leygardagur 3. januar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 3. januar 2004
21
Føroyska manslands-
liðið í hondbólti tapti
allar dystirnar á
ferðini í Letlandi
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í døgunum millum jól og
nýggjár tók føroyska mans-
landsliðið í hondbólti lut í
kappingini, Riga Council
Cup í Riga í Letlandi.
Mótstøðuliðini her vóru
Estlandi, Letland og Finn-
land, og fyrst og fremst
vóru dystirnir liður í fyri-
reikingunum til HM-und-
ankappingina, sum stendur
fyri framman.
Úrslitaliga var ferðin ikki
tað heilt stóra at reypa av, tí
Føroyar taptu allar dystir-
nar, sum vórðu leiktir á
ferðini, og endaðu okkara
sostatt niðast.
Fyri Letlandi tapti før-
oyska liðið 30-22, móti
Estlandi varð úrslitið 33-25
og seinasta dystin móti
Finnlandi tapti føroyska
liðið 29-21.
Hartil var talan beint
undan heimferðini um enn
ein dyst móti Letlandi, og
tó at tað gekst nakað betri
hesaferð, so gjørdist talan
um enn eitt tap. Hesaferð
við 29-26.
Tvey steyp
Hóast talan sostatt gjørdist
um greið tap í øllum dyst-
unum, so fóru føroyingar
ikki heilt berir heimaftur.
Heini Hanusarson skeyt til-
samans 17 mál í teimum
trimum dystunum, og hetta
gjørdi hann til toppskjútta í
kappingini. Ein heiður, sum
hann fekk virðisløn fyri.
Hartil fekk Sveinur Just-
inussen
eisini
serstaka
virðisløn eftir kappingina.
Hetta tí hann saman við
trimum øðrum leikarum –
ein úr hvørjum landi – varð
kosin sum besti leikarin í
kappingini.
Fyri framman standa so
dystirnir í HM-undankapp-
ingini. Her stendur Noreg
fyrst fyri tørni, og einki er
at ivast í, at tað verður ein
sera stórur biti hjá okkara
monnum. Seinnu árini hev-
ur Noreg lyft seg upp móti
avgjørda heimstoppinum,
og tí er einki at ivast í, at
føroyska liðið av álvara
kann fáa oyruni í maskin-
una, um illa vil til. Fyrri
dysturin móti Noreg verður
á útivølli 7. januar, og 10.
januar koma normenn so
hendavegin.
16. og 18. januar eru Før-
oyar so í Rumenia, har báð-
ir dystirnir móti teimum
skulu fáast frá hondini.
Nr. 1 • leygardagur • 3. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Fýra ósigrar sum
upphiting
Heini Hanusarson varð við 17 málum besti málskjúttin í kappingini, nú føroyska manslandsliðið tók lut í Riga Council Cup
Klárt til
endaumfarið
Beint fyri nýggjárið varð greitt, hvørji mótstøðuliðini
hjá Føroyum verða, tá endaumfarið í EM-undankapp-
ingini er á skránni í juni mánaði.
Sum kunnugt komu Føroyar og Skotland víðari úr
okkara bólki, og í hinum bólkinum vórðu tað Cypros
og Andorra, sum vunnu sær tey bæði fremstu plássini.
Tey bæði liðini eru sostatt eisini við í pottinum í Luks-
emburg, har endaumfarið verður, eins og Luksemburg
eisini er við sum vertsland. Kappingin verður í døgun-
um, 25. til 27. juni.
-jm
Landsliðsmálverjin
Jákup Mikkelsen skal
ikki bara verja málið
hjá KÍ komandi árið.
Hann skal eisini
verða hjálparvenjari
hjá Ove Flindt Bjerg
FÓTBÓLTUR
www.sportal.fo
Tá ið Jákup Mikkelsen fyri
jól kom aftur til Føroya at
búgva, váttaði hann, at
hann nú ætlaði sær at spæla
við KÍ, men at eingin enda-
lig avtala varð gjørd.
Hendan avtala er nú
gjørd, og Jákup Mikkelsen
skal bæði verða málverji og
hjálparvenjari hjá KÍ.
Hetta segði formaðurin í
KÍ, Gestur Hovgaard, í út-
varpssendingini
Heima-
beiti týsdagin.
Sambært Gesti var tað
ikki minst eftir ynski frá
nýggja
KÍ-venjaranum,
Ove Flindt Bjerg, at Jákup
Mikkelsen er settur sum
hjálparvenjara.
Jákup
Mikkelsen
hjálparvenjari
í Klaksvík
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
11
9
-
1
-
1
275
206
69
19
2 VÍF
12
8
-
1
-
3
304
255
49
17
3 VB
11
8
-
0
-
3
281
206
75
16
4 Neistin
11
6
-
1
-
4
286
244
42
13
5 StÍF
11
4
-
1
-
6
253
290
-37
9
6 Søljan
11
1
-
0
-
10
197
276
-79
2
7 Kyndil
11
1
-
0
-
10
173
292
-119
2
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
03.01 14.30
VB-Neistin
04.01 14.30
StÍF-Søljan
04.01 14.30
Kyndil-Stjørnan
C
M
Y
K
21
20
VARPIÐ
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
F
R
Í
G
G
J
A
D
A
G
U
R
2
.
j
a
n
u
a
r
2
0
0
4
Loyniligu kríggini hjá CIA
Amerikanska fregnartænastan, CIA,
var› stovna›, eftir álopi› á Pearl Harbor undir 2.
Veraldarbardaga. Men aftaná álopini á USA tann
11. septembur í 2001 fór mann at hugsa um,
hvørt fregnartænastan tænti sínum endamáli.
CIA var í veruleikanum, nær vi› at vera deytt.
Hvussu er hetta hent?
Mánadagin kl. 18.35
Greivin av Monte Cristo
Edmond Dantes sitir í fongsli, tí
vinur hansara sveik hann orsaka› av eini
kvinnu. Eftir ellivu ár eydnast honum at
fl‡ggja. Nú gerst hann kendur sum tann
loyndarfulli og hevnandi greivin.
Fríggjadagin kl. 19.00
Loser
Paul er noyddur
at arbei›a nógv
fyri ikki at
ver›a tveittur úr
skúlanum. Hetta ger
hann til ein tapara
ímillum sínar veitslufegnu
sambúgvar. Men so
møtir hann tí vøkru Doru
og brádliga sær alt so
ljóst út – munnu tey fara
at finna eydnuna saman?
Mikudagin kl. 19.00