týsdagur 1. desember 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 228 — 1. DESEMBER 1998
ítróttar S08%
15
Neistin var á odda
frá byrjan til enda
Hondbóltur: Heldur ikki á heimavglli megnaði StÍF at vinna á Neistanum,
sum longu nú hevur fingið næstan eins nógv stig og liðið fekk alt
kappingarárið í fjør
EMiL L. JACOBSEN
Vid Kåra Mortensen å odda
eydnaðist tað fyri aðru ferð
í ár Neistanum at vinna á
StÍF, og samstundis sum tað
sigur, at StlF-lidid ikki fer
at gera seg so galdandi í ár,
sum tað gjørdi í fjør, sigur
tað eisini, at liðið hjá
Neistamonnum er nógv bet-
ur fyri nú, enn tað var sein-
asta kappingarár. Vit eru
framvegis í grundspælinum
— nógvir dystir eru eftir at
spæla, og aftan á ársskiftið
verða øll stigini skorin niður
í helvt, men kortini eru fleiri
tekin um, at kappingin í ár
fer at hátta seg ødrvisi enn
tann seinasta.
Kappingarárið 1997/98 lá
Neistin í botninum alt árið,
meðan strandaliðið var í
betra endanum og var eitt
skifti einasta lið í kapping-
ini, sum megnaði at fylgja
við VÍF. Soleiðis er ikki í
ár, og eitt er longu nú stað-
fest: Neistin verður ikki
botnlið í ár.
Liðið er ein góð blanding
av ungum og ágrýtnum
monnum og so teimum
eldru spælarunum, sum
framvegis eru teir berandi
á liðnum. At tann mest ber-
andi eisini er tann elsti,
fingu vit staðfest í høllini á
Skála sunnudagin. Kári
Mortensen — hesin ótrúligi
ítróttarmaðurin, sum er far-
in væl upp um tey 40 árini
— skeyt ikki færri enn 13
mál, og tað var næstan
helmingurin av málunum
hjá Neistanum, sum vann
28-23.
Nú endaði tað við, at
fimm mál vóru á muni, men
so stórur munur var tað
kortini ikki á liðunum, og
tað var ikki fyrr enn móti
endanum, at málmunurin
vaks so nógv.
Neistamenn høvdu ann-
ars munin allan dystin —
StÍF var ongantíð framm-
anfyri — men sjáldan var
munurin størri enn tvey mál
— ikki fyrr enn móti endan-
um, sum tað so ofta hendir,
tá liðið, ið er aftanfyri, hev-
ur sæð skriftina á veggin-
um.
Artur sá reytt
Móti endanum av fyrra
hálvleiki sá annars út til, at
strandaliðið hevdi fingið tak
á dystinum aftur, men tað
kom dátt við hjá teimum, at
Artur Johansen fekk reyða
kortið (púra rætt avgerð hjá
dómarunum) fyri at hava
tikid Ára Rouch óregluliga,
Agnar Højgaard verður
tikin í Neistaverjuni.
StÍF misti Artur
Johansen í síðsta minutti
av fyrra hálvleiki, og
saknur var í honum |
seinna hálva tíman. Á
myndini vinstrumegin er
Jakup Sverri Kass
sloppin igjøgnum, men
hesaferð fór bólturin
ikki í málið
Myndir: Alvur
Haraldsen
Kári Mortensen skeyt 13 mál móti StÍF sunnudagin
og var eisini klárt besti maður hjá Neistanum um
vikuskiftið. Her er hann sloppin ímillum Jónleif
Sólsker (5) og Elias Hansen
Mynd: Álvur Haraldsen
tá hesin var leysur móti
málinum.
Artur hevði tá skotið fýra
mál og sum so ofta fyrr ver-
ið millum teir bestu á StIF-
liðnum. Yngri beiggin Al-
exandur hevði ikki ein so
góðan dag sunnudagin, og
tí lá uppgávan at skjóta mál-
ini fyrst og fremst á John
Petersen og Elias Hansen
Agnar Hgjgaard varð út-
vístur tvær ferðir fyrsta
korterið, og eisini hann
mátti tí ansa sær, tað sum
eftir var av dystinum
Andreas aftur skaddur
Hjá Neistanum var tað sum
nevnt Kári Mortensen, sum
tók tyngstu tøkini. Fimm av
teimum trettan málunum
vórðu skotin upp á brotskast
(tvær ferðir upp á tveir min-
uttir hevði óhepni StIF-mål-
verjin Johan Danielsen á-
vikavist armin og beinið á
bóltinum uttan at bjarga),
men hini átta vístu, at hóast
Kári er komin í tann aldurin,
har so at siga allir aðrir
spælarar eru givnir, so hev-
ur vestmenningurin hjá
Neistanum onga orsøk til
tað.
Spælandi venjarin Andre-
as F. Hansen spældi ikki
nógv sunnudagin. Hann
byrjaði ikki inni, spældi so
eina løtu í verjuni, og nakað
inn í fyrra hálvleik keikti
hann sær fótin, og so var
dysturin liðugur fyri hans-
ara viðkomandi. Annars var
tað løgid at síggja, at tað
vóru strandingar og dómar-
arnir, sum tóku sær av An-
dreas, tá hann lá á vøllinum.
Hinir Neistamenninir tykt-
ust als ikki vera áhugaðir í
hvat var hent við venjaran-
um hjá teimum — men so
illa man tað ikki vera statt
kortin!
Men so vístu hinir, at teir
eisini duga. Systkinabørnini
Finn og Aki Mørk stóðu seg
væl, og í Boga Henriksen
eigur Neistin eisini ein av
landsins bestu málmonnum.
Í seinna hálvleiki vóru
teir konsentreraðir í verjuni,
og skotroyndirnar hjá John
og Elíasi blivu meira og
meira hálvhjartaðar, sum
tíðin gekk. Tá dysturin var
av, vísti máltalvan 28 til
Neistan og 23 til StlF. Við
sigrinum yvirhálaði Neistin
júst StÍF á stigatalvuni, og
teir eru nú bert tvey stig frá
VIF á bronsuplássinum
StIF er framvegis ikki
komið upp á somu hæddir
sum í fjør. Næsti dystur hjá
teimum er longu í annað-
kvøld móti KIF í Vest-
manna. Og tad er als ikki
vist, at strandingar fara at
reisa seg aftur tå, ti KIF
liðið hevur víst, hvat tað
dugir
Næsti dystur hjá Neist-
anum verður lokaluppgerð-
in móti Kyndli komandi
sunnudag
Í fyrra dystinum, sum
hesi bæði liðini spældu í ár,
vunnu Kyndlamenn við ein-
um máli, og dysturin næsta
sunnudag kann gerast eins
spennandi, tí sum kunnugt
tapti Kyndil móti StIF á
Skála. Tað gjørdi Neistin
ikki.