildin komandi árini. Næstu stigini eru at nøkta allan tørvin á ellis- og røkt- arheimsplássum í samstarvi við kommunurnar, at skipa nýggja, samhaldsfasta pensiónsskipan, og at byggja út barsilsskipanina. 3. Frælst vinnulív Í Føroyum hava marknað- arkreftirnar hava verið sett- ar til viks, og politikarar hava stýrt vinnuni. Skattgjaldarin hevur ver- ið tvingaður at rinda milli- ardir fyri miseydnaðar, politiskt stýrdar verkætl- anir. Tjóðveldisflokkurin vil hava eitt frælst, liberalt vinnulív. Politikarar skulu skapa vinnuni góðar karm- ar, men ikki stýra henni. Hóast harða mótstøðu hevur Tjóðveldisflokkurin farnu seks árini slóðað fyri, at studningur til vinnuna er tikin burtur. Úrslitið er, at vinnan stendur á egnum beinum og kastar meira av sær enn nakrantíð áður. Tjóðveldisflokkurin hev- ur júst sett á stovn føroysk- an virðisbrævamarknað. Næsta stigið er at ein- skilja tann stóra partin av vinnuni, sum endaði á al- mennum hondum undir kreppuni. Einar frælsar Føroyar krevja eitt frælst vinnulív. 4. Avgjørd búskaparstýring Tjóðveldisflokkurin hevur sitið við fíggjarmálum í seks góð ár. Trýstið at lata slúsurnar upp hevur verið øgiligt. Men Tjóðveldisflokkurin hevur staðið ímóti og stýrt búskapinum við fastari hond. Hesi árini hava vit goldið kontant fyri størri útbygg- ingar enn nakrantíð áður. Skuldin er goldin niður í helvt. Og blokkstuðulin er minkaður. Men kortini hava vit havt yvirskot hvørt ein- asta ár. Tann kontanta stýringin hjá Karsten Hansen hevur ikki altíð verið væl umtókt. Men tað er henni fyri at takka, at vit í dag hava ein sunnan búskap. At vit klára eitt afturstig, uttan at enda í kreppu. Og at vit eiga nær- um tvær milliardir á bók. Sjálvræði krevur, at vit umsita okkara pengar við ábyrgd. Tjóðveldisflokkur- in fer at halda somu kós komandi árini. 5. Miðvísar útbyggingar Tjóðveldisflokkurin setti sær fyri 6 árum síðani sum mál, at Føroyar skuldu út- byggjast til eitt nútímans samfelag. Ætlanin hevur verið fylgd: Vágatunnilin gjørdur. Berghol til Gásadals er gjørt. Farið er undir Norð- oyartunnilin. Ferjulega í Kalsoynni er í gerð. Nýggj- ur Smyril er á veg. Pengar eru játtaðir til tunnilin mill- um Hov og Øravík. Teistin er bygdur. Nýtt Lands- sjúkrahús er bygt. Stór út- bygging av ellis- og røktar- heimum er sett í verk. Sam- býli til brekað og minnis- veik eru bygd. Og skúlar eru í gerð kring landið. Landið er ongantíð út- bygt so nógv, sum síðani vit settu kós móti sjálvræði. Hetta eru íløgur, sum knýta landið saman, og bøta um trivnaðin. Fyri Tjóðveldis- flokkin er tað partur av stríðnum fyri sjálvræði. Næsta stóra stig í langtíð- arætlanini er at seta á Sand- oyartunnilin, tá ið Norðoy- artunnilin er liðugur. 6. Skúlar og mentan kring alt landið Í seks ár hevur Tjóðveldis- flokkurin havt ábyrgdina av menta- og skúlamálum. meira enn nakrantíð. Almanna- og Heilsuskúli er latin upp á Tvøroyri. Far- ið er undir at byggja mið- námsskúla í Vági. Pengar eru játtaðir til Lista- og ítróttarháskúla í Sandoynni, til Fiskivinnu- og havbúnaðardepil í Vest- manna, til útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík, og til nýggjan Tekniskan skúla, Handilsskúla og Studentaskúla í Havn. Við hesum hevur Tjóð- veldisflokkurin sameint trý av sínum endamálum: Ung- dómurin skal hava góð út- búgvingartilboð, lokaløkini skulu mennast, og mentan- in skal stimbrast. Hvørt øki í landinum skal hava sín depil til mentan, útbúgving og gransking. Næsta stóra stig er at byggja miðnámsskúla í Vágum, har serligur dentur skal leggjast á ferðavinnu. 7. Almennnur setanarsteðgur Tjóðveldisflokkurin var ímóti, tá føroyska miðfyri- sitingin var skipað sambært uppskotinum hjá Finn Nor- man Christensen. Flokkurin heldur fram- vegis ikki, at henda skipan hóskar til føroyska samfel- agið. Tjóðveldisflokkurin vil rationalisera og effektivi- sera miðfyrisitingina við at leggja deildir saman. Setanarsteðgur skal set- ast í verk, so samlaða talið av størvum innan miðfyri- sitingina ikki økist. 8. Umhvørvisrøkt Umhvørvi er okkara týdn- ingarmesta tilfeingi. Og tað má røkjast betur enn higar- til. Tjóðveldisflokkurin vil stuðla alternativari orkuút- bygging í Føroyum, endur- skoða grundarlagið hjá SEV fyri vatnorkuútbygg- ing í Eysturoy, styrkja lokal umhvørvistiltøk, og skjóta upp fyri Norðurlandaráðn- um at stovna ein altjóða granskingarstovn fyri hav- umhvørvi og veðurlags- broytingar í Føroyum 9. Samband við allan heim At Føroyar ikki hava fullveldi ger, at vit ikki fáa samstarvað frælst við onnur lond. Ikki ein gang fullan limaskap í Norðurlanda- ráðnum kunnu vit fáa, hóast eitt samt løgting ynskir hetta. Ríkisrættarliga støðan verður ein enn størri trupul- leiki, tá Danmark um stutta tíð helst fer at góðkenna nýggju ES-grundlógina. Tí so leingi Føroyar ikki hava fullveldi, kunnu vit bert fáa ES-limaskap sum ein danskur landslutur. Hesum er Tjóðveldisflokkurin hart ímóti. Tjóðveldisflokkurin vil, at Føroyar, eins og Ísland, Noreg og Liktinstein, fáa ein EBS-sáttmála við ES. Men til tess krevst, at vit eru eitt sjálvstøðugt land. Føroyskt fullveldi er so- statt bæði fortreytin fyri limaskapi í Norðurlanda- ráðnum og eini skilagóðari avtalu við ES. Men til vit hava nátt hes- um máli, vil Tjóðveldis- flokkurin, har tað ber til, menna sambandið og sam- starvið við øll okkara grannalond. Stóra málið er at stovna eitt »OPEC« fyri fiski- vinnutjóðirnar í Norður- atlantshavi, har vit kunnu samstarva um at fáa betri atgongd til ES uttan at gerast limir. 10. Mark millum rangt og rætt Álit á politisku skipanina er ein fortreyt fyri fólkaræði. Tí mugu landsins leiðarar taka greiða frástøðu frá lógarbrotum. Um ein leiðandi persónur og politiski flokkur hansara í staðin verja lógarbrot, verður grundarlagið tikið undan stríðnum fyri sjálv- ræði. Eitt sjálvstøðugt samfel- ag krevur leiðarar við tign. Tjóðveldisflokkurin setir mark millum rangt og rætt. Og tekur avleiðingarnar, tá farið verður um hetta mark. Fyri Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkin er valið 20. januar sera greitt, tí tá skal støða takast til, um vit skulu halda áfram at byggja land – ella um vit skulu venda aftur til heimastýrið. Valskrá Tjóðveldisfloksins: Eitt val millum heimastýri og at byggja land Eitt einfalt val, heldur Høgni Hoydal. – Velja fólk sjálvstýriskósini, so eru tað bara vit, sum tryggja hana. Vit eru lokomotivið, sum kann draga sambandskreftirnar í hinum flokkum, sigur hann Mynd: Jens Kristian Vang Tjóðveldisflokkurin fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin, um Fólkaflokkurin ikki tekur greiða frástøðu frá lógarbrotunum hjá Anfinni Kallsberg. Tjóðveldisflokkurin vil hava eitt greitt mark millum rangt og rætt. LØGTINGSVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Eitt av undirpunktunum í valskrá Tjóðveldisfloksins er markið millum rangt og rætt. Høgni Hoydal segði á tíðindafundinum fríggja- morgunin, at eftir valið 20 januar kemur Fólkaflokk- urin ikki upp á tal sum samgongufelagið hjá Tjóð- veldisflokkinum, uttan at flokkurin tekur greiða frástøðu frá lógarbrotunum hjá løgmanni. – Fólkaflokkurin má gera upp við Anfinn, um vit skulu gera eitt møguligt samgongusamstarv við Fólkaflokkin, sigur for- maður Tjóðveldisfloksins Høgni Hoydal vísir á, at tað ber ikki til at landsins leiðarar verja lógarbrot, tí so er grundarlagi fyri fyri stríðnum fyri sjálvsræði tikið burtur. Spurdur, um hvussu langt Tjóðveldis- flokkurin vil fara fyri at tryggja, at álitið á politisku skipanini verður varðveitt, svarar Høgni, at Tjóð- veldisflokkurin hevur ongar ætlanir um at døma ávísar persónar, tí tað hava vit eina rættarskipan til. – Verður eitt lógarbrot staðfest og viðkomandi persónur viðgongur lógar- broti, so má minsta krav verða, at viðkomandi ikki sigur ósatt um brotið. Tað er alneyðugt, at greið frá- støðu verður tikin frá lógar- brotum, og vit í flokkinum hava tikið líknandi mál upp, tí vit meta tað er týdn- ingarmikið, at ein tekur sjálvsábyrgd, greiðir Høgni Hoydal frá. Lokomotivið Tjóðveldisflokkurin dylir ikki fyri, at løgtingsvalið 20. januar er eitt greitt val um framtíðina hjá Føroy- um. Hóast valið stendur millum loysing og sam- band, so vil Tjóðveldis- flokkurin ikki útihýsa møguleikanum fyri einum møguligum samgongu- samstarvi við Sambands- flokkin. – Vit útihýsa ikki nøkrum flokkin. Avgerandi fyri okkum er, at sjálvstýris- tilgongdin heldur fram. Vit vilja savna allir sjálvs- stýriskreftir í landinum, og draga hinar flokkarnar við okkum á sjálvsstýriskós, sigur Høgni Hoydal. Hann leggur afturat, at flokkurin vil arbeiða mið- víst fyri, at yvirtøkulógin verður gjøgnumførd, og at Grundlógin kemur út til fólkaatkvøðu. Kemur Sambandsflokk- urin upp á tal? Vit eru lokomotivið í sjálv- stýrismálum í føroyskum politikki, og Sambands- flokkurin kann koma upp á tal, men tað veldst sjálvsagt um, hvat teir vilja á sjálv- stýrisleið. Sjálvsstýrismálið er framvegis alt avgerandi spurningurin hjá okkum, sigur formaður Tjóðveldis- floksins. Greiðan vinnupolitikk Høgni Hoydal ásannar, at vinnupolitikkurin hjá Tjóð- veldisflokkinum er broyttur nakað, síðan seinasta val- skeið. Hann sigur, at flokk- urin hevur fyri stuttum endurskoðað stevnu- skránna, og tað hevði mill- um annað við sær, at flokkurin hevur valt eina nýggja vinnupolitiska kós. Í valskránni tekur flokkurin frástøðu frá politisk stýrd- ari vinnu. Hóast trýstið fyri at lata einstøkum vinnum stuðul seinasta valskeið, hevur Tjóðveldisflokkurin havt eina greiða støðu í málunum. Flokkurin vil fyri alt ikki enda aftur í einum politisk stýrdum vinnulívi, har vit nógvar ræðusøgur frá 80 árunum at vísa ár. Tjóð- veldisflokkurin ynskir í hesum sambandi eina upp- gerð millum vinnuliv og politiska myndugleikan. - Tað er neyðugt, at vinn- an fær greiðar og fastar karmar at arbeiða undir. Vit mugu fyri alt ikki enda í eini politisk stýrdari vinnu, tí politiska uppgávan er ikki at stýra vinnuni, men at geva henni karmar, sigur Høgni Hoydal Tjóðveldisflokkurin vil í hesum sambandi eisini koma kreppuloysnunum frá fyrst í nítiárunum til lívs. Flokkurin vil virka fyri, at almennu fyritøkurnar verða einskildar. Her verður mill- um annað hugsað um Fiskavirking og Føroya Banka, sum bæði áttu at virka undir privatum grundarlag. Høgni Hoydal sigur seg vænta, at ein ein- skiljing av almennum fyri- tøkum hevði givið føroyska vinnulívinum nýggjan vøkstur og væl størri dyna- mikk. Hart valstríð Tjóðveldisflokkuin ásann- ar, at valstríðið hesaferð verður harðari enn nakran- tíð. Tað eru nógvir føroy- ingar sum væntað, at áhald- andi stríðið millum Tjóð- veldisflokkin og Fólka- flokkin farna valskeiðið, møguliga verður aftur at síggja undir valstríðnum. Høgni Hoydal sigur, at ein kann altíð hava óttað fyri, at stríðið millum Tjóð- veldisflokkin og Fólka- flokkin verður tikið fram og nýtt í valstríðnum, men hann vónar kortini ikki at so verður. – Vit hava lagt eina greiða valskrá fram, og tað verður sjálvsagt eftir henni, at flokkurin fer at virka eftir í valstríðnum. Vit hava ongar ætlanir um at viðgera ávisar persónar undir valstríðnum, sigur Høgni Hoydal at enda. Fólkaflokkurin má sópa fyri egnum durum LØGTINGSVAL Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Síðani Tjóðveldisflokkurin aftur fekk ávirkan á po- litisku leiðsluna í Føroyum eftir valið í 1998, hevur fullveldismálið fylt nógv – serliga fyrru árini. Gamla slagorðið hjá Tjóðveldisflokkinum var »loysing«. Hetta orðið varð longu linkað í valstríðnum í 1998 til »skipað loysing«, sum eftir valið gjørdist til »fullveldi«. Eftir at fólkaatkvøðan varð avlýst, og eftir at full- veldismálið ikki varð so rúgvusmikið í dagliga kjak- inum, varð aftur tosað um »sjálvstýri« – og seinastu dagarnar hava vit hoyrt og sæð formann Tjóðveldis- floksins og onkran av tinglimunum við, brúkt orðið »sjálvbjargni«. Orðið »fullveldi« er nevnt fýra ferðir í val- skránni. Tað verður orðið »sjálvræði« eisini, meðan orðið »loysing« bert er at finna í teldupostadressuni hjá Tjóðveldisflokkinum, »loysing@post.olivant.fo«. Frá loysing til sjálvbjargni Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin ásanna, at valstríðið hesaferð verður harðari enn nakrantíð. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6