leygardagur 3. januar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 1 - 3. januar 2004
Nr. 1 - 3. januar 2004
19
Ein várligur vindur, háveturstíð
Komandi rektari á
Nordisk Journalist-
center er Birgir
Kruse. Við hesum
baksýni hevur Sosial-
urin biðið hann geva
eina meting av heim-
liga journalistikkin-
um og um tørvur er á
teirri journalistisku
eftirútbúgving, hann
skal stjórna úr Århus
Birgir Kruse
birgir@nlh.fo
Tað fyrsta, sum rennur ein-
um í huga, nú jólini eru far-
in aftur um bak, og eitt nýtt
ár stundar til, er bókin
"Skjót
journalistin".
Í
hvussu er, um evnið er jour-
nalistikkur. Tí í tveimum
førum skrivar bókin søgu. Í
fyrsta lagi tí, hetta er hin
fyrsta føroyska bókin um
journalistikk og í øðrum
lagi tí, hetta er fyrsta bókin,
ið hevur felt ein løgmann.
Fýra dagar eftir útgávuna.
Um tíðarrøttu marknað-
arføringina og hvørt Óli
Breckmann varð bílagdur
til útgávuherðferina, skal
einki sigast um í hesum
føri. Men við bókini er
staðfest, at miðlarnir kunnu
verða fjórða statsvaldið, fáa
teir náðir til tess.
Fólkaræði?
Miðlarnir, serliga teir al-
mennu, siga stútt, at teir eru
trygdin fyri einum fólka-
ræðisligum Føroyum. Og
trygdin fyri fólkaræði yvir-
høvur. Men hóast vit leita
heilt aftur til fyrstu Út-
varpssendingina í 1957 og
fyrstu Sjónvarpssendingina
í 1984, so er ilt at fáa eyga
á nakra einstaka sending,
ella sendirøð, sum kann
sigast at hava tryggjað
fólkaræðið ein givnan dag,
ella hava elvt til so mikið av
røringi í samtíðini, at yvir-
vøldin í eitt tíðarskeið hev-
ur verið illa heitin, ella
beinleiðis skaka.
Public service?
Men vandi er í hvørjari
vælferð. Hóast teir í hesum
føri eru í fríari vinnu, so eru
báðir rithøvundarnir at
bókini "Skjót journalistin"
knýttir at Sjónvarpinum,
sum veitir eina almenna
tænastu,
rópt
public
service.
Kemst ikki uttan um, at
rithøvundarnir fáa okkum
at nema við spurningin, um
ein public service miðil í
verki er ein so stórur bági
fyri fríum, avdúkandi jour-
nalistikki, at alment settu
varðhundarnir venda miðil-
inum ryggin og kenna seg
noyddan at fara til privat-
kapitalistisk forløg at fáa
boðskapin um føroyska rot-
inskapin út til almenningin.
Ella liggur ein annar
hundur grivin í hesum
søguliga nýbroti upp undir
jól? Fjaldu journalistisku
rithøvundarnir vitalar upp-
lýsingar fyri samstarvsfel-
øgum í Sjónvarpinum, so
teir bert kundu brúkast til
egnan, fáfongdan vinning
seinni? Um so er, kann tað
so hugsast, at aðrir journal-
istar bøla omaná vitalum
upplýsingum, sum í løtuni
verða hildnir loyniligir fyri
teirra public service feløg-
um, fyri seinni at verða giv-
nir út í privatum bókum?
Fer hetta bókmentunar-
liga nýbrotið, at elva til
nýggjar mátar at veita al-
menninginum innlit og
upplivingar? Er ein nýggjur
marknaður og ein nýggj
almenn fjølmiðlastøða um
at taka seg upp í Føroyum,
sum higartil hava verið so
frálíkt vælsignaðar við
hugnamentan?
Hetta eru spurningar vit
kunnu seta okkum í jóla-
kvirruni eftir at hava lisið
søguligu bókina, sum hóast
lýti, skapti nýggja skald-
skapargrein í Føroyum. Og
ikki sørt av undirhaldi eis-
ini. Tøkk fái rithøvundarnir
fyri henda várliga vind, nú
hægsta vetrartíð er.
Norðurlendskt
samstarv
Alt síðani 1963, eitt ár eftir
at danski Journalistháskúl-
in byrjaði, hava rektarar úr
Norðanlondum hitst í eini
journalistiskari samstarvs-
nevnd. Í dag eru 14 útbúgv-
ingarstøð umboðaði í hes-
um rættuliga opna sam-
starvi. Lestrarstøðini bjóða
øll akademiskar journalist-
útbúgvingar, sum vara í
minsta lagi tvey ár.
Finska Ulla-Stina West-
man, sum í mong ár var
virkin í hesum samstarvi,
hevur skrivað søguna um
hetta
virksemi
(sí:
www.jmk.su.se/norden).
Hon vísir á, at finnar longu
í 1925 kundu lesa journal-
istikk á lærda háskúlanum í
Tammerfors, meðan sami
møguleiki ikki stóð flestu
norðbúgvum í boði fyrr enn
fyrst í sekstiárunum.
Um hetta mundi var
áhugin fyri norðurlendsk-
um samstarvi nýsprottin og
stórur á mongum økjum.
Norðurlandaráðið
hevði
fyrsta ársfundin í Keyp-
mannahavn í 1953 og 3 ár
seinni kom Finnland upp í
samstarvið og sum fráleið
lagaðust teir karmar, sum
vit í dag kenna sum hitt al-
menna norðurlendska sam-
starvið.
Journalistar stóðu tá í
fremstu røð og sýndu einum
eftirútbúgvingartiltakið,
rópt
"nordisk
kursus",
stórsta áhuga. Hetta var eitt
skeið, sum bygdi á hug-
myndir hjá Erik Reske-Niel-
sen og varð hildið í Venn-
lystparkini í Århus, har
Journalistháskúlin, kom at
halda til, innan hann flutti á
núverandi adressuna í Oluf
Palmes Allé í sama býi.
Mentunararbeiðara-
bólkur
Grundsjónarmiðið fyri hes-
um tiltaki er enn sum áður,
alment at viðurkenna jour-
nalistar sum stórsta eins-
háttaða mentunararbeiðara-
bólkin í Norðanlondum og
støðugt tryggja, at ein
kjarni í hesum stóra yrkis-
bólki altíð hevur áhuga fyri
og innlit í dagførd norður-
lendsk viðurskifti, eisini í
evropeiskum og altjóða
høpi.
Í dag eru 45.000 journal-
istar
í
Norðanlondum.
Skeiðið, sum nú gongur á
46. ári, er miðleingjan í ár-
liga
virkseminum
hjá
stovninum Nordisk Jour-
nalistcenter (NJC), sum
heldur til í somu hølum í
Vennelystparkini,
sum
Pressens
Uddannelses
Center nú eigur.
Bert ein føroyingur
Her hava allir norðurlendsk-
ir journalistar, eisini før-
oyingar, møguleika at verða
við. Men í eini kanning,
sum Den Journalistiske Eft-
eruddannelse í 2001 gjørdi
fyri NJC, varð staðfest, at
bert heilt fáir føroyingar
tóku av tilboðunum um
journalistiska eftirútbúgv-
ing innan hesar karmar.
Kanningin, sum bygdi á
spurnarbløð og samrøður,
fevndi um tríáraskeiðið
1998-2000.
Hesi árini lótu fleiri enn
10.000 danskir journalistar,
tað er ein triðingur av lima-
talinum í Dansk Journalist-
forbund, seg eftirútbúgva,
meðan einans 6 úr Grøn-
landi og bert hin eini før-
oyski journalisturin helt tí-
líka eftirútbúgving vera
neyðuga.
Avmarkaði áhugin stavar,
sambært kanningini, frá
vána sáttmálum, fjarstøðu
og vantandi fígging. Men
eisini tí positiva veruleika,
at einstakir føroyskir og
grønlendskir miðlar sjálvir
hava hildið innanhýsis jour-
nalistisk eftirútbúgvingar-
skeið.
Journalistiska
handverkið
Allir teir spurdu grøn-
lendsku og føroysku jour-
nalistarnir vildu hava tilboð
um eftirútbúgving.
65% av teim spurdu í
Grønlandi, vildu læra meir
um journalistiska hand-
verkið. Hetta eru nett teir,
ið frammanundan hava
journalistiska
grundút-
búgving. 40% vildu hava
meiri
bakgrundsvitan,
meðan 10% høvdu áhuga í
at læra fremmandamál.
85% av teim spurdu í
Føroyum ynskja at eftirút-
búgva seg innan journalist-
iska handverkið. Í sam-
røðupartinum í somu kann-
ing sæst, at hetta er júst í
tráð við ynski hjá øllum
føroyskum tíðindaleiðar-
um. 50% vilja hava meiri
bakgrundsvitan,
meðan
eingin áhugi er at læra
fremmandamál.
Á móðirmálinum
Kanningin, sum staðfestir
stóran tørv á grundleggj-
andi journalistiskari venj-
ing, mælir til, at skaptir
vera tveir møguleikar fyri
eftirútbúgving, ein fyri
hvørt av londum Føroyar
og Grønland.
Viðvíkjandi
Føroyum
verður sagt, at her eru
miðlarnir burturav føroysk-
ir og ikki tvímæltir, sum í
Grønlandi. Tí eigur daglig
undirvísing eins og allar
journalistiskar uppgávur at
vera á føroyskum. Í Grøn-
landi verður mett at danskir
lærarar kunnu brúkast.
Framhaldandi
verður
sagt, at í Føroyum er eisini
tann munurin, at allir jour-
nalistar arbeiða í sama parti
av landinum og at tørvurin
hjá øllum er hin sami,
nevniliga dagførd útbúgv-
ing innan grundleggjandi
journalistiskt handverk.
Í
samrøðupartinum
í
kanningini verður sagt, at
helvtin av føroysku journal-
istunum hava ikki út-
búgving. Teir koma úr øðr-
um fakum og tí er tørvurin
á journalistiskari grundút-
búgving serliga stórur.
Eitt av bløðunum stað-
festir eisini, at journalistar,
ið viðgera ársroknskapir,
hava ikki nóg gott fakligt
innlit.
Blaðmannafelagið sigur
um orsøkina til skortandi
áhugan fyri eftirútbúgving
vera kostnaðin, tá ein skal
burtur í onnur lond og so
manglandi avtalur við ar-
beiðsgevaran. Tí tað er
hann, ið skal rinda, sigur
felagið.
Almennu loftmiðlarnir
hava roynt seg við einstøk-
um lokalum skeiðum, t.d. í
samrøðuteknikki og dag-
ligari, fakligari eftirmeting
í eina tíð.
Einasti tilverurættur
Frágreiðingin um tørvin á
journalistiskum eftirútbúgv-
ingum í Føroyum og Grøn-
landi endar við hesum orð-
um frá tíðindaleiðara í Sjón-
varpinum: "Føroyskir jour-
nalistar verða útbúnir til
danskar miðlar, so tað er
torført hjá okkum at fáa fat-
ur á teimum. Okkum tørvar
føroyingar, tí vit senda á
føroyskum og um føroysk
viðurskifti. Tað er okkara
einasti tilverurættur."
Grønlendsk
journalistútbúgving
Í Grønlandi fóru tey undir
journalistútbúgving í 1982.
Síðani hava fleiri enn 40
lesandi lokið prógv á grøn-
lendska Journalistskúlan-
um. Tí eru grønlendingar
við í norðurlendska sam-
starvinum fyri journalistisk
útbúgvingarstøð.
Byrjar ein føroysk aka-
demisk journalistisk út-
búgving, sum varir í tvey
ár, so er neyvan nakað til
hindurs fyri, at eisini føroy-
ingar kunnu verða við í
hesum samstarvi og læra av
teim drúgvu royndum, sum
norðurlendsku
grannar
okkara hava.
Stjórin Sofia Geisler
upplýsir, at í løtuni eru 17
lesandi, skift í 4 lestrar-
bólkar. - Oftast verða 7-8
nýggir næmingar tiknir inn
á skúlan hvørja ferðina, tí
fleiri praktikkpláss eru ikki
í landinum, sigur hon.
Sofia Geisler umboðar
Grønland í áðurnevnda
norðurlendska samstarvi.
– Vanliga verða nýggir
næmingar tiknir inn um
heystið, men hesuferð er
freistin at søkja sett til 1.
februar 2004 og eg vænti
fleiri umsóknir enn nakran-
tíð, sigur stjórin.
Í starvsvenjingartíðini,
sum er hálvtannað ár, skulu
tey lesandi arbeiða við tíð-
indum, tað veri seg á einum
blaði, í útvarpi ella sjón-
varpi. Føstu støðini, sum
taka lesandi, eru tey bæði
tíðindabløðini, sum koma
út um alt landið og so grøn-
lendska útvarpið/sjónvarp-
ið. Útbúgvingin varir hálvt-
fjórða ár.
Ætlanin er, at leggja ver-
andi útbúgving um til eina
sonevnda
professións-
bachelorútbúgving, sigur
Sofia Geisler og leggur
aftuart, at tá verður útbúgv-
ingin partur av lærda há-
skúlanum í Nuuk og fer í
størri mun at fevna um
ástøðilig viðurskifti og í
minni mun um starvsvenj-
ing, sum bert verður í eitt
ár. Tilsamans fer grøn-
lendska journalistútbúgv-
ingin tá at vara 4 ár.
Tveir faklærarar eru í
føstum starvi á skúlanum
og harafturat er samstarvs-
avtala við lærda háskúlan
um lærarar, sum undirvísa í
samfelagslæru og máli og
so eru eisini gestalærarar
t.d. frá Journalistháskúlan-
um í Århus. Skúlin hevur
trý undirvísingarhøli at ráða
yvir og eina útvarpsstovu,
sum eisini hevur sjónvarps-
útgerð og Mac telduútgerð
at gera bløð við.
Liðin eru 4 ár síðani
Sofia Geisler tók við stjóra-
starvinum á Journalistskúl-
anum í Nuuk, har hon sjálv
leyk prógv í 1990. Framm-
anundan hevði hon starvast
sum tíðindaleiðari í grøn-
lendska útvarpinum og sum
kunningarleiðari hjá Royal
Greenland.
Føroysk journalist-
útbúgving?
Hóast miðlarnir í dag
ganga nógv nærri enn teir
gjørdu fyri bara fáum árum
síðani, er langt eftir, um vit
framhaldandi skulu taka
fólkaræðisligu hugsanina
hjá pressuni sjálvari í
álvara.
Komandi árini fara at
krevja nógv av tíðindafólki
og teimum, sum arbeiða í
miðlunum. Eins og lærara-
starvið, so er journalist-
starvið eyðkent við at vera
annara vegna. At formidla
ein boðskap og ikki fara av
kós.
Hvørki
politiskt,
religiøst ella á annan hátt.
Nú val er í hondum og
journalistar aftur sleppa at
royna seg, er vert at hyggja
aftur í bókina "Skjót jour-
nalistin":
"Okkara
uppgáva
er
vegan veljaran, sum skal
gjalda alt gildið, at seta
spurningar. Hetta skulu
vera spurningar, sum gera,
at veljarin kann kenna seg
tryggan. Og hetta skulu
vera spurningar, sum verða
settir vegna hyggjaran ella
skattgjaldaran og ikki sum
partur av politiskum ella
persónligum áhugamálum
ella sjónarmiðum" (bls.
150)
Men so leingi vit hvørki
hava gransking, útbúgving,
ella ein livandi kritikk á
hesum øki, er trupult at
hugsa sær, at føroysku
miðlarnir
framhaldandi
kunnu bera fólkaræðisligu
hugsanina fremst í teirra
skjaldrarmerki.
Bókin "Skjót journal-
istin" er kærkomna undan-
takið. Og so sjónvarpsmað-
urin,
ið
vælgrundaður
sóknaðist eftir eini árins-
kanning, innan SEV fer
undir næstu verkætlanina á
Eiði. Nei, her seta vit dags-
skránna, segði SEV. Eingin
árisnkanning innan, men
bara eftir. Og har stendur
spurningurin. Settur av
fjórða statsvaldinum, með-
an hin trý halda frí.
"Journalistar og vísunda-
fólk hava skyldu at brúka
hvør annan. Men gera tað
ikki"
staðfestir
Bergur
Hansen í grein í Dimmu og
Sosialinum.
Miðlanir mugu fáa at-
støður at gera eitt væl
grundað arbeiði, fólkaræð-
inum at frama. Tástanni
kunnu vit tosa um eina
pressu, sum er nær í nám-
indi av fjórða statsvaldin-
um. Einum valdi, ið summ-
ir politikarar í summum
førum
viðurkenna,
t.d.
Dimma, sum í somu útgávu
(9. desember) hevur hesa
almennu áheitan: "Hann
(Høgni Hoydal) heitir í
sama viðfangi á fjølmiðlar
og onnur, um at hava eitt
vakið eyga við landsstýrin-
um, soleiðis at illgrunasamt
virksemi ikki sleppur at
henda áðrenn nýggj sam-
gonga er skipað."
Bólturin liggur í størri
mun enn nakrantíð á hálv-
uni hjá miðlunum. Uppgáv-
an er at fara eftir honum.
Bóltinum.
Gott nýggjár og góðan
byr, øll sum halda fram í
somu rillu og øll sum kasta
seg á bláman – uttan selar
og reim. Spyrst, so livst.
Ein várligur vindur, háveturstíð. Komandi NJC-rektarin Birgir Kruse í Havnardali við Triumph Spitfire bilinum hjá Eiriki Lindenskov
Mynd: Eirikur Lindenskov
Fyrrverandi stjórin í
Føroya Fiskasølu,
Hans Johannes á
Brúgv, er settur
nýggjur stjóri á fyri-
tøkuni, O.C. Joensen á
Oyri. Fyritøkan hevur
rækjuvirkið, skelja-
virkið, ein skeljabát
og ein rækjutrolara
STJÓRASETAN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hans Johannes á Búgv
loysir Sofus Poulsen av,
sum er settur stjóri á Kolla-
fjord Pelagic.
Nýggi stjórin á rækju-og
skeljavirkinum, sum er
settur frá 1. januar, sigur, at
uppgávan á Oyri verður
sera spennandi.
– Gjøgnum mítt arbeiði á
Fiskasøluni, kenni eg sjálv-
sagt nakað til virksemið hjá
O.C. Joensen, men hetta er
í fyrsta lagi eitt fram-
leiðsluvirksemi, og tí er
uppgávan
ikki
minni
spennandi, sigur hann.
Í Spaniu
Seinasta árið hevur Hans
Johannes saman við konuni
og fýra børnum búð uttan-
fyri spanska býin, Valensia.
Hann sigur, at hetta hevur
verið ein ógvuliga lærurík
tíð.
– Eg havi fingist við sølu
av fiski og skeljafiski, sum
føroyingar selja í Spaniu.
Hann vísir á, at tey búðu
í einum býarparti, sum telir
eini 500-600 hús.
– Vit búðu ógvuliga væl
og kendu okkum trygg, har
vit vóru. Tey trý elstu børn-
ini, 9, 11 og 14 ár, gingu í
sponskum skúla, meðan
konan var heima hjá tí
yngsta, sum er 3 ár.
Hans Johannes sigur, at
nú tey komu heimaftur,
tosa tey trý eldru børnini
flótandi spanskt.
– Eg helt, eg dugdi nakað
av sponskum, tá ið vit fluttu
niður, men eg noyddist at
ásanna, at hetta var ógvu-
liga beskegið.
Hann sigur, at hann hevur
verið á tveimum intensiv-
um skeiðum í sponskum,
og nú uppundir endan av
tíðini í Spaniu gekst væl at
samskifta á sponskum.
– Konan hevur eisini
fingið væl burtur úr málin-
um við at tosa við foreldur
at øðrum børnum og onnur,
tey høvdu samband við.
Hans Johannes ásannar,
at konan hevur gott mál-
oyra, sum tikið verður til.
Nógvar tjóðir
Hann sigur, at á leiðini, har
tey búðu, búgva nógv ym-
isk fólkasløg, og tí lærdi
familjan ein heilan hóp
hetta eina árið.
– Umframt spaniólar,
búgva eitt nú japanesarar,
kinverjar, arabarar og eisini
indiánarar í hesum býar-
parti.
Hans Johannes sigur, at
spaniólarnir á hesum leið-
um tosa ikki enskt, heldur
ikki tey lærdu.
– Alt var øðrvísi, og
mentanin kann ikki saman-
berast. Størsti munurin var
tó veðrið, sum er heitt og
gott í Spaniu í mun til veð-
urlagið í Føroyum.
Hann sigur, at skal tú
fella væl inn í samfelagið,
er neyðugt at vera burtur í
meira enn eitt ár. Annars
kann tað kennast eitt sindur
einslig viðhvørt.
– Og tó; vit trivust væl,
eisini børnini, men tað var
hart í byrjanini, tí tú kendi
ongan, og alt samskiftið
gekk fyri seg á sponskum.
Spurdur, um tey kendu
seg trygg, sigur Hans
Johannes, at tað gjørdu tey.
– Her vóru lokalar vaktir,
sum syrgdu fyri, at alt gekk
væl fyri seg. Hetta var ikki
sjálv løgreglan, men eitt
slag av security.
Hans Johannesen heldur
tó ikki, at nógvur kriminal-
itetur var á leiðini, og hann
veit at siga, at kriminalitet-
urin í Spaniu er minni enn
eitt nú í Danmark.
– Nú verður tað so henda
nýggja avbjóðingin sum
stjóri hjá O.C. Joensen á
Oyri, ið eg fari at leggja
meg eftir, sigur hann.
Úr Spaniu til Oyrar at verða stjóri
Hans Johannes á Brúgv,
fyrrverandi fiskasølustjóri, er
nú settur stjóri á fyritøkuni,
O.C. Joensen á Oyri