leygardagur 3. januar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 3. januar 2004
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hósdagin 11. desember andaðist Birgitte Margrethe
Viderø, vanliga nevnd Birta, 96 ára gomul.
Birta var ættað av Viðareiði, dóttir Annu og Jóannes
Joensen.
Hon giftist í 1933 við Niels Johannes Viderø av
Viðareiði.
Tey fluttu til Havnar í 1934 og búsettust í Gundadali
í 1935.
Tey fingu trý børn: Emmu, sum býr í Havn, Ásbjørn,
sum býr í Klaksvík, og Sverra, sum býr í Havn.
Niels Johannes andaðist í 1968, 68 ára gamal.
Líka so vist, at okur verða borin inn í
henda heim, ja líka so vist er tað, at okur
ein dag aftur skulu úr hesum heimi.
Nakað soleiðis fullu nøkur troystandi orð
á sinni, tá ein av mínum kæru einaferð
stóð undir børu, og alt virkaði so myrkt
og kalt. Okur eru væl vitandi um henda
partin av lívi okkara, men allíkavæl er
tað so ómetaliga tungt at bera, tá tað so
rakar okkum sjálvi.
Tí er tað so nógv verri at fata, tá fólk í
besta aldri so brádliga verða tikin frá
okkum. Boðini um, at Jens Pauli ikki var
millum okkum longur, vóru hørð at
svølgja. Tað kundi ikki passa, ikki hann.
51 ára gamal, í besta aldri, altíð í gongd
við okkurt, hevði seyð, hoyggjaði, var
væl fyri, nei tað kundi ikki passa. Men tá
jeg so ringdi á sjúkrahúsi, hansara
arbeiðspláss, tá kundu tey vátta syrgiligu
boðini. Øll har vóru eisini skelkaði.
Hann var ein so stór persónligheit, ein
sum altíð var glaður. Hansara lætta lyndi
smittaði altíð av á tey, sum hann um-
gekst. Bæði arbeiðsfólkið, men so sanni-
liga eisini sjúklingarnir nutu gott av tí
positiva andanum, sum Jens Pauli altíð
hevði við sær. Hann var væl kendur um
alla oynna, kundi altíð fáa prát í lag við
øll hann kom í samband við, ein stór
dygd, tá arbeitt verður við sjúklingum, ið
ikki altíð hava tað lætt. Jens Pauli var
útlærdur timburmaður, men hevur tey
síðstu nógvu árini arbeitt sum portørur/
ambulansumaður við Suðuroyar Sjúkra-
hús. Eitt arbeiði hann røktaði væl og
gekk høgt uppí. Jeg var ein av teimum,
sum kom at arbeiða saman við Jens
Paula, og hann var beinanvegin tann sum
fekk ein at føla seg væl á arbeiðspláss-
inum. Altíð fúsur at hjálpa, og at læra frá
sær, sera fryntligur, ein ið kundi læra ein
nógv. Sum systur mín segði, at var man
ikki í góðum lag onkran dagin, ja so fekk
Jens Pauli ein í gott lag. Jens Pauli hevði
eitt ungt sinn, fylgdi vær við allastaðni,
ikki minst innan ítróttin. Sum gamal 1.-
deildarspælari var hann til hvønn dyst, og
ikki bara á Sevmýri. Og eisini sum
billardspælari, taldist Jens Pauli millum
teir frægastu.
Hann var sera røkin maður, gekk høgt
uppí tað hann var í gongd við. Tað er
heimi hjá Jens Paula og Súsonnu eitt gott
dømi um, altíð vælhildið, og við einum
flottum hava rundanum. Jeg haldi aldrin,
jeg havi sæð Jens Paula liggja og dasa
uttan fyri húsini hjá sær, antin so slóð
hann gras, málaði, spulaði, ella var í
gongd við okkurt annað. Og soleiðis
minnist jeg hann eisini frá sjúkrahúsin-
um, altíð fann hann sær okkurt at gerða,
sjálvt um hansara arbeiðsuppgávur longu
vóru loystar. …Og soleiðis fór hann eis-
ini frá okkum, í gongd við at røktað seyð-
in, sum hann so dúgligani gekk upp í.
Tá ein situr soleiðis, og skal minnast
aftur á ein mann sum Jens Paula, so virka
orð so fátækslig og lítisigandi. Tað eru so
nógvar hendingar, ein heldur kundi
nevnt. Onkran buldrasligan náttartúr
kanska við ambulansanum í toku eftir
oyggj, hina ferðini okur koyrdu út til tín
at vísa tær tann nýggja ambulansan okur
høvdu fingið, ella hitt summarið, tá okur
gingu uppi á takinum á sjúkrahúsinum í
sólskininum, ella okkurt Gamlaárskvøld
í kantinuni við ræstum kjøti og sangi. Í ár
stendur tín stólur tómur Gamlaárskvøld,
og tað er so ómetaliga tungt at fata.
Saknurin eftir Jens Paula er stórur.
Tann stóra fjøldin til jarðarferðina vitnar
eisini um, at Jens Pauli var ein sera
avhildin maður, og tað er soleiðis jeg fari
at minnast hann fyri, eitt stás, í ordsins
rætta týdningi. Til Súsannu, Pól Arna og
Sólvu, foreldrini og systkini ið luttaka í
stóru sorgini yvir at hava mist Jens Paula,
má Harrin styrkja tykkum øll í tíðini,
sum kemur. Okur eru nógv, sum føla við
tykkum í tykra stóru sorg. Hvíl í friði
góði vinurin, okur gloyma teg ikki.
Við hesum fáum orðum vil eg lýsa frið
yvir minnið um mín góða vin Jens Paula
Poulsen.
Ein vinur
Minningarorð um mín góða vin
Jens Paula Poulsen
Birta Viderø
f. 9. apríl 1907 d. 11. desember 2003
75 ár
Í dag, 3. januar, fyllir Páll Mikkelsen, civilverkfrøðingur, Tórshavn, 75 ár. Hann er burturstaddur.
Anna Helena og
Joen Jacob
Mortensen
gullbrúdleyp
Týsdagin 30. desember
høvdu Anna Helena og
Joen Jacob Mortensen í
Klokkaragøtu í Havn verið
gift í 50 ár. Tey bæði teljast
avgjørt millum tey friðar-
ligu í landinum. Anna He-
lene arbeiddi í nógv ár á
Lágargarði, og Joen Jacob
var múrari.
Anna Helena er úr Havn-
ini. Foreldrini vóru Elsu-
beth Malena, sum var ættað
úr Svínoy, og Sámal í
Gong. Tey fingu sjey børn:
Jens,
Petur,
Ragnhild,
Maria, Helgi, Flemming og
Anna Helena. Eftir á lívi
eru umframt Annu Helenu
Mia og Flemming, sum øll
búgva í Havnini.
Joen Jacob er svínoy-
ingur og millum svínoying-
ar verður hann nevndur
Joen Jacob í Ovasta húsi.
Foreldrini
vóru
Anna
Karhrina og Elisias, sum
var ættaður úr Húsavík. Tey
fingu fimm børn: Johanna
Olina, Joen Jacob, Johann-
es Alfred, Hans Jacob og
Anna. Johanna Olina og
Anna eru farnar. Johannes
Alfred og Hans Jacob
búgva í Klaksvík.
Joen Jacob fór sum teir
flestu tá í tíðini til skips.
Hann sigldi eitt nú við
Kelduni og Svínoynni, sum
pápi hansara í nógv ár var
við. Joen Jacob gekk á
skiparaskúla hjá Fischeri
Heinesen í Klaksvík, og
hann var bestimaður við
Svínoynni. Tað mundi vera
síðsta árið, at Jákup hjá
Jensi førdi hana.
Tá ið hann var fluttur til
Havnar, fór Joen Jacob at
arbeiða
hjá
svágrinum
Peturi í Gong. Meðan hann
arbeiddi har, fekk hann
sveinabræv sum múrari.
Saman við Hanusi Hansen
ella Hanusi hjá Amaliu,
sum eisini var ættaður úr
Svínoy, hevur Joen Jacob
útinnt nógv múraraarbeiði í
høvuðsstaðnum og eisini
aðra staðni.
Í Ovasta húsi vóru teir
musikalskir, og Joen Jacob
hevur spælt bæði har-
moniku og mandolin. Hann
var í mong ár tenorur í
sangkórinum í Ebenezer,
har hann og konan fram-
vegis hava teirra andaliga
heim.
Joen Jacob hevði bát
saman
við
svágrinum
Heina Svarthamar, og Anna
Helena og Joen Jacob og
yngra ættarliðið plaga at
vitja í Svínoy, har tey eiga
húsini, sum foreldrini hjá
honum bygdu í Lágbø.
Anna Helena og Joen
Jacob eiga fimm børn:
Helgi,
Atli,
Ragnar,
Elisabeth og Sóley. Helgi,
Atli og Elisabeth búgva í
Havnini, Ragnar býr í
Esbjerg, og Sóley býr í
Noregi. Barnabørnini eru
tólv í tali.
Í seinastu útgávuni av
danska ferðavinnublað-
num Travel People stóð
ein grein um at stjórin á
Mayfair Hotel í Keyp-
mannahavn og Malmø,
Marianne Laiderz, skuldi
giftast við føroyinginum
Ásvaldi
Simonsen
í
Dómkirkjuni í Havn týs-
dagin
30.
desember
2003.
Ásvald Simonsen er 44
ára gamal og úr Hoyvík,
har hann eisini vaks upp.
Eftir at hava fingið sær
handilsútbúgving hevði
hann í fleiri ár egnan
ítróttarhandil í Havn.
Fyrst í 80-uunum hevði
hann eisini ein hýruvogn
koyrandi á bilstøðini
Auto í Havn.
Síðan
1984
hevur
Ásvald búð í Danmark.
Hann er umboðsmaður
fyri týsku Polytan fyri-
tøkuna og selur t.d.
kunstgras til ítróttar-
vøllir, rennibreytir og
stólar
til
ítróttarøkir.
Hann selur eisini til Før-
oyar.
Marianne Laiderz er
útbúgvin innan hotell-
vinnuna og hevur sein-
astu árini verið stjóri á
Mayfair Hotel í Keyp-
mannahavn og Malmø.
Stjórastarvið í Keyp-
mannahavn hevur hon
sagt frá sær nú til
árskiftið, tí hotellið er
selt og kemur at hoyra til
eina aðra hotell-ketu.
Marianne Laiderz og Ásvald Simonsen:
Giftust í Dóm-
kirkjuni í Havn
Marianne Laiderz og Ásvald Simonsen uttan fyri Mayfair-
hotellið í Keypmannahavn á veg til Føroyar at giftast
Mynd: TRAVEL PEOPLE
15
14
Nr. 1 - 3. januar 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Nøkur minningarorð um
Eivind Kjærbo
Sumba
Ja, so komu deyðsboðini av Eivind, hetta var
leygardagin tann 13. desember. Ein kann siga at hetta
hevur verið ein tung tíð, tí hetta var triðju ferð, ið farast
mátti til jarðarferð í Suðuroy, men tyngri hevur hon
verið hjá teim avvarðandi.
Eivind var ein kendur sumbingur, um ein segði
Eivind hjá Ebbuni, so visti øll hvør tað var… Eivind
gjørdist 81 ár.
Tað eru mong ár síðani vit komu at kennast, tað var
í 1947.
Eivind var ein merkismaður í nógvar mátar, og hann
var álitismaður í tí arbeiðinum sum hann tók upp á seg,
og tað er ein verunleiki soleiðis hjá einum føroyingi
sum er bæði sjómaður, útróðrarmaður og arbeiðari,
hann kemur ofta at hava skiftandi arbeiði. Soleiðis var
eisini hjá Eivind. Millum annað róði hann út í
Grátifjørðinum í Grønlandi. Hann arbeiddi eisini eina
tíð í Føringahavnini í Grønlandi.
Eg minnist hann fleiri ferðir nevna, at hann hevði
arbeitt saman við fuglfirðingum og hann tosaði ofta
um tað góða samstarv, ið var har.
Annars undir krígnum sigldi hann við einum skipi
frá Vági, til Skotland við fiski. Hann og pápin skiftust
um at fara annan hvønn túr.
Eina tíð arbeiddi Eivind í Havn hjá einum
arbeiðsgevara. Hann var eisini við at fullføra vegin
oman til Víkarbyrgi.
Eivind var ein djarvur bjargamaður. Hann hekk
mangan í línuni tá egg ella fuglatíð var. Eina ferð hann
var til bjarga kom ein steinur úr berginum og streyk við
høvdið á honum. Hann bløddi so illa, at menn máttu
bina skjúrtina um høvdið á honum fyri at støðga
blóðinum. Men hvør var í berginum nakað aftan á, tað
var Eivind.
Eitt sermerkti Eivind, hann hevði eitt sjálvsamt gott
minni, og kundi greiða frá nógvum hendingum. Tað
var nokk fáar bygdir hvar Eivind ikki kendi onkran og
søgu hansara.
Eivind hevði eina sera vakra rødd at syngja ella
kvøða við.
Eg og konan (systurin) sakna hann nógv, tí vit hava
vitjað Sumba á hvørjum ári, og bústaður okkara í
Sumba hevur veirð hjá Eivind og Mimmy. Hetta heim
tykist okkum sum okkara egna heim, tí blíðskapurin
hevur verið stórur.
Ta seinastu tíðina hevur sjúkan plága honum
ógvuliga nógv. Og nú orkaði hann ikki meira, men
mátti lúta.
Seinast ið vit vóru inni á gólvinum, til seinastu
jarðarferð, at heilsa uppá hann, kundi ein hoyra hann
ferð eftir ferð rópa á Jesu navn vegna pínu. Jesus var
hansara álit. Tá kom eg at hugsa um eitt sálmavers:
Frelsari, hevði ikki eg teg funnið,
og hevði blóð títt fyri mær ei runnið,
hvar skuldi so eg armingin mær venda,
bøn mína senda?
Í kirkjuni bleiv so vakurt sungið sangur úr
sálmabókini, nr. 561, hvar seinasta ørindi sigur:
Eg gevi meg í Jesu hond,
eg ikki ráð skal sakna,
hann førir meg til lívsins lond,
hvar allir stormar tagna.
Um vit í moldum eru huld –
for Kristi skuld
vit lívsins morgun vakna.
Sumbingar hava eina vakra siðvenju, tað er at syngja
sálmin nr. 460 í tí donsku sálmabókini, á
gravarbakkanum til seinast, hvar fyrsta ørindi ljóðar:
Herrens Venner singen Sinde
Mødes skal for sidste Gang;
Naar til Afsked Taarer rinde,
Dette Ord har liflig klang.
Guds friður hvílir yvir tær Eivind.
Símun P. Poulsen
Føðingar
19. november fingu Marianna og Finn Hansen,
Brønshøj, eina dóttur. Hon vigaði 3200 gr og var 50
cm long.
5. desember fingu Sonja Weihe og Lars Gotved
Jacobsen, Keypmannahavn, ein son. Hann vigaði
3800 gr. og var 52 cm langur.
16. desember fingu Yvonna og Óli Toftum, Vági, ein
son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3300 gr.
17. desember fingu Eyðgunn Poulsen og Jákup
Follend Mikkelsen, Válur, Vestmanna, ein son. Hann
var 53 cm langur og vigaði 3700 gr.
18. desember fingu Eyð Eidesgaard og Bogi
Johannesen, Kollafirði, ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 3900 gr.
19. desember fingu Anna Maria og Svend Åge Seloy,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði
4350 gr.
20. desember fingu Hanna Bisp og Mikael
Johannsson, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm
long og vigaði 3350 gr.
20. desember fingu Ellfríð og Christian Martin Dam,
Kollafirði, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði
4050 gr.
22. desember fingu Sóley Forberg og Pauli Ellings-
gaard, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og
vigaði 4000 gr.
22. desember fingu Annbritt Ellingsgaard og Hallur
Petersen, Sørvági, eina dóttur. Hon var 55 cm long og
vigaði 3900 gr.
23. desember fingu Birgitte Dalum og Gunnar Sonni
Ellefsen, Århus, ein son. Hann var 53 cm langur og
vigaði 3500 gr.
24. desember fingu Vígdis og Asbjørn Johannesen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði
3400 gr.
25. desember fingu Helena Geyti Jacobsen og
Kjartan Jacobsen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 52
cm long og vigaði 3600 gr.
25. desember fingu Julia og Eyðun Zachariasen,
Hoyvík, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði
3850 gr.
26. desember fingu Judith Joensen og Dánjal Petur
Olsen, Hósvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og
vigaði 3425 gr.
27. desember fingu Arnfríð Joensen og Rógvi W.
Poulsen, Runavík, ein son. Hann var 54 cm langur og
vigaði 3900 gr.
27. desember fingu Beinta Mortensen, Argir, og Jens
Arne K. Sørensen, Eiði, ein son. Hann var 56 cm
langur og vigaði 4000 gr.
28. desember fingu Sheila Petersen og Sonni á Horni,
Fuglafirði, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði
3700 gr.
29. desember fingu Beinta Nielsen og Súni Fríði
Johannesen, Kvívík, ein son. Hann var 54 cm langur
og vigaði 4150 gr.
30. desember fingu Arnvør og Rói á Torkilsheyggi,
Nes, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4400
gr.
31. desember fingu Birita og Janus M. Joensen,
Norðragøtu, eina dóttur. Hon var 53 cm long og
vigaði 3950 gr.
31. des. fingu Britt og Magni Johannesen, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2775 gr.
Dagurin
3. januar. Enokur, sum gjørdist 365 ára gamal. Navnið merkir vígdur ella royndur.
4. januar. Metúsalem, sonur Enoks. Hann gjørdist 969 ára gamal.
5. januar. Símeon. Halgimenni úr Kilikiu í Lítluásiu, sum doyði í árinum 459. Fekk navnið Stylites, tá ið hann í 422
fekk sær tilhald á einari 6 alin høgari súlu. Súla eitur stylos á grikskum.
Hebráiska navnið Shimon er av somu rót sum navnið Sámuel og merkir lítli Sámal.
Andlát
18. desember
Torbjørn Simonsen, fyrrverandi lærari, Tórshavn,
77 ár.
19. desember
Emil Fróði Olsen, Toftir, 28 ár.
Jón Mikkjal Henriksen á Sandi, vanliga nevndur Nonni,
76 ár.
20. desember
Herborg Davidsen, Sørvági,ættað av Eiði, 78 ár.
21. desember
Anna Katrina Mortensen, Tvøroyri, 84 ár.
Emil Joensen, Froðba, 81 ár.
22. desember
Sofus M. Jakobsen, Tórshavn, 68 ár.
23. desember
Laura Kristiansen, fødd Joensen, ættað úr Klaksvík,
búsitandi í Keypmannahavn, 72 ár.
26. desember
Jóannes Brøðraberg, 93 ár.
27. desember
Effe millum Garðarnar, Klaksvík, 73 ár.
29. desember
Jacob Jensen, Tórshavn, 84 ár.
Olivia Jacobsen, Kunoy, 88 ár.
30. desember
Ismar Joensen, Fuglafirði, 84 ár.
C
M
Y
K
14