Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 229 — 2. DESEMBER 1998 tíðindablaðið S% 23 Seiggj og tár í Atlantis Leygarkvøldid fór fyrsti stóri leikurin av bakkastokki í nýumvælda mentunarhúsinum, Atlantis, í Klaksvík. Talan er um skemtileikin »Seiggj & tår« eftir íslendska rithøvundan Ólafur Haukur Símonarson Orn FRÓÐ LØKSÅGARD MYNDIR: HARALD PETERSEN 17 leikarar úr Klaksvíkar Sjónleikarafelag, umframt íslendski leikstjórin Saga Jónsdóttir, hava í heyst og í vetur vant skemtileikin »Seiggj og tår«. Og leygar- kvøldid fingu klaksvíkingar møguleika fyri at síggja úrs- litið av teirra arbeiði Tað er Meniunarhúsið At- lantis, ið er karmurin um leikin. Hetta er fyrsti stóri leikurin, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur sett upp, síðani Atlantis aftur varð tikið í brúk eftir stóru umbyggingina í fjør. Higartil hevur húsið verið brúkt til filmssýningar og onnur mentunartiltøk, so sum konsertir og kvøldset- ur. Ikki kann sigast annað enn, at umstødurnar hjá leikarum og leikstjóra, fyri at fáa eitt gott úrslit hava verið av teimum bestu. Umfatandi broytingar vórðu gjørdar í húsinum, tå tað var umbygd. Pallurin var vaksin, umframt at ljós- og ljóðviðurskiftini vóru bøtt munandi. Eisini vórðu nýggj venjingarhgli gjørd í kjallaranum Aftur í 60'ini »Seiggj og tår« er fyrst og fremst ein skemtileikur. Men eisini sangur og tón- leikur hava ein týðandi leik- lut. Høvundin, Olafur Haukur Símonarson, hevur umframt »Seiggj og tár< skrivað 12 aðrar leikir. Hann er kendur fyri sínar skemtileikir, sum tó altíð hava sínar álvar- somu letur, har pláss er fyri at seta týðandi spurningar, Adxelborg Linklett í essinum. Hon og Suni Svabo Samuelsen hava høvudsleiklutirnar í íslendska leikinum »Seiggj og tár<, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag setur upp í Atlantis í hesum dógum sum fáa áskoðaran at hugsa. Leikurin var fyrstu ferð sýndur í Tjóðleikhúsinum í Reykjavík í 1995 og har var hann væl móttikin. Tað er Turið Sigurðardóttir,-sum hevur týtt leikin til føroykst. Hendingarnar í leikinum fara fram í Íslandi fyrst í sekstiárunum. Í hesum tíð- arskeiði fóru fram stórar rembingar í Íslandi. Serliga er tað ávirkanin frá ameri- kanskari mentan, ið verður væl lýst. Henda verður sett upp máti tí ektaða íslendska og fær fram mótsetningar, ið stundum eru rættiliga skemtiligir. Nakað av politiskari ideo- logi er eisini tvinnað uppí leikin, og samrødurnar mill- um teir báðar mest politiskt litaðu persónarnar eru rætt- iliga lívligar Kjarnan í leikinum er ein stór familja, har hvgr einasti limur hevur síni sterku per- sónligu eyðkenni. Tann uppafturgifti pápin, dóttir hansara, sum er >fríhold< millum pápan og heldur misnøgda mann sín, og son- ur teirra, sum droymur um at koma út um Ísland, sum saxofonleikari. Leikurin snýr seg eisini um hina dóttrina, sum rýmdi til Amerika við ein- um hermanni, og sum kem- ur heimaftur at vitja pápan og kriminella son sín, sum var eftir hjá abbanum, tá ið hon rýmdi. Leikurin byggir á gerand- isdegin hjá hesi familju. Har er sorg, skemt, gleði og ålv- ara, alt saman á ein hátt, ið ger leikin fólkaligan og við- komandi. Tónleikurin spælir, sum áður nevnt, ein stóran leik- lut. Hann umboðar, allur sum hann er, eina tónlistar- liga spennandi tíð og er við til at geva leikinum ein ser- ligan dám. Tað eru tey fýra Helga Gerðalíð, Alex Sól- stein, Ingi Isaksen og Steff- an S. Steffanson sum standa fyri tónleikinum Roynd og óroynd Teir 17 leikararnir eru ein blandingur av nýggju eldri kreftum í sjónleikara felagnum. Av teimum heilt royndu kunnu nevnast Suni Svabo Samuelsen, sum hev ur ein av høvudsleiklutun um, sum Jóhan Årnars og ikki minst, the grand old lady innan sjón Klaks vík, Adelborg Linklett Men har eru eisini fleiri, sum annars ikki hava verið so nógv at sæð á palli fyrr Her verður serliga hugsað um Jógvan Hansen, sum spælir tann ungi Dávur, Jac- obina Joensen, sum tann « lukkuliga Sigrid, kona løg reglumannir 2 Staðnur Hjalti T misnøgdi og betr an Pou Súsanna Jac sén J lar Øssu Hentze g n JacoDse Sámal Christiansen og S g rå Jacobsen Leikstjori og sjónleikari levur ikstj r Jag | 4 | Dansinum hjå William Heinesen, har av partar vóru tiknir upp i Føroyum í fjør y økru F „ft titt - eiur stuttse Tað r 1/3111 SUN á SMÁ ilå og taka sær hjá leikarunum. Leik verður vistur í Á komandi vikuni