týsdagur 1. desember 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 228 — 1. DESEMBER 1998
ítróttar
mf VE eks ir neti
SGI 4JU ÚR
Javnleikur í Klaksvík
Hondbóltur: Eftir ein góðan endaspurt, eydnaðist tað kvinnunum hjá
Stjørnuni at fáa javnleik móti oddaliðnum úr Kyndli, sum annars hevði verið
á odda so at siga allan dystin
TeERII NIELSEN
Klaksvíkingar standa sterkir
um besta kvinnuliði hjá sær.
Til hvønn dyst hjá Stjørnuni
er Kf-høllin so at siga full
av hondbóltsáhugaðum
klaksvikingum, sum eru
komnir fyri at rópa á sitt lið.
Dysturin móti føroyameist-
arunum úr Kyndli leygar-
dagin var heldur einki und-
antak. Nærum 400 áskoð-
arar vóru til dystin, og hesir
settu so sanniliga sín dám á
løtuna.
Gekk javnt å
Stjørnin hevur vanliga eitt
gott tak å Kyndli, og sam-
bært venjaranum hjå Stjørn-
ni, Svein Rógva Nielsen,
so er orsøkin til hetta ein-
føld. Hann sigur vid Sosi-
alin, at tad er lætt at skipa
verjuspælið, tá ið man spæl-
ir móti Kyndli, tí at føroya-
meistararnir spæla bert upp
á »systemir«. Við hesum
meinar hann við, at tær
grønklæddu úr Havn nær-
um ongantíð gera nakað 6-
væntað í sínum álopsspæli,
men ístaðin velja at brúka
eitt av sínum mongu syst-
emum.
Byrjanin av dystinum var
rættuliga jøvn. Lidini fylgd-
ust væl, og tað var ikki fyrr
enn, at fyrri hálvleikur var
væl og virðiliga hålvrunnin,
at Kyndil fór frá Stjórnuni.
Fyrri hálvleikur var hálv-
runnin, tá ið tað stóð á jøvn-
um 7-7, men fimm minuttir
seinni vóru gestirnir á odda
11-7.
Seinastu løtuna av fyrra
hálvleiki gekk aftur javnt á,
og hålvleiksstødan var 14-
10 til Kyndil.
Serliga var tað Lotte Sør-
ensen, sum spældi ein fram-
årskarandi fyrra hålvleik å
Kyndlaliðnum, og hon
skeyt ikki færri enn sjey mál
fyri steðgin.
Dramatiskur
seinni hálvleikur
Tað var ikki sørt av drama-
tikki í seinna hálvleiki.
Heimaliðið át seg spakuliga
inn á Kyndil, og so við og
við fór åskodarafjøldin at
kóka.
Samstundis kom gongd í
Johonnu Mikkelsen í mál-
inum hjá klaksvíkingum, og
hon hevði fleiri heilt góðar
bjargingar.
Um miðjan seinna hálv-
leik hendi eitt óhapp, sum
fórdi við sær, at dysturin
varð steðgaður í einar tíggju
minuttir. Joan M. Joensen
hjá Stjórnuni leyp upp í
skotroynd, men var óhepp-
in, tá ið hon lendi og kom
álvarsliga til skaða í knæn-
um. Ikki var hugsingur um
at flyta Joan av vøllinum,
meðan bíðað varð eftir
sjúkrabilinum, og tí gingu
einir tíggju minuttir, áðrenn
dysturin var settur í gongd
aftur.
Hvussu álvarsligur skaðin
hjá Joan er, vita vit ikki enn,
men hann er álvarsligur, og
hon verður løgd undir skurð
fríggjadagin. Væntandi er
tað krossbandið, sum hevur
fingið skaða.
Stjórnan fór nú undir at
mansverja Lotte Sgrensen,
og hetta kom at hava av-
gerandi ávirkan á dystin. A-
lopsspælið hjá Kyndli gekk
nú rættuliga illa, og klaks-
víksgentur fingu nú veru-
liga ferð á spælið hjá sær,
væl stuðlaðar av einari fan-
Lotte Sgrensen skeyt 12
av teimum 24 málunum
hjá Kyndli í Klaksvík
leygardagin
Mynd: Alvur Haraldsen
17
atiskari åskodarafjøld
Tá ið seks minuttir er
eftir at leika, javnar Stjórr
an til 23-23 fyri fyrstu ferð
í dystinum. Men gleðin var
stokkut, tí fýra minuttir
seinni skorar Kyndil til 24
23, samstundis sum stór
skjúttin hjá Stjórnuni, Ann
ika Ljósstein, fær reyð
kortið fyri triðju útvísing
ina. Men minuttin seinni
fær liðskiparin hjá Kyndli
Jórun Ludvig, reyða kortið
fyri sína triðju útvísing, og
tá ið so Simona Hansen
samstundis javnar til 24-24
er alt opið í seinastu sek
undunum.
Einki mál kom tó aftrat í
dystinum, hóast klaksvík-
ingar kendu seg snýttar fyri
eitt mál í allarseinastu sek-
undunum, tá ið Jastrid Gull-
aksen skorar av strikuni,
men verður dømd fyri yvir-
traðk.
Dómarar mistu takið
Tað gjørdist rættuliga hekt-
iskt móti endanum av dyst-
inum, og tað hjálpti ikki um
støðuna, at dómararnir, sum
annars komu væl frá dyst-
inum, mistu takið á dystin-
um hesa løtuna
Kyndlakvinnurnar vóru
rættuliga 6nøgdar við onkra
av útvísingunum hjá Jórun
Ludvig, og tær mettu eisini
at dómararnir lótu seg
ávirka av uppøstu áskoðara-
fjøldini
Hinvegin var tad rættu-
liga løgið, at tå ið Stjørnan
fær brotskast í ødrum min
utti av seinna hålvleiki, og
Kyndlaleikari fær útvísing
at dómararnir lata tíðina
ganga í 45 sekund, meðan
Kyndil skíftir
Hetta ger so tað, at útvísti
Kyndlaleikarin bert er uttan
fyri í Í minutt og 15 sekund
tí at 45 sekund av útvísing
ini eru farin til málverja
býtið...
málverja
VIF hølvadi VB av í Vági
Hondbóltur: VÍF-kvinnurnar fóru til Vágs og vunnu ikki
minni enn 34-17. VB fekk bert fýra mál í fyrra hálvleiki
EMiL L. JACOBSEN
Vanliga eru VB-kvinnurnar
tungar at syfta f høllini vest-
uri á Eiðinum, men tað
merkti VÍF einki til, tá tær
vóru í "Vági sunnudagin.
VÍF vann 34-17 eftir at
hava verið á odda 16-4 í
hálvleikinum. Tað má sigast
at vera illa avstaðfarið, tá
eitt lið bert skjýtur fýra mál
ein heilan hálvleik. Eyðbritt
Krosslá sigur við Sosialin,
at tað stutt sagt gekk av
skriðuni í fyrra hálvleiki.
— Alt gekk galið. Vit
høvdu næstan eins nógvar
royndir á málið og VÍF
hevði, men avslutningarnir
vóru út av lagi vánaligir,
sigur Eyðbritt Krosslá
Í seinna hálvleiki kom
meira skil á hjá heimaliðn-
um, men tá var allur spenn-
ingurin farin úr dystinum.
Stóri spælarin í dystinum
sunnudagin var Jacklin
Djurhuus, sum spældi sín
helst besta dyst í ár. Hon
skeyt sjálv 11 av málunum
hjá VIF og spældi fleiri
ferðir eisini hinar upp til
mál. Spælandi venjarin Io-
ana Rapa skeyt seks mál,
men hon var so at siga ikki
við í seinna hálvleiki. Tað
tykist vera politikkurin hjá
teimum flestu av útlendsku
venjarunum í kappingini, at
tá teirra hjávera á vgllinum
ikki er neyðug, seta teir seg
uttanfyri, og tað er bara
gleðiligt, tí tað gevur før-
oysku spælarunum meira á-
byrgd, sum teir bert kunnu
mennast av. VB-kvinnurnar
kunnu eisini fegnast um tað,
tí annars hevði munurin at
enda kanska verið enn stórri
enn tey seytjan málini
VIF legði seg á odda 6-0
fyrstu tólv minuttirnar, og
tær øktu til 11-2, tá tjúgu
minuttir vóru spældir. Mið-
skeiðis í hálvleikinum fór
VB at mansverja bæði Jack-
lin Djurhuus og Ioanu Rapa,
men tað var líka vítt sum
sítt. Hetta gav hinum VÍF-
kvinnunum betri pláss at
hóreiggja sær á, og sostatt
hjálpti hetta einki hjá
heimaliðnum.
VB endaði hálvleikinum
við at brenna tvey brotskøst,
so hålvleiksstødan var 16-4
til vestmannakvinnur
Í seinna hálvleiki kom
sum sagt meira skil á hjá
VB, men dysturin var av-
gjørdur, og VÍF-kvinnurnar
tóku sær eisini meira av
løttum. VIF vann at enda
34-17, og uppgåvan bleiv
lættari, enn Vik liðið mundi
havt roknað við.
Fótbólturin í Vági
byrjar í januar
B hevur í nógv ár verið
umboðað í bestu kvinnu-
deildini í hondbólti. Sum
oftast hevur liðið verið mill-
um tey niðastu, men tað
hevur eydnast at lívbjarga
sær kortini. Í ár sær botn-
stríðið út til at skula standa
millum VB og GI/Tjaldrid,
og higartil hava hesi liðini
vunnið eina ferð í part móti
hvørjumødrum.
Í summar flutti fótbólts-
liðið hjá VB-kvinnunum
upp í 1. deild. Venjarin hev-
ur longu sagt, at venjingin
byrjar longu í januar, og tað
verður fýra ferðir um vik-
una, og roknast kann við, at
fleiri av teimum, sum nú
spæla hondbólt við VB, eis-
ini fara at spæla fótbólt.
Hetta er ein trupulleiki, sum
Tjaldrið hjá monnunum eis-
ini hevur, og tað er torført
at spáa um, hvat tað endar
við, tá fótbólturin aftur tek-
ur kappingina upp við
hondbóltin.
Men tað er í øllum fórum
neyðugt hjá VB at gera okk-
urt við henda trupulleika,
um plássið í ovastu deildini
skal varðveitast, tí GÍ/
Tjaldrið hevur ikki henda
trupulleikan.
Annars hevur VB eina
strævna skrá fyri framman.
Liðið hevur nú spælt allar
sínar heimadystir í grund-
spælinum, men hevur fram-
vegis fýra útidystir eftir, og
harafturat eru tveir teir
fyrstu dystirnir í endaspæl-
inum eisini útidystir. Altso
tilsamans seks útidystir á
rað hjá VB. Kappingin er
ivaleyst løgd soleiðis, so
VB-kvinnurnar skulu
sleppa undan at ferðast so
ofta, men Eyðbritt Krosslá
heldur ikki, at hetta er nøkur
góð loysn ítróttarliga.
— Kappingin er løgd so-
leiðis, at vit spæla tveir
dystir, hverja ferð vit eru
norðanfyri, og tað er stræv-
ið — ov strævið, halda vit.
Okkum hevði betur dámt at
ferðast norður oftari og bert
spælt ein dyst, meðan vit
vóru.norðanfyri, sigur hon.
VB hevur frí komandi
vikuskifti, og tað kemur væl
við hjá teimum. Annað
vikuskifti skulu VB-kvinn-
urnar so til Havnar, har tær
leygardagin 12. desember
spæla móti Kyndli og dagin
eftir móti Neistanum. Og
vikuskiftið eftir hetta, sum
er fýra dagar áðrenn jól,
skal VB leygardagin spæla
móti VIF í Vestmanna og
sunnudagin móti StIF á
Skála
Kristian slitið
hælsinuna
Dysturin í Vági sunnudagin
var annars sermerktur á tann
hátt, at annar av dómarun-
um var úr VB. Hetta er ikki
vanlig mannagongd — i øll-
um førum ikki i 1. deild.
Upprunaliga vóru tað teir
báðir Hjalmar Petersen og
Kristian Johansen, sum
skuldu dóma, men Kristian
var so óheppin at slíta sær
hælsinuna fyrr í vikuni.
Roynt varð at útvega
Hjalmari ein annan makk-
ara, men ov stutt tíð var, og
allir hinir dómararnir vóru
upptiknir á ein ella annan
hátt. Tí noyddist Egill Stein-
tórsson at dóma saman við
Hjalmari í Vági súnnudag-
in. Hetta riggaði bara væl,
og tað gjørdi eisini uppgåv-
una lættari, at tað var so
stórur munur á liðunum. Tá
heimaliðið tapir 17-34, ber
eisini neyvan til at tosa um
>heimadómarar<.