Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 229 — 2. DESEMBER 1998 tíðindablaðið SOS 230.000 krónur í endurgjaldi: Landsstýrið reinsar NICLAS JOHANNESEN Tá fyrrverandi landsstýrismaðurin Sámal Petur í Grund fyri tveimum árum síðani koyrdi Thomas Ara- bo frá, var justitsmorð framt móti táverandi stjóranum á Strand- ferðsluni. Hetta er nidurstødan hjá Thom- as Arabo, ið var rikin úr stjóra- sessinum Yviri við Strond í Havn- ini um morgunin 1. november í 96. Reinsaður — Eg eri reinsaður, og eg eri ótrú- Thomas Arabo Føroya Landsstýrið hevur rindað fyrrverandi stjóranum á Strandferðsluni Thomas Arabo eitt endurgjald upp á 230.000 krónur. — Eg eri reinsaður, sigur Thomas Arabo, ið metir at justitsmorð var framt móti honum, tá lands- stýrismaðurin Sámal Petur í Grund gav Arabo sekkin fyri stívliga tveimum árum síðani fj — Eg eri reinsaður, aftan á 6- hugnaliga justitsmorðið, sum Sámal Petur í Grund framdi móti mær fyri tveimum árum síðani, sigur Thomas Arabo liga væl nøgdur her tvey ár aftan á óhugnaliga upplivilsi, sigur ein avkláraður Thomas Arabo, ið longu hevur fingið endurgjaldið frá landsstýrinum. Upprunaliga vildi Arabo hava tænastumannasak, men hetta ynski var ikki gingið honum á móti. Síðani hevur Verkfrødinga- felagið rgkt áhugamálini hjá frá- koyrda stjóranum. Og eftir drúgt brævaskifti millum sakførararnar hjá Arabo og sakførararnar hjá landsstýrinum er semja gjørd í rættinum fyri trimum vikum síð- ani. Landsstýrið rindar Thomasi Arabo eitt endurgjald upp á 230.000 krónur. — Við endurgjaldinum frá lands- stýrinum verður greitt staðfest, at Sámal Petur í Grund onki sakligt grundarlag hevði at byggja á, tå hann koyrdi meg frå. Uppsøgnin var politisk, og eg eri rættiliga visur f, at Såmal Petur f Grund valdi at offra meg fyri at bjarga sítt egna høvd, sigur Thomas Ara- bo. Hvat byggir tú tína meting á? — Longu á jólum 1995 gjørdi eg landsstýrinum greitt, at pengar fóru at resta í komandi árið, og at SL mátti hava 44 milliónir krónur í eykaútreiðslum. Kortini sker Sámal Petur í Grund hesa upp- hædd niður í 40 milliónir krónur. Samstundis krevur hann, at virk- semi á SL skal vera tað sama, hóast pengar resta í. Sámal Petur sær sjálvum — Fólk ávaraðu meg longu tá um ikki at vera ov loyalur móti lands- stýrismanninum. Men tað valdi eg at vera, og eg mátti so beta fyri tað, sigur Thomas Arabo. — Eg roknaði við, at landsstýr- ismaðurin fór at veita neyðuga fígging til tann aktivitet, ið hann sjálvur politiskt kravdi at SL skuldi hava. Thomas Arabo ivast onga løtu í, at Sámal Petur í Grund valdið at kvetta høvdid av einum almenn- um stjóra fyri at bjarga sínum egna politiska høvdi. Metingin hjå Thomasi Arabo er, at vid sum sagt at krevja eitt tæn- astustødi, id lå oman fyri figgjar- ligu karmarnar, hann sjálvur setti, breyt Sámal Petur í Grund í roynd og veru stýrisskipanarlógina. Thomas Arabo vísir eisini á, hvussu Sámal Petur í Grund prát- aði so nógv um hetta „tveysiffraða milliónundirskotið“ á SL, og brúkti tað sum høvudsgrundgev- ing fyri at siga Arabo úr starvi. Tíðin hevur síðani víst, at tvey- siffrada undirskotið hevði onki við raksturin hjá SL at gera, men stav- aðu frá broyttum roknskaparprins- ippum, har ognirnar hjá SL ikki longur blivu inntøkuførdar. — Hetta brikti Såmal Petur heilt bevist fyri at fåa myndina av mær og SL at síggja so ræduliga út sum gjørligt. Tidin hevur vist, at hald- gott grundarlag var ikki hjå Såmal Peturi í Grund fyri at koyra meg úr starvinum. Tað havi eg ongan- tíð ivast í sjálvur. — Men nú føli eg meg eisini reinsaðan úti millum fólk, sigur Thomas Arabo. Fyrrverandi stjórin hevur alla- tíðina havt arbeiði síðani hann var uppsagdur. Hann starvast sum oljuráðgevi í offshore málum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. — Eg havi tað fint. Leingist tær aftur å SL? — Nei! At vera stjóri á SL er sera hart arbeiðið, og eg ætlaði mær altíð frá ár 2000. Marjun vísir til fíggjardeildina Hóast Tinganes fyri trimum vik- um síðani gjørdi semju um at rinda fyrrverandi stjóranum á SL endurgjald, so málið ikki verið framm! á hægsta stað í umsitingini enn. I kjalarvørrinum á endurgjald- inum til Thomas Arabo stinga fleiri spurningar seg um. Ein er, hvussu tað kann vera, at almennur stjóri verður koyrdur úr starvi við tí grundgeving, at føroyski skatt- gjaldarin skal rinda fyri hansara almenna oyðsl, og at sami skatt- gjaldari nú skal rinda sama stjór- anum endurgjald. Hægsti embætismaður í landin- um, lógmansstjórin Marjun Han- usardóttir, vísir til Fíggjarmála- stýrið, tá Sosialurin vil hava at vita, hvat liggur til grund fyri, at landsstýrið hevur valt at rinda Thomasi Arabo endurgjald. — Eg kenni ikki útfallið av sak- ini, segði Marjun Hanusdóttir við Sosialin týsdagin. Tummas Magn- ussen, ið hevur umsitið málið fyri landsstýrið var ikki at hitta áðrenn blaðið fór til prentingar seinna- partin týsdagin.