Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. januar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 1 - 3. januar 2004 Nr. 1 - 3. januar 2004 11 Nýggjársdag var sending í útvarpinum um útlitini fyri 2004. Har lýstu fleiri av okkara mætastu serfrøðingum sína áskoðan á búskapin og búskaparligu útlitini fyri 2004 og 2005. Ein niðurstøðan var, at alivinnan og rækjuvinnan eru í djúpari kreppu, og at flakavinnan á landi hevur stórar trupulleikar at dragast við. Tað er óhugnaligt, at týðandi partar av vinnuni kunnu vera komnir so langt út í óføri, uttan at landsstýrið yvirhøvur hevur reagerað. Her hevur eitt heilt landsstýri ligið sjóvarfallið av sær, og hetta er mikið spell. Av sendingini gekk eitt nú fram, at vit hava ikki gagnnýtt búskaparliga hákonjunkturin á skilabesta hátt fyri vinnuna. Sum dømi vóru nevnd, at vinnutólini á sjógvi og landi eru gomul, slitin og mestsum ikki eru vorðin endurnýggjað. Ábyrgdin fyri hesum búskaparliga vansketni liggur lutvíst hjá vinnuni, men fyrst og fremst hjá landsstýrinum, ið ikki hevur havt vilja og evni til at leggja fíggjarligu og búskaparligu karmarnar soleiðis til rættis, at vinnutólini eru vorðin endurnýggjað. Sendingin avdúkaði, at stórur tørvur er á einum greiðum, visionerum og virknum vinnupolitikki. Vinnan og velj- ararin hava krav uppá at fáa at vita, hvønn vinnufremjandi politikk flokkar fara at reka eftir valið. Í hesum høpi hava flokkarnir í fráfarandi samgonguni ein stóran trupulleika. Teir hava tvíhildið um ein politikk, ið hevur leitt okkum út í fíggjarligt og búskaparligt óføri innan tríggjar tær mest týðandi vinnugreinirnar. Av andstøðuflokkunum hevur bert Javnaðarflokkurin kunngjørt sín politikk á økinum. Hetta er gjørt á ein yvirskipaðan hátt í valskránni, har sagt verður m.a., at strategi verður løgd, ið skal fevna um menning av nýggjum vinnum og marknaðum og sum heild um eina røð av stimbrandi tiltøkum eisini fyri hóttar vinnur av samfelagsligum týdningi uttan tó at fevna um rakstrarstudning til vinnuna. Málið er eitt nú, at føroyski búskapurin skal hava fleiri bein at standa á og dentur skal leggjast á at framleiða háprísvørur við útbúnari arbeiðs- megi. Víðari mælir Javnaðarflokkurin til, at tey tímaløntu í fiskivinnuni á landi fáa útbúgving við fullari lønar- samsýning. Hetta er eins áhugavert sum tað er átrokandi. Karmarnir hjá vinnuni skulu sambært valskrá Javnaðar- flokksins gerast støðugir, so vinnan fær raðfest og lagt sínar ætlanir. Ætlan verður løgd fyri, hvussu veiðan av Føroyagrunninum í mest møguligan mun kann virkast lønandi her á landi og lógargrundarlagið undir alivinnuni eigur at verða endurskoðað til tess at skapa vinnuni betri grundarlag m.a. við at víðka møguleikan fyri útlendskum íleggjarum. Brúksskylda, onnur samfelagslig áhugamál eins og umhvørvisfyrilit skulu tryggjast í aliloyvunum. Skattligu viðurskiftini í alingini skulu broytast, so tey í størri mun samsvara við viðurskiftini hjá okkara kappingarneytum. Ein fiskidagamarknaður, ið skal umsita og umseta fiskidagar og fiskiloyvi verður skipaður og greiðari tilmæli skulu gerast um áseting av fiskidøgum. Fara vit aftur til støðuna hjá kreppuraktu vinnugreinunum, so er alt hetta, sum Javnaðarflokkurin mælir til júst nakað av tí, sum vinnan og tey, sum vara av vinnuni eftirlýsa. Javnaðarflokkurin eigur tí at arbeiða víðari eftir hesum leisti og melda út við meira ítøkiligum ætlanum fyri sínum skatta-, fíggjar-, vinnu- og búskaparpolitikki. DAGSINS MEINING Sosialurin Tørvur á nýggjum politikki VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Lasse Klein Komandi ár fer uttan iva at prógva, um vit eru før fyri at tryggja rættvísi, har hvør kennir ábyrgd mótvegis næstanum og ættarliðun- um, sum koma, tí alt bendir á, at stórar avbjóðingar eru fyri framman, og at vit koma at síggja rembingar og avbjóðingar á mongum økjum. Men framburður uttan menniskjalig virði skapar als onga framtíð. Á gáttini til nýggjárið verður altíð dúgliga hug- leitt um tað, sum farið er, og um tað, sum koma skal. Nýggjársleitið fær okkum at steðga á – fær okkum at hugsa størri og víðari bæði frameftir og aftureftir. Vit kunnu tá hóma tíðarinnar veldigu víddir, og vit kunnu eisini ásanna, hvussu av- markað okkara egna ævi- skeið í veruleikanum er. Men okkum tørvar fram- haldandi eitt samfelag, har menniskju kunnu liva eitt gott og ríkt lív við virðum, íð røkka longur aftur enn dagin í gjár og longur fram enn dagin í morgin. Framburður uttan menn- iskjalig virði skapar als onga framtíð. Tí er eisini neyðugt at hava í huga, at tøknilig nýskipan og materiellur vøkstur hava onki virði í sjálvum sær, um vit ikki byggja á felags virðir og virðing, sum hvør einstakur kennir seg aftur í og kennir seg hava ávirkan á. Okkara land – Føroyar ...... skal framhaldandi vera eitt gott land at skapa eina framtíð í. Har tað eru menniskjalig virðir, har tað er fólkaræði, har tað er samhaldsfasti, og har tað er kærleiki, sum eru drív- megin. Har vit læra at liva av náttúruni uttan at oyða og dálka hana í jagstranini eftir stuttskygdum materi- ellum framburði. Har ongin dettur burturímillum í gloymsku, og har ongin kann gera nakað uttan at síggja avleiðingarnar av sínum gerðum. Har vit eis- ini eiga at dyrka tað virði, at vit eru ymisk og ósamd. Móti nýggjum leiðum Mín vón fyri nýggja árið skal tí vera, at vit seta fólksins viðurskifti í fremstu røð. Tað krevur hugburðarbroytingar á mongum økjum, t.d. at ungdómurin støðast í nær- umhvørvinum, at møgu- leikarnir hjá barnafamiljum verða tryggjaðir, at tikin verður hond um t.d. heilsu- , dagstovnar og eldrarøkt, og at fiskiríkidømi okkara verður tryggjað sum ogn Føroya fólks. Á hendan hátt vil eg ynskja øllum – bæði burturi og heima eitt gott og væl- signað nýggjár og ynskja, at vit í nýggja árinum fram- haldandi virka fyri, at okk- ara land verður eitt gott land at geva okkara eftir- komarum. Meðan vit bíða eftir politiskum avbjóðingum Jógvan E. Ósá á Glyvrum gamlaárskvøld 2003 josa@post.olivant.fo Fyri árum síðan hevði Sosialurin ummæli eina fer um vikuna av bæði útvarpi og sjónvarpi. Hetta vóru ymisk fólk - við ymiskari útbúgving - fólk úr øllum landinum, sum søgdu sína hugsan um tær ymisku sendingar - har var bæði pluss og minus. Hettar var eitt gott tiltak - og var tað soleiðis, at tað var eitt tað fyrsta, ið eg læs. Men tíverri datt hetta burtur. Hví, veit eg ikki. Hetta er harðliga tiltrongt - ongantíð meira enn í dag. Hvussu kunnu bæði varpini fáa at vita, at tey hava gjørt nakað gott - og okkurt, sum er minni gott. Tak nú t.d. á jólum. Vit hava hoyrt/sæð út av lagi vánaligar jólaløtur fyri børn. Vit hava sæð út av lagi vánaligar ameri- kanskar filmar, men vit hava eisini sæð filmar - við norskum uppruna - sum vóru sera góðir. Men tað er ongin, sum fortelur teimum (vørpun- um) tað. Tað verður sagt, at jour- nalistar hava stóra makt. Og tað hava teir eisini - tað hava vit sæð í seinastuni, men tað er ongin, sum hevur "eyguni" eftir hesum journalistum. Teir kunnu koma fram við tí teimum listir, og ongin torir at mukka. Tí ger tú tað, so verður sagt, at tú er úti eftir "pressufrælsinum" - og tað er ikki lukkuligt. Vit hava sæð, at jour- nalistar hava kastað seg oman yvir fólk/flokkar - ja, enntá skip/reiðaríir - meðan onnur kunnu liva og láta, sum tey vilja - og ongin hoyrir/sær nakað um tað. Tí fer mín áheitan at verða á tykkum bløð: Setið fjølmiðlaummæl- arar - ikki bara ekspertar - men eisini "vanlig" fólk - sum hava eina hugsan og áskoðan, og duga at koma fram við tí. Eg haldi tað er harðliga tiltrongt. Og - eri eg vísur í - eisini fer at økja um tykkara sølu av blaðnum. Tað skal verða mítt ný- ársynski. Gott nýár. Eitt nýársynski – fjølmiðlaummælarar VALGREINAR VALGREINAR Nýhugsan á vinnuliga økinum kann geva okkum øllum eina betri vælferð. Bjarki Mohr valevni hjá Javnaðar- flokkinum í Suðurstreymi Í tíðindabrævinum frá grannskoðarafelagnum Rasmussen & Weihe, ið kom út miðan desember 2003, varð enn einaferð staðfest, at skatturin í Føroyum er nógv hægst- ur. Víst verður á, at með- alskatturin í Europa er 19,5% fyri eina inntøku á 250 tkr., meðan vit í Føroyum rinda 40,1% av somu upphædd. Nærm- ast okkum liggur - ikki óvanta - Danmark, men rindar ein dani uml. 25 tkr. minni av somu upp- hædd. Vit skulu sjálvandi rinda skatt, um vit vilja varveita vælferðarskip- anirnar, men vit áttu eis- ini at sett okkum sjálvum spurningin, hvussu nógv- an skatt hvør einkultur av okkum skal rinda fyri hesar skipanir. Annar spurningur er, um vit ikki eru ov fá, ið rinda til væl- ferðarsamfelagið. Kundu vit arbeitt fram ímóti at breiðka skattagrundar- lagið ? Vit hava møguleika fyri at seta á stovn ein Fiskidagamarknað, sum eitt komandi Vinnumála- ráð skal umsita - eftir at miðfyrisitingin er um- skipa og løgd í fastar karmar - og soleiðis kunnu vit virka fram ímóti øktum inntøkum, og soleiðis lækka persón- liga skattin, samstundis sum vit útvega pening til at varðveita og menna vælferðarskipanirnar. Eitt óbrúkt loyvi - ella fiskidagar - fella aftur til f iskidagamarknaðin, sum síðan kann lata øðrum rættindini at brúka, um tað er í tráð við yvirskipaða fiski- vinnupolitikkin. Fiski- loyvi fáa vinnufør fólk brúksrætt til, og verður tað bert sjálvt brúkið av loyvinum ið avgerð, hvør kann sita við loyvinum. Sjálvsagt skal vissa fáast fyri, at fiskiloyvi verður til júst teirra skip ár um ár, so leingi skipið er í vanligum rakstri. Eitt gjald - brúksgjald - verð- ur kravt fyri loyvi. Tílíkt gjald vil økja um inntøkurnar hjá lands- kassanum, og samstundis vil tað staðfesta, at fiski- ríkidømið er ogn hjá okk- um øllum, og ikki hjá tí einstaka. Tá tú rindar eitt avgjald fyri loyvi, er tað prógv um, at tú ikki eigur tað, og kann tú tískil ikki sjálvur umseta tað. Umsetingin av fiski- loyvum og óbrúktum fiskidøgum fer at fara fram gjøgnum Fiski- dagamarknaðin, men nú skipa og uttan spekula- tión. Ein tílík loysn vil geva okkum ein meira greiðan og rættvísan fiskivinnu- politikk. Hon vil eisini hjálpa til, at ungir virkis- fýsnir menn, sum vilja sleppa framat í vinnuni, fáa lættari atgongd hertil, tí at teir framyvir bert skulu fíggja sjálvt rakst- rartólið (skipið), og ikki sum nú, bæði skip og ovurhonds dýr fiskiloyvi. Eg eri av teirri áskoð- an, at skulu vit gera broytingar á hesum øki, soleiðis at vit øll kunnu fáa gagn burturúr, er neyðugt at hava dyrvi til at fremja týðandi broyt- ingar, heldur enn altíð at leggja eftir lægsta felags- nevnara. Fremja vit ikki týðandi broytingar, vil búðskapurin fáa trupult við at hanga saman kom- andi árini, og vil trýsti á vanliga skattgjaldaran sostatt bert økjast. Tí er neyðugt at fáa ný- hugsan innan politisku leiðsluna. Neyðugt er at seta sær langtíðarmál, heldur enn bert at hyggja til dagin ímorgin. Neyð- ugt er at fáa eina polit- iska leiðslu, ið kann skapa arbeiðsfrið aftur - bæði innanhýsis, og mót- vegis útheiminum - so- leiðis at vit kunnu brúka orkuna meira uppbyggj- andi. Fiskidagamarknaður skal stovnsetast Nita Næs So er valandin aftur, hesuferð er eingin vár- andi at hóma. Nei, valandin bleiktrar stjørnuklárur í vetrar- luftini. Fín orð, flottar persónsmyndir eru at síggja og fyrstu vallyftini mala longu sum januar- hvirlur millum húsini. Hetta plagdi at vera ein hugnalig og stuttlig tíð, har bløðini verða lisin øðrvísini enn annars. Hetta valið verður eitt sindur øðrvísini fyri meg. Til hetta valið, havi eg játtað at vera ein av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum í Suðuroy. Hetta lesara- bræv er tí øðrvísini at skriva. Góðu føroysku veljarar. Javnaðarflokkurin hevur sum slagorð til hetta løgtingsvalið setningin: Tað góða samfelagið. Hetta er ein breitt orð- aður politiskur setningur. Hetta er eisini ein ynski setningur fyri tjóð okkara. Ì einum góðum sam- felagi, kann næstan alt lata seg gera. Ì tí góða sam- felaginum er menniskjans rættur, menniskjans krav og menniskjans ábyrgd eitt nattúrligt væl virkandi lið, sum ger daglidagin hjá okkum øllum skilabetri, lættari og stuttligari. Flokkurin hevur politik mál, politisk hugskot og politiskar vónir um, at í einum góðum føroyskum samfelagi kunnu vit øll trívast. Tað allar týdningar- miklasta fyri eina menn- iskju er, at hon trívist. Her hugsi eg ikki einans um persónligan trivna, men líka so nógv um samfelags trivna. Samfelagstrivnaður er, tá ið politisku karmarnar eru so háttaðir, at tú sum menniskja trívist í landin- um. At tú trívist, har tú hevur sett búgv, hevur fingið familju og hevur dagliga arbeiði títt. At tú eisini trívist, tá tú t.d. hoyrir politiskar loysnir í útvarpinum, trívist tá tú sært politikarir útala seg um land okkara. Tað almenna Føroyar eru vit øll. Til eitt løgtingsval, so velja vit flokkar ella fólk, ið okkum dáma, sum so skulu umsita okkara felags ogn á ein skilagóðan hátt. Vit geva teimum harvið okkara persónliga álit, og leggja trygt okkara ábyrgd á teirra herðar. Við álitinum fylgir sjálvsagt eisini eitt ósjónligt krav um, at samfelagið verður væl vart, ment og stýrt í teirra politisku hondum. Tað er ikki lætt at gerast valevni, soleiðis frá einum degi til annan. Tí fara mínar valgreinir, kanska at líkjast vanligum blaðgreinum frá einum vanligum borgara. Ì einum valkampi verða nógvar ymiskar manna- gongdir brúktar. Hvør tann týdningarmiklasta er, veit eg ikki! Eg ætli so í nøkrum blaðgreinum at siga frá, hvussu javnaðaraflokkurin, og hvussu eg sum javnaðar- valevnið, haldi tað góða samfelagið kann verða. Allir føroyingar búgva í einari ellar aðari kommunu. Kjakið og skrivingin um kommunuviðuskifti hevur verið nógv ta seinastu tíðina. Seinasta samgonga hevði lidnar ætlanir um hvørju almenn øki skuldi flytast frá landinum út á kommunirnar. Tað var tí sera heppið, um ein kann siga tað so, at samgongan slitnaði. Heppið, tí nú kunnu nýggj fólkavald, ein komandi nýggj samgonga seta seg niður og gjøg- numhugsað alt av nýggjum. Javnaðarflokkurin sigur í valskránni, at størri komm- unalt økisamstarv skal vera, men Javnaðarflokk- urin hevur ongantíð gingið við til, at øki sum nattúrliga hoyra undir almennu Før- oyum í dag, skulu út á kommunirnar at umsitast. At eldraøki skuldi út á kommunirnar frá 1/1 2004 hevði verið ein skandala fyri fólk okkara. Tá avgerð- ir um almennar bygnaðar- broytingar skulu fremjast, mennast ella broytast, mugu vit allatíðina hava støddina á landinum í huganum. Hava vit ikki tað, so kemur ójavnaður í oyggjarmyndin okkara, og okkara rættartrygd sum menniskja kann lætt verða hátt. Brúka vit myndina, at Føroyar eru eitt vakurt træ. So kann bulurin á trænum vera almennu Føroyar, ongusvegna vit øll, sum gjøgnum øldir hava for- greinað okkum. Greinarnar eru so kommunurnar. Smáar, tunnar greinar eru tær smærru kommunurnar, og stórar, tjúkkar greinar, eru tær størru kommun- urnar. Røturnar á hesum træi, er mentan okkara, politikkur, siður, lógir, málið o.s.fr. Ì Føroyum í dag hava vit politikarar, sum fegnir vilja broyta skipanir, so at bulurin á trænum verður innetin og tómur. Viðkvom mál, ið beinleiðis hava samband við okkum menniskju, skulu leggjast út á ymisku smáu greinarnar og verða viðgjørdar har. Hevur eitt træ ikki góðar, sterkar røtur, væl røktaðan bul, so følnar tað, og tá verða ta fyrst greinarnar, ið følna, detta av ella doyggja. Javnaðarflokkurin vil hava eitt Føroyar, sum skal vera fyri øll. Besti mátin at vilja tað, er, at ein komandi samgonga veruliga fer til verka við einum tilvitaðum góðum realpolikikki, ein- um politikki, sum skapar stablitet nógv valskeiðir fram. Ì so máta vil Javnaðar- flokkurin verða eitt gott boð, ein góður felags- nevnari. Flokkurin hevur samgonguroyndir, politisk- ar røtur og politiskan vilja, sum vil hava tað tað góða samfelagið aftur á dags- skránna. Ein samgonga við einum góðum stevi, góðum ar- beiðsanda, góðum tonkum til bæði smá og stór, veik og frísk er alneyðug í land- inum. Um vit aftur samanlíkna Føroyar við eitt træ. Og hugsa um træið sum fyrr nevnt. So hava vit øll stóra virðing fyri hesum træi. Tí hvat hevur fingið hetta vakra træ, at yvirliva, vaksa og búnast á hesum til tíðir kørku oyggjum. Har má tað vera røturnar á trænum, ið eru tær alt avgerandi. Uttan sterkar røtur, røtur, sum vilja liva og vaksa, sama veður og vind, politiska odn ella logn. Ì føroysku rótun- um er so ótrúliga nógv áhugavert. Røturnar bera ríka søgu, alt frá írskum munkum, til skattaræddir, norskir víkingar við sjó- verki, ið leitaðu hetta land upp fyri at sláa røtur. Ì rótunum býr alt handa- ligt og andaligt, ið er nælt av og á føroyskari jørð. Eisini eru har lógir og siðir, sum gera, at vit liva væl í landinum. Tá nakað mangl- ar í rótunum á trænum ella á greinunum, so eigur at verða sátt við skili.Politiskt sátt soleiðis, at pláss skal verða fyri okkum øllum, bæði samdum og ósamd- um.Soleiðis at eitt hvørt menniskja skal hava kensl- una av, at mær er tað eisini pláss fyri á trænum. Fyrs- tani tá er træið fullkomið, gróðrarlíkindini góð, vónin sprottin og kærleikin funnin. Javnaðarflokkurin fær mangan spurningin, hvussu ætla tit at gjalda tað góða samfelagið? Ein kann eisini venda spurninginum á høvdið. Hvussu kunnu aðrir politiskir flokkar brúka so nógvan almennan pening, uttan at vit vanlig fólk fáa eitt betri samfelag? Fullveldissamgongan hugs- aði vakurt um land okkara, men tíanverri ikki nógv djúpt og viðkomandi. Fólk í Suðuroy liva ikki av almennum kanningum, ikki av almennum ferðum, ikki av almennum móttøkum o.s.fv. Javnaðarflokkuin kann leggja rygg til tað góða samfelagið, við at raðfesta øðrvísini. Bíðisongin á sjúkrahúsum fyri 3000, kr.pr. dag er skeiv rað- festing. Tað, at ávísir før- oyingar kunnu liva væl av at selja okkara felags ogn, sum var tað nakað ein sjálvur hevði skapað og uppfunnið, er skeiv raðfest- ing og soleiðist kundi ein hildið á fram. Alt hetta førir við sær, einar Føroyar har ájavnaður verður gerandis- samfelagið. Hetta slag av samfelag ganga vit í Javnaðarflokkinum ikki inn fyri! Politikkur er at vilja, segði Oluf Palme, sáli. Politikkur at at vilja tað góða fyri so nógv sum møguligt. Hetta vil eg sum Javnaðarevni royna at liva upp til. Gott val og gott nýggjár øll somul. Tað góða samfelagið C M Y K 11 10