Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 ítróttar Nr. 228 — 1. DESEMBER 1998 Greiður sigur til vestmenningar Hondbóltur: Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat var betra liðið í dystinum í høllini í Vestmanna sunnudagin, tá ið VÍF og H71 hittust. Vestmenningar høvdu so at siga allan dystin munin á hoyvíkingum TeERruI NIELSEN Ikki færri enn 520 gjaldandi áskoðarar høvdu lagt leið- ina í høllina í Vestmanna at síggja toppdystin hetta vikuskiftið millum VIF og H71. Dysturin var settur at byrja klokkan 16.00, men var nakað seinkaður og byrjaði ikki fyrr enn klokk- an var um hålvgum fimm Vestmenningar dreymabyrjan Venjarin hjá hoyvíkingum, Hans Guðmundsson, hevði undan dystinum verið noyddur til at broyta nakað liðið hjá sær Bárður Brimvík, sum vanliga spæl r á strikun: hjá H71 var eikbannadur, og hetta førdi Dsær at Olaf Ve sstergaard fekk fulla spælitíð á strik- uni, og at Finnur Hansson tók plássið hjá Bárði í verj- Tað tóktist eitt sindur løg- }, at Finnur skuldi a bakki verja hjá vest- gul Joen- nur er iKKl av Størstu 1, meðan Sámal er Sámal Heimaliðið byrjaði sum eitt ódnarveður, og tað var at vestmenningar iga uppsettir til dystin. Hoyvíkingar hin- við at fóta og serlig- ani høvdu ter stórar trup- ulleikar vid at opna verjuna hjå vestmenningum ga var tað Áki Olsen, m heit sær at gaman i á- lopinum hjá VÍF í byrjanini av dystinum. Hann skoraði nærum eftir vild, og frá sjeynda minutti skeyt hann fýra mál á rað Tað var heldur ikki 6- væntað, at hoyvíkingar, tá ið slakir tiggju minuttir vóru leiktir, valdu at taka time- out. Vestmenningar høvdu høvdu 1il sær fyrstu igtuna tó longu tá lagt seg á odda við seks málum, 9-3. Næstu løtuna gekk betur hjá gest- unum úr Hoyvík, og við góðari hjálp av millum ann- að tveimum VIF útvísing- um, fingu teir minkað um munin, so at hann einans var 10-8, tá ið tiggju minuttir vóru til hálvleiks. Hoyvíkingar royndu at koma ájavnt við vestmenn- ingar, men ein stórspælandi Bárður Nielsen í VIF-mål- inum og ein stinn verja hjá vestmenningum vildi tað ødrvisi. Tó megnaðu gest- irnir at halda seg nær nám- ind av VÍF, og tað var fyrst og fremst takkað verið feðg- unum úr Íslandi, Hans Guð- mundssyni og Finni Hans- syni. Síðstu løtuna áðrenn hálvleik kom Finnur rættu- liga við í dystin, og hann skeyt trý av teimum sein- astu fýra málunum hjá H71 fyri steðgin Sum áðurnevnt, so høvdu hoyvíkingar ilt við at opna verjuna hjá vestmenning- um, og tað vísti seg eisini, málini hjá H71 komu upp á skot úti frá ella brotskast. Í hinum endanum høvdu málverjarnir hjá H71 ilt við at fáa fatur á skot- royndunum hjá Aka Olsen, »g Aki skeyt ikki færri enn átta mál fyri steðgin Hålvleiksstødan gjørdist 16-13 til vestmenningar, sum bert ein minutt fyri hálvleik vóru á odda 16-11 at flestu Hoyvíkingar rendir um koll Tað vóru gestirnir år H71, sum fingu bestu byrjanina upp á seinna hálvleik. Spak- uliga ótu teir seg inn á vert- irnar, og tá ið sjey minuttir vóru leiktir var bert tað eina málið á muni Tad tóktist at ørkymla vestmenningar nakað, at Áki Olsen varð mansvardur frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki, men sum fráleið fingu teir tó aftur glid á spælið hjá sær. Jens Skipaggta í málinum hjá hoyvíkingum byrjaði eisini væl eftir steðgin, men tíverri fyri hann, so var stuðulin frá liðfelógunum alt ov lítil. Besta dómið um hetta var, tá ið vestmenn- ingar leggja seg á odda 20- 17. Jens hevur tá eina frá- líka dupultbjarging, men í triðju atløgu skorar Áki G. Olsen fyri vestmenningar. Báðir ripostarnir av bjarg- ingunum hjá Jens vóru fangaðir av vestmenning- um, og tað var eingin hoy- víkingur, sum var nær nám- ind av at fanga ein av hesum ripostum. Ein stórur partur av málun- um hjá VÍF í seinna hálv- leiki komu eftir skjótálop. Bárður Nielsen í málinum vísti hegni við longum og neyvum útkastum til stór- leypandi viðleikarar, og so høvdu vestmenningar eisini besta mann á vølli í Áka G. Olsen. Tann yngri Áki var í essinum sunnudagin, og hann fekk eisini seks mál. Nøkur av hesum komu eftir skjótálop, men eisini skor- aði hann við langskoti og gjøgnumbroti. At hann har- aftrat legði lunnar undir fleiri av hinum málunum hjá VÍF, trekti heldur ikki avrikið niður. Eftir dystin segði Áki G. Olsen við Sosialin, at dyst- urin var ein tann besti hjá teimum í ár. Hann helt, at teir vóru meiri uppsettir til dystin, enn teir annars hava verið, og hevur hetta verið størsti trupulleikin hjá teim- um. Eisini nevndi Aki G., at kontraspælid og verjan hjá VIF hevði havt ein góð- an dag. Eisini royndist Martin Hummeland væl í skjótá- lopunum hjá VÍF. Endaliga úrslitið av dyst- inum gjørdist 32-27 til vest- menningar, sum vunnu ein fult uppibornan sigur á hoy- víkingum. Góður og reinur dystur Seinastu tíðina hava serliga hoyvíkingar fingið nógvar ákoyringar í fjølmidlunum, tí at teir skulu spæla so hart. Eftir dystin í Vestmanna kann tó sigast, at teir eisini kunnu verða við til at mynda ein undirhaldandi og reint leiktan dyst. Dysturin var undirhald- andi og væl leiktur, og bæði liðini eiga at hava rós fyri fyrst og fremst at fara inn á vøllin og spæla hondbólt. Somuleidis eiga dómarar- nir í dystinum, Birgir Sond- um og Gunnar Gregorius- sen, rós fyri sítt avrik, hóast onkrir av áskoðarunum kan- ska ikki eru samdir. Tað tyk- ist sum um, at áskoðarar ofta meta um dómaraavrik- ið, áðrenn dysturin er bríksl- aður í gongd, bert við at síggja, hvor ið dómur. VÍF- -liðskiparin Hjalmar Klein Olsen smoy ggir sær ímillum Olaf Vestergaard (vínstramegin) og Hans Guðmundsson. Vestmenningar vunnu 32-27 á H71 og liggja nú væl fyri til at taka oddasessin aftur Mynd: Jens Kristian Vang KÍF megnaði ikki at koppa Kyndli Hondbóltur: Kyndlamenn endurvunnu oddasessin í deildini, tá teir sunnudagin vunnu 35-25 á KÍF Em L. JACOBSEN KIF gjørdi ein sera góðan figur, tå liðið seinasta miku- kvøld var nær vid at vinna á H71 fyri aðru ferð i ár. Sunnudagin skuldi liðið hjá kollfirðingum so aftur royna seg móti einum av oddaliðunum, hesaferð Kyndli Men tað eydnaðist ikki hjá KÍF at røkka enn einum óvæntaðum úrsliti. Burtur- sæð frá eini løtu í fyrra hálv- leiki vóru Kyndlamenn alla- tíðina frammanfyri, og fyrstu tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki brúkti Kyndil til at fara frá 14-12, sum var hålvleiksstødan, og upp á 22-14. So stóð skriftin á veggin- um, og hóast KÍF royndi at gera ein verr, heyði heima- liðið tamarhald á tí, sum var eftir av dystinum. Hjá KIF var Allan Mørk- øre besti málskjútti við 11 málum. Tað tykist sera løg- 3, tí so seint sum seinasta mikukveld varð hann illa skaddur í nøsini, men tað hevur so ikki nervað hann kortini, og tað varð enn einaferð staðfest, at uttan hann klárar KÍF seg illa. Rói Árting, sum spældi ein frålikan dyst móti H71, var ikki so eyðsæddur hesa- ferð, ikki minst tí Kyndla- menn høvdu lúrt teir freku tvørb6ltarnar hjá honum av. Kyndlamenn eru nå kom- nir upp á i2 stig, og ósig- urin hjá H71 í Vestmanna merkti, at Kyndil nå aftur er ovast f deildini. Tad sigur nógv um, hvussu jøvn kapp- ingin er, at oddasessurin skiftir hendur so at siga hvgnn dag, onkur dystur verður spældur. H71 er eitt stig aftanfyri, men við ein- um dysti fleiri spældum. Men á triðja plássinum er VÍF nú komið upp á 10 stig, og vestmenningar hava spælt ein dyst færri enn Kyndil og tveir færri enn hoyvíkingar. VÍF og Kyndil hava ein dyst eftir í grund- spælinum. Hann verður í Vestmanna sunnudagin 13. desember, og um vestmenn- ingar vinna hann, mugu teir — við allari virðing fyri Kyndli og H71 — sigast at vera FM-favorittar aftur — ella í gllum fórum favorittar til at vinna grundspælið, sum endar 20. desember. Síðani verður ein steðgur upp á tríggjar vikur, áðrenn farið verður undir enda- spælið. Sjálv kappingin endar hósdagin 1. apríl, sum er skírisdagur. Sosialurin á netinum www.sosialurin.fo z sø