Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. januar 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 1 - 3. januar 2004 Nr. 1 - 3. januar 2004 17 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Edvard T. Jónsson 60 ár Mánadagin 29. desember 2003 fylti kendi íslendski føroyavinurin Edvard T. Jónsson 60 ár. Edvard var staddur í Føroyum føðing- ardagin og fór aftur til Íslands í gjár, fríggjadagin 2. januar. Edvard er føddur og uppvaksin í Keflavík. Sum ungur kom hann at kenna nógvar føroyingar, sum róðu út í Íslandi í 50 og 60- unum. Fyrstu ferð hann var í Føroyum var í 1963 á uttan- landaferð saman við øðrum studentum. Á veg heim aftur úr Danmark legði ferðamannaskipið hjá DFDS, Dronning Alexan- drine, at í Havnini og í Klaksvík á veg til Íslands. Edvard minnist at tey t.d. vóru til enskan dans í Sjón- leikarahúsinum í Havn. Hann gloymdi ongantíð tað gestablídni, sum teimum varð víst í Føroyum. Á sumri í 1973 kom hann aftur til Føroya. Hann varð blivin Bahai og kom her at vitja Bahai vinir í Føroyum, og hann helt ein fyrilestur um Bahai-trúnna í Sjón- leikarahúsinum í Havn. Edvardi dámdi so sera væl í Føroyum, og um heystið 1975 kom hann aftur í Bahai-ørindum, hann var tá mest í Havn og í Fuglafirði. Hendan túrin avgjørdi hann at flyta til Føroyar, og kom hann aftur í 1976 og fekk arbeiði hjá einum føroyskum byggi- felag, sum var við til at byggja Eysturskúlan í Havn. Í Havnini hitti hann eina íslendska gentu, sum búði her, og tað rann saman teirra millum. Men hesa tíðina var tað sera ringt at fáa eina íbúð í Havn, so í desember 1976 fóru tey aftur til Íslands. Í Íslandi arbeiddi Edvard sum lærari. Hann gjørdi eisini ymiskt annað, hann skrivaði fyri íslendskar fjølmiðlar og arbeiddi fyri íslendska ríkisútvarpið. Men hann droymdi alla tíðina um at koma aftur til Føroyar. Í 1982 kom hann so aftur til Føroyar, tá var hann giftur og átti tvey børn. Fa- miljan búsettist í Havn og Edvard fekk arbeiði hjá byggifelagnum Guttesen & Staksberg, sum tá bygdi raðhús undir Fjalli í Havn. Hann arbeiddi eisini sum korrespondentur fyri ís- lendska avísina Dagblaðið og sendi føroysk tíðindi til íslendska ríkisútvarpið. Edvard minnist, at tey fyrstu tíðindini hann sendi vóru um skipini hjá før- oyska felagnum Global Chemical Tankers. Hesar sendingar vóru væl um- tóktar í Íslandi og settu veruliga Føroyar á ís- lendska landkortið. Frá 1984-87 gekk Edvard á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya og lærdi seg føroyskt. Sam- stundis arbeiddi hann á Bacalao sum náttarvakt. Í 1986 fekk Edvard ar- beið á Frímerkjadeildini hjá Postverki Føroya. Sam- stundis gjørdi hann send- ingar til íslendska ríkisút- varpið og sjónvarpið. Hann undirvísti eisini í íslendsk- um á Kvøld- og Ungdóms- skúlanum í Havn og á Stu- dentaskúlanum í Hoydøl- um. Í 1988 flutti familjan til Vestmanna at búgva, har tey keyptu sær hús. Edvard og konan fingu trý børn afturat, meðan tey búðu í Føroyum og eiga tilsamans fimm børn. Edvard royndi seg eisini sum blaðmaður á Sosialin- um. Tey trivust sera væl í Før- oyum, men tíðirnar versn- aðu nógv, og búskapar- kreppan fyrst í 90-unum hevði við sær at Edvard gavst á Frímerkjadeildini 1993, og tey fluttu aftur til Íslands at búgva. Tá fór hann at gera útvarpssendingar í Íslandi um føroysku búskapar- kreppuna. Eisini skrivaði hann eina bók um kreppuna í Føroyum og um orsøkir- nar til hesa kreppu. Bókin fekk sera góð ummælir í Íslandi og seldi væl. Hann gjørdi eisini eitt yrkinga- savn meðan hann var í Før- oyum og tað bleiv útgivið í 1997. Nøkur tónaskald og sangarar hava gjørt tónleik til hesar yrkingar, og ein fløga við hesum tónleiki varð útgivin fyri tveimum árum síðani. Í fleiri ár hevði Edvard hvørja viku innsløg í send- ingini "Í Grannalagnum" hjá Útvarpi Føroya, við tíðindum úr Íslandi. Men tá starvið á frímerkjadeildini hjá íslendska postverkinum vant upp á seg, kundi hann ikki meira taka sær av hesum sendingum. Edvard hevur fleiri ferðir vitjað aftur í Føroyum í ymiskum ørindum, t.d. var hann við sum journalistur fyri íslendska útvarpið og sjónvarpið, tá íslendski for- setin, Ólavur Ragnar Grimsson, vitjaði í Føroy- um í 2001. Hóast Edvard hevur havt nógv ymisk arbeiðir og nógvar ymiskar uppgávur, hevur hann tó ongantíð beinleiðis brúkt sína út- búgving uttan sum fólka- og studentaskúlalærari í Íslandi í 70-árunum . Hann bleiv útbúgvin bókmenta- frøðingur frá universi- tetinum í Lund í Svøríki í 1971. Sunnudagin 4. januar verður Jona Hen- riksen 80 ár. Hon var í mong ár almennur persónur, bæði í borgarliga starvi sínum sum skrivari í KFUK í Havnini og sum politikari. Jona er dóttur Andreu Elisabeth, fødd Mouritsen, og Johan Paula Andreas ella Palla Henriksen, sum hann varð nevndur. Palli var frammarlaga í Javnaðarflokk- inum. Hann var bæði býráðslimur og ting- maður. Á tingi var hann 1939–1945 og 1950–1954, og hann var býráðslimur í mong ár. Formaður var hann 1944–1948 og 1952–1957. Tá ið Jona var runnin av hesi rótini, var tað kanska ikki so púra óvæntað, at hon var millum fyrstu konufólkini, sum bjóðaðu seg fram og vórðu vald til politiskar álitis- sessir. Jona leyk málsligt studentsprógv í 1946. Hon tók útbúgving í Føroya Banka, har hon arbeiddi 1950–1967, og síðani var hon KFUK skrivari fram til 1997. Jona var limur í Tórshanvar býráð fyri Javnaðarflokkin 1969–1972. Tiltikið var tað, at tá ið nevndirnar skuldu mannast og skipast, so vildi hon verða roknað sum allir hinir starvsfelagarnir, ið allir vóru mann- fólk. Tað vil siga, at hon vildi ikki bara taka til takkar við sessum í sosialu nevnd og mentanevndini, sum hinir ivaleyst mundu rokna at vera teir einastu, sum kvinnuligi býráðslimurin mundi vera skikkaður til. Hon vildi eisini verða limur í teknisku nevnd. Á løgtingsvalinum í 1974 fekk Jona Henriksen næstflestar atkvøður á javnaðar- listanum í Suðurstreymoyar valdømi. Jacob Lindenskov fekk flestar atkvøður. Hann hevið verið landsstýrismaður síðani í november í 1968, og tá ið hann helt fram í tí sessinum, kom Jona Henriksen í tingið fyri hann. Malla Samuelsen hevði í heilt stutt skifti undir sjálvstýrislandsstýrinum verið avloysari hjá Mariusi Johannesen, sum var tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í Suðurstreymi. Annars var Jona fyrsta kvinna, sum var á tingi. Í 1978 fekk Javn- aðarflokkurin tveir tingmenn í Suður- streymi. Tá vóru Jacob og Jona vald. Saman við Karini Kjølbro, sum varð vald á tjóðveldislistanum í Suðurstreymi í 1978, var Jona fyrsta kvinna, sum varð vald á ting. Hon var á tingi inntil 1980. Jona hevur verið limur í Føroya Kirkju- stjórn, Føroya Skúlastjórn, Útvarpsnevnd- ini og eisini í stýrinum fyri Landssjúkra- húsið. Samstundis sum hon var skrivari í KFUK var Jona Henriksen í mong ár leiðari hjá KFUK skótunum. Sanna og John krúndiamantbrúdleyp 23. desember kundu hjúnini, Sanna, f. Tausen, og John við Garð í Klaksvík, halda krúndiamantbrúdleyp. Foreldur Sonnu vóru, Salmina Sofía av Eiði og Jaspur Tausen úr Hovi. Tá Sanna gjørdist faðirleys, fór hon vestur til Oyrar, har hon vaks upp hjá lærarinnuni, Mariu Hansen. John er sonur Onnu Katrinu frá Gjógv og Jógvan Joensen, vanliga róptur Gørs úr Klaksvík. Sum børn hittust Sanna og John, tá hann var og ferðaðist hjá mostir sínari á Oyri. Tá hava tey verið um 10 ára aldur. Seinni, tá Sanna kom til Klaksvíkar at arbeiða í fiski, hittust tey aftur, og skjótt rann saman millum tey bæði. Tey bygdu sær hús á norðuri á Gørðum í Klaksvík, har tey fluttu inn 10 árabrúdleypsdagin fyri 55 árum síðani. Í 1969 fluttu tey til niður til Esbjerg, har tey vóru í 4 ár. Heimafturkomin keyptu tey hús í Víkunum, har tey búðu til tey í summar fluttu í nýggja sambýlið á Heygnum í Klaksvík. Sanna og John fingu 5 børn, Jaspur, Katrin, Sonju, Jógvan og Káru. Døturnar búgva allar í Klaksvík, Jaspur býr í Kollafirði og Jógvan er búsitandi í Esbjerg. Sanna og John eiga 15 ommu- og abbabørn. Langommu- og langabbabørnini eru 26 í tali og oldurbørnini eru 5. Krúndiamantbrúðarparið, Sanna og John við Garð í Klaksvík, saman við børnunum. Børnini eru frá vinstru: Jaspur við Garð, Sonja Fuglø, Katrin Fredriksberg, Kára Joensen og Jógvan við Garð Mynd: Hervør Joensen Jona Henriksen 80 ár Jona hevur altíð verið ung í sinni, her er hon saman við unga sangaranum Brandi Enni Mynd: Jens Kristian Vang NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hvør skuldi hildið tað? Hjartaliga tillukku Jona, tú mást umbera okkum hesa heilsan, tí at fara at skriva um eina megnarkvinnu sum teg er torført, tí hvar skulu vit byrja og nær skal ein enda, og hava vit tí valt at senda tær eina heilsu á henda hátt. At umtala títt fjølbroytta liv kundi skjótt verið til fleiri bøkur: Jona – sum ung krambakvinna í H. N. Jacobsens bókahandli, sum bankakvinna í Føroya Banka, sum sjónleikari, sum ein tann fyrsti kvinniligi býráðslimurin, sum løgtingskvinna, sum skóti/leiðari, sum KFUK skrivari, sum læraravikarur, bert at nevna nøkur av tínum avriksverkum. Øll, sum kenna Jonu, vita, at tey arbeiði, sum hon hevur havt, hevur hon gongið nógv uppí og røkt til lítar. Ein hevur hoyrt hana, og hon hevur ikki smæðst burtur, har hon hevur starvast, men samstundis hevur hon vaksið um síni lívsvirði og altíð hildið seg fingið meir aftur, enn hon hevur givið. Møtir jú Jonu og spyrt, hvar hon fer, ja so kanst tú til dømis fáa eitt av hesum svarunum: Eg fari út á Sosialin við rundstykkjum til tey, tey eru so fitt og beinasom, ella eg skal út á kirkjugarðin við blomstrum, tí Angelica omma hevði havt føðingardag í dag, ella onkur at tí vælkendu Snikkarastovufamiljuni hevði fylt í dag. Eg skal út á Ellisheimið ella niðan á Hvíldarheimið at hava andakt ella lesa søgu, og so ikki at gloyma eitt av eykastørvunum hjá Jonu – at selja lutaseðlar fyri KFUK. Jona hevur eitt sera gott minni og hevur í vøggugávu fingið eitt sera lætt sinni. Hon er spontan, og ein dagin hon kemur fram við »Glade Hjørn«, standa tveir prestar og práta saman har. Jona spyr, um teir ikki hava hug at koma inn á Konditaríið til ein kaffimunn. So varð gjørt, og har undirhelt Jona teimum, so tað skoðsmál, ið Jona seinni fekk frá einum av prestunum, var, at hon var tann mest undirhaldandi og skemtingarsama kvinnan, sum vit áttu í Havnini. Vit kenna teg best frá tínum arbeiði sum leiðari hjá KFUK skótunum og sum KFUK skrivari, sum tú røkti til fyri fáum árum síðani. Góða Jona, vit vilja takka tær fyri tann týdning tú hevur havt fyri okkum, sum koma í KFUK og vilja enn einaferð ynskja tær hjartaliga tillukku á 80 ára degnum, og ynskja tær og familjuni annars eitt av Harranum vælsignað nýggjár og góðan byr framyvir. Vit gleða okkum at vera saman við tær føðingardagin. Vit enda við einum skótaørindi, sum Liffa Gregoriussen hevur yrkt: Fram, sum om so brattar gøturnar liggja, skulu vit ganga okkara leið, upp móti fjallinum vilja vit hyggja. Fjallið tað vísir okkum á leið, lið móti lið vit skulu fram, aldri vit okkara lyfti svíkja, vit hava fingið ta dýrastu ogn, frá Gudi tú ikki mást víkja. Heilsan 4. grein skótar 4. januar verður Jona Henriksen 80 ár Sunnudagin 4. januar verður Jona Henriksen 80 ár. Opið hús verður í KFUK sunnudagin kl. 15–18.00, har øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Jona Jona á kvinnustevnu í KFUK Jona og Poul Sørensen Jona selir kakao og bollar á summarsólstøðu Jona sum ferðaleiðari Jona sum skóti C M Y K 17 16