mikudagur 2. desember 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
— 10 Tórshavn.
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
poståsosialurin fo
Gegnistrupulleikar | MI
Hvor verður tann nýggi
maðurin úti í Tinganesi
Oddagrein
OKKARA siðiligi løgmadur er við at
koma í rasshaft av sakini hjá John Pet-
ersen. Løgmaður førir fram at hann
hevur ongar reglur at halda seg til við-
víkjandi gegni hjá landsstýrisfólki. Her
er óneyðugt við reglum. Hyggja vit at
teimum reglum, sum eru fyri tingfólk
so er upprunin til hesar at finna knapt
hálvthundrað ár afturi í tíðini.
TRUPULLEIKIN í tinginum var og hev-
ur altíð verið, nær ein tinglimur skal úr
tinginum, um hann fær dóm. Uppstill-
ingin til løgtingid sorterar sum regul
fólk frá, ið hava dóm fyri eitt ella annað,
ið er mannminkandi í eygunum á van-
ligum fólki.
AVMARKINGIN fyri tinglimir hevur ver-
ið eitt sindur ymisk gjøgnum árini. Nú
er karmurin 4 mánaðir. Reglan hevur
okkum vitandi ongantíð haft týdning
fyri sitandi tinglim, men hevur helst haft
tydning fyri onkra uppstilling í fimti-
árunum.
ADRENN nýggja stýrisskipanarlógin
kom í gildi blivu landsstýrisfólkini vald
av tinginum. Landsstýrisfólk, tá sum
nú, nýttust ikki at vera tingfólk. Eftir
nýggju skipanini er tað løgmadur, ið
setur og loysir úr starvi landsstýrisfólk.
Tingið skal bert kunnast. Um tingið er
énøgt kann misálit setast á eitt lands-
stýrisfólk. Logmaður hevur sostatt allar
føroyingar yvir 18 år at velja í, tå hann
skal seta nýggjan landsstýrismann,
99,9% av hesum hava reina straffiatt-
est.
SO hví legmaður er so forhippaður í
at hava heimild at nýta fólk ið bara
hava verið í geglinum minni enn 4
mánaðar er okkum Oskiljandi. Lands-
stýrið er okkara stjórn, okkara umsiting
innanlendis og ikki minst okkara andlit
út eftir. Logmaður er okkara stjórnar-
leiðari og skal út eftir syrgja fyri, at vit
verða umboðað so væl og rudduligt
sum gjørligt. Hann átti at vita at Foroya
fólk - tey 99,9% straffríu - ongan áhuga
hava í at verða umboðaði í stóru verð
av fólkj, ið »bert« hava verið í geglinum
1-2 kanska 3 mánaðir.
VIT hava tað álit á løgmanni at hann
skilir hettar. Sostatt eigur hann eisini
at skilja at vit eru ímóti gegnisreglum
fyri landsstýrisfólk. Her er upp til løg-
mann og ongan annan at finna lands-
stýrismanning, ið hevur eitt umdomi
manna millum, sum er sømiligt, so virð-
ingin fyri Feroya Landsstýri úti og
heima kann koma uppá pláss aftur.
Sosialurin
Tá tað nakað herfyri stóð
greitt, at ein ákæra fór at
verða reist móti John Pet-
ersen, spurdi ein journalist-
ur løgmann, hvat hann
hevði í hyggju at gera, nú
ein av hansara landsstýris-
monnum skuldi fyri rættin.
Løgmaður svaraði, at hjá
sær var ikki so nógv at gera,
tí ongin er sekur í eini
skuldseting, fyrr enn dómur
er fallin. Og tað var fyri so
vítt eisini eitt svar, ella eitt
sjónarmið, sum man kann
taka undir við. Skuldu øll
farið úr politiskum størvum,
sum eru baktalað og løgd
undir illgruna her á landi,
so ivist eg í, um tað yvir-
hevur hevði borið til at
mannað so mikið sum eitt
bygdaráð!
Við ødrum orðum sendi
løgmadur spurningin víðari
til sín politiska floksfelaga
úr Skopun, og tá hesin eina
tíð hevði konfererað við tær
hægri maktirnar í sínum
loynikamari, kunngjørdi
hann fyri pressuni, at hann
fyribils tók seg burtur úr
politikki. Og alt gott um tað.
Og fyri so vítt eisini alt gott
um Anfinn Kallsberg. Sum
løgmaður sigur hann í
hvussu so er sjálvden nakað
býtt. Líkaleiðis ber hann orð
fyri at halda høvdid klárt og
kalt tá á stendur. Og tað í
sjálvum sær, er ein góður
eginleiki hjá einum polit-
ikkara.
Kortini minnist eg eina-
ferð ein tilburð, har Anfinn
Kallsberg misti tamarhaldið
á sær sjálvum. Tað munnu
vera eini 6-7 ár síðani, at
alt Føroya fólk var vitni til
hetta heldur ótespiliga ham-
skifti. Tilburðurin var nevn-
iliga tann, at ein sjónvarps-
maður spurdi Kallsberg,
hvat tað var, ið búði undir
skuldsetingini, sum Niels
Pauli Danielsen var komin
fram við, at Kallsberg uttan
at spyrja um loyvið, hevði
»lænt« 900.000 krónur frá
eini fyritøku, hvers rokni-
skap hann umsat. Akkurát
hvussu orðini fullu, minnist
eg ikki. Eg minnist bara,
hvussu andlitið á Kallsberg
broyttist.
Og akkurát tann tilburðin
kom eg at hugsa um, tá løg-
maður bleiv spurður um,
hverja stóðu hann hevði til
ákæruna móti John Peter-
sen. Hevdi hann alment
heitt á skopuningin um at
lagt frá sær, vildi ein tílík
áheitan í somu løtu rakt løg-
mann sjálvan! Hann kundi
tí ikki gera annað enn tað,
sum hann gjørdi, nevniliga
at lata John Petersen sjålvan
avgera sina framtidar stødu
i Tinganesi.
Kortini, so er ein heilt av-
gerandi munur å hesum
bådum målum. Medan John
Petersen var åkærdur, og
seinni dømdur sekur, so var
Anfinn Kallsberg bert
skuldsettur. Men hin vegin,
so var tað ikki hvør sum
helst, ið skuldsetti hann.
Skuldsetarin var bæði prest-
ur og løgtingslimur. Spurn-
ingurin eg seti mær, er, hví
fylgdi Niels Pauli Danielsen
ikki síni skuldseting upp?
Var maðurin bara ein av
hesum vanligu baktalara-
typunum, ið royndi at
skorða sær nakrar bíligar
atkvgður? Ella hvat lá aft-
anfyri?
At málið ikki bleiv kann-
að, havi eg ilskast inn á síð-
ani. Tí møguliga var Kalls-
berg ósekur, og innast inni
so vóni eg tað. Og hetta er
ikki skrivað sum spott, men
heilt einfalt tí, at man ikki
eigur at yvast í persónliga
moralinum hjá landsins
hægsta manni.
Nú hevur tað so verið
frammi í fjølmidlunum, at
Fólkaflokkurin skal um-
hugsa at seta Jørgen Nicla-
sen út í landsstýrið fyri John
Petersen! Hví gera teir tí-
líkt? Hvat er hatta fyri vón-
leysur framferdarhåttur?
Hevði talan av illum verið
um 1. apríl, kundi man bor-
ið yvir við einum sovorðn-
um miseydnadum skemti.
Billar flokkurin sær veru-
liga inn, at fólk hevur
gloymt, at tað var Jørgen
Niclasen, sum einaferð
»lænti« ein skrædlara, men
tíverri gloymdi at boða
ánaranum, Føroya Fiska-
virking frá?
Samgongan hevur sett
kós fram móti loysing, og
tað riggar ikki rættiliga við
hesum ivasomu persónun-
um í landsins hægstu sess-
um. At vera borgarligur og
skálkur, tað er ikki neyðug-
vís tað sama. Ella sum ein
kendur havnamaður plagdi
at taka til: eitt er at vera
alkoholikari, men man má
for fanin kunna raka sær.
Jóanes Nielsen
Viðvíkjandi yrkisraðnum
hjá lønjavningargrunninum
Til Føroya Løgting
Undirritadu feløg sum um-
boðaðu vinnuna í gomlu
nevndini hjá lønjavningar-
grunninum vilja hardliga
mótmæla ætlanina um at
avtaka yrkisráðið fyri løn-
javningargrunnin.
Okkara feløg hava verið
við til at sjtórna lønjavning-
argrunnin síðan fyrst i 50-
unum. Og er hetta gjørt vid
ábyrgd fyri sovæl samfel-
agnum sum vinnuni. Vit
duga at ásanna, at við
nýggju stýrisskipanini
kundi verið tørvur á at reg-
ulera hesi viðurskifti, og tí
eftirlíkaðu vit uppskotinum
hjá landsstýrinum um at
skipa grunnin. Hetta varð tó
gjørt við teirri avgjørdu
fyritreyt, at yrkisráðið, sum
landsstýrið sjálvt hevði
uppskot um, varð sett í verk.
Og vit meta yrkisráðið sum
eina beinleiðis avtalu mill-
um okkara felgg og lands-
stýrið.
Vit hava eisini eftir um-
bøn frá landsstýrinum valt
okkara limir í hetta ráð. Vit
meta ongan iva vera um, at
orsøkin til at ráðið ikki er
komið at virka útilukkandi
liggur í landsstýrinum, sum
ikki hevur so frægt sum
gjørt eina reglugerð, sum
løgtingid annars hevur álagt
tí at gera.
Vit meta uppskotið um at
avtaka yrkisráðið fyri at
vera eitt sera álvarsamt álit-
isbrot millum vinnuna og
landsstýrið. Vit meta grund-
gevingarnar fyri uppskotin-
um fyri at vera óhaldbarar.
Men tá lógir sum longu
vóru í gildi, tá umskipingin
av lønjavningargrunninum
vóru samtyktar, nú vera
nýttar sum grundgeving fyri
at avtaka yrkisráðið, so vátt-
ar hetta okkara varhuga av,
at tað hevur ongantíð verið
ætlanin at ráðið skuldi fáast
at virka. Heldur skuldi ráðið
nýtast fyri at sissa vinnuna
og fyri at gera tað lættari at
fáa uppskotið gjøgnum
tingið. Hetta er ein framferð
sum vit vilja átala og vit
undrast yvir at meirilutin í
vinnunevndini veruliga
kann taka undir við eini
slíkari mannagongd, sum
eisini er ein undirgraving av
løgtinginum sum hægsta
vald.
Nú vit vita, at nýggjur
landsstýrismaður verður út-
nevndur í næstu framtíð
halda vit tað eisini vera
rímiligt, at hetta mál verður
beint aftur í landsstýrið, so
vinnan saman við komandi
landsstýrismanni í fiski-
vinnumálum møguliga
kann koma til eina nýggja
semju um hetta mål.
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Skipara-
og Navigatørfelag
Føroya Reidarafelag