Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. januar 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 1 - 3. januar 2004 Nr. 1 - 3. januar 2004 13 VALGREINAR Javnaðarflokkurin hevur sett sømdirnar hjá føroyska tónleika- lívinum sum eitt sjálv- støðugt evni í síni valskrá. Velur tú lista C til løgtingsvalið, ert tú beinleiðis við til at stuðla føroyskum tónleikarum. John Johannessen, Valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi Teitur Lassen, Eivør Pállsdóttir, Guðrun Sólja Jacobsen, Týr, Gunnar Mikkelsen. Hesi eru øll nøvn, sum í farna ári hava víst umheiminum dugnaskapin hjá føroysk- um tónlistafólki. Dugna- skapin í einum tónleika- umhvørvi, sum er ógvu- liga ríkt uppá talentir. Men sum samstundis er fátækt í pengum og um- støðum. Í Javnaðarflokkinum fegnast vit um dugna- semið. Samstundis ásanna vit, at brúk er fyri betri umstøðum hjá føroyskum tónleikanum at menna síni evni. Tí hava vit sett okkum fyri at brúka orku uppá at vera við til at styrkja hesa listagrein. Stuðla útgávu Eitt ríkt tónleikalív kann eisini gerast ein gevandi útflutningsvøra. Men tað er bæði kostnaðarmikið og torført hjá føroyskum tónleikarum at útgeva tónleik, eisini tá tað bert snýr seg um føroyska heimamarknaðin. Tí á einum so lítlum markn- aði, sum tí føroyska, er tað nærum ógjørligt at fáa fíggjarligt avkast burtur úr útgávunum. Vøran er kortini fyrsta floks, og kundi saktans verið seld uttanlands. Men trupult er at koma á marknaðin, og tá útgávan í Føroyum ikki lønar seg, er trupult at fáa fígging til at røkka útlendska marknaðin. Tí heldur Javnaðar- flokkurin tað beinleiðis vera neyðugt at seta pening og orku av til at stuðla føroyskari fløguút- gávu uttanlands. Tað er neyðugt at hjálpa til við fíggingini. Og tað er eisini umráðandi á aðrar hættir at hjálpa tónleikar- unum at bróta ígjøgnum á risastóra altjóða markn- aðinum. Góður vinnumøguleiki At stuðla føroyskum tón- leiki kann beinleiðis vera við til at styrkja føroyska búskapin. Tí við útflutn- ingi av tónleiki, kunnu vit eisini skapa ein nýggjan vinnuveg. Tónleikaídnaðurin úti í heimi er ein fíggjarligur risi. Og tí kunnu føroysk- ir tónleikarar við røttu marknaðarføringini og nakað av hepni, útvega nýggj arbeiðspláss og møguliga eisini eitt íkast til føroyska búskapin. Samstundis er altjóða marknaðurin ein góður møguleiki hjá føroyskum tónlistafólkum at menna seg enn meira. Gev tónleikinum C- vitaminir. Atkvøð fyri lista C tann 20. januar. Hol í Suðuroynni Finnleif Guttesen Valevni í Suðuroy Nógv er tosa og alt ov lítið er gjørt fyri at seta hol á tunnil millum Hov og Øravík, sum kann gerast uppá umleið eitt ár. Nú, linjuføringin kann broytast og kostnaðarætl- anin er á sama støði, er bert eftir at fara í gongd. At draga arbeiði út yvir fleiri ár er hol í høvdi, tí tað ger alt dýrari. Avtala má tí gerast við arbeiðs- takarin um at gjalda yvir fýra til seks ár. Komandi samgonga má seta hesa verkætlan í gongd beinanvegin og somuleiðis hava tunlar til Hvalba og Fámjin við í framtíðarætlanum. Gev tónleikinum C-vitaminir Edmund Joensen Sambært Útvarpi Føroya er í hesum døgum gjørd ein kanning, har fólk verða spurd hvussu tey vænta at komandi árið fer at roynast fíggjarliga. Tey flestu vænta afturgongd. Tíggjunda hvørt ár í meðal seinastu 50 árini, hava Føroyar havt álvarsligar fíggjarligar trupulleikar. So álvarsligar, at danski stat- urin eftir umbøn úr Føroy- um hevur veitt serliga fíggjarliga hjálp. Hetta framgongur í greinarøð hjá skilamann- inum Rolf Guttesen fyri einari tíð síðan, har hann eisini letur føroyskar loys- ingarmenn úr, spilnæknar. Greinirnar "Gestsins eyga blátt" eru serliga av- dúkandi. Rolf minnir á sorgarleikin í 1951-52 tá "Okkara Banki" fekk peningainnspræning tvær ferðir frá dønum, og hann minnir eisini á fleiri aðrar fíggjarligar sorgarsøgur: "Men (banken) løb ind i nye vanskeligheder i 1956 som følge af tab på store engagementer med hval- fangstselskaber. Efter op- fordring af Viggo Kamp- mann blev krisen denne gang afværget i stilhed ved nationalbankens mellem- komst. Det var opfattelsen, at en 3. rekonstruktion ville skabe så megen turbulens omkring banken, at dens eksistens ville blive truet". - Longu aftur í 1962 átók Nationalbankin sær eina serliga »føroyska« upp- gávu. Størsta vinnulívsfyri- tøka í Føroyum »J. F. Kjøl- bro« í Klaksvík var um at fara á heysin. Teir høvdu mist nógvar pengar uppá fiskiroyndir í Eysturgrøn- landi. - Í 1974/75 var likvi- ditetskreppa bæði í bank- unum og í landskassanum. »Igen ydede National- banken støtte, dels til bank- erne direkte, dels ved gen- belåning af Landsstyrets kreditter i bankerne.« Og ikki óvæntað bleiv hjálpin av uppgjørdum, korka- littum tjóðveldismonnum uppfatað sum »kolonialur ágangur og hjálandapoli- tikkur«, sum ein oddagrein í 14. skrivaði." "Ikki minst Fíggingar- grunnurin fra 1992, sum við næstan 3 milliardum bjargaði bankunum, var stór hjálp í neyðini. Og skera vit alt svass burtur, so virkaði hann sum ætlað: Sum ein hjálp at fáa før- oyska samfelagið aftur á føtur." sum Rolf sjálvur málber seg. Onnur fíggjarlig tiltøk Annars nevnir Rolf eina røð av donskum tiltøkum, øll til frama fyri Føroyar. Onnur kundu eisini verið nevnd. Umframt Marsjal- hjálp til Tjaldrið og SEV er talan m.a. um Realkredittin til endurnýggjan av fiski- skipaflotanum í 50-60-un- um og fram eftir, Fiskarí- bankan, Investeringsfonden for Færøerne, 60 millióna- grunnin, Egnsudviklings- støtten, Framtaksgrunnin o.s.fr. Felags fyri allar kreppur- nar eru, at tær eru sera nær tengdar at loysingarmonn- um. Felags fyri allar kreppuloysnirnar er eisini, at tær eru loystar av dønum, ella av sambandsmonnum í tøttum samstarvi við teir. Ein triðji felagsnevnarin er, at hvørja ferð danir hava hálað okkum upp úr runu- dýkinum, so hava loysing- armenn bert ótøkk og ókvamisorð at bera dønum. Hava vit lært nakað ? Spurningur er so, hvat vit føroyingar, og ikki minst loysingarmenn, hava lært av øllum hesum kreppum. Allar flestu føroyingar eru samdir um, at vit eru væl á veg út í eina nýggja kreppu. Hetta hendir aftaná, at loysingarmenn aftur hava havt valdið í Føroyum í 6 ár. 6 tey bestu árini í Føroya søgu (met- stórar fiskanøgdir, met- høgir fiskaprísir, rímuligir orkuprísir, metlág renta, ongin skuld aftaná saner- ingarnar við donskum pen- ingi). Statistiskt áttu teir undir vanligum umstøðum at megnað at hildið skútuni flótandi í 10 ár, og sjálvandi nógv longur undir góðum umstøðum. Statistikkur sigur ikki allan sannleikan. Fíggjarpolitikkurin hjá Tjóðveldismonnum meira enn trýfaldaði eftir 4 árum føroysku nettouttanlands- skuldina til 9 milliardir krónur í 1988. Hetta legði føroyska samfelagið í "respirator" í fleiri ár. Danir hildu "respiratorin- um" gangandi til fyrst í nítiárunum, og sprændu síðan 3 milliardir krónum inn í føroyska samfelagið, ein stóran part sum eyka gávu umframt blokkin, og restina sum bíligt lán. Fer søgan at endurtaka seg Hesaferð hevur fullveldis- landsstýrið hækka fíggjar- lógina við umleið 1200 milliónir um árið. Yvir- skotið á landskassarokn- skapinum, var uppímóti 500 milliónum í 1998, tá íð loysingarlandstýrið kom framat. Tað verður eftir øllum at døma til eitt undirskskot uppá 2/300 milliónir siga framrokn- ingar gjørdar undir við- gerðini av fíggjarlógini 2004. Grannskoðanarvirkið Rasmussen og Weihe hava um sama mundi gjørt kunnugt, at skattatrýstið er eitt tað hægsta í Europa, Hesir veruleikar geva allar góðar grundir til at skunda undir útskrivan av vali. Tað er satt, tá Sambands- flokkurin vísur á, at tað altíð fellur í hansara lut at rudda upp eftir loysingar- monnum. Tað hevði verið reyp, um vit ikki viður- kendu, at hetta bert var gjørligt saman við dønum. Mítt ynski er, at Sam- bandsflokkurin hesa ferð sleppur at rudda upp eftir 6 árum, og ikki eftir 10 áðrum. Tá er samlfelagið alt ov illa farið, og tá er eisini vandi fyri at higar til nýttu bjargingartólini kanska ikki eru tøk. Kreppuhjálp frá dønum tíggjunda hvørt ár í meðal Malan Johansen Valevni hjá Sjálvstýris- flokkinum í Suðurstreymi Rækjuvinnan bíðar, tí hon vónar at fáa studning úr landskassanum. Politikar- nir hava ikki meldað greitt út, um teir fara at veita studning ella ikki. Í staðin fyri at lata rækjuvinnuna vera í einari bíðistøðu, eiga politikararnir at gera greitt beinaveg, at studningur ikki verður veittur. Um hesi boð vóru greið, og komin beinavegin, hevði rækju- vinnan longu verið í holt við at funnið aðrar loysnir. Fyri nøkrun fáum árum síðani var harður ágangur frá fiskivinnuni á politikar- arnar, um at fáa studning til endurnýggjan av fiski- flotanum. Vinnan hótti við at einki nýtt skip kom til landið, um ikki vinnan fekk studning. Aftaná rúma tíð góvu politikararnir at enda greið boð um, at eingin studningur varð veittur. Síðani fiskivinnan fekk hesu greiðu boð, er júst tað øvugta hent. Fleiri nýggj og stásilig skip eru komin til landið, uttan studning til endurnýggjan. Vinnan dugir sjálv Eru karmarnir greiðir og støðugir, finnur vinnan sjálv út av, hvussu hon skal tillaga seg umstøðunum, sum alla tíðina broytast. Og tað er eisini uttan iva vinn- an sjálv, sum dugir best at finna út av, hvussu hon skal tillaga seg, og ikki politik- ararnir. Tillagingin kann vera pínufull, men studningur er ikki svarið upp á tað. Studningur hevur við sær at tað ikki er neyðugt hjá vinnuni at laga seg til broyttu umstøðurnar bein- anveg, so sum lægri rækju- prís ella hægri oljuprís, og tí verður vinnan ikki kapp- ingarfør. Úrslitið verður, at øll vinnan í síðsta enda fer fyri bakka. Hendir tillag- ingin beinanvegin, er størri møguleiki fyri at vinnan yvirlivir, og harafturat kemur styrkt út úr krepp- uni. Við einum sterkum sjálv- stýrisflokki á tingi fáa vit eina sterka vinnu. Set kryss við lista D Vinnan skal hava greiðar og støðugar karmar VALGREINAR Súsanna Dam Orsøkirnar kunnu vera so mangar til at ein ynskir broytingar í førdum poli- tikki. Eftir míni metan er ein av teimum týdning- armiklu orsøkunum júst nú, hendan, at við verða at læra okkum at virða eina framkomna fólka- ræðiliga rættarskipan, so sum vit kenna tað í lond- unum við ynskja at sam- anberast við. Núverandi "Hill Billy" system, har "hetjubrøgd og avriksverk" kunnu nýtast sum umbering fyri brot av øllum handa slagi, og sum annars mest er kent frá fjar- skotnum fjallasamfeløg- um í USA, kann á ongan hátt góðtakast sum gald- andi háttalag. Í einogtjúgundu øld ábyrgdast hvør einstakur sínum gerðum, uttan mun til hvar í hierakinum ein flýtur ella hvussu kreativar frágreiðingar- nar eru. Áður enn hendan broytingin verður framd, eru vit ikki før fyri at skipa eitt samfelag, har hvør einasti borgari kann líta á, at øll eru líka fyri lógini. Kennir tú ótrygd ella ónøgd við verandi um- støður, er einasta loysn at seta ein sterkan sam- bandsflokk á ting, tí hann vil stríðast fyri at gera Føroya til eitt framkomið land at liva í. Føroyar, nýggjan bygnað …til at javnaðarhug- sjónin aftur fær sterka ávirkan á føroyska gerandisdagin og føroyskan politikk Kári Mortensen valevni hjá Javnaðar- flokkinum í Suður- streymoy Í míni fyrstu blaðgrein í valstríðnum má eg allar- fyrst siga, at eg eri errin av, at Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur sett meg á teirra vallista. Tá ið eg havi sagt ja at vera við so merkir tað eitt ja til saman við øllum hin- um at fáa so nógvar at- kvøður sum yvirhøvur gjørligt til javnaðarlistan. Helst er tað so, at tá ið tað ræður um mín per- són, so kenna nøkur meg frá ítróttinum, onnur frá skúlaverðini men fá kenna míni politisku motiv. Tí hendan stutta stað- festingin: Eri 49 ára gamal og havi síðani 1984 búð í Havn. Eri útbúgvin í biokemi og matematikk á uni- versitetsstigi og havi ar- beitt á privatum virki, Fiskirannsóknarstovuni, Heilsufrøðiligu Starvs- stovuni og seinastu 15 árini sum lærari á Føroya Studentaskúla og HF- skeiði. Í frítíðini havi eg verið aktivur í hondbólti. Verið formaður í VÍF, nevndar- limur við ábyrgd av millum annað landslið- um í HSF í 6 ár og nevndarlimur í Neistan- um í 4 ár. Havi sum so nógv onnur altíð havt áhuga fyri politkki og javn- aðarhugsjónin hevur altíð passa væl til míni sjónar- mið um samfelag og samfelagsviðurskifti. Skráin hjá Javnaðar- flokkinum til hetta valið er fjølbroytt og væl sett saman. Eg fari í komandi stutt- um blaðgreinum at nema við evnir, sum hava mín áhuga og sum helst kunnu røkjast betri enn nú. Mítt grundsjónarmið er, at lyklaorðið í øllum førum er kvalitetur. Tíðin er aftur komin til at javnaðarhugsjónin fær sterka ávirkan á føroyska gerandisdagin og før- oyskan politikk. Tíðin er komin Johan Dahl Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Blivu til minus 10-20 milli- ónir í halli – og endaðu við at blíva 160 milliónir í gjaldsførishalli aftan á at avdráttir vóru goldnir Tað var so endin á tí so- kallaða fullveldisplitikkin- um, sum tá hesin miseydn- aðist aftur, bleiv til sjálv- stýrispolitikk, har heima- stýrislógin skuldi tømast, sum siðani at enda bleiv til »sjálvbjargnings-politikk« Tað gongur við fullari ferð framá, hevur formaður Tjólveldisfloksins ført fram. Jú so sannliga gongur tað framá - við fullari ferð - út av eggini enn einaferð. Bremsurnar vóru ongan- tíð til staðar í fullveldis- bussinum hjá slitnaðu sam- gonguni, og teir sóu ongan- tíð skógin fyri berum trø- um. Tíverri vil onkur ivaleyst siga - tíbetur vilja onnur siga. Eykajáttan oman á eyka- játtan, var prísurin fyri eina sera undirmetta fíggjarlóg fyri 2003, - ella rættari or- sakað av kreativari bókfør- ing, sum framd var av fráfarnu samgongu, hvat viðvíkur fíggjarlógini fyri 2003. Teir hildu á at sminka líkið, til og við seinasta dag í Løgtinginum, tá teir enntá ætlaðu UTTAN HEIM- ILDIR, og enntá uttan fíggjarnevndarviðgerð at snýta 4 mio ígjøgnum,- í enn einum politiskum rossahandlið við Kára P. Højgaard. Og disse regeredes vi af. Um tað verður sum Sam- bandsflokkurin vil og vónandi sum tit eisini vilja tað, - so er ábyrdgarleysi fullveldispolitikkurin (ella hvat tað nú einaferð skal kallast) av á hesum sinni. Allir føringar við valrætti hava nú aftur møguleikan fyri at velja: • um teir áhaldandi vilja hava sirkus - og fram- haldandi ábyrgdarleysan politikk førdan • ella vilja hava veruligan realpolitikk førdan • ein politikk, sum gagnar ungum sum eldri • ein politikk, har fólkið og fólksins framhaldandi vælferð verður sett í há- sætið • ein politikk, har vinnu- lívið fær góðar og trygg- ar karmar at virka undir • ein politikk, sum vil virka fyri at tú hvønn dag vil gleðast at fara til arbeiðis, tí tað fer at loysa seg at ýta og síðan nýta. • ein politkkk, har nor- maliserað viðurskifti aftur verða við restina av ríkisfelagskapin. • ein politikk, sum mennur okkra land og okkara fólk á øllum økjum. • ein politikk, sum verjir øll okkara vunnu rætt- indi, tað verið seg bæði vinnuliga og ríkisrættar- liga. • ein politikk ,sum stig fyri stig vil skapa vøkstur og menna inntøkumøguleik- ar okkara, so vit gerast alt meira fíggjarliga sjálv- bjargin. Um tað er tað, tú eisini vil, so er Sambandsflokk- urin tín flokkur. Vert er eisini at hava í huga, at tað er bara ein flokkur eftir her á landi, nevnliga Sambandsflokkurin, sum framhaldandi vil verða í ríkisfelagsskapi við Dan- mark og Grønland og verja og áhaldandi betra hendan felagsskapin og okkara rættindi innan hendan. Set kross tín við SAM- BANDSFLOKKIN tann 20 januar 2004, so er tú í tryggum hondum. Tá 240 millióni í avlopi á fíggjarlógini 2003 Eyðgunn Samuelsen valevni Javnaðarfloksins í Norðoyggjum Eitt vælferðarsamfelag sum okkara eigur at raðfesta børnini høgt. Javnaðar- flokkurin hevur í Klaksv- íkar býráð arbeitt av øllum alvi fyri at tryggja at øll børn í kommununi fáa barnaansing. Við nýggja útibarnagarð- inum, ið opnar í Haralds- sundi fyrst í januar 2004, eru vit væl á veg at røkka hesum málsetningi. Øll foreldur vita, at tað er kostnaðarmikið at hava børnini í barnaansing. Eru børnini fleiri, er tað spurn- ingurin um arbeiðsinntøkan hjá øðrum av foreldrunum røkkir til meira enn út- reiðslurnar til barnaansing. Hetta meta vit í Javnaðar- flokkinum er ein skeiv gongd, tí vit arbeiða fyri at øll skulu hava javnbjóðis rættindi til barnaansing, tí má henda gongd steðgast !! Javnaðarflokkurin vil eftir løgtingsvalið fáa lóg- ina um barnaansing broytta, soleiðis at øll for- eldur, ið hava tvey ella fleiri børn í ansing, fáa systskinaavsláttur. Tað góða samfelagi hev- ur ein familjupolitik ið setir børnini í hásæti, vil tú eisini at okkara børn hava bestu korðini, so velir tú Javnaðarflokkin til løg- tingsvalið 20 januar. Barnaansingarpolitikkur í tí góða samfelagnum Helgi Abrahamsen valevni Sambandsfloksins Hvørja ferð tá val nærkast, eru røddir frammi sum siga, at nú skal fjálgast um føroysku familjurnar. Vit skulu hava barsilspengar, stuðul til at seta búgv, fleiri barnaansingarpláss o.s.fr. Hetta eru alt góðir tankar, sum fáir føroyingar munnu hava nakað ímóti. Men heldur enn at geva lyfti, ið ikki kunnu haldast, lat okkum so hyggja eftir veruleikanum sum hann sær út. Hvussu er støðan í landinum, og hvat kunnu vit út frá tí veruleikanum vænta okkum í komandi tíðum ? Alt skuldi bera til Í 1998 varð nógv sagt og skrivað um sjálvberandi búskap og fullveldi. Lands- stýrið skuldi kuta meira enn eina milliard burturúr føroyska búskapinum, utt- an at føroyska familian skuldi fáa tað verri av teirri orsøk. Øll áttu longu tá at skilt, at hetta bar ikki til. Men hvat skal Palleba trúgva, tá politikarar, búskaparfrøð- ingar og onnur lærd fólk siga, at hetta verður eingin trupulleiki ? Og so fór fyrst ein reklamuherferð í gongd, og síðani vóru samráðingar við donsku stjórnina. Øll minnast vit, hvussu tað endaði, so tað er ikki neyð- ugt at endurtaka her. Men úrslitið fyri føroysku familjuna var, at 366 mió.krónur vórðu tiknar burturúr landskassanum um árið frá 2002, og í 2003 bleiv blokkstuðulin eisini "fastfrystur", fyri at tað veruliga virði skuldi minka uppaftur meira. Tá árið 2004 er liðugt, hava hesi bæði undanfarnu landsstýrini soleiðis sent umleið 1,2 milliardir krón- ur av landinum. Og hvør skal gjalda ? - Tann før- oyska familian ! Fyrstu ávaringarnar Tá fíggjarlógin fyri 2004 var til viðgerðar í løgting- inum fingu vit tær fyrstu ávaringarnar: - Hægri inngjald til barsilsskipanina - Lægri útgjald úr barsilsskipanini - Lægri rentustuðul fyri sethúsalán - Avgjøld á húsarhalds- vørður o.s.fr. Hetta eru bara tær fyrstu ávaringarnar, meðan tíðir- nar enn eru so nøkunlunda góðar. Samgonguflokkarnir hava víst á, at familjurnar hava fingið ein skattalætta, men sambært fíggjarlógar- uppskotinum fyri 2004, skuldi landskassin í ár hava meira inn í avgjøldum og lækkaðum rentustuðli, enn hann misti við skattalætt- anum. Hetta merkir heilt einfalt, at Palleba skal gjalda meira. Hetta er bara byrjanin, og tí eigur veljarin ikki at svølgja øllum vallyftum frá hesum flokkum, tá teir lova at fjálga um familjuna. - Og gloym so ikki, at um somu flokkar finna saman aftur eftir valið, so er teirra mál at lækka blokkstuðulin uppaftur meira. - Og Palleba skal gjalda. Hevur familjan fingið tað lættari ? C M Y K 13 12