týsdagur 1. desember 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 228 — 1. DESEMBER 1998
ÍTRÓTTUR |
sosialurin, box 76, 110 torshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil &sosialurin.fo i
itrottar SOSTÆNFI
Hondboltskappingin
fingid nytt liv
Hondbóltur: Hondbóltskappingin í år sær út til at gerast ein tann
mest spennandi nakrantíð, bæði hjá kvinnum og monnum. Hetta er
glediligt og mennandi fyri okkara størsta vetrarítrótt, sum
áskoðararnir nú eisini tykjast hava fingið áhugan aftur
EMiL L. JACOBSEN
Aftur henda sunnudagin skifti ov-
asta plássið í í 1. deild hjá monnum
hendur, tá Kyndil vann á KÍF og
sendi H71 niður aftur á silvur-
plássið.
Við í kappingini hjá monnum
eru eisini føroyameistararnir VIF
og Neistin, sum endiliga sær út til
at vera komið fyri seg aftur eftir
nøkur ár við oyðimarkargongd.
Og StÍF-liðið er enn ikki aftur-
úrsiglt, eins og KÍF meir enn eina-
ferð hevur víst, at teir kunnu taka
tey sterkaru liðini á bóli.
Hjá kvinnunum eru tey bæði
havnarliðini sum væntað við í
toppinum, men eisini Stjørnan og
VIF bjóða seg til í oddastríðnum,
og nú sær StIF eisini út til at hava
fingið ferð á, betri seint enn ong-
antíð.
Alt hetta ger bara kappingina
meira spennandi og meira áhuga-
verda. Áskoðararnir, sum fyri
nøkrum árum síðani hildu seg
burtur, eru komnir aftur, og eisini
tað ger tað stuttligari bæði at spæla
og at hyggja at hondbólti.
frásggufólk undir dystinum, og
tónleikur hevur verið, tá steðgir
eru í dystinum.
Jú, hondbóltskappingin er
»shinad« upp, og tað er gott og
ikki minst tiltrongt.
Seinastu årini hevur verid av-
gjørt at byta kappingina í 1. deild
hjá monnum og kvinnum upp í
eitt grundspæl og eitt endaspæl,
har stigini, sum liðini hava vunnið
sær í grundspælinum, verða skorin
niður í helvt. Hetta hevur við sær,
at spenningurin heldur sær longur,
og tað er ikki nøkur katastrofa,
um eitt lið tapir — tað kann vinnast
inn aftur í endaspælinum.
Hinvegin ger tað, at kappingin
í grundspælinum verður nakað
»bleyt«. Tey flestu feløgini munnu
hugsa sum so, at veruliga kapp-
ingin byrjar ikki fyrr enn aftan á
ársskiftið, tá endaspælið fer í
gongd. Um vit taka kappingina hjá
monnum, hevur Kyndil í løtuni
12 stig, meðan StÍF hevur seks.
Kyndil hevur vunnið seks dystir,
meðan StÍF hevur vunnið triggjar.
Um hetta var stødan, tå grund-
spælið endaði, hevði Kyndil farið
VÍF vann á H71 sunnudagin, og kappingin er framvegis víðopin
inn í endaspælið við seks stigum,
meðan StIF hevði trý. Og so
skuldi StIF bert vunnið á Kyndli
og so vónað, at Kyndil snávaði
einaferð afturat — so sum H71
gjørdi móti KIF — og so var StÍF
knappliga nummar eitt!
Hetta er eitt sindur løgid og ger,
at tað illa ber til at tosa nakað
veruligt um, hvør verður føroya-
meistari, fyrr enn eina ferð í 1999.
Hví ikki bara koyra kappingina
sum eina langa samanhangandi
kapping, har hvgr sigur gevur tvey
stig og ikki sum nú bert eitt stig,
sum hann í veruleikanum ger?
VIF ongar dómarar
Døming og dómarar hava verið
nógv til umrødu í seinastuni, og
aftur hetta vikuskiftið vóru dóm-
ararnir í andglettinum, hesaferð á
Skála, har Neistin klagar dómar-
arnar, tí mett varð, at teir høvdu
avgerandi ávirkan á úrslitið.
Nakað annað er, at dómararnir,
sum dømdu á Skála sunnudagin,
als ikki skuldu dóma teir dystirnar.
Í kappingarskipanini er VIF sett
at dóma teir dystirnar, men tað
Mynd: Jens Kristian Vang
——
- æx
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
Neistaliðið var ikki nøgt vid dømingina á á Skála sunnudagin
frættist, at VÍF hevur tikið sínar
dómarar aftur.
Tað ljóðar ógvuliga løgid, at eitt
so stórt felag sum VIF, sum ong-
antíð hevur havt trupulleikar av
at manna eitt hondbóltslið, ikki
fær mannað eitt dómarapar, sum
bert telir tveir mans (ella kvinn-
ur!), tá felagið altíð hevur fingið
mannað eitt heilt lið, sum telir sjey
ella meir.
Er eingin í Vestmanna, sum er
førur fyri at dóma ein 1. deild-
ardyst, ella...? Sum nú er, eru tað
so at siga bert havnarfeløgini, sum
hava dómarar. StÍF hevur eisini,
og teir dóma eisini væl. Men fyri
tað mesta er hetta alt spælarar
sum sjálvir spæla við í somu kapp-
ing, teir dóma í! Hvar eru allir
teir spælararnir, sum spældu fyri
tiggju-fimtan árum síðani? Teir
kunnu ikki allir vera venjarar
ella...? Nógvir av teimum sita í
høllunum hvønn sunnudag, har
teir finnast at dømingini úti á vøll
inum, men hví dóma teir ikki
sjálvir?
Noyðast at samanbera
Føroyski hondbólturin er í fram
gongd. Tað gongur uppeftir, men
tað er alneyðugt, at dómarastøðið
fylgir við leikliga stødinum, tí
annars kann hondbólturin íkki
menna seg meir enn til eitt víst
Tá føroysk lið so koma uttan-
lands, sum tey: ivaleyst øll fegin
kundu hugsað sær, eru tey illa fyri
beinanvegin, tí tey her meta
»veruligum« dómarum, sum
dóma fyri ymiskt, sum spælararnir
Mynd: Álvur Haraldsen
ongantíð hava upplivað fyrr.
Tá tú skalt tosa um framgongd,
noyðist tú at samanbera við onnur
lond (hóast tað er torført i Før-
oyum, tí vit so at siga ongantíð
spæla móti útlendingum), og með-
an VIF so seint sum í fjør vísti, at
eitt føroyskt lið veruliga kann fáa
góð úrslit í stórum altjóða kapp-
ingum, so er føroyska dómara-
stóðið sum heild væl lægri enn
aðrastaðni. Seinastu mongu árini
hava vit havt eitt dómarapar, sum
í dag bert gongur undir heitinun
„Hjalmar og Kristian og teir
hava í fleiri ár verið altjóða dóm
arar. Men hví hevur hetta ikk
smittað av upp á aðrar dómarar
At Hjalmar Petersen og Kristian
Johansen eru okkara bestu dóm
arar, man eingin vera ósamdur í
men tað er legið at eingin annar
er togaður upp við. Svarið skal
helst finnast í, at tað at vera hond
bóltsdómari er, eins og í øllun
ðrum ítróttargreinum, ein ótakk
som uppgáva, og tað eru ikki
nógv, sum halda seg til. Tí ræður
eisini um at stuðla dómarunum
heldur enn bert at finnast at, tí t
er sum oftast lítið uppbygg
Hondbóltskappingin er betri n
enn hon hevur verið Tít
nevur
betri, so kappingin kann bliva enn
betri. Ti hon kann væl ongantid
gerast ov góð