leygardagur 3. januar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 1 - 3. januar 2004
Nr. 1 - 3. januar 2004
9
Politisk nýggjársrøða
Jóannes Eidisgaard
hevði væntað eina
øðrvísi nýggjarsrøðu
frá løgmanni hesa
ferð. Hann fýlist
millum annað á, at
løgmaður gjørdist ov
politiskur í sínari
røðu, og at hann fór
ov lætt um vinnuligu
trupulleikarnar í før-
oyska samfelagnum
NÝGGJÁRSRØÐA
LØGMANS 2003
Kristian Eli Andersen
– Vit væntaðu øll eina
øðrvísi nýggjársrøðu, men
vit fingu eina røðu, sum
løgmaður við vilja gjørdi
eitt sindur politiska, og har
hann bert tók tað fram, ið
tænti sær sjálvum og Fólka-
flokkinum best.
Jóannes Eidisgaard, for-
maður
Javnaðarfloksins,
hevði væntað at løgmaður
orsakað av valstríðnum
nýtti røðuna til at koma við
einum nýggjársynski og
heilsu til tjóðina í staðin
fyri at gerast ov politiskur í
sínari røðu.
Ov lætt um
Jóannes Eidisgaard heldur
eisini, at løgmaður í lýsing
sína av búskaparligu og
vinnuligi gongdini fór ov
lætt um teir trupulleikar, ið
millum annað síggjast í ali-
og rækjuvinnuni.
– Løgmaður nevndi líka
alivinnuna og rækjuvinn-
una, men støðan er jú tann,
at politiska skipanin ikki
hevur rørt hond frá síðu um
hesar báðar vinnur, ið hava
verið í svárum trupulleik-
um nú í longri tíð. Mann
hevur ikki havt boð uppá
nakað sum helst, vísir Jó-
annes Eidisgaard á.
Tók ikki ábyrgd
Viðvíkjandi samgonguslit-
inum og leiklutinum hjá
løgmanni hesum viðvíkj-
andi, heldur Jóannes Eidis-
gaard, at løgmaður slapp
sær ov lætt undan síni egnu
ábyrgd og fekk tað at ljóða,
sum um onnur høvdu
skyldina av, at tann søguligi
møguleikin, ið lá í nýggju
yvirtøkuløgini
fór
fyri
bakka.
– Løgmaður tosaði um
spillandi tungur, sum sipaði
beinleiðis til hatta málið, og
sum ikki hoyrir heima í eini
nýggjársrøðu, men annars
er hatta samgongustríð eitt
mál, sum teir báðir stóru
samgonguflokkarnir sjálvir
mugu keglast um, leggur
Jóannes
Eidisgaard
tó
afturat.
Gloymdi jarðskjálvtan
í Iran
Jóannes Eidisgaard beit
merki í, at løgmaður nevndi
kríggið í Irak, men at hann
gloymdi at nevna jarð-
skjálvtan í Iran fyri fáum
døgum síðani, har túsund-
tals fólk lógu eftirá.
– Nú løgmaður nevndi
uttanríkisviðurskfti,
so
hevði tað sømt seg eisini at
víst samkenslu fyri syrgi-
ligu náttúruvanlukkuna í
Iran og nevnt, at Føroya
løgting átti at tikið spurn-
ingin upp um at veitt hjálp
til Iran, so sum okkara
grannalond
hava
gjørt,
sigur formaður Javnaðar-
floksins at enda.
Ikki bar til at fáa fatur á
Høgna Hoydal, formanni
Tjóðveldisfloksins, áðrenn
blaðið fór til prentingar.
– Eg haldi ikki, at har
var nakað serstakt við
hasari røðuni burtur-
sæð frá, at løgmaður
var keddur av at fara
frá. Men tað skilji eg
ikki. Tað er jú løg-
maður sjálvur, ið hev-
ur útskrivað nýval,
sigur Lisbeth L.
Petersen.
NÝGGJÁRSRØÐA
LØGMANS
Kristian Eli Andersen
Forkvinna Sambandsfloks-
ins hevur ikki nógvar við-
merkingar til nýggjársrøðu
løgmans 2003. -Politiska
støðan ger, at løgmaður
hevur tað trupult við at
halda hesa røðuna, tí hann
fær ikki sagt nógv, og tað
hevði eg heldur ikki vænt-
að, vil Lisbeth L. Petesen
vera við. Sambært henni er
tað týðiligt, at løgmaður í
røðuni var keddur av at fara
frá, og tað hongur ikki heilt
saman, heldur hon. Hon
vísir á, at løgmaður sjálvur
hevur skyldina av hesum.
Saknaði okkurt
Lisbeth L. Petersen leggur
tó dent, at hon saknar eina
rámari útlegging av trupul-
leikunum í ali- og rækju-
vinnuni. – Løgmaður brúkti
millum annað røðuna til at
vísa á, hvussu væl tað hev-
ur gingist í føroyska sam-
felagnum seinasta árið,
men tað er ikki heilt rætt.
Vit hava jú havt stórar trup-
ulleikar bæði í alivinnuni
og í rækjuvinnuni, vísir hon
á.
Lisbeth L. Petersen er
heldur ikki samd við upp-
fatan løgmans av støðuni í
almanna- og heilsuverk-
inum. – Eg eri ikki samd
við løgmanni í, at tað, sum
er hent har, er so fantast-
iskt, er seinasta viðmerking
hennara.
Jóannes Eidisgaard heldur, at
nýggjársrøða løgmans 2003
var ov politisk.
Mynd: Savnsmynd
Eingin serstøk røða
Tað ganga helst
nakrir dagar, áðrenn
verulig gongd kemur
á aftur fiskafram-
leiðsluna á landi
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað fara nokk at ganga
nakrir dagar, áðrenn veru-
lig gongd kemur aftur á
fiskaframleiðsluna á landi.
Flestu ísfiskaskipini liggja
vanliga um jóla-og nýggj-
árshalguna, og tað munnu
flestu nótaskipini eisini
gera. Hetta merkir, at tað
gongur helst ein tíð, áðr-
enn boð verða send eftir
arbeiðsfólkunum,
sum
arbeiða á fiskavirkjunum
kring landið.
Á Havsbrún í Fuglafriði
siga tey, at opið verður
aftur sum vant frá mána-
degnum, 5. januar.
Flestu av hinum virkjun-
um, sum keypa fisk undan
Føroyum, verða opin aftur
so skjótt, skipini koma
innaftur at landa.
Seinastu dagarnar hev-
ur veðrið verið óstøðugt.
Tað hevur verið kalt og
lýtt hvørt um annað.
Nýggjársaftan var ill-
veður, men so hvørt, sum
kvøldið leið, minkaði
vindurin, og veðrið gjørd-
ist betur.
Nýggjársdag
var
hampiligt veður og í gjár,
fríggjadagin, 2. Januar,
var fínasta veður.
Um viðrar komandi
dagarnar, og fiskur verður
at fáa, kann væntast, at
tey fyrstu skipini gera ein
stuttan túr.
Flestu skipini
liggja um
høgtíðina
Um viðrar komandi dagarnar, og fiskur verður at fáa, kann
væntast, at tey fyrstu skipini gera ein stuttan túr
Forkvinna Sambandsfloksins er heldur fámælt viðvíkjandi nýggjársrøðu løgmans 2003
Mynd: Savnsmynd
Løgmaður var djarv-
ur at nevna síni per-
sónligu viðurskifti,
men eg savnaði nøkur
orð um menningar-
hjálp, segði Jenis av
Rana um løgmans-
røðuna
LØGMANSRØÐAN
Bartal Nolsøe Poulsen
Jenis av Rana var sum heild
væl nøgdur við allarhelst
síðstu nýggjársrøðuna hjá
Anfinn
Kallsberg
sum
løgmanni.
– Eg lurtaði við áhuga
eftir røðu løgmans, og eg
haldi at hann kom gott frá
henni. Eg haldi at tað var
positivt at løgmaður tordi at
koma inn á síni persónligu
viðurskifti, segði Jenis av
Rana, tá ið vit spurdu hann
um viðmerkingar til røðu
løgmans
gamlaárskvølð.
Jenis helt, at løgmaður
kundi havt latið málið um
sína fortíð ligið, men at
hann valdi at gera við-
merkingar til tað var at
fegnast um. – Deildar
meiningar eru um málið
millum manna, og fólk
skulu hava loyvi til at halda
tað, tey vilja, men eg eri
fegin um at løgmaður tordi
at nema við tað í røðu síni.
Eitt annað mál, sum Jenis
hefti seg við í røðu løg-
mans, var at hann gav rúm
fyri teimum veiku í sam-
felagnum í røðuni, teimum
við brekum. Tað fegnaðist
hann yvir.
Jenis av Rana heldur at
ein týdningarmikil partur
av løgmansrøðuni var brot-
ið um uttanríkispolitikk.
Løgmaður tosaði bæði um
kríggið í Irak, um stríðið
ímóti yvirgangi og viður-
skiftini millum Føroyar og
ES. – Uttanríkispolitikkur
er eitt evni, sum vit føroy-
ingar gera alt ov lítið við.
Vit eru ikki komin serliga
langt á leið. Sjálvt grøn-
lendingar eru um at taka
okkum aftur, nú teir eru
farnir at krevja meira ávirk-
an á síni viðurskifti við út-
heimin.
Jenis av Rana hevði ikki
bert rósandi orð at bera
løgmanni. Hann harmaðist
um, at tað vóru onnur
týðningarmikil mál, sum
løgmaður ikki røddi um,
mál sum sambært Jenis
møguliga eru ov eym. –
Serliga hugsi eg um menn-
ingarhjálp til útheimin, og
um neyðina í Iran í hesum
døgum. Vit føroyingar áttu
sjálvandi at reagera uppá
ein
tílíkan
sorgarleik.
Møguliga skammaðist løg-
maður at nevna tað, og eg
skilji hann væl, tí at vit
hava alla orsøk til at
skammast, segði Jenis mill-
um annað. Hann helt av-
gjørt, at menningarhjálp fór
at vera eitt av evnunum,
sum Miðflokkurin fór at
taka upp í møguligum sam-
gongusamráðingum eftir
valið 20. januar. – Vit
kunnu ikki sita í hesum
paradísinum, sum Føroyar
jú eru, og lata eyguni aftur
fyri tí, sum fyriferst úti í
heimi. Vit eiga sum samfel-
ag at vera til reiðar at rætta
eina bróðurhond, tá ið
slíkar vanlukkur henda.
Kári P. Højgaard, for-
maður Sjálvstýris-
floksins, heldur at
løgmaður helt eina
megnarrøðu miku-
kvøldið. – Tað var ein
góð og kensluborin
røða, ið bar brá av, at
valið er í nánd.
LØGMANSRØÐAN
Bartal Nolsøe Poulsen
Røða løgmans greiðir fyrst
og fremst frá tí, sum
samgongan hevur staðið
fyri hesu seinastu árini.
Hon tekur ikki bara saman-
um árið, sum fór, men held-
ur alt skeiðið hjá Anfinni
Kallsberg sum løgmaður,
heldur Kári P. Højgaard. –
Tað var ein realistisk røða,
ið vísti veruleikan sum
hann er, nevniliga at hóast
stóran framburð síðstu árini
eru nøkur skýggj at hóma á
luftini.
– Tað er týdningarmikið,
at føroyingar vita, hvussu
landið liggur, sigur formað-
ur
Sjálvstýrisfloksins.
Trupulleikar eru í pørtum
av fiskiflotanum, rækju-
vinnan er illa sperd av lág-
um prísum, og eg eri glaður
fyri at løgmaður kom inn á
hesi viðurskifti. Røðan
segði sum er, at tað kann
ganga skjótt hvønn vegin.
Men hóast røðan var real-
istisk, so var hon eisini til
tíðir kensluborin. Løgmað-
ur nam við mentunarliga
arvin hjá okkum við at end-
urgeva nakrar av mætu
yrkjarum okkara, hann
røddi um ítróttarlig og tón-
listarlig avrik hjá føroying-
um í 2003, og hetta er nak-
að, sum talar til kenslurnar
hjá fólki.
Kári P. Højgaard helt
eisini, at røðan bar brá av at
val stendur fyri durunum. –
At løgmaður nevnir møgu-
leikan fyri undirsjóartunl-
um til Sandoynna og Suð-
uroynna avspeglar, at val er
í nánd. Men Kári ásannar at
stórur aktivitetur hevur ver-
ið á samferðsluøkinum
seinastu tíðina. – Tað verð-
ur í ár, at nýggi Smyril
kemur, og at nýggj sam-
ferðsluhavn verður gjørd á
Drelnesi. Kári P. Højgaard
fegnaðist eins og fleiri av
hinum formonnunum yvir,
at løgmaður nevndi tey
brekaðu í samfelagnum í
røðuni.
– Av viðurskiftum uttan-
landa
nevnir
løgmaður
hendingar,
sum
hava
skakað heimin, bæði góðar
og ringar. Hendingin í
summar í Svøríki, tá ið
svenski uttanríkisráðharrin
varð dripin, og handtøkuna
av Saddam Hussein í Irak,
og tað er júst tílíkt, sum
løgmansrøðan
eigur
at
snúgva seg um, heldur Kári
P. Højgaard.
– Løgmaður ger í røðuni
upp við tað gamla, og tað
merkist líkasum, at vit
standa á gáttini til nakað
nýtt. Eitt nýtt ár, og ein
nýggjan politiskan veru-
leika eftir 20. januar. Sam-
anumtikið er røðan kon-
struktiv, kensluborin men
samstundis realistisk, og
ikki merkt av háfloygdum
flosklum. Um vit lyfta
byrðarnar í felag, er vón
fyri framman, sigur Kári P.
Højgaard at enda.
Jenis savnaði menningarhjálp
Realistisk og kensluborin røða
C
M
Y
K
9
8