Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 ítróttar S0S2lurn Nr. 228 — 1. DESEMBER 1998 ltaliumenn vunnu meistaraheitið triðju ferð á rað HM-flogbóltur, menn: HM-kappingin, sum hevur verið í Japan, endaði sunnudagin við finaludystinum millum Italia og Jugoslavia, sum hevði vunnið á italiumonnum i kvartfinaluumfarinum. Ítaliumenn vunnu tó trygt í finaluni. Dysturin endaði 3-0 HM-kappingin, sum hevur verið í Japan seinastu tríggj- ar vikurnar, endaði við finaludystinum millum Ital- ia og Jugoslavia sunnudag- in. Og hóast tað var lagt upp til ein spennandi dyst teirra millum, var eingin ivi um vinnaran av finaludystinum. Ítaliumenn vunnu finaluna trygt 3-0. Settmunurin var 15-12, 15-5 og 15-10. Orsøkin til at stórur spenningur var undan fin- aludystinum var, at londini bædi hittust-i kvartfinalu- umfarinum og tå gjørdu jugoslavarnir ikki mætari enn at vinna á italiumonn- um. Tann dysturin endaði vid 3-0 sigri til jugoslavar- nar. Men hetta hjálpti einki sunnudagin. Italiumenn vórðu nógv meira uppsettir enn jugoslavarnir og tað gav eisini úrslit beinanvegin. Høvudsorsøkin til > vána- liga« jugoslaviska úrslitið var, at teir ongantid fingu skil å méttøkunum. Italsku servurnar vóru harðar og sera neyvar og tískil fingu jugoslavarnir ongantíð tam- arhald á teirra m6ttøku- spæli, sum er grundarstein- urin undir einum skilagóð- um álopi. Hetta gjørdi eisini sítt til, at hevarin hjá jugoslavum, hann eitur Nikola Grbic og verður roknaður sum ein av heimsins bestu hevarum, ikki slapp at spæla sum hann eftir réttum kann. Tískil var spælið hjá Jugoslavia ikki so varier- andi sum tað annars hevur verið undir HM-kappingini. Effektiva blokadu og gott ålop Ein onnur orsøk til góða úr- slitið hjá italiumonnum var at teir høvdu ein sera effek- tivan blokk. Tá móttskurnar liggja sum tær siga, so er torført hjá métstødulidnum at seta blokaduna, men tad var júst måttøkan, sum var størsti trupulleikin hjá jugo- slavunum og tað gav italska blokaduspælinum lætt spæl. I løtum føldu jugoslavar at teir spældu ímóti einum múri, so væl stóð italski blokkurin. Í álopsspælinum var eis- ini rættiliga stórur munur. Ítalska álopsspælið var meira varierandi og serliga kantspælararnir fingu nógv burturúr. Italska kappingin verður roknað fyri at verða tann besta landskappingin í heiminum og tað gevur úr- slit av sær, tá landsliðið er úti og spælir. Italsku kantsmashararnir, Samuele Papi og Marco Bracci spældu ein brand- dyst í finaluni og vunnu teir allarflestu bóltarnar teir fingu. Hetta var triðja ferðin á rað, at italiumenn vunnu HM-kappingina. Tað er ikki eiti á bragd at kunna vinna tríggjar HM-kappingar og hjá italska spælaranum Gar- dini má tað kennast eyka væl. Hann hevur verið í byrjunaruppstillingini í øll- um dystunum í øllum trim- um HM-kappingunum, har italiumenn hava vunnið gull. Nú HM-kappingin er av, skulu italiumenn hava nýggjan venjara til flog- bóltslandslið sítt. Tá Papi lobbaði seinasta bóltin í gólvið, vóru fyrstu orðini hjá fráfarandi venjaranum, Bebeto: >Endiliga var henda kappingin av.< Tað er ikki greitt hvør skal taka yvir eftir brasilska landsliðsvenjaran hjá Italia. Rætta liðið vann Tá finalan var av sunnu- dagin staðfesti jugoslaviski landsliðsvenjarin Zoran Gajic, at tað var tað rætta liðið sum vann HM-kapp- ingina. — Italiumenn hava havt tað støðugasta liðið og teir hava verið nógv tað effekt- ivasta liðið tá tað um styrki og skjótleika umræður, segði hann. Jugoslavar hava tó onga orsøk til at hanga við høvd- unum eftir HM-kappingina. Teir hava rokkið einum úr- slitið sum neyvan teir sjálvir høvdu væntað. Jugoslavar komu til kapp- ingina sum silvurvinnarar frå EM-kappingini í 1997, men neyvan hevdi nakar væntað at teir skuldu røkka so langt. Í innleiðandi umfarinum gjørdu teir slætt borð og í kvartfinaluumfarinum vunnu teir å Italia, medan teir snåvadu móti Russ- landi, sum teir annars høvdu vunnið á í innleidandi um- farinum. Í finaluumfarinum vunnu jugoslavar 3-1 á Kuba, sum saman við Brasilia og Ítalia vóru mettir sum størstu favorittarnir at vinna hesa HM-kappingina. Hjá Italia var útgangs- stødi eitt sindur gðrvísi. Italiumenn hava seinastu mongu árini altíð havt góð lið til stóru kappingarnar, og sum nevnt høvdu teir eitt meistaraheitið at verja. Úrslitini hjá italiumonn- um vóru eisini hareftir. Í innleiðandi | umfarinum gekk sum eftir ánni og teir komu ósigraðir í kvartfin- aluumfarið. Tá italiumenn taptu móti jugoslavum var onkur, sum setti spurnartek- in við teirra styrki, men teir fingu so sanniliga víst, at teir framvegis hava heims- ins sterkasta flogbóltslið. Til stuttleika kann nevn- ast, at tað vóru ikki færri enn 12.000 áskoðarar til finaluna sunnudagin. Kuba á Aðrir plaseringsdystir vóru eisini spældir. Í dystinum um tridjaplåssi vann Kuba 3-1 á Brasilia. Brasiliumenn byrjaðu best og vunnu fyrsta sett, men eftir hetta kom gongd á kubanska spælið og serliga blokad- una. Hetta gjørdi at stígur kom í hjá brasiliumonnum og kubanar vunnu tískil tey trý næstu settini á rað og harvið dystin 3-1. Úrslitið er neyvan ngkt- andi hjá hvørgum av liðun- um, tí tey siktaðu hægri — bæði tvey. Brasilia eru olympiskir meistarar, men tað hjálpti kortini einki. Hálendarar duttu annars púra burtur ímillum í kapp- ingini. Seinastu árini hevur hetta lítla landið fingið sera góð altjóða úrslit, men av tí at teir royna at spæla nýggj- ar leikarar inn á landsliðið gekk ikki heilt eftir vild. Hálendarar og russar spældu um fimta og sætta plássið og tann dystin vunnu russar 3-0. Hetta var annar sigurin hjá russum yvir hálendarum uppá stutta tíð. Spania, sum tók øll á bóli í innleiðandi umfarinum og fyrsta partinum av kvart- finaluumfarinum steðgaði upp móti endanum av kapp- ingini. Teir rukku millum átta av heimsins bestu flogbólts- tjóðum og tað úrslitið eru teir sera glaðir um hóast teir taptu seinasta dystin móti Bulgaria um sjeynda plássið 3-1. Tað kann tó vera teimum ein uggi at teir tó áttu besta spælaran í allari HM-kappingini sum hon var. Pascual er heimsins besti spælari HM-Flogbóltur: Í flogbóltskappingini, sum júst hevur verið í Japan hava teir valt besta spælara. Hesaferð var tað ein spani6li, sum fekk heiðurin fyri sítt framúr góða álopsspæl. Rafael Pascual fekk 150.000 $ fyri heiðurin sum heimsins besti spælari og tann spælarin sum fekk flest stig At tað eru nógvir pengar í ítrótti er eingin søga sum so, men tað er nakað nýtt í flogbóltshepi. Tá fyrireik- ararnir fóru í holt við fyri- td til jåst lidnu HM-kappingina var gjørt av, at gera innanhysis kapp- ingar fyri at finna heimsins besta spælara, heimsins besta hevara osv. Og tad hava teir so eisini gjørt. Hjá flogbóltsáhugað- um hevur borið til at síggja hver hevur ligið fremstur í teimum ymsu kappingunum og nú kappingin er at enda komin eru sjey spælarar vorðnir nógvar pengar rík- ari enn teir vóru undan kappingini. Spaniumaður er heimsins besti Tað er sjálvandi at FIVB roynir at finna heimsins besta spælara. Og hesaferð var hann úr Spania. Hann eitur Rafael Pascual og or- søkin til at hann gjørdist heimsins besti spælari var, at hann var tann leikari, sum vann nógv teir flestu bólt- arnar. Pascual vann ikki færri enn 177 bóltar í teimum 12 dystunum hann leikti við í. Hetta gevur eitt miðaltal upp á 14,75 og tað vil siga, at Pascaul vann næstan eitt sett einsamallur í hvgrjum dysti spaniumenn leiktu. Sig so tað. Næsti maður á listanum var jugoslavi, men hann var 67 stig aftanfyri Pascual. At Pascual er ein fram- úrskarandi flogbóltsleikari sæst á hvussu hann hevur vunnið bóltarnar. Hann vann 122 bóltar í álopinum, 35 bóltar í blokaduni og 20 bóltar í servini. Fyri heiðurin sum mest skorandi leikari og heimsins besti leikari vann Pascual 150.000 $. Eingin italiumadur bestur Hóast tað vóru italiumenn, sum vunnu kappingina, so var eingin teirra millum heimsins bestu spælarar. Kappingina sum heimsins besti smashari vann argent- inarin Marcos Milinkovic. Hann var bert 0,01 stig frammanfyri frálendasan Guido Gortzen. Heimsins besti blokadu- spælari er úr Brasilia. Hann eitur Gustavo Endres. Heimsins besti sérvari er úr Jugoslavia og eitur Goren Vujivic. Heimsins besti uppsaml- ari er úr USA og eitur Erik Sullivan. Teir seinastu báðir heims- ins bestu eru báðir úr Kuba. Talan er um besta hevara og besta móttgkuspælara. Heimsins besti hevari eitur Raul Diago og heimsins besti móttgkuspælari eitur Rodolfo Sanchez. Fyri at verða besti leikari í hvgrjum bólki fingu leik- ararnir 50.000 $ í part. FIVB hevur eisini gjørt av hvgr var besti venjari, hvgr var tann mest >hug- skotsríki< venjarin og hvat av liðunum hevði vakrastu búnarnar. Tað var næstan ein sjálv- fylgja, at tað var ítalski venjarin, sum var valdur heimsins besti. Fráfarandi brasilski landsliðsvenjarin hjá Ítalia, Bebeto de Freitas, varð kos- in heimsins besti venjari og tað skal nokk hjálpa honum til at fáa eitt nýtt starv ? Spanski venjarin Vin- cenzo di Pinto var valdur at vera mest kreativi venjarin í hesari HM-kappingini og tað var enn einaferð Kuba, sum heyði vakrastu búnar- nar. Teir høvdu sama heiður í kvinnudeildini.