mikudagur 2. desember 1998síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
30
tíðindablaðið S032lurin
Nr. 229 — 2. DESEMBER 1998
Leivur tendrar túsund jólaljós
— Jólini eru byrjað, í øllum fórum handilsjólini og leygardagin tendraði bý-
ráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen, nógvu perurnar í Miðbýnum í Havn
Framman fyri stórar mannfjøld
tendraði býráðsformaðurin í
Havn, Leivur Hansen, ljósini á
jólatrænum á Tinghúsvellinum
leygardagin seinnapartin. Onkur
helt, at tað var nakað tíðliga, men
sum vit vita, eru jól líkaso nógv
handilsjól sum nakað annað, og
tað er eftir áheitan frá handilslív-
inum, at ljósini á trænum verða
tendrað síðsta leygardagin í nov-
ember, tá ið handlarnir samstundis
hava leingi opið.
I rødu segði býráðsformaðurin,
at siðurin við almennum jólatræi
á Vaglinum er 64 ára gamal.
Fyrsta jólatræið varð tendrað 16.
des. 1934, tá sum nú setti Havnar
Hornorkestur sín serliga dám á.
— Tá ið jólatræið á Vaglinum
verður tendrað byrja jólahandilin
og jólasglan. Tað snýr seg um ikki
minni enn einar 100 milliónir
krónur tilsamans, ella triðingin av
fíggjarætlanini hjá Tórshavnar bý-
ráð næsta ár. Ella tað sum barna-
ansingin í kommununi kostar um
árið, segði Leivur Hansen
— Men jólini eru tíbetur annað
enn sela og handil. Hjá børnunum
er hetta hátíðin mikla, og tey eiga
sjálvandi ikki at verða gloymd í
øllum meldrinum. Hugaligt er í
hesum sambandi at kunna stað-
festa, at tiltøk eisini eru á skránni
fyri tey. Her hugsi eg um for-
kunnuga tiltakið hjá verkstaðnum
Vón í Smiðjuni í Lítluvík, har
jolabúðin í næstu viku verður um-
skapað til eina jólastovu fyri børn
úr allari kommununi.
— Kunningarstovan eigur eina
tékk uppiborna fyri hetta tiltakið
á Vaglinum. Tað eru 15 ár liðin
síðani Kunningarstovan varð sett
á stovn, og hetta er 15. ferðin, at
hon skipar fyri hesari hugnaløtuni.
Ný tingsúsið
I røduni kom Leivur Hansen eisini
inn á ætlanina at byggja nýtt ting-
hús. Sjálvur sat hann í nevndini,
sum valdi millum verkætlanirnar,
ið tóku lut í arkitektakappingini.
— Onkur hevur spurt, hvussu
verður við jólatrænum á Tinghús-
vellinum um nýtt tinghús verður
bygt. Men tað hvørvur ikki, um
undirtøka verður í tinginum fyri
at byggja nýtt tinghús sambært
vinnarauppskotinum. Sambært tí
verður Tinghúsvellurin varðveitt-
ur í sama líki sum nú.
— Tey bæði sum vunnu kapp-
ingina hava gjørt eitt modell av
tinghúsinum, sum tey hava tekn-
að, og tað verður væntandi at
síggja í glugganum hjá Kunning-
arstovuni undan jólum. Tá fáa vit
so eisini eina greiðari mynd av,
hvussu tað fer at taka seg út - og
ikki minst økid uttanum.
— Persónliga kundi eg hugsað
mær, at løgtingid - ístaðin fyri at
verða verandi á staðnum - flutti
inn í gamla landsbókasavnið á
Debesartrød. Tað hevði eftir min-
ari meting verið ein sera tignar-
ligur og virdiligur løgtingsbygn-
ingur. Er hann ov litil ber til at
byggja uppi hann og er framvegis
brúk fyri fleiri fermetrum, so eru
onnur vælegnað høli í grannal-
agnum. Her hugsi eg um hølini
hjá Fróðskaparsetrinum, sum í-
staðin kundu verið flutt í Markn-
agil, har setrið eigur eitt stórt oki.
Hetta húsið kundi so kanska ístað-
in verið nýtt sum býráðsalur í
framtíðini og harvið vórðu bæði
hús og umhvørvi varðveitt, sum
tað sær út í dag um tað er tað vit
ynskja.
— Um løgtingslimir, prestar og
embætismenn ikki halda seg til at
ganga henda teinin í sambandi við
ólavsgkugudstænastuna kundu
teir fingið hetta húsið til láns til
endamálið, segði Leivur Hansen,
sum hevur nevnt hugskotið fyri
løgtingsformanninum.
Hugni um allan byin
Fyrstu j6latrøini komu til Føroya
fyri um 100 árum síðani. Jólatræið
í ár er eins og undanfarin ár keypt
úr Danmark. Ikki er greitt, hvað-
ani tey fyrstu trøini komu, men
fyrstu árini eftir kríggið fingu vit
tey úr Halstad í Norðurnoregi sum
tøkk fyri hjálpina, sum flóttafólk
haðani fingu í Føroyum undir
krígnum.
— Einaferð í åttatiårunum, tá
tvey jólatrg vóru í Miðbýnum, og
annað hevði verið fyri herverki,
eydnaðist at finna eitt træ at seta
upp ístaðin úr okkara egnu kæru
viðalund. Men eftir jólaódnina
fyri tíggju árum síðani, ið beindi
fyri stórum parti av viðalundini
noyðast vit at bíða nøkur ár aftrat,
áðrenn vit kunnu nýta trø haðani
SR =
aftur. Hetta kenst av váta og lýggja
veðurlagnum hjá okkum, sum ger
at trøini vaksa spakuligari enn
aðrastaðni.
— Í 1986 vóru ljósketur við
granni og jólastjórnum á fyrsta
sinni hongdar upp í Miðbýnum,
og í fjør varð hesin hugnin øktur
við teimum mongu lítlu ljósper-
unum í trøunum framman fyri
Gamla Bókhandil, sum verða
tendraðar saman við jólatrænum.
Ikki færri enn 3000 perur tilsam-
ans. Ætlanin var at breiða henda
hugnan til eisini at fevna um trg-
ini í Sparikassagarðinum, men av
ymsum orsøkum eydnaðist hetta
tíverri ikki hesa ferð, men vónandi
næsta ár. Í SMS hava tey í ár skrýtt
húsini uttan við túsundtals jóla-
perum og tað er eisini við til at
seta hugnalig dám á Havnina í
hesum døgum, segði Leivur Han-
sen at enda.
Tilhaldið í Tórsgetu 21
7 Frelsunarherurin,
Tórshavn Tlf. 316491
Í Tiltøk Mikudagin kl. 15: Bøn, ki. Opið
Á
m
KFUM & KFUK
Opið hús er i KFUM hvert
friggjakvøld. Børn undir 13
år kl. 17-21. Ung yvir 13 år
inntil kl. 01
Vårgledi (børn 4-10 år) er
i KFUK hvønn tysdag kl.
17-18.30.
Ytrimissi6nsfundur er í
KFUK hóskveldið kl. 19.30
v/ Dánjal Christiansen, trú-
boða í Etiopia.
Tórshavnar
Hvítusunnusamkoma
Sunnudag kl. 11: Morgun-
meti
Sunnudag kl.
Sunnudagsskúli
Sunnukvøld kl. 18: Evan-
geliskt meti
12.15:
Rhema á Hálsi
Mikukvøldid kl. 20: Hús-
meti hjá Edith og Jónfinn
Petersen, Argir.
Leygardagin kl. 16: Jóla-
fest fyri børn.
Tif/fax 31 77 56
Samkoman Immanuel
Møti í kveld kl. 20.30.
19.30: Sangløta.
Hóskveldið kl. 20:
Heimaforbundið, allar
kvinnur kunnu vera við.
Ebenezer, Tórshavn
Sunnudag kl. 12: Sunnu-
dagsskúli.
Sunnukveld kl. 18: Evan-
geliskt meti. ;
Sunnukvøld kl. 21: Uti-
móti.
Månakvøld kl. 20: Bøna-
møti
Mikukvøld kl. 20: Upp-
byggingarmøti.
H6skvøld kl. 20.00: Ung-
démsmøti.
Betel, Vågur
Sunnudagin: Breydbrotmg
kl. 11. Sunnudagsskúli kl.
13.30. Evangeliskt møti kl.
18.
Mánadagin: Bønarfundur
kl. 20.
Onsdagin: Uppbygging-
arfundur kl. 20.
Samkoman Sion,
Vågur
Sunnudag: Morgunmøti kl.
11.00. Evangeliskt møti kl.
18.00.
Telefonandaktin svarar å
7T3TT1
Losjan i Havn
Friggjadagin kl. 15 hittast
tilkomin og eldri til hugna.
Opið er hvønn mánadag-
friggjadag frå kl. 10.00—
17.00.
Drekkamunnur og blød-
ini er at fåa hvønn dag.
12.00-13.00 Døgurøi
14.00-17.00 Túrur
Tað er altid ein krókur i
Tilhaldinum — um tygum
ikki fåast við nakað itriv. Vit
ynskja at øll skulu kenna
seg vælkomin.
AA-fundir i Havn
AA-Sporafundir verda i
kveld kl. 20 i Térsgøtu 5
(inngongd vestanfyri).
AA-fundur
i Eysturoy
Å Toftum hvønn tysdag kl.
20 í gomlu lærarahúsunum.
Á Glyvrum hvønn fríggja-
dag kl. 20 í Hvítaskúla
(gamla læraraíbúðin).
Bahá'í Miðsteðin
í Gundadali
Samkoma hvønn hósdag frå
kl. 20.00.
Bahá'í-samfelagið
í Tórshavn
Deyvafelag Føroya
Skrivstovan er opin mána-
dag til hósdag frá ki. 8.00
til kl. 15.00. Tlf. 1.7597,
skrivitlf. 1.6929
fax 1.3609 og teldupostadr.
deaf foGpost.olivant.fo
Javni
Skrivstovan i N. Finsens-
gøtu 32, tlf. 314827, fax
310557, er opin soleidis:
månadag er stongt, tysdag
kl. 10-12, mikudag kl. 10-
12, hósdag kl. 14-18 og
friggjadag kl. 10-12.
Tilhaldid hjá Javna er
opið 1. friggjadag í hvørj-
um mánaða, kl. 14.30-17.
Frítíðarklubbin | hevur
ymiskar aktiviietir í kjall-
aranum hjá Javna. Nærri
fæst at vita um hetta við at
venda sær til skrivstovuna.
Epileptikarafelag
Føroya ;
Postadr.: MBF-húsið, Is-
landsvegur 10 C. Felagið
hevur ikki fasta skrivstovu-
tíð, men samband við fel-
Føroyska arbeiðið
í Eliaskirkjuni
Móti er hvort leygarkvøld
kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vest-
erbro Torv, Vesterbrogade
49. Inngongd undir stóru
trappuni. 5 mín. at ganga frá
Hovedbanegárden, 2 min.
frå Føroyahåsinum. Bussar-
nir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S
stedga nærhendis. Øll eru
vælkomin. Nærri fæst at
vita frå Atla Rasmussen, tlf.
32 96 99 95, ella Øssuri
Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.
VALUTAKURSIR
USA
Bretland
Dollarar
Pund
agið fæst á tlf. 313978, Tyskland Markur
Randfríð Sørensen, ella tlf. Sveríki Króna
319793, Mari Johannesen. Noreg Króna
. Frakland Frankur
Amnesty International | Belgia Frankur
Føroya deild Sveits Frankur
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
Skrivstovan er opin:
Månadag, mikudag og
friggjadag frå kl. 13—17.
Holland
Italia
Finnland
Island
Eysturriki
Gyllin
Liri
Markur
Kréna
. Spania Pesetas
Felagið Portugal Escudos
Føroyar-Kuba Kanada Dollari
Felagid Føroyar-Kuba, Gr íkkaland Drakmur
lapan Yen
P. O. Box 2055, Í
Tlf. og fax 313016. XEU
Teldupostur:
far cuba 2 hotmail.com
125,3400
Skillingur 54,1270
423,1300
946,3800
747,0900
01.12.98 síðsta mán.
649,4800
1072,7200
380,5500
79,7000
86,4000
113,5600
18,4610
461,7100
337,5300
649,4800
1072,7200
380,5500
79,7000
86,4000
113,5600
18,4610
461,7100
337,5300
0,3850
125,3400
9,3900
54,1270
4,4820
3,7170
423,1300
2,2960
5,2692
946,3800
747,0900
0,3850
9,3900
4,4820
3,7170
2,2960
5,2692
;
á
p
|
|